Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2005 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Eivind Eliassen f. 12.9.27 d. 7.7.03 6. juli í fjør fingu vit deyðsboðini av Eivind Elias- sen í Mikladali eftir stutta sjúkralegu. Hóast heilsan var farin at bila, so hevði hann tað hampuliga gott. Gjørdi tað sum hann var vanur sum ein góðir húsfaðir. Og ikki at gloyma seyðin, sum hann hevði stóra umsorgan fyri. Kenst høvdu vit frá ungum árum av, men ser- stakliga tey seinastu 40 árini. Mest í fjøruni, men eisini heima, har eg mangan havi sitið væl. Og hugfarsligur at koma inn til, og altíð við tí góða orðinum. Lívsstarv hansara var serliga útróður, men eisini skipslívið kendi hann. Nakað av jørð var í húsin- um, og tók tað sína tíð. Seinni kom hann í veg- arbeiði í oynni, tá tunnilsarbeiði skuldi setast í gongd, og var so har til hann gavst vegna aldur. Í Mikladali búði hann alt sítt lív, við undantak av einum ári í Havn. Á tí andaliga økinum var hann altíð greiður og støðufastur, og altíð fúsur at hjálpa til bæði í kirkju og øðrum samanhangi. Bæði at ringja fyri og lesa fyri pápan, tá honum barst frá. Fyri síðan at lesa fast frá 1986-1987, til hann nú andaðist 76 ára gamal. Trúfastur, álítandi og reinmeintur, og havi eg alt gott at bera honum og teirra húski. Undarligt í dag at ganga fram við og eingin Eivind. Tey høvdu glett seg at fara til Noregs í brúdleyp hjá abba- og ommudóttrini. Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Eivind var giftur við Kirsten Wolles av Trølla- nesi, og áttu tey 3 børn, Mathildu, Eyðun og Magnus. Øll búgva í oynni – Eyðun á Trøllanesi. Báðir synirnir hava nú tikið við í kirkjuni; Eyðun sum deknur og Magnus sum klokkari. Mátti Harrin styrkt tykkum í sorgini eftir at hava mist ein góðan mann, pápa, abba og langabba. Sagt verður, at tíðin lekir nógv sár. Friður veri við minninum um Eivind Eliassen. Hjalmar Ikki ein mánað eftir jarðarferð bróðurins komu boðini um at Líggjas var farin. Hetta tók honum dygt, nú hann lá til tað síðsta sjálvur. Tveir góðir brøður og grannar og búðu dyr um dyr alt lívið í Mikladali. Hann, sum hevði so góða heilsu til mars í fjør, tá tað skjótt fór at ganga niður á bakka. Sjúkan tók yvirhond og bert 5 mánaðir seinni slóknaði hann, 83 ára gamal. Sum smádrongur minnist eg Líggjas fyrst í 1940, tá eg ferðaðist hjá Poul Andriasi. Og eg minnist tá hann eitt sindur seinni passaði fjósið og grísarnar hjá Kjølbro á Biskupstøð undir krígnum. Men í 1965, tá eg fór at sigla fast í Kalsoynna við »Barsskor« komu vit at hava dagligt samband við hvønn annan, bæði í telefon og í fjøruni, tí brimpláss var. Og hvørt ár frá 1970 til í dag vóru allar okk- ara summarfrítíðir í Mikladali. Altíð fekk ein greið boð um, hvussu líkindi vóru, og kundu fara at verða. Og var hetta felags fyri allar teir á sovorðnum plássum. Har vóru nógvar góðar løtur um summ- arið í logn og silvitni og kyrru. Sjálvt um háveturin kundu tær løt- urnar verða hendinga ferðina. Tað vóru nógvir baldrutir túrar, tá tað var sjóðrað og menn stóðu upp undir miðju í sjógvi, stundum uppi á Stórakneysa. Ikki at tala um var tað nýkomið eystfall í mysing og høgari flóð og stóð tann hægra veg- in. Hetta kendu allir væl til har norðuri og mangan var ikki trevilin turrur. Tað var mangan hættisligt, serliga fyri teir ið vóru uppi á landi. Men tað bar altíð til at vera onkun- staðni. Tá var tað nógv verri á Trøllanesi, har kundu teir verða í álvarsomum trupulleikum, tí óløg- uni kundu koma oman fyri teir. Í mínari tíð vardi hetta í 20 ár; tí 15. jan. 1985 varð síðsti túrur gjørdur, tá var holið komið ígjøgnum til Trøllanesar. Og røkti Tyrlan alt, til vegurin var komin oman í bygdina. Tað mundu vera sigldir nakrir tús- und túrar, tó varð onkur túrur gjørdur eftir hetta, tá nógv hálka var at koyra og av onki aðrari or- søk. Nakrar ferðir fór onkur á bláman í ókyrru, men tað spældi væl av. Tó nógvar hugnaligar løtur í dýrdarveðri, tá ein fittur partur av bygdini kom oman í fjøruna ella uppi á Bakkanum, tá posturin kom. Báturin bundin og øll høvdu góða tíð. At lossa gekk altíð skjótt, øll hjálptu til. Tað, sum eg serliga minnist til Líggjas, var hansara tolsemi. Van- bøn kom ikki av hansara munni, hóast illa kundi ganga í hond. Hann var altíð hin sami. Hevði serligar góðar eginleikar, sum vantar teim flestu. Eg havi nógv gott at minnast og takka honum fyri, og nógvar aðrar við honum á øllum teimum smá- plássum, ið siglt varð til tey mongu ár. Menn, sum tá vóru í bestu manndómsárum, hvíla nú flestir undir grønu torvu. Góðar minnis- ríka rløtur, sum ongantíð koma aftur. Tíðin stendur ikki í stað, og er saknurin stórur, nú ein sjálvur er farin at eldast. Ein serstøk menska úti á smábygdunum, sum í dag er við at hvørva í okkara skundisliga samfelag, har eingin hevur tíð at liva. Vit gjørdu fleiri túrar; serliga minnist eg túrin niðan á Gásafjall ein hásummardag. Fugloyatúrin, tá vit gingu av Kirkju til Hattarvíkar eftir vegnum, høvdu góða tíð og dagin fyri okkum. Fyri síðan at hvíla í Keldhúsinum og fáa ein heitan munn. Og ikki at gloyma Íslandstúrin í aug. í fjør. Eg hevði ætlað at farið ein túr til Íslands, tímdi ikki einsa- mallur, men fekk ongan við mær. Kom tá knappliga í tankar um Líggjas, sum ongantíð hevði verið har, men altíð ynskt at komið higar. Tað var leyst og liðugt áðrenn hálv- talað orð. Veðrið var ikki av tí besta og steðgurin stuttur, tað vistu vit av áðrenn. Men vit vóru farnir við fyri at vera við til minningarhaldið fyri teimum, ið fórust við »Riddaran- um« í 1927. Ein rík og ógloymandi minnisløta í Seyðisfjarðar kirkju. Síðan varð farið í kirkjugarðin, har bønarstund var at minnast teir farnu. Hansara trúfesti móti kirkjuni kann ikki metast nóg høgt. Fyrstu ferð, hann spældi, var hann 12 ára gamal og var til brúðarvígslu hjá Jonu og Marius Johannesen 9. des. 1933. Og nakrar ferðir nú eftir at hann var vorðin álvarsliga sjúkur seinasta summar. Í góð 70 ár - er helst eindømi í kirkjusøguni. Og uttan viðurlag av nøkrum slag. Tó heiðurstekin frá Margrethu drotn- ing fingu báðir, faðir og sonur. Seinastu ferðirnar eg vitjaði hann, var hann líka róligur sum altíð; hann hvíldi í Guds náði og hevði barnatrúnna nú tað bar móti endanum. Hann var bóndi og hevði 4 1/2 mørk. Hevði fleiri mjólkineyt langt upp í árini og hevði gott handalag til kríatúr. HSum flestir har, hevði hann revar saman við øðrum undan krígnum og fyrstu krígsárini. Men tað gjørdi so tað, at alt helt uppat. Hevði post- og farmaavgreiðsluna og so koyringina, sum bleiv nokkso nógv, tá tunlarnir lótu upp. Síðan tók versonurin við koyringini og dótturin festi, men lótu tað eftir nøkrum árum til bróðurson Líggjas á Trøllanesi. Fyri Ornitologisk Institut merkti hann fuglar í meira enn hálvt- hundrað ár. Sjálvur var eg onkran túr við honum. Líggjast giftist við Margrethu Andreassen úr Lorvík í 1951. Eydnan var ikki við; tey áttu fýra børn og bert Sigrun er á lívi. Sigrun eigur tríggjar gentur, sum vóru hansara eitt og alt. Og góðar vóru tær við hann, men størstur er tó saknurin hjá tær, góða Margretha og Sigrun. Hann sum altíð,uttan háva, tók sær av øllum. Friður veri við minninum um Líggjas í Hússtovu. Hjalmar Tveir brøður Líggjas Eliassen f. 12.12.21 d. 5.8.03 Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at nevna pápan, Magnus í Hússtovu, sum eg av somu grundum kom at kenna rættiliga væl. Hevði nógvar góðar løtur saman við honum, og tann lívsvísdóm, sum hann gav frá sær. Saman við fleiri øðrum var Magnus við at gera Indre Mission (nú Heimamissiónin), sum festi røtur í smá- bygdunum. Hann var deknur í Mikladali í 70 ár, tá eyguni í 1986 fóru at bila. Hann doyði í sept. 1989 gott 99 ára gamal. Tríggir trúgvir Harrans tænarar, sum vit minnast við virðing og ikki verða gloymdir. Hjalmar Jóan Magnus Eliassen í Hússtovu, Mikladali f. 16.8.1890 d. 20.9.1989