leygardagur 29. januar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 20 - 29. januar 2005
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa
tykkum sjálvar?
Mathea: Eg eri innovativ og
vil hava nakað at henda her og
nú. Mær dámar væl at kasta meg
út í nýggjar uppgávur og royna
nýggjar leiðir. Eg eri ótolin, sum
eg eisini kann nýta til nakað
positivt, tí í privatu vinnuni, har
eg í størstan mun havi starvast,
eru ikki stundir til at drála.
Spælireglurnar í privatu vinnuni
avmynda sostatt í stóran mun
mína náttúru, har arbeiðið skal
ganga skjótt, og har tað ræður
um at koma við nýggjum
initiativum.
Í mínum privatlívi eri eg
ruddilig, eg eri spontan, og mær
nýtist tí ikki at leggja alt til
rættis, tá eg fari í holt við nakað.
Eg taki tað meiri, sum tað
kemur. Um eg t.d. fái hug til at
flyta eina hurð heima við hús, so
geri eg tað uttan at drála.
Rúna: Eg eri eins og Mathea
ótolin, við tað at eg vil hava
nakað at henda her og nú, men
mótvegis henni havi eg í størri
mun starvast í almenna sektor-
inum og tillagað meg til tað um-
hvørvið. Munurin er, at í tí
almenna má ein góðtaka, at
framstigini eru ikki eins sjónlig
og úrslitini meira kompleks. Tú
ert partur av eini størri heild, eini
langsiktaðari ætlan og eini
drúgvari prosess samanborið við
privatu vinnuna. Arbeiðið í
almenna sektorinum er í stóran
mun tengt at politiska viljanum,
og tað ger arbeiðið spennandi og
avbjóðandi.
Eg trívist, tá eg havi stóra
ábyrgd, og einki kann saman-
berast við kensluna, tá ein sær, at
arbeiðið gevur úrslit og eydnast.
Bestu vinir
Hvussu kunnu tit lýsa hvønn
annan?
Mathea: Rúna hevur sera
góðar eginleikar at leggja tað til
rættis, hon fer í holt við. Hon er
støðuføst, hon er ikki eins
spontan og eg, og so má eg eisini
siga um mína stórusystir, at hon
mangan fær leiklutin sum tann,
sum situr við evstu ábyrgdini og
tekur endaligu avgerðirnar.
Tað kemur kanska av, at hon er
tann eldra av okkum báðum, og
frá barnsbeini av er tað tí fallið
henni í lut at samskipa og leggja
til rættis. Leiklutirnir sum stóra-
systir og lítlasystir fylgja møgu-
liga við langt inn í vaksnamanna-
lívið.
Rúna: Eg kann ikki tola at
spilla tíð orsakað av mistøkum,
og tað er helst orsøkin til, at eg
altíð skal leggja mínar ætlanir til
rættis frammanundan. Uttan
planlegging vassar ein skjótt út í
trupulleikar, og tað er tað, eg
royni at fyribyrgja.
Mathea: Ja, men tað er ofta
tað spontana og óplanlagda, sum
er stuttligt og spennandi.
Rúna: Mathea er sera discipli-
ner, nærløgd og professionell, og
hon hevur harafturat nakað av tí
spontana, sum eg ikki havi í eins
stóran mun. Tá eg bíleggi eina
flogbilett til Danmarkar og skal
til Jylland, hyggi eg fyrst, nær
tokini fara av høvuðsbanagarð-
inum, so allur túrurin passar,
uttan at eg skal nýta tíð til at
bíða. Mathea heldur hinvegin, at
hetta er ein partur av uppliving-
ini – tað at pláss er fyri tí óvænt-
aða.
Men munurin stavar møguliga
frá barndóminum, tá eg var tann
eldra av okkum báðum og hevði
náttúrliga øðrvísi uppgávur enn
Mathea.
Hava tit báðar eitt tætt
forhold?
Mathea: Rúna er mín besti
vinur. Eg havi 100% álit á henni,
og um mær tørvar at tosa við
onkran, vendi eg mær fyrst og
fremst til Rúnu.
Rúna: Eg havi tað á júst sama
hátt. Vit eru systrar, vinir,
"sparringspartnarar" og alt
møguligt annað.
Hvat/hvør hevur havt størstan
týdning fyri teir persónar, tit eru
í dag?
Mathea: Sum ein partur av
míni cand. merc. útbúgving í
Danmark valdi eg at fara á
Harvard University í USA, har
eg tók Master í samskifti og
uttanríkishandli. Eg var heilt
einfalt eitt annað menniskja, tá
eg kom heim aftur. Tað, at eg
kláraði lesnaðin, var so eitt, men
samstundis fekk eg vinir úr
øllum heiminum og lærdi eina
ørgrynnu. Tað setti nógv í
perspektiv og hevði stóra ávirkan
á mítt lív. Tað lærdi meg millum
annað, at ongar avmarkingar eru,
um ein setur sær nakað fyri.
Rúna: Um eg skal nevna eina
ávísa hending ella tíðarskeið,
leitar mín hugur aftur til tíðar-
skeiðið, tá eg hevði trý lítil børn,
var deildarstjóri á Mentamála-
ráðnum og tók mína næstu
útbúgving sum fjarlesandi á
Systrarnar trív
Virknu karrierusystrarnar Rúna og
stórum avbjóðingum og nógvari ábyrg
tær eru samdar um, at føroyskar kvinn
kann leik
Rúna Hilduberg
Uttan at hava verið í tí stóra almenna
polemikkinum hevur hon handan leiktjøldini
roynt tað mesta. Við tveimum útbúgvingum í
skjáttuni hevur hon verið sjálvstøðugt
vinnurekandi bygningsverkfrøðingur,
deildarstjóri á Mentamálaráðnum og
undirvísari á Studentaskúlanum í Havn, og
seinastu tvey árini hevur hon verið stjóri á
Granskingarráðnum.
Útbúgving: Bygningsverkfrøð-
ingur og MBA í leiðslu og vøru-
menning.
Arbeiðsroyndir: Undirvísari í
støddfrøði á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði,
deildarstjóri á Mentamálaráðnum
fyri vinnu- og miðnámsskúlar,
sjálvstøðugt vinnurekandi
bygningsverkfrøðingur, stjóri á
Granskingarráðnum.
Fakta um Rúnu
Næstu ferð:
Pál og Klæmint Weihe
Rúna Hilduberg sigur, at drívmegin er at fáa
ávirkan. Hon stílar høgt, hon vil hava ábyrgd,
og hon metir, at kvinnur eiga ikki at halda seg
aftur, sum tær í ov stóran mun hava lyndi til.