Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 20 - 29. januar 2005 innsigt í menniskjapsykuna gjørt hana klóka men eisini útslitna, tí hon hevur givið teimum allar ein part av sær, meira dugi eg ikki at siga um hesa myndina, tann tigandi og næstan hundrað ára gamla todnaða oljumálingin sigur sína egnu søgu talar sterkt og inniligt tigandi til ein eins og øll onnur stór listaverk gera tað. Listamaðurin hevur her fangað stemningin persónligheitina og lívssøguna og arbeiðið hjá hesi horubu, helst hevur hann kent hana. Ein sjálvsama sterk mynd. Ein onnur mynd av horu sum Rouault hevur málað, minnir um tað fyrri nevndu í útrykkið og litspæli, hatta er tann sama horan sum hevur staðið modell, hon situr inni á bordellinum hon hevur frið og bíðar eftir onkrum kunda aftanfyri síggjast aðrar horur í skumla og skýmliga lokalinum í onkrari skumlari gøtu helst í Paris. Horan er ikki so sensuell, men meiri robust. Andliti á hesi horuni endur- speglar farliga umhvørvið, á skuggasíðuni í verðini og í sam- felagnum og ífylgið kristnum morali endurspeglar hetta umhvørvið moralst forfall synd og skomm, soleiðis síggji eg ikki uppá tað man skal ikki døma nakran sigut bíblian og taðå má eisini vera galdandi fyri horur. Hendan horan er sum so mong onnur menniskju avskorin frá kærleikanum, hon er eitt objekt fyri girnd og ikki kærleika. Kærleiki er ikki nakað sum Rouault lýsti ´+i síni list sjálvt um hann hevði eina konu mesta partin av sínum lívið. Ein onnur mynd er av tveimum naknum kvinnum sum baða niðri við strondini, henda myndin er ávirkað av Cezanne sum Rouault beundraði nógv, tó litirnir eru ikki teir somu sum hjá Cezanne, hetta er ein figurativ mynd t.v.s.at Rouault hevur fangað og málað naknu kropparnar hjá hesum kvinnum og ikki teirra sál og persónligheit. Aftanfyri sæst hvítt skíggj og blá luft og fremst bláligt vatn og myrka landslagi, formarnir á naknu kvinnunum eru væl fangaðir og gjørdir, henda myndin er væleyðnað og sannførandi í síni kompositión og litum og hevur samstundis skitsurnar frískleika. Hesar kvinnurnar eru staddar mitt í verðini umgyrdar av vatni landið og endaleysari himmalrúmd, og kvinnurnar og nátúran renna saman í eina heild. Rouault málaði fleiri myndir av kvinnum í cirkus umhvørv- inum. Hann var hugtikin av hesum umhvørvið. Klovnurin er stuttligur og undirheldur fólki men aftanfyri maskuna og smyrsli goymir seg eitt ólukku- ligt menniskja sum pínist, og tað er hetta Sum kemur fram í hansara myndum, ein persónur sum finnur vernd og frælsi og trygg- leika við at goyma seg aftanfyri eini masku, ein máti at verja seg uppá frá eini óndari verð. Cirkus er eisini ein hálovan av lívinum á ein livandi undirhaldandi og dynamiskan og humoristiskan hátt. Ein mynd av einum gomlum klovni virkar rættliga sterkt uppá meg aftanfyri hesa maskuna goymir seg ein forpínd tragisk lagna sum má goyma seg frá tí óndu verðini og helst eisini frá sær sjálvum, handan forpíndu og álvarsligu eyguni er eitt svart vónloysishav at finna tað eru mong ólukkulig menniskju til í verðini sum ikki finna kærleikan ella er tað kærleikin sum ikki finnir tey, helst bæði. Andliti er líkbleikt eyguni stara inn í tómleikan hjá einari deyðari verð eini sløknaðari disillusioneraði sál. Ein sterk mynd av einum forpíndum menniskja ávegis ígjøgnum einari deyðari verð bæði í tí ytra og tí innara, men leiðin gongur ÁRSTÍÐIR Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Sólin ferðast eftir himmalinum alt árið, tað eru flest øll samd um, og tey sum ivast, kunnu bara hyggja eftir hesum báðum mynd- unum. Myndin til høgru er tikin av sólarrisi tann 22. desember í fjør, og um hesa tíðina er dagurin styttstur og sólin sleppur ikki longur suður á himmalin. Klokk- an er 9.56 og júst í hesi løtu slepti havið takinum á tí lívgev- andi eldkúluni beint áfast í suðurendan á Nólsoynni, sædd úr køksvindeyganum hjá okkum, og vit búgva Inni á Gøtu í Hoyvíks- haganum í Havn. Dagurin er stuttur, bara fimm tímar og ein minutt, sólin setir aftur klokkan 14.56, men tá hava fólk í Havn fyri langari tíð síðani mist hana úr eygsjón og tú skal búgva á Velbastað ella onkra aðrastaðni, har tú sær suður og vestur í hav, skal tú eygleiða sólsetur um jóltíðir. Myndin vinstru megin er tikin nú hósmorgunin 27. januar ella ein góðan mána aftan á styttsta dag. Nú er stórur munur á. Sólin kemur upp beint undir Høg- oyggj, tað er tað hægsta á Nóls- oynni og tað gongur ein løta áðrenn hon sæst daga undan fjallatromini, men tá hevur hon longur vermt eystan fyri Nóls- oynna eina løtu. Sólin reis hendan morgunin klokkan 9.11 ella 45 minuttir fyrr enn á myndini styttsta dag og hon reis norðari á. Munurin er sjónligur. Sólin ferðast rættuliga nógv eftir himmalinum og fyri at halda allar gitingar burtur, so havi eg fingið mín góða vin Jógvan Horn ættaður av Sandi, men búsitandi í Havn, at rokna út hvussu nógv hon ferðast. Hann er umframt at vera skips- verkfrøðingur, eisini skipsførari, so hetta var barnamatur hjá honum at rokna seg fram til. At sólin rísur í beinan eystan er nakað møsn meginpartin av árinum, undantikið við vár og heystjavndøgur. Sólin rísur rættvísandi 148 gradir styttsta dag og rættvísandi 032 gradir longsta dag. Tað vil siga at hon er 58 gradir sunnan fyri beinan eystan, sum er 90 gradir á kumpassini stytsta dag og 58 gradir norðan fyri beinan eystan longsta dag. Sólin rísir væl sunnafyri ein landsynning sum er 135 gradir stytsta dag og væl norðan fyri ein landnyrðing, sum er 45 gradir longsta dag. Hendan dagin er hon minni enn heila ætt undir kavi, lógu vit eitt sindur norðari á hálvuni, norðuri á 66 og ikki 62 stigum, so fór hon slett ikki undir á hásumri. Uttan gradir og stig merkir hetta, at úr køksvindeyganum hjá okkum hava vit sólarris sunnan fyri Nólsoynna styttsta dag um jóltíðir og væl norðanfyri Eystnes longsta dag. Frá seinast næstu viku og drúgva tíð fram kunnu vit fylgja sólarrisi í køks- vindeyganum, meðan hon ferðast millum Stong og Eystnes til hon verður fjald av landinum og høgu fjøllunum fyri norðan á hásumri. Sólin rísir einans í beinan eystan tvær reisur um árið, við várjavndøgur og við heystjavndøgur. Tað sum her er skrivað, kundi einsvæl verið skrivað um sólsetur á vestaru hálvu við sama lutfalli, men øðrum tølum. Sólin hevur skund norðureftir Sólarris nú hósdagin 27. januar. Ein góður máni er farin í tíðarinnar hav síðan styttsta dag og nú er sólin komin so langt norðu norðanfyri tað hægsta á Nólsoynni úr køksvindeyga okkara í Hoyvíkshaganum í Havn Framhald av síðu 29