Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2005 37 Valdømini og uppstillingin Danmark er flokkað í 103 valøkir í 17 valdømum, og tað eru tríggir ymsir mátar at uppstilla uppá TINGHELLAN Jóannes Hansen Í Danmark stríðast flokkarnir um 175 tingsessir. Fyri at fáa lut í teimum er treytin, at flokkurin røkkur upp um tinggáttina, sum er tvey prosent (og so er luturin í minsta lagið fýra tingmenn), ella at ein valdømisvaldur sessur verður vunnin. Tað var á henda seinna háttin, at hálvi tvørámað- urin, Jacob Haugaard, í níti árun- um vann sær tingsess í Århus. Danmark er flokkað í 103 valøkir. Í teimum verður stillað upp, og flokkarnir hava støðugt hvør sítt valevni í hesum økjun- um. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður ikki hugsað um uppstilling, tá ið valið er útskrivað. Uppstillingin er fingin frá hondini í valskeiðnum, meðan politisku viðurskiftini eru meiri friðarlig, enn tey eru, tá ið valið er útskrivað og alt er farið upp at kóka. Tað er ymiskt, hvussu nógv valevnini taka lut í politiska lívinum í lokalu økjunum. Sum í øllum øðrum framkomnum lond- um er hugurin millum danir at skráseta seg sum limir í flokkum og at gera politiskt beinarbeiði ikki tann, sum hann var fyri nú nógvum árum síðani. Men áhugin fyri at velja er stórur. Í eitt nú Onglandi og USA er valluttøkan sjáldan oman fyri 60 prosent. Í Føroyum vóru 93 prosent á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani, og í Danmark velja eini 85 prosent. Tey 103 økini eru aftur flokk- að í seytjan valdømi. Hetta eru tey fjúrtan amtini og so trý stór- valdømi í høvuðsstaðnum, har Keypmannahavnar og Frederiks- berg kommuna eru býttar upp í Østre, Søndre og Vestre Storkreds. Í valdømunum verða 135 val- dømisvaldir tingmenn valdir. Í hesum er talan um kapping millum flokkar og økir. Born- holm eigur tvey umboð, og Århus amt og Keypmannahavnar amt, sum er kommunurnar rundanum Keypmannahavnar kommunu, eiga fimtan val- dømisvaldar tingmenn í part. Útrokningarhátturin er Ste Aigues. Tað vil siga, at har tað í Føroyum verður býtt við 1 og 2 og 3 og so víðari, so verður tað í Danmark býtt við 1 og so 3 og 5 og so víðari. Hesin útrokningar- hátturin er meiri smáu flokkun- um til fyrimunar, meðan tann, ið verður nýttur á løgtingsvalinum er meiri stóru flokkunum til fyrimunar. Umframt teir 135 valdømisvaldu eru 40 eykavaldir tingmenn í Fólkatinginum. Talið av eykavaldum er støðugt. Har- við eru altíð í Fólkatinginum 175 donsk umboð og so tvey fyri Grønland og tvey fyri Føroyar. Til Løgtingið verður stillað upp í bókstavarøð. Tað vil siga, at øll valevnini eiga sama møguleika at vinna tingsessin. Hetta er ein av trimum mátum, sum tað verður stillað upp í Danmark. Síðustillað uppstilling, verður hetta nevnt. Í Danmark verður eisini stillað upp á tveir aðrar hættir. Annar er, at flokkarnir gera av í hvørji røð tingmenninir verða valdir. Hetta kalla danir flokslistar. Lista- atkvøðurnar fara fyrst til tann, ið er ovast í amtinum og so til hini. Hetta minnir um uppstillingina í nummarrøð, sum var galdandi á løgtingsvalunum til og við 1962. Hin er uppstilling í økjunum. Tann, sum er ovast á listanum í lokala kredsinum, fær lista- atkvøðurnar. Tað vil siga, at t. d. í Keypmannahavnar amti er tað soleiðis, at tann, sum er upp- stillaður fyri flokkin í Gentofte, fær listaatkvøðurnar har, og at tann, sum er uppstillaður í Glostrup, fær listaatkvøðurnar har. Hetta ber við sær, at tann, sum er uppstillaður í stórum økjum í amtinum, eitt nú Balle- rup ella Albertslund, hevur størri møguleika at verða valdur, enn tann, sum er uppstillaður í minni øki. Tað kemur fyri, at sama val- evni er uppstillað í fleiri økjum í sama valdømi. Hans Engell í Tinghelluni Í sambandi við fólkatingsvalið fer blaðstjórin á Ekstra Blaðnum, Hans Engell, at skriva í Tinghelluni fyri og eftir valið. Fyrsta greini hjá Hans Engell kemur í blaðið týsdagin. Næsta greinin kemur leygardagin. Og triðja og seinasta greinin kemur í Tinghelluna fríggjadagin eftir valið. Í greinunum fer fyrrverandi politikarin og ráðharrin og nú blaðstjórin at gera sínar persónligu viðmerkingar og metingar undan og eftir fólkatingsvalið. Serstakliga sæð úr einum føroyskum/donskum sjónarhorni. Minsta markið fyri at fáa fólk inn á Christiansborg er tvey prosent av atkvøðunum. Møguleiki er tó eisini, at flokkur fær ein beinleiðis valdan tinglim