leygardagur 29. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 20 - 29. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hákuni
til áminningar
f. 20. sept. 1927 d. 27. des. 2004
Hendan dagin millum jólanna var ilskligt á Konga-
minni. Rópti á seyðin, men ærnar vildu ikki koma
nær, stóðu bert og slotaðu, tann fremra av teimum
trampaði dúgliga, men ikki at bjóða til, at fáa tær
at koma nærri. Og gæsnar hildu seg langt vekk.
Her var bara ein kaldur ófrættadámur í skýmingini
hendan vetrardagin yviri á Kongaminni. Hugstoytt
var at fara oman aftur gøtuna og ikki at hava
heilsað rættiliga upp á hvørki fæ ella fenað. – Helst
mundu tey gruna, at her ruggaði ikki rætt – tey
høvdu hvørki sæð ella hoyrt hirðan í longri tíð, og
nú stóð ókunnugmaður har og royndi at kalla tey til
sín.
Mong fetini hevur tú gingið hesa gøtuna og
neyvan finst tal á tí fæi og fenaði, sum tú hevur alt
á hesum grøna bletti har mitt í høvuðsstaðnum. Og
mong góð løtan er at minnast á, tá ið hesar lystiligu
krásir savnaðu familju og stóra vinaskara tín kring
búgvin borð á Traðavegnum. Har vórðu orð havd á
munni, sum goymdu miklan fróðskap. Har var frøi
og skemt, og har varð sagt frá søgum og hending-
um, sum kundu vekja miklan látur. Føroya Fólks
Sangbók var altíð í hásæti – tú dugdi hana raðið,
sangari og kvøðari var tú sum fáur, og sangurin og
kvæðini vóru høgt í metum. Og altíð var hitt góða
orðið har onkunstaðni. Heim tykkara var føroysk
mentan, tá ið hon blómar.
Og nú hvílir tú undir moldum – skjótt er Harran-
um um.
Ikki ber til at lýsa saknin og sorgina í orðum,
men í hjørtum okkara eigur minnið um teg ævigan
bústað. Førningur tín var, hóast hvørki skart ella
skreytir, so ómetaliga stórur. Tú var vísur maður í
orðsins rætta týdningi, og alskur tín til land okkara
og alt tað, sum her livir og andar, bar av øllum. Vit,
sum eftir sita og onkursvegna varða av tær, skulu
royna at fjálga um tað, ið tú gavst okkum, og hóast
tað kann kennast møtimikið at ganga leiðina, nú tú
ikki ert at vegleiða og stuðla, so skulu vit royna
eftir førimuni at førka førningin víðari fram á
vegin – minni tínum til æru og sóma.
Við virðing og djúpari sorg drýpa vit høvur í
tøgn og lýsa frið yvir minni tínum.
Vit Oman Eið
Fríggjadagin 28. mai 2004 andaðist
Mikkjal Páll Hovgaard í Havn 35
ára gamal.
Hóast nakrir mánaðir eru farnir
síðan Mikkjal Páll fór hiðani, vil eg
fegin festa nøkur orð á blað til
minnis um ein góðan fyrrverandi
starvsfelaga.
Mikkjal Páll var ættaður úr Hovi,
sonur Ásu og Poul Hovgaard.
Liðugur við 10. flokk sigldi hann
eina tíð, til hann sum 18 ára gamal
kom til Havnar at arbeiða í 1987.
Hann hevði stóran áhuga fyri
bilum og arbeiddi eitt ár hjá Bil-
fríðkan við Velbastaðvegin, áðrenn
hann fekk starv hjá Super Dekk
Service við Hoyvíksvegin, har
hann í fleiri ár arbeiddi við dekkum
og við útmáting og sporing av bil-
um.
Mikkjal Páll var sera nærlagdur í
sínum arbeiði, var ein róligur og
avbalanseraður maður, leyp ongan-
tíð fram av, men vísti eitt serligt tol
og úthaldni - eginleikar sum komu
honum til góðar, tá hann seinni
gjørdist sjúkur.
Hann mátti gevast hjá Super
Dekk Service, tá hann bleiv sjúkur
í rygginum í 1995.
Frá 1996-99 gekk Mikkjal Páll á
Føroya Handilsskúla, har hann tók
FHS- og hægri handilsskúlaprógv.
Á heysti 1999 varð staðfest, at
hann var álvarsliga sjúkur í lungun-
um, og í februar 2000 fór hann
gjøgnum eina stóra skurðviðgerð á
Ríkissjúkrahúsinum í Keypmanna-
havn, tá bæði lunguni vórðu skift
út.
Tað tók honum langa tíð at koma
ordiliga fyri seg aftur. Hann kom
seg nøkulunda, men bleiv so aftur
sjúkur, og á sumri 2003 mátti hann
aftur gjøgnum eina stóra skurðvið-
gerð, tá høgra lunga aftur bleiv
skift út.
Mikkjal Páll var leingi bundin at
koyristóli við eini iltfløsku settari
til. Hann fekk ein sergjørdan bil, og
hann kláraði seg væl og kundi
fylgja við í tí, sum hann hevði
áhuga fyri.
Mikkjal Páll var giftur við Gunvá
Mortensen av Eiði, tey fingu
synirnar Jógvan Eli, og Pól Ása,
sum eru ávikavist 6 og 8 ára gamlir.
Gunvá er útbúgvin lærari og ar-
beiðir í Sankta Fransskúla í Havn.
Hesi árini Mikkjal Páll var
sjúkur, var ein torfør tíð fyri familj-
una. Gunvá mátti leggja lærara-
starvið frá sær eina tíð, og saman
við dreingjunum búði hon ein stór-
an part av tíðini á Hotel Torshavn,
meðan hann lá á Ríkissjúkra-
húsinum. Tíðin var eisini eitt prógv
um gott samanhald í familjuni.
Hóast Mikkjal Páll var álvarsliga
sjúkur, var hann ein savnandi
miðdepil millum føroyingarnar á
Ríkissjúkrahúsinum.
Hann var viljasterkur og sat ikki
og kúrdi, men fylgdi væl við,
hvussu aðrir føroyskir sjúklingar
høvdu tað, hann prátaði við øll og
var opin og erligur um sína egnu
sjúku. Hetta gjørdi, at hann fekk
nógvar vinir og var ein góður
stuðul hjá øðrum sjúklingum.
Tað eru nokk fleiri sum minnast
Mikkjal Páll frá eini sending í
Sjónvarpi Føroya í 2003, í samband
við at Kristnastova í Keypmanna-
havn fylti 30 ár, tá leiðarin, Øssur
Berghamar, vitjaði familjuna á eini
sjúkrastovu á Ríkissjúkrahúsinum.
Fríggjadagin 28. mai 2004 and-
aðist Mikkjal Páll á Landssjúkra-
húsinum.
Friður veri við minninum um
Mikkjal Páll Hovgaard.
Fyrrverandi starvsfelagi
Til minnis um
Mikkjal Páll Hovgaard
Hósdagin 27. januar
fekk mótahandilin
Klivin í SMS nýggjar
eigarar.
Heibrith Jacobsen og
Vagna Sørensen hava
yvirtikið handilin frá
Katrin í Gongini, sum
stovnaði Klivan fyri 17
árum síðan
Heibrith Jacobsen og Vagna
Sørensen í Havn hava yvir-
tikið mótahandilin Klivan
frá Katrin í Gongini, sum
hevur átt og rikið handilin
seinastu 17 árini
Klivin er ein mótahandil,
ið selur kvinnuklæðir av
kendum merkjum sum t.d.
"Munthe Plus Simonsen",
"Stella Nova", "Sant Tro-
pez", og "Day", alt donsk
mótaklæðir.
Heibrith hevur arbeitt í
Klivanum síðan 1993, með-
an Vagna arbeiddi har frá
2002 til 2004.
Heibrith Jacobsen sigur,
at hetta er spennandi av-
bjóðing. Tær báðar, Vagna
og hon, hava ofta tosað
saman um at tað hevði
verið stuttligt at keypt
handilin, um Katrin fór at
selja hann. So hetta er ein
dreymur, sum nú gjørdist
veruleiki.
Heibrith sigur, at tað er
ein fyrimunur, at hon hevur
arbeitt so nógv ár í handlin-
um og hon kennir við-
skiftafólkini og leveran-
dørarnar.
Hon sigur eisini, at hon
hevur lært nógv av Katrin,
tær hava t.d. keypt inn sam-
an, og hon hevur altíð verið
góð í ráðum.
Ein av komandi døgun-
um verður móttøka fyri
nýggju eigarunum í Kliv-
anum.
Klivin, SMS:
Dreymurin gjørdist veruleiki
Heibrith Jacobsen og Vagna Sørensen hava yvirtikið mótahandilin Klivan frá Katrin í Gongini,
sum hevur átt og rikið handilin seinastu 17 árini
Mynd: Jens Kristian Vang