leygardagur 29. januar 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 20 - 29. januar 2005
ÚTRÓÐUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
- Hevði eg vitað at tit komu her,
so var eg langt síðani farin til
hús!
Í bátahylinum á Glyvrum sæst
ein maður standa og rokast í báti
sínum "Havørnin". Hann er í eini
heitari húgvu og í teimum væl-
upplýstu oljuklæðunum. Tað er
hin 65 ára gamli rituvíkingurin,
Benadiktus Olsen, sum hevur róð
út ein stóran part av lívi sínum.
Við einum brosi um kinn tekur
hann ímóti okkum, og hann
hevur so einki ímóti at siga frá
lívinum sum útróðrarmaður.
Hann er júst afturkomin av
útróðri. Hann hevur lagt veiðuna
upp á Toftum, og ger nú klárt til
næsta túr. Eitt ílat við gággum
verður tveitt í land, og so er klárt
at egna nakrar stampar aftrat.
– Eg plagi vanliga bara at hava
seks stampar við. Men av tí at eg
egni alt sjálvur, sleppi eg ikki
avstað aftur beinanvegin, sigur
hann.
Mest útróður
Seksæringurin hjá Benadiktusi
hevur verið til útróður undir
mongum ymiskum líkindum,
síðani hann varð smíðaður í
1963.
Benadiktus keypti henda bátin
fyri sjey árum síðani, men undan
hesum hevur hann, í sínum langa
lívi sum útróðrarmaður, havt
aðrar bátar enn Havørnina.
Hann hevði í nógv ár ein 20
tonsara, ið kallaðist "Karin".
Sjálvur var hann við hesum
bátinum í 19 ár, meðan aðrir
mans við hesum bátinum seinni.
Hetta við sjólívinum hevur
altíð havt áhugan hjá Bena-
diktusi. Hann var eitt skifti til
skips, men ein stóran part av
lívinum hevur hann verið
útróðrarmaður.
Henda vakra mikumorgunin
hittu við Benadiktus í bátahylin-
um á Glyvrum, har hann júst var
afturkomin av útróðri.
Egnur alt sjálvur
Hann segði soleiðis frá hesum
farna túrinum til útróðrar:
– Eg fór frá húsum í gjár-
kvøldið, og eg setti um 10-tíðina.
Eg hevði bara seks stampar við,
so eg sigldi ikki so langt. Eg var
aftur her mitt í nátt – eg veit
ikki, kanska einaferð um
5-tíðina.
– Síðani fór eg til hús í Rituvík
at fáa mær ein slang, áðrenn
Fiskamarknaðurin á Toftum læt
upp, og eg kundi sleppa av við
veiðuna.
Men tíð var ikki til at seta seg
hendur í favn eftir henda túrin.
Benadiktus ætlaði sær aftur til
verka beinanvegin. Hann ætlaði
at egna nakrar stampar aftrat til
ein nýggjan túr.
Av tí at hann egnir so at siga
alt sjálvur, tekur tað sína tíð. Tí
var tað ein spurningur um hann
kláraði at egna so mikið, at hann
kundi fara avstað aftur longu
sama kvøldið.
– Tað veldst alt um, hvat eg
klári sjálvur. Ja, nú eg hugsi meg
um, so eigi eg tríggjar stampar
sum eru egndir. So tað kundi
verðið so skjótt at fingið nóg
mikið til ein túr aftrat.
– Verður tað ikki kvøld, so fari
eg bara avstað í morgin um
veðrið verður til vildar, sigur
hann.
Vanliga plagar hann at fara
avstað við seks stampum, men
hevur onkutíð havt átta stampar
við sær. Tað er so tað mesta, sum
hann plagar at hava við sær.
Gággan roynist best
Tað hava verið tíðir, tá fiskurin
best tók tað eina slagið av agni.
Og tí er natúrligt at spyrja ein so
royndan útróðrarmann sum
Benadiktus, hvat agn fiskurin
tekur best í dag.
– Sjálvur brúki eg gággu og
rættiliga nógv av tobis, og skel,
tá tað liggur fyri.
– Men fyri tíðina haldi eg, at
teimum dámar gágguna rættiliga
væl. Tað er bara so trupult at fáa
tosk. Tað er lítið av toski til –
rættiliga lítið, sigur hann.
Veðrið hevur verið heilt
hampuligt í seinastuni til útróður,
og sjálvur hevur Benadiktus
verið seks ferðir til útróðrar í
hesum mánaðinum. Tríggir teir
seinastu túrarnir vóru leygar-
dagin og mánadagin, og nú aftur
henda mikudagin, vit hittu hann í
bátinum.
Leygardagin í farnu viku fekk
hann góð 900 pund, og var
nøgdur við tað.
– Mánadagin metti eg meg at
hava eini 700 pund. Eg veit tað
ikki heilt 100 prosent enn, tí eg
havi ikki fingið seðilin frá
avreiðingini.
– Og soleiðis hevur tað verið í
seinastuni – eini 100 pund uppá
stampin, sigur Benadiktus.
Hann veit um aðrar bátar, sum
fiska rættiliga væl. Men, sum
hann sigur: Fái eg 100 pund
uppá stampin, so eri eg nøgdur
við tað!
Sjáldan langt úti
Ein so royndur útróðrarmaður
sum Benadiktus veit sjálvandi
nógv um streym og vind. Men
eisini ein heilan hóp um tey
góðu miðini. Hevur hann so
nøkur mið, sum hann ofta søkir
við Havørnini?
– Nei, eg havi ikki nøkur føst
mið sum so. Eg eri allastaðni her
á teirri vanligu leiðini – suður
við Nólsoynni, og her út fyri
Rituvík. Og so fari eg onkutíð
úteftir hendavegin, tá tað er
fínasta veður, út ímóti Larvasa-
grynnu.
– Men annars eri eg grúiliga
sjáldan langt úti. Tað er ikki
meiri enn at tað kemur fyri, sigur
hann.
Vanliga roynir hann einar
fimm fjórðingar úr landi, og
viðhvørt nærri enn tað.
Eingin gullgruba
Benadiktus hevur sum nevnt róð
út í mong ár. Og nú hann er
vorðin 65 ár – ætlar hann sær at
halda áfram í sama yrki?
– Eg hopi at eg kann fáa nøkur
ár aftrat sum útróðrarmaður.
Hvussu leingi, tað veit man
sjálvandi ikki. Men sum er, bilar
tað ikki.
– Men at vera útróðrarmaður í
dag, - tað er so eingin gullgruba.
Tað er púra vist, sigur hann.
Benadiktus klárar tó at svara
hvørjum sítt, tí tað eru bara hann
og konan í húsi.
Ella sum hann sigur tað: -
Børnini eru øll útflogin, so tað
skal ikki so nógv til til okkum
bæði!
– Eri nøgdur um eg fái 100 pund
upp á stampin
– At vera útróðrarmaður í dag, - tað er so eingin gullgruba. Tað er púra
vist, sigur útróðrarmaðurin, Benadiktus Olsen úr Rituvík
- Eg plagi vanliga at hava seks stampar við. Men av tí at egni alt sjálvur, sleppi eg ikki avstað aftur beinanvegin, sigur Benadiktus Olsen