leygardagur 29. januar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 20 - 29. januar 2005
»Mann, hús og børn« ikki fyrimyndin
- Mín ræðumynd er eitt lív í føstum rammum. Eg má kunna flyta meg
skjótt og lætt og kasta meg út í okkurt heilt nýtt í morgin, um tað skal
vera, sigur 39 ára gamla Fía Arge, single og kreativ orkukelda
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Fyri nøkrum árum síðani fór Fía
Arge úr Havn undir at reka eina
modellskrivstovu í Føroyum.
Tankin var, sum við øðrum slík-
um skrivstovum, at handlar, sum
høvdu brúk fyri eini modell til
eina handilslýsing, kundu venda
sær til Fíu og fáa eitt yvirlit yvir
kvinnur, menn og børn, sum Fía
hevði valt út. Tað nýggja og
øðrvísi var, at ongin av modell-
unum hjá Fíu høvdu modellmát.
Her var pláss fyri gráum
vangum, eini dellu ov nógv, eini
skeivari tonn ella kálvakníggjað-
um gongulag, um tað skuldi
vera.
- Mínar modellir sóðu út, sum
vanlig fólk. Eg hevði fingið meir
enn nokk av samlibandsútgávum
av kvinnum og monnum, sum øll
vita, ikki eru til, men sum alt ov
nógv royna at líkjast. Eg vildi
stutt sagt hava verulig menniskju
inn aftur í lýsingar og harvið
vónandi lirka tey innaftur gjøg-
num bakdyrnar til okkara sam-
felag.
Single
Dømið við modellskrivstovuni
sigur ikki so lítið um Fíu og
hennara hugburð til lívið og
mátan, tey flestu av okkum liva
uppá. Henni dámar ikki, at
menniskju verða kroyst inn í
fýrakantaðar kassar og heldur tað
vera ófatiliga hugstoytt at síggja,
hvussu lívið hjá teimum flestu
meir og meir er fari at líkjast eini
tímatalvu, har hvør minuttur er
eyðmerktur frammanundan.
- Eitt er, at tað ikki er pláss
fyri veruligum menniskjum í
einum slíkum samfelag. Men tað
ringasta er, at ongin ella øgiliga
fá í hvussu er, seta spurnartekin
við, hví vit skipa okkara lív, sum
vit gera. Vit fylgja bara við sum
smáir robottar. Hugsa tær til
dømis, hvussu nógv virðismikil
orka fer til spillis hvønn dag bara
fyri at náa eini idealvekt, sum
okkurt tilvildarligt dámublað
hevur funnið uppá. Ella ímynda
tær, hvussu nógv kreativt
hugflog hevði sloppið leyst, um
tað ikki konstant var bundið í
tankum um næsta avdrag uppá
ovurflotta húsið ella fína bilin í
túninum!
Fía tosar skjótt og letur ongan
iva vera um, at hetta ikki bara
eru stór orð. Sjálv fýrir hon ikki
fyri at ganga ímóti streyminum -
eisini um tað krevur, at hon í tíð
og ótíð skal svara nærgangandi
spurningum. Ikki minst spurn-
ingum um, nær hon fer at finna
sær ein mann, ella um hesin ella
hasin ikki hevði verið ákkurát
nakað fyri hana. Eftirhondini
hevur Fía skrúvað eitt standard-
svar saman, sum kann teppa
spurningarnar, men hon grunar
ofta yvir, um fólk geva sær far
um, hvussu nærgangandi slíkir
spurningar faktiskt eru.
- Eg kundi ikki funnið uppá at
spurt eina kvinnu, eg ikki kendi
serliga væl, hví hon í grundini
hevur ein mann, ella hví hon
hevur valt sær júst handan. Tað
er ein stór misskiljing at halda, at
ert tú single, gongur tú uttan iva
bara og vónar og bíðar eftir, at
ein maki skjótt miskunnar seg
yvir teg og títt fátæksliga lív og
gevur tí meining. Mín single-
tilvera er úrslitið av eini røð av
valum, eg havi gjørt tilvitað, og
beint nú kundi eg ikki hugsað
mær tað øðrvisi. Gjørdi eg tað,
hevði eg sanniliga eisini gjørt
nakað við tað.
Stunan og grenj
Fía hevur ongantíð kent seg
freistaða av dreyminum um
mann, hús, børn og fast starv.
- Skal eg vera heilt erlig, sakni
eg fyrimyndir uppá, at tað lívið
skal vera so fantastiskt, sum fólk
vilja gera tað til. Og eg eri
neyvan tann einasta, sum næstan
dagliga leggi oyra til stunan og
grenj um, hvussu strævið og
órímiligt tað er at skula koyra
børnini á stovn, tí at bæði for-
eldrini eru noydd at arbeiða fulla
tíð fyri at fáa tað fíggjarliga at
hanga saman, sigur Fía, sum
setur spurnartekin við, hvussu
"neyðugt" tað nú í grundini altíð
er við tveimum inntøkum. Men
tá hon dittar sær til at gera vart
við, at fólk sjálvi hava valt eina
slíka tilveru, fellur tað sjáldan í
góða jørð.
- Eg fái sum oftast bara at vita,
at eg ikki veit, hvat eg tosi um, tí
eg eri single. Gamaní, tað er
kanska rætt, men eg gevi ikki
øðrum ella samfelagnum skyld-
ina, teir dagarnar, alt ikki er so
stuttligt, sigur Fía og leggur
áherðslu á, at tá tú fremur eitt
val, mást tú vera sinnaður at taka
ábyrgdina av tí. Innast inni hava
vit øll styrkina til at geva okkara
lívi tað innihald og meining, vit
ynskja, men í staðin lata vit
eyguni aftur, lata standa til ella
flýggja inn í ótrúskap, arbeiði
ella okkurt annað, sum kann
doyva í eina tíð.
- Eg skal ikki siga, hvat er rætt
ella skeivt fyri onnur. Eg haldi
tað bara vera so syndarligt at
síggja menniskju, sum ikki fáa
brúkt seg sjálvi og síni evni, tí
tey eru læst føst í onkrum
ímyndum um, hvuss "man" eigur
at gera. Vit síggja jú so ofta
dømi um, at tað næstan skal
álvarslig sjúka til, áðrenn fólk
rakna við og síggja, at tey bara
hava hetta eina lívið, og at
dagurin í morgin ongantíð er ein
sjálvfylgja.
Støðuloysi ella frælsi?
Sjálv hevur Fía tilvitað valt eina
lívsleið, har ein hurð altíð stend-
ur á gloppi, um hon finnur út av,
at eitt val hon tók var skeivt, ella
ein støða, hon stendur í ongan
veg førir. Úrslitið er, at hon
hevur inntil fleiri útbúgvingar
aftanfyri seg og nú stendur, sum
39 ára gomul, við fleiri og meir
ymiskum starvsroyndum, enn tey
flestu fáa savnað gjøgnum eitt
heilt lív. Fía er greið yvir, at fyri
onkran sær hetta uttan iva út sum
støðuloysi, men í hennara orða-
forráð hevur "fast starv" ongan-
tíð verið eitt treytaleyst positivt
orð.
- Tað liggur næstan í orðinum,
at tú ert læstur fastur. Og tað
rættiliga óhugnaligt, tá tú hugsar
um, at vit jú allatíðina mennast
sum menniskju og fáa hug at
royna nýggjar síður av okkum
sjálvum. Lívið er kjokkfult av
møguleikum og alt ov stutt til
ikki at brúka teir, meðan tú
kanst.
Fía er als ikki í iva um, at vit
øll allatíðina fáa tekin frá tí
spirituellu ella andligu dimen-
siónini av lívinum, sum siga
okkum, hvønn veg vit eiga at
fara. Kynstrið er bara at læra seg
at lurta eftir teimum vegleið-
ingum, "hin síðan" gevur okkum.
Sjálv hevur Fía havt eina røð av
andligum upplivingum, sum hava
fingið hana at broytt kós meir
enn eina ferð. Seinast, tað hendi,
var tá Fía skifti starv fyri einum
góðum ári síðani.
- Eg hevði leingi gingið og
verið ónøgd í mínum gamla
starvi, men fann líkasum ikki
røttu løtuna til at gera nakað við
tað. Knappliga ein dagin stóð
abbi mín, sum doyði fyri nógv-
um árum síðani, framman fyri
mær og segði. "Fía, tað er pláss
fyri tær og tínum ætlanum", og
eg visti í stundini, at tað var nú,
avgerðin skuldi takast. 14 dagar
seinni ringdi eg til Hotel Hafnia,
har eg fekk at vita, at eg kom
sum send frá himli, tí tey stóðu
júst og manglaðu eitt fólk í
móttøkuni - júst tað starvið, eg
hevði havt í kikaranum.
Tað andliga
Fyri Fíu er tað andliga ein heilt
nátúrligur partur av hennara
lívið. Samstundis er hon púra
greið yvir, at tey flestu síggja
hetta sum nakað mystiskt hokus
pokus og í besta føri sum nakað
fjákut tvætl. Tað órógvar tó ikki
Fíu, men prógvar heldur bara,
hvussu ótrúliga ilt vit menniskju
hava við at rúma tí, sum er
øðrvísi, og tí, vit ikki sjálvi
kunnu stýra.
- Tað finnast uttan iva nógvar
háfloygdar sálarfrøðiligar for-
kláringar uppá, hví tað er so,
men so vítt eg dugi at síggja,
botnar hetta heilt einfalt í ræðsl-
uni fyri tí ókenda. Eg trúgvi til
dømis, at ógvuliga fá fólk
veruliga góðtaka deyðan, sum
ein nátúrligan part av lívinum.
Og fyri tey flestu er tankin um
reinkarnatión ella um, at vit
kunnu hava samband við tey
deyðu fullkomiliga burturvið,
sigur Fía og leggur afturat, at so
leingi vit ræðast síggja vit
hóttanir allastaðni. Hon nevnir
eina røð av dømum, men steðgar
so á og gerst meir álvarsom.
- Hugsa tær, at vit liva í einum
samfelag har fólk senda eitt
mótmælisskriv til kommununa, tí
ætlanin er at byggja eitt heim
fyri sálarsjúk í grannalagnum.
Hvussu kensluleysur kann man
blíva, í royndini at lata eyguni
aftur fyri teimum, sum ikki
hóska inn í okkara perfekta lív
og grannalag? Hvussu nógva
orku brúka vit ikki, bara fyri at
stúva tey sálarsjúku, heimleysu,
samkyndu ella gomlu av vegnum
til eitt lív, ongin av okkum hevði
funnið seg í, spyr Fía og vendir
aftur til kassarnar, vit av øllum
alvi royna at kroysta niðuryvir
hvønnannan.
- Gud viti, nær tað gongur upp
fyri okkum, at menniskju ikki
eru fýrakantaði, og at tað bara er
ein spurningur um tíð, til tað
koma so nógvar sprekkur í
kassarnar, at teir til endan støkka
sundur við einum hvøllum bresti.
Fimm ferðir?
Enda setningin, "At vera single er ..."
– Deiligt, men dýrt.
Hvat hevði tú aldrin brúkt pengar uppá?
– Eitt sovorðið smart og dýrt køkstól við alskyns fiksum
hentleikum, tí eg hevði aldrin brúkt tað.
Nær følir tú teg ordiliga sunnan:
– Aftaná ein langan gangitúr
Hvat gerast fólk bilsin av við tær:
– Til dømis, at eg havi sniðgivið og seymað frakkan, eg gangi í í
løtuni.
Nær sløkkir tú fartelefonina:
– Tá eg eri til arbeiðis, siti við eini góðari bók ella gangi túr.
Eg sakni fyrimyndir uppá, at maður-
hús-børn-bil lívið skal vera so fantastiskt
”
Um allir droparnir í havinum søgdu: Eg
geri ongan mun - so var onki hav
”
Eg vildi lirkað verulig menniskju inn
aftur gjøgnum bakdyrnar til okkara
samfelag
”
Navn: Fía Arge
Fødd: 01.04.65 í Havn
Børn: Rógvi, 21 ár
Útbúgving/starvsroyndir:
Tekniskur assistentur, kosmeto-
logur, dekoratørur, innandura-
arkitektur, make-up artistur,
móttøkufólk á hotelli, sjálvboðið
hjálparfólk í kvinnuhúsinum o.a.
Frítíð: Sniðgeving, seyming, at
lesa, ganga langar túrar og
pleyga vinfólk, starvsfelagar og
familju.
Minnilig hending: Ein nátt í
Íslandi í 1999. Knappliga stóð
mín vinkona, sum búði í
Føroyum, ljóslivandi framman
fyri mær og segði, at hon hevði
fingið ein son. Dagin eftir fekk
eg at vita, at hon faktisk hevði
átt ein son ta náttina.Tann løtan
bleiv byrjanin til mína lívslangu
ferð inn í andaheimin
Blá bók