Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Politisku flokkarnir nýta væl minni enn helvtina so nógvar pengar at føra valstríð til fólkatingsvalið í mun til løgtingsvalið POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ein rímiliga stórur munur er á valluttøkuni til eitt fólkatingsval og eitt løgtingsval. Men munurin verður enn størri, tá hugt verður eftir, hvat teir ymsu flokkarnir nýta av peningi og orku upp á fólkatingsvalið. Síðani 2001 hevur eitt fólka- tingsval, tvey løgtingsval og eitt kommunuval staðið á skránni hjá politisku flokkunum í Føroyum. Valini hava verið útrópt til lagnu- val hvørja ferð, og hetta sæst eisini aftur í ársroknskapunum hjá føroysku flokkunum. Valstríðini eru eisini vorðin alsamt meira professionel við lýsingafyritøkum og fjølmiðlaráðgevum og øðrum. Alt hetta, umframt eitt fólkatingsval ikki eru eins gevandi og týdningar- mikil sum løgtingsval, ger, at politisku flokkarnir í Føroyum nýta ógvuliga avmarkaða orku til fólkatingsvalið í mun til løgtingsval. At valstríðið ikki er serliga drúgt kemur fyri so vítt flokk- unum væl við. Tað merkir í størri mun, at valstríðið verður avgjørt í almennu miðlunum, har allir flokkar javnt sleppa framat. Vit hava fregnast eitt sindur hjá teimum politisku flokkunum í Føroyum. Tá vit ikki fingu fatur á øllum flokkunum, hava vit valt nakrar burturúr. Ein fjórðingur Fólkaflokkurin nýtir til hetta val- stríðið ein fjórðing av tí orku, sum flokkurin nýtti til løgtings- valið í 2004. Steintór Jacobsen, floksskriv- ari, sigur, at flokkurin hevur valt at nýta nógv færri pengar til hetta valstríðið, og tað skyldast ikki minst, at tað hava verið fleiri val seinnu árini. Men tað er ikki siðvenja hjá Fólkaflokinum at nýta nógva orku upp á fólkatingsval. – Vit brúka nógv færri pengar upp á fólkatingsvalið enn til løgtingsval. Hetta skyldast bæði, at tað er munur á fólkatings- valinum og løgtingsvalinum við færri valevnum og eisini, at tað hava verið kommunuval og løgtingsval fyri stuttari tíð síðani, sigur Steintór Jacobsen. Hann vil ikki siga, júst hvussu nógvar pengar flokkurin nýtir til valstríðið hesaferð, men hann sigur, at tað er ein fjórðingur av upphæddini til seinasta løgtingsval. – Eingin flokkur hevur nógvar pengar í løtuni - heldur ikki Fólkaflokkurin. Og hetta sæst eisini aftur í valstríðnum, sigur Steintór Jacobsen. Hann heldur, at valstríðini seinnu árini eru vorðin væl dýrari, enn tey áður hava verið. Og hesum hava flokkarnir fyri ein stóran part sjálvir skylduna av, heldur Steintór Jacobsen. - Eg haldi, at tað er vorðið dýrari at føra valstríð seinnu árini. Tað skyldast ikki minst, at flokkarnir nýta professionellar lýsingafyritøkur í valstríðnum, sigur Steintór Jacobsen. Hann vísir á, at hetta dýrkar nógv um valstríðið, men tað gevur eisini úrslit við einum betri átaki. Í Fólkaflokkinum er eingin ætlan um, at ein partur av lønini hjá einum møguligum fólkatingsumboði skal latast til flokkin. Fólkaflokkurin savnar síni valevni nakrar ferðir undan valinum, og síðani fara tey út í hvør sínum lagi at føra valstríð. Við seinasta fólkatingsval fekk Fólkaflokkurin 5.417 atkvøður. Harav fingu Óli Breckmann og Anfinn Kallsberg ávíkavíst 2.329 og 1.537 atkvøður. Og tað verður væntandi eisini millum hesar báðar, at vit finna ein møguligan fólkatingsmann fyri Fólka- flokkin. - Vit hava bæði Óla og Anfinn á listanum, men hesir fáa ikki meira pening frá flokkinum at føra valstríð fyri, sigur Steintór Jacobsen. Krevur nógv Eisini hjá Javnaðarflokkinum er stórur munur á at royna at fáa fólk vald á fólkating í mun til heimliga løgtingið. - Tað er sjálvandi einfaldari at leggja eitt fólkatingsval til rættis í mun til eitt løgtingsval, men tað tekur tíð at fyrireika eitt valstríð, og tað krevur nógva orku, sigur Kristian Magnussen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. - Hann sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvat tey ymsu valevnini nýta av pengum til valstríðið, men Javnaðarflokkurin nýtir einastaðni millum ein triðing og ein fjórðing av tí peningi, flokk- urin nýtir til eitt løgtingsval. Javnaðarflokkurin hevur eisini merkt fylgjurnar av teimum nógvu valstríðunum seinnu árini. Men Kristian Magnussen leggur eina við, at flokkurin kortini væl megnar at svara hvørjum sítt og reka valstríð. - Vit gera eina fíggjarætlan til hvørt valstríð, og vit brúka ikki pengar, vit ikki eiga. Tá vit bjóða okkum fram at stýra landinum, so mugu vit eisini hava skil á okkara egnu pengum, sigur Kristian Magnussen. Til hetta valstríð nýtir Javnaðarflokkurin fyri ein part professionel fólk at gera lýsingar og annað. Javnaðarflokkurin misti við seinasta val sína umboðan á fólkatingi, men flokkurin átti persónliga toppskoraran. Lítið mann vera at ivast í, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, aftur verður toppskorari hjá Javnaðar- flokkurin. Spurningurin er so, hvør møguliga kann gerast vara- maður hansara á fólkatingi. Ongar plakatir Fyri ein av smærri flokkunum, Sjálvstýrisflokkin, verður rætti- liga lítið av orku nýtt til fólka- tingsvalið. Sjálvstýrisflokkurin hevði ein stak vánaligt val í 2001 við bert 434 atkvøðum. Flokkurin roynir nú at reisa seg aftur. Men tað verða kortini ikki nýttir meira enn eini 20% av fíggjarliga orkuni, sum flokkurin nýtir til løgtingsvalið. - Valstríðið er øgiliga stutt, og vit hava kanska bestu útlitini fyri at vinna, men vit eru við at vinna og fyri at fáa okkara boðskap fram, sigur Jan Joensen, for- maður fyri starvsnevndina hjá Sjálvstýrisflokkinum. Eitt nú hevur flokkurin valt ikki at hava nakrar plakatir hangandi kring landið við teirra valevnum á. Tað verður satsað upp á at útnytta senditíðina, flokkurin fær í almennu miðl- unum. Fíggjarliga ikki nógva. Eini 20 prosent. Fara ongar plakatir at hava. Tað er eisini tilvitað, at flokkurin hevur valt at seta lut- falsliga fá valevni á valevnalistan hjá sær. Mongu valini seinnu árini hava eisini merkt pengakassan hjá Sjálvstýrisflokkinum. - Tað er øgiliga hart hjá okkum at føra valstríð. Eisini tí, at tað hongur sum oftast á herðunum hjá nøkrum fáum persónum. Eitt valstríð er oftani eisini eins dýrt fyri ein smáan flokk sum ein størri, sigur Jan Joensen. Hann sigur, at flokkurin higartil hevur megnað at svara hvørjum sítt, og tað er ikki neyðugt at lána pengar til eitt nýtt valstríð. 30% løgtingsval 40 Nr. 20 - 29. januar 2005