Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2005 39 ættarliðnum hjá teimum, sum alt sítt lív stuðlaðu Javnaðarflokkin. Samhaldsfesti hevur ikki sama innihald, sum tað hevði. Veljarin er ikki longur floks- bundin. Talið á kjarnuveljarum er minkað, og talið á marginal- veljarum økist. Mitt í hesi vikuni varð roknað við, at 900 túsund veljarar framvegis ivaðust. Tað er ein rættuliga stórur partur av veljarafjøldini. Tey flestu av teimum ivandi sigast at vera konufólk. Lutfalsliga stórur partur av teimum hevur hildið seg til Javnaðarflokkin. Valstríðið er sølumarknaður. Í staðin fyri at fríggja til sam- felagsstættir verður fríggjað til áhugabólkar. Allir geva lyftir til barnafamiljur, pensionistar, arbeiðsleys, lesandi og lærlingar og allar hugsandi bólkar. Um vallyftini verða vigað í fíggjar- lógum, so høvdu útreiðslurnar verið mangar ferðir størri, enn tær nú eru. Nú verður sagt, at Anders Fogh Rasmussen hevur spílað seg út fyri at fáa fatur á konufólkunum. Spinndoktararnir hava síðstu mánaðirnar ráðgivið honum, at hann skal leggja seg eftir at fokusera upp á bleytu virðini. Eitt nú spurningar, sum hava við barnafamiljur og gomul at gera. Tað hevur forsætismálaráðharrin gjørt, og nú ivast nógvar kvinnur í, um tær annan týsdag heldur skulu velja Vinstra flokkin enn Javnaðarflokkin. Anders Fogh hevur lúrt Tony Blair av, og tað hevur hann dugað so mikið væl, at Vinstri flokkurin er størsti flokkur í Danmark, og eftir øllum at døma verður hann uppaftur meiri størstur eftir valið. Valúrslitið sigst verða tengt at trúvirðinum hjá teimum, sum royna at selja boðskapin. Anders Fogh tykist vera betri sølumaður enn Mogens Lykketoft. Hann hevur størri útstráling, kennist meiri miðvísur, tryggur og greiður í sjónvarpinum, og tað hevur við sær, at tað rennur nógv í atkvøðukassan hjá Vinstra flokkinum. Mogens Lykketoft plagar at siga, at hagtalsliga hava 60 prosent av veljarunum í hvussu so er eina ferð atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum, og at teir eiga at hugsa um aftur hesa ferð at seta krossin har, men soleiðis verður tað eftir øllum at døma ikki. Um ikki okkurt heilt óvæntað tekur seg upp síðstu vikuna í valstríðnum, so fer Javnaðarflokkurin, sum fram í seksti árini og eisini síðst í sjeyti árunum og fyrst í níti árunum átti væl omanfyri triðingin av atkvøðunum og harvið náturliga átti stjórnarberandi leiklutin, hesa ferð at detta niður móti fjórðinginum av atkvøðunum, meðan Vinstri flokkurin fer at fáa meiri enn triðingin. Úrslitið hjá Javnaðarflokkinum fer harvið at minna um katastrofuvalið í 1973. Um úrslitið verður, sum kanningarnar benda á, so er tað søguligt, at Vinstri flokkurin fer at halda fram í forsætismála- ráðnum. Tað er ongantíð komið fyri áður í tey 104 árini, síðani stjórnarleiðslan í Danmark gjørdist treytað av parlamentar- iskari undirtøku. Tað er ofta komið fyri, at skiftandi formenn í Javnaðarflokkinum hava hildið fram í forsætismálaráðnum eftir val, og í áttati árunum var Poul Schlüter úr Konservativa Fólkaflokkinum stjórnarleiðari í tíggju ár. Hann tók við í 1982, og hann helt fram eftir valini í 1984, 1987, 1988 og aftur í 1990. Nú bendir alt á, at formaðurin í Vinstra flokkinum fer at halda fram. Í staðin fyri at Javnaðar- flokkurin skal vera í lyklastøðu, soleiðis sum hann fyri tað mesta var tað í ídnaðarsamfelagnum frá í 1920unum og fram til 1982, so tykjast danir í nýggja og globali- seraða vitanarsamfelagnum og nýtslusamfelagnum vilja hava stjórnarábyrgdina at ganga eftir tørni, og tørnini eru umleið tíggju ár. Poul Schlüter átti áttati árini í forsætismálaráðnum, Poul Nyrup Rasmussen átti níti árini, og Anders Fogh Rasmussen tykist skula eiga fyrsta tíggju ára skeiðið í hesi øldini. Tað kann væl vera, at úrslitið fer at laga seg soleiðis, at tað fer at bera stjórnarleiðaranum til at velja ímillum, um hann fer at vilja hava Dansk Folkaparti ella Radikala Vinstra Flokkin sum parlamentariskt grundarlag afturat Konservativa Fólkaflokk- inum. So stinnir hava Konserva- tivi Fólkaflokkurin og Vinstri flokkurin ongantíð áður staðið saman. Men í politikki eru tíggju dagar long tíð, so nú fæst at síggja. marknaðarføringin ng enn innihaldið Nú verður sagt, at Anders Fogh Rasmussen hevur spílað seg út fyri at fáa fatur á konufólkunum Mogens Lykketoft plagar at siga, at hagtalsliga hava 60 prosent av veljarunum í hvussu so er eina ferð atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum