Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2005 31 tó frameftir ímóti deyðanum sum í hesum føri helst er ein lætti ein máti at sløkkja pínuna uppá. Ein sterk mynd sum eisini fungerar væl reint litmessiga. Ein onnur mynd er av eini mammu og hennara tveimum børnum, tey eru fátøk og hava fingið ein ljótan lut av lagnurnar hond. Minnini og royndirnar hjá Rouault at hava liva í fátækdømi í sínum uppvøkstri í arbeiðara- kvarterinum Belleville í Paris koma her til sjóndar á ein beiskan og eyðmjúkan hátt. Gjógvin ímillum rík og fátøk er enn stór og órættvís í hesi kapitalist domineraðu verð har í magt og peningagirnd og materialisatiskur gullkálvadansur enn ræður t´verri,tíverri.......... Vit koma til verðina við ongum og skuldu verið nøgd við at hava nokk min meining um at hava eitt gott samfelag er at hava nokk at býta ímillum okkum segði Ken Hensley einaferð. Ein onnur mynd er úr einum herbergið fyri heimleysum fólkið fátæka umhvørvið kemur týðu- liga til sjóndar 3 fólk í samtalu rundan um eitt primitivt træborð. Tað harða lívið á samfelagsins skuggasíðu hevur fest seg og etsa seg við stórari kraft á teirra herdaðu andlitum. Ein onnur mynd lýsir ræðu- leikarnar frá seinna heims- bardaga sum Rouault jú upplivdi. Vit síggja ein sum er hongdur og hongur lívleysur í gálganum, hendan myndin er ein sterk óhugnalig og brutal staðfesting av kríggki drápið og heimsins óndskapi sum tíverri enn er aktuelt,ein skríggjandi mótmæli frá listamanninum ímóti heim- sins óndskapi eins og hjá øðrum listamonnum sum t.d. Goya og Picassu. Listin endurspeglar menniskja nátúrunna og verðina í øllum dimensiónum bæði positivt og negativt. Ein onnur mynd eitur Kristus í einum forstaðið. Vit síggja ein gráligan veg umgyrdur av húsum og omanfyri kastar mánin eina skýmliga glæmu yvur vegin og hesi fátæksligu bygd, fremst síggja vit 3 persónar, ein dramatisk og dynamisk mynd við eini upprunaligari ekspressivari og religiøsari kenslu og døpur sum allar myndirnar hjá Rouault. Tað lá til hansara nátúru at mála daprar myndir tað merkir man alt fyri eitt, myndir hansara eru upprunaligar djúpar religiøsar ektaðar og erligar. Jesus verður doyptur eitur ein mynd vit síggja Jesus blíva doyptan, myndin er myrk og døpur sum um at hon súm- boliserar Jesusar døpru lagnu at tann ónda órættvísa verðin nelgdi henda uppreistrarmannin á krossin hann sum umboðaði kærleikan og rættvísi og altíð var har í neyðin var støst millum heimsins útskotum hann var sjálvur ein slíkur og stóð altíð í andstøðu til makthavarnar og yvurklassan. Rouault málaði eisini Jesus á krossinum. Og Eisini portrettir av Jesusi, andliti er fult av eyðmjúkum kærleika sannleika sterkari líðing og djúpari religi- øsari og guddómiligari kenslu. Jesus var ein av guðssendi- boðum eins og Buddah Brahman Bahaullah og Mummahed eisini vóru tað. Ein onnur sera vøkur kvinnu- mynd Rouault málaði er eitt portrett av Veronicu kvinnuni sum turkaði andliti á Jesusi meðan hann bar krossin eftir Via Dolorosa gøtuni. Andliti er sera vakurt og eyðmjúkt mála hetta er ein vøkur og eyðmjúk og kær- leiksfull kvinna ein sera einføld mynd mær dámar tó ikki litirnar. Rouault var ein stórur listamaður og hevur fingið eitt trygt pláss sum ein av eks- pressionistisku klassikarunum innan listasøguna í 20 øld. Hann er í ætt við eitt nú listamenn sum t.d. Soutine og Edvard Munch sum eg tó eri nóg meira hugtikin av enn Rouault. Um ferð sólarinnar varð teknað eftir himmalinum, so sæst, at hon altíð stendur í suðri um middagsleitið, og tá er hon hægst á himmalinum. Gongd sólarinnan er sum ein bogi á himmalinum. Um veturin er hann minstur um summarið størstur. Tá bogin veksur, so má hann flyta seg norður eftir. Eg búði í Singapore í nøkur ár. Eisini har bar til at eygleiða sólina, hóast Singapore liggur bert fimm gradir norðanfyri ekvator ella miðlinjuna. Við javndøgur á middegi var ongin skuggi at síggja, um tú hugdi niður fyri føturnar á tær. Tá stóð sólin beint yvir høvdinum á tær. Styttsta og longsta dag kundi tú siggja ein lítlan skugga, men hann var lítil, móti tí langa vit síggja í Føroyum í hesum døgum, nú sólin er so lág, at hon skínur beint inn í eyguni á tær, tá ið tú koyrir bil. Eygleiðingar, sum hesar í hesi grein, løgdu fyri túsunda árum síðani grund undir astronomisku læruna, sum vit kenna hana í dag. Tað byrjaði við, at menn løgdu merki til at stjørnurnar fluttu seg, seinni funnu teir fram til at tað var jørðin sum flutti seg, og nú vita vit at alt flytir seg. Og í øllum hesum stóra ber til at síggja seg sjálvan í røttum samanhangi. Sólin rísir úr havinum um styttsta dag 22. desember i fjør við suðurendan á Nólsoynni, sædd úr okkara køksvindeyga í Ovaragøtu 1 í Hoyvíkshaganum í Havn. Nú sleppur hon ikki longur suður og byrjar aftur sína drúgvu ferð norðureftir, ein ferð sum endar á Jóansøku, tá ið farið er av 20. juni Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard. ur, at tað er um at gera, at eg síggi sólarris Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.