Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 20 - 29. januar 2005 Valstríðið í Danmark er meiri enn nakrantíð eyðkent av, at tað eru tey, sum eru køn í marknaðarr- økt og sølu, sum seta dags- skránna heldur enn politikarar, ið eru upp- tiknir av grundleggjandi politiskum hugsjónum TINGHELLUANALYSA Jóannes Hansen Fólkatingsvalið í Danmark annan týsdag snýr seg um, um Anders Fogh Rasmussen og Vinstri flokkurin og Konservativi Fólka- flokkurin við stuðli frá Danska Fólkaflokkinum skulu halda fram í stjórn, ella um Mogens Lykketoft og Javnaðarflokkurin saman við Radikala Vinstra Flokkinum og stuðlaðir av SF og Eindarlistanum skulu vinna valdið aftur, eftir at tey hava verið í andstøðu síðani síðst í 2001. Gongdin í Danmark seinastu árini hevur verið, at blokk- politikkurin er vorðin meiri eyð- sýndur. Harvið er samstarvandi fólkaræðið, sum tað varð nevnt, tá ið Danmark plagdi at verða stýrt av minnilutastjórnum, og flokkarnir samstarvaðu meiri tvørtur um miðjuna ikki so sjónskt. Tað var tað, tá ið Radikali Vinstri Flokkurin, Javnaðarflokkurin, Konservativi Flokkurin og Vinstri flokkurin, sum hava havt ella tikið sær heitið stjórnarberandi flokkarnir, áður hava funnið saman og í felag hava verið trygd fyri konsensus í politiska lívinum. Um politikkurin fer at vera so nógv øðrvísi, um annar blokk- urin ella hin fer at vinna, er iva- samt - í hvussu so er á økinum, sum tað verður mest tosað um. Búskaparpolitikkurin telur nógv, og har eru partarnir ikki so ósamdir. Tá ið tað gongur annan ella hin vegin, hevur orsøkin verið altjóða gongdini heldur enn, at tað hevur verið so stór ósemja um mál og mátar í almenna leiklutinum í búskap- inum. Men partarnir eru ikki samdir í eitt nú flóttafólkapolitikkinum og í mentanarpolitikkinum - t. d. um TV2 skal privatiserast ella ikki. Spinnið Møguleikarnir í Føroyum at fylgja danska valstríðnum eru størri enn fyri hálvum fjórða ári síðani. DR1 og DR2 síggjast nógva staðni, og TV2 er ikki ókent. Og tað er skjótt at stað- festa, at tað í nógvum førum í danska valstríðnum snýr seg um pakningin heldur enn um inni- haldið, og at diskussiónirnar eru nógvar um, hví hesir hava pakkað soleiðis inn og hinir á annan hátt, og hvør tað er, sum hevur gjørt av, hvussu pakning- urin skal síggja út, og hvussu hann skal vísast fram. Tað ræður mest um at varð- veita stjórnarskrivstovurnar ella at vinna stjórnarskrivstovurnar. Politisku hugsjónirnar, sum tær hava verið kendar, eru ikki so lættar at fáa eyga á. Í retorikk- inum hoyrist um borgarligar høgra flokkar og sosialistiskar vinstra flokkar, men í politikk- inum er ilt at síggja munirnar. Fleiri sendingar lýsa rættuliga væl, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Serliga áhugaverd er sendingin á DR2, sum eitur Jersild og spin, ið aftur verður á skránni í kvøld. Hugtakið at spinna og spinndoktarar er vorðið viðurkent sum alneyðugt fyri at standa seg í valum. Tað hevur leingi verið kent í eitt nú USA, Onglandi og Svøríki. Ráðgevarar og ráðlegging hava altíð verið partur av politikkinum og valstríðnum. Nú er hetta meiri eyðsýnt og góðtikið. Í sjónvarp- inum verða samrøður gjørdar við spinndoktararnar, og fyrrverandi spinndoktarar luttaka í send- ingum og meta um, hvat verður spunnið, hví tað verður spunnið, hvussu spinnið riggar, og hvat tað kann roknast við fer at verða mótspunnið! Serliga eru tað stóru flokk- arnir - Vinstri flokkurin og Javnaðarflokkurin - sum hava spinndoktarar og spinna nógv. Báðir flokkarnir høvdu í november fólk í USA, har tey við at eygleiða valstríðið fingu íblástur. Harvið er valstríðið í Danmark nógv amerikaniserað. Serliga tað, sum gongur fyri seg í sjónvarpinum, uttan at hetta skal skiljast soleiðis, at tað ikki er annað valstríð enn tað í sjón- varpinum. Valstríðið gongur eisini fyri seg eitt nú á arbeiðs- plássum og í handilshúsum, meðan fundartalið av tí gamla slagnum ikki er tað, sum tað plagdi at vera. Søgan Flokspolitiska søgan í Danmark er stívliga hundrað ára gomul. Tað verður tosað um teir fýra gomlu flokkarnar. Sosialdemo- kratarnir ella Javnaðarflokkurin, Vinstri flokkurin, Radikali Vinstri flokkurin og Konservativi Fólkaflokkurin, sum søgdust eiga serligan tokka millum hvør sína stætt: Javnaðarflokkurin og arbeiðararnir, Vinstri flokkurin og bóndurnir, Radikali Vinstri flokkurin og smábóndur og tey intellektuellu og Konservativi Fólkaflokkurin og arbeiðsgevar- arnir. Moskva trúgvi Kommunista- flokkurin var stinnur undir krígnum og fram í fimti árini, men eftir sovjetisku innrásina í Ungarn fór hann næstan burtur í einki, og Sosialistiski Fólka- flokkurin, sum hevur roynt at spæla leiklutin sum ringa sam- vitskan hjá Javnaðarflokkinum, yvirtók leiklutin hjá kommunist- unum. Í seksti árunum fór SF í tvíningar. Vinstrasosialistarnir, sum ikki vóru so fegnir um sam- starvið hjá SF við Javnaðar- flokkin, sóu dagsins ljós, og fram í sjeyti árini var ein ørgrynna av smáum meiri og minni kollveltingarsinnaðum sosialistiskum og kommunist- iskum flokkum, sum ikki vunnu inn á ting. Leivdirnar av hesum eru nú savnaðar í tí, sum eitur Eindarlistin. Fyrrapartin av sjeyti árunum varð Kristiligi Fólkaflokkurin, sum nú eitur Kristendemokrat- erne, stovnaður. Tað vóru tey, sum mettu, at hinir flokkarnir ikki vardu kristnu virðini nóg væl, tá ið eitt nú fosturtøka og porno fingu ov fríari ræsur. Um somu tíð stovnaði Mogens Glistrup Framburðsflokkin. Tað gjørdi hann, tí hann helt, at danir tóku ov væl ímóti útlendingum, brúktu ov nógv til hernaðar- útreiðslur, vóru púra skeivir við at fara upp í EEC og rindaðu ov nógv í skatti. Eftir eljustríð og sundurlim- ingar og samanrenningar og aftur sundurlutingar orsaka av persónsstríði og iva um, hvør politikkurin hjá populistiska flokkinum var, er Framburðs- flokkurin nú vorðin til Dansk Folkeparti. Erhard Jacobsen stovnaði Centrumdemokratarnar, tí hann helt, at Javnaðarflokkurin varð vorðin ov vinstravendur, sammett við tað, sum hann hevði verið, tá ið ungi Erhard og Stauning gamli ferðaðust runt og hildu politiskar fundir. Eitt nú metti Erhard gamla flokkin hjá sær, Javnaðarflokkin, at fara ov illa við húsaánarunum og bilánarun- um. Tað var ikki rætt, nú eisini tey, sum valdu Javnaðarflokkin, áttu hús og bil, staðfesti Erhard og bjóðaði teimum upp í sín flokk. Nú er Erhard deyður, og dótturin, Mimi, tykist ikki hava somu søluevnir,sum pápin hevði. Flokkurin er ikki í Fólkatingin- um, og vánirnar eru ikki góðar hjá CD. Eftir at Danmark í 1973 var farið upp í EEC ella ES, sum tað nú eitur, syndraðist politiska skipanin uppaftur meiri. Fólka- fylkingin ímóti EEC og seinni eisini Juni rørslan, sum var fyri ES, funnu sær veg á pallin (tó bara til ES valini), og flokkar og rørslur við avmarkaðum áhuga- málum gjørdu eisini um seg í sera turbulentum tíðarskeiði, ið var eyðkent av fólkatingsvalum so at siga annaðhvørt ár. Nýggjar tíðir Danska samfelagið er broytt nógv og skjótt. Tillagingarnar eftir ES limaskapin og altjóða- gerðingina og globaliseringina hava verið veldugar, og tað hevur sæst aftur í politisku flokkunum. Gomlu samfelagsstættirnir eru væl kámari, enn teir vóru. Væl- ferðin hevur havt við sær, at arbeiðarastættin er minkað. Útbúgvingarstøðið er hækkað, og miðalstættin er vaksin. Sum í USA, Onglandi og alla aðra staðni, har tað gongur væl, stendur stríðið nú um miðal- stættina. Vinstri flokkurin er ikki longur bara bóndaflokkur, men eisini flokkurin hjá nýmótans býarfólkum, og sum eitt nú eisini í Noregi so tykist Javnaðar- flokkurin hava trupulleikar av at vera flokkurin hjá lønmóttakar- unum, sum nú er væl fjølttáttari bólkur, enn hann var. Kanningar vísa, at heldur enn tey ólærdu, so eru tað tey í vælferðartænastum, sum eru grundstuðulin hjá Javnaðarflokkinum - lærarar, pedagogar, sjúkrasystrar osv. Ólærd stuðla umframt Javnaðar- flokkinum og teimum til vinstru eisini Danska Fólkaflokkinum, sum sigur teimum, at útlending- arnir stjala arbeiðsplássini frá teimum, og Vinstri flokkurin fær undirtøku frá øðrum og triðja Pakningurin og m hava størri týdnin Serliga áhugaverd er sendingin á DR2, sum eitur Jersild og spin, ið aftur verður á skránni í kvøld