leygardagur 29. januar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2005
35
Aalborg Universitet. Tað var
spennandi at hava nógv jørn í
eldinum samstundis, og mín
sjónarringur víðkaðist.
Dirvi
Tit hava báðar gjørt um tykkum
og hava eftirhondini havt fleiri
leiðandi sessir, og í øllum javn-
støðukjakinum eru tit í ein mun
tvær atypiskar systrar. Hvaðani
kemur henda náttúran?
Mathea: Tað er sjálvsagt
torført at siga, hvat skapar eitt
menniskja, men vit vóru sera
tíðliga uppdrignar at vera sjálv-
støðugar, at vinna okkara egna
pening og taka ábyrgd av okkara
egnu lívsførslu.
Rúna: Ja. Vit eru uppvaksnar
við at taka egnar avgerðir og
klára okkum sjálvar, og hetta
hevur helst verið ein orsøk til, at
vit báðar hava torað at tikið við
avbjóðingum.
Hvør er so orsøkin til, at vit
framvegis hava so skeivt kynsbýti
í Føroyum?
Mathea: Tað finnast nógvar
kvinnur við beini í nøsini, sum
hava eina flotta karrieru, og sum
klára seg væl, men kynsbýtið er
framvegis sera ójavnt, og tølini
tala greitt.
Møguliga er ein partur av
orsøkini, at kvinnur verða í ein
mun uppdrignar til at halda lágan
profil og ikki seta seg sjálvar í
miðdepilin. Men tað nýtist ikki
at vera so. Eg havi gjørt tað, eg
havi havt hug til, og eg havi ikki
hugsað so nógv um, at eg eri ein
kvinna. Eg eri eitt menniskja,
sum havi somu rættindi og
møguleikar sum hini uttan mun
til kyn, og eg havi ongantíð
merkt, at tað er nøkur forðing at
vera kvinna.
Rúna: Serliga eru kvinnurnar
fámentar í privatu vinnuni. Um
vit hyggja at stjórum og nevndar-
limum í privata sektorinum, eru
syndarliga fáar kvinnur at síggja,
og tað er ikki tí, at kvinnur ikki
hava hug. Eg kundi uppá stand-
andi fót nevnt tær 20 kvinnur,
sum høvdu verið áhugaðar at
engagera seg í privatu vinnuni,
men tað vísir seg at vera torført
at sleppa framat, tá hetta um-
hvørvið longu er so mans-
dominerað.
Hetta kann kallast "Rip, Rap
og Rup-effektin". Tá Rip og Rap
skulu velja ein nýggjan persón at
seta í starv, so velja teir í flestum
førum Rup. Tað vil siga, at teir
heilt instinktivt og automatiskt
velja ein, sum líkist teimum, og
sum teir kunnu identifisera seg
við. Við øðrum orðum vil ein
maður í flestu førum velja ein
mann, eins og ein kvinna vil
velja eina kvinnu, og hetta er
mynstrið og óndi sirkulin, um
eitt øki fyrst gerst ov dominerað
av einum ávísum bólki, sum
talan er um í privatu vinnuni.
Hesar sálarligu mekanismur er
ein orsøk til, at tað er torført at
fáa broytingar í lag.
Men hava kvinnurnar sjálvar
so onga skuld í, at býtið er so
skeivt?
Mathea: Jú, sjálvsagt.
Føroyskar kvinnur skulu í ein
mun gevast at vera so sjálv-
hátíðarligar. Tær skulu tora at
"dumma seg" og gera mistøk, og
tær skulu við øðrum orðum tora
betri at vera tær, tær eru. Eg havi
lært, at um tú eisini torir at vísa
tínar veikleikar, kemur tú langt.
Hava tit í tykkara leiðandi
sessum nakrantíð upplivað
kynsdiskriminatión?
Rúna: Eg vil siga, at menn og
kvinnur verða lýst ymiskt, hóast
orð skulu setast á júst teir somu
eginleikarnar. Meðan ein maður
er framfýsin, fær sítt ígjøgnum
og hevur "handlekraft", verður
ein kvinna við júst somu atferð
og sinnalagi í staðin løgd undir
at vera skrøpp, agressiv o.s.fr.
Frá at vera positiv gerast
lýsingarorðini um eina kvinnu
meiri negativ, og tí skal ein
kvinna í Føroyum møguliga tola
meiri atfinningar samanborið við
ein mann. Hetta havi eg t.d.
fingið smíðað á mín rygg í
mínum leiðandi sessum, meðan
vit ongantíð høvdu sagt um ein
mann, at hann var skrappur og
agressivur, bert tí hann var vilja-
sterkur, kravdi ein innsats og
setti sær nøkur mál. Tað er meiri
óvanligt at síggja eina kvinnu
gera seg galdandi, og tí verður
hon heilt náttúrliga lýst øðrvísi
enn ein maður.
Sjálvsagt skulu føroyskar
kvinnur eisini taka í egnan barm.
Men eg haldi, at kvinnur í
leiðandi størvum í ein mun skulu
finna seg í viðurskiftum, sum
menn ikki uppliva í sama mun.
Tí kann tað av og á tykjast
torførari fyri kvinnur enn menn
at gera seg galdandi og standa
við róðrið, tá tær mugu á ein hátt
tola hesar øðrvísi umstøður, sum
menn ikki skulu ígjøgnum. Hetta
setir ymisk krøv til kynini, og
tað skulu kvinnur við ambitión-
um vera tilvitaðar um.
vast við róðrið
g Mathea Hilduberg trívast best við
gd. Tær stíla høgt, tær krevja úrslit, og
nur skulu tora betri, hóast tað til tíðir
ka hart á
Mathea Hilduberg
Eins og stórasystir eru tvær útbúgvingar
fingnar til høldar. Eftir eitt tíðarskeið í danska
BG Bank gjørdist hon m.a. marknaðar- og
projektleiðari í Føroya Sparikassa, síðani vóru
boð eftir henni á Løgmansskrivstovuni,
áðrenn leiðin gekk í sess sum fíggjarleiðari á
fiskasøluni og landingarmiðstøðini Snodd á
Toftum. Karrieran tók eina vend, tá hon
gjørdist stjóri á Listaskálanum, men hon
takkaði fyri seg eftir bert trimum mánaðum
og gjørdist aftur fíggjarleiðari á Snodd.
Samstundis tekur hon sær eisini av tølunum á
Kongshavnar Trolarafelag.
Sjálv sigur Mathea, at hon er innovativ, hon
elskar nýggjar uppgávur, og so metir hon, at
føroyskar kvinnur skulu tora betri.
Útbúgving: Cand.merc. og
Master í samskifti og
uttanríkishandli.
Arbeiðsroyndir: Leiðaratrainee í
BG Bank, marknaðar- og
projektleiðari í Føroya
Sparikassa, fulltrúi á
Løgmansskrivstovuni, stjóri á
Listasavnið Føroya og
fíggjarleiðari á p/f Snodd og
Kongshavnar Trolarafelag
Fakta um Matheu