leygardagur 29. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nr. 20 - 29. januar 2005
15
Mánadagin sum fór, 24.
januar, fylti Kjartan Stakk-
sund 75 ár. Føðingardagin
helt hann í gjárkvøldið,
fríggjakvøldið, tá ið tað var
veitsla í missiónshúsinum
Karmel á Eiði. Tað var so
rímuligt, at Kjartan helt
føðingardag í missións-
húsinum á Eiði. Hann er
missiónsmaður og eiðis-
maður um ein háls.
Foreldrini hjá Kjartani
vóru Anna og Eli Stakk-
sund. Hon var úr Andras-
stovu, og hann var ættaður
av Langasandi. Tey búsett-
ust á Eiði og fingu fimm
børn - Abraham føddur í
1926, Manni føddur í 1928,
Kjartan føddur í 1930, Elin
fødd í 1931 og Andrea, sum
var fødd í 1934. Eftir á lívi
eru Kjartan og Elin, sum
býr í Havnini.
Tá ið Kjartan varð fødd-
ur, var tað omman, Elin,
sum tók ímóti. Hon var út-
búgvin
jarðamóður
og
ættað úr Froðba. Á Eiði
varð hon nevnd Suðuroyar
Elin. Maður hennara var
Jóan Magnus Hansen ella
Jóan Magnus í Andras-
stovu. Frá 1903 og fram til
í 1945 ella í samfull 42 ár
gekk hann tvær ferðir um
vikuna við posti millum
Eiði, Gjógv og Funning, og
tí er tað ikki so undarligt, at
hann tey seinnu árini varð
róptur Gamli Postur har
norðuri. Tað veit Vilhelm
Johannesen at siga í bókini
Postur í Føroyum, har onkr-
ar søgur eru frá post-ferð-
unum hjá Jóan Magnusi.
Á hinari síðuni vóru
abbin og omman hjá Kjart-
ani Abraham og Olivia.
Hon var av Strondum, og
hann var av Langasandi.
Hann var bara 36, tá ið
hann doyði. Hesi vóru altso
foreldrini hjá Eli Stakk-
sund.
Kjartan hevur verið akt-
ingarmaður og seyðabóndi,
tí hann átti hálva aðru mørk
fyri Norðan. Eitt skifti ar-
beiddi hann á trolvirkinum
á Eiði, sum hann átti saman
við øðrum í bygdini. Eina
tíð helt trolvirkið til í kjall-
aranum í Karmel, har 75
ára føðingardagurin varð
hildin. Kjartan var eitt
skifti málari á Eiði, og so
fekst hann við at seta silda-
gørn.
Í 1953-54 var Kjartan á
bíbliuskúla í Danmark. Tað,
sum Kjartan fekk burturúr
á bíbliuskúlanum, man
hava komið honum til góða
í
missiónsarbeiðnum.
Kjartan er trúgvur í kirkj-
uni, og hann hevur verið
heilt nógv við í missións-
húsinum á Eiði og eisini
aðra staðni kring landið.
Kjartan átti eina fastur í
Noregi. Hann er familju-
kærur
og
skyldskapar-
bondini til Noregs hevur
hann gingið høgt uppí. Ikki
færri enn tredivu ferðirnar
hevur hann verið í Noregi
og ferðast. Smyril Line
gjørdi eitt sindur burturúr,
tá ið Kjartan fyri 30. ferð-
ina ferðaðist við teimum til
Noregs.
Kjartan Stakksund er
fastur fúsur á Ólavsøku.
Har er hann altíð í kirkju
ólavsøkudag, og so gleðist
hann um møguleikan at
steðga á og hitta fólk og
serliga at luttaka í nógvu
útimøtunum, sum eru á
Ólavsøku. Kjartan hevur
fingist ikki so lítið við at
yrkja, og undan tjóðarhá-
tíðini plagar onkur yrk-
ingin frá hansara hond at
síggjast í bløðunum.
Tíðliga í tíðini keypti
Kjartan sær fototól og
seinni eisini filmsupptak-
ara. Hann hevur varðveitt
nógvar hundrað myndir og
nógvar tímar av filmi. Eiðis
kommuna hevur nú hetta
savnið, sum er sera kær-
komið søguligt tilfar um
eiðisfólk og bygdina. Tá ið
teir fyri ikki so langari tíð
síðani høvdu seyðasýning á
Eiði, handaðu røktingar-
menninir Kjartani klokku,
har teir í inngraving á plátu
takka honum fyri, at hann í
myndum hevur syrgt fyri,
at søgan um seyðahaldið í
bygdini er so væl varðveitt.
Inntil fyri stuttum hevur
Kjartan búð í barnaheimi-
num í Andrasstovu. Nú er
hann fluttur í sambýlið á
Eiði, Korndalsbýlið, og har
hava hann og hini búfólkini
tað gott.
Kjartan Stakksund 75 ár
Gullbrúdleyp
Í dag, 29. januar, kunnu hjúnini Amanda og Leivur
Andreasen í Klaksvík halda gullbrúdleyp.
Vælkomst verður í Bøgøtu 3 frá kl. 17.00.
75 ára føðingardagur
Týsdagin 1. februar verður Hans Poulsen, Klaksvík,
ættaður av Eiði, 75 ár.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29.
januar á Brekkuskáki 3 frá kl. 19.00.
70 ára føðingardagur
Í dag, 29. januar, verður Adelborg Linklett, Klaks-
vík, 70 ár.
Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 19.00.
Prógv
10. januar fekk Hallur Jensen av Sandi prógv sum
tyrlupilot frá Helicopter Adventures Inc, Titusville í
Florida, USA.
Durita Lamhauge Jóansdóttir hevur við Aarhus
Universitet staðið B.A.-prógv í fjølmiðlavísindi
(medievidenskab).
Dagurin
29. januar. Valerius. Var síðst í triðju øld biskupur
í Trier í Týsklandi.
30. januar. Aðalgunn, deyð umleið ár 684. Fyri at
sleppa undan giftu, sum foreldrini vildu hava hana at
ganga inn í, flýddi tann unga Aðalgunn og fór í
Kleystur. Hon grundlegði seinni kleystrið Mau-
beuge í Norðurfraklandi og var har tann fyrsta abba-
dissan.
31. januar.Vigilius, deyður ár 405. Kemur ungur til
Trient, har hann í 385 gerst biskupur. Tá ið hann á
eini trúboðaraferð kollveltir eina skurðgudamynd,
verður hann steinaður til deyða.
Sunnudagin 30. januar hevur Heri
Weihe á Orknoyarvegnum í Havn
60 ára føðingardag.
Heri er ættaður úr Sørvági. Sonur
Hansiu og Hentzar Weihe. Hentzar
var vælkendur handilsmaður og
eisini sat hann eitt skifti á Føroya
Løgtingi fyri Sambandsflokkin.
Heri flutti sum heilt ungur til
Havnar, har hann fór í læru hjá P/f
Wenzel Petersen á Bryggjubakka.
Eftir lokna lærutíð fór hann á
Maskinmeistaraskúla. Silgdi nøkur
ár við Maersk. Kom heim eitt skifti
og starvaðist á Brandstøðini í
Havn, tvey tey seinastu árini sum
brandmeistari. Fór so aftur at sigla,
og var nøkur ár sum maskinstjóri
við einum av Global bátunum.
Síðani Heri gavst at sigla fyri 17
árum síðani, hevur hann starvast
sum sýnsmaður hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar.
Heri er giftur við Annu, dóttir
Tórgerð og Hasse Kragesteen úr
Havn. Tey eiga tveir synir, Ivan ið
er 36 ár, ið sum pápin eisini er
maskinmeistari, og Allan ið er 30
ár, ið er útbúgvin timburmaður, í
løtuni er hann á skúla í Danmark at
útbúgva seg víðari. Heri eigur 5
abbabørn.
Vit ynskja Hera hjartaliga til-
lukku við degnum, ið hann fer at
halda saman við sínum nærmastu.
Vit takka honum fyri tað hann altíð
hevur verið og er.
familjan í Hornabø
Heri Weihe 60 ár
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 6. februar hava hjúnini Hjørdis og
Alberg Johansen í Sandavági verið gift í 50 ár.
Tey, ið ynskja at heilsa upp á gullbrúðarparið, eru
vælkomin á Nesavegi 10 eftir klokkan 18.00