Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Tað er eitt alternativ BÆÐI løgmaður og varaløgmaður aftur- vísa avgjørdir, at tað er eitt alternativ í løgtinginum til fullveldisætlan landsstýri- sins. Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal siga, at landsstýrissamgongan stendur saman og at hon heldur fast um full- veldisætlanina og at evsta vald skal liggja í Føroyum. Høgni Hoydal fer so vítt sum at siga í sjónvarpinum, at ongin munur var á áskoðanini hjá Bjarna Djurholm og Helenu Dam á Neystabø og tí sum lands- stýrið hevur sett sær fyri. TEY, sum lurtaðu eftir orðaskiftinum um ólavsøkurøðuna, merktu sær fleiri ferðir, at tað vóru samgongulimir, sum ásann- aðu, at við verandi strategi slepst neyvan víðari. Mælt varð m.a. til at venda gongdini á høvdið og henda áskoðan minti so nógv um uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg, at bæði Dimmalætting og Sosialurin ásannaðu, at í løgtinginum er eitt alternativ til offisiellu landsstýrisætl- anina. EITT er, hvat landsstýrið hevur felt í eitt samgonguskjal og hevur lagt sum grund- arlag fyri samráðingum, men eitt annað er, hvat er realistiskt at koma ásamt um í samráðingum við eina danska stjórn, sum hevur læst seg fasta í eina stutta skiftistíð og sum helst ikki vil sleppa tí stóra terri- toriinum norðuri í Atlantshavi. TÍ má landsstýrið helst leggja eina nýggja strategi – ella saðla um, sum Jóannes Eidesgaard hevur mælt til – um vit skulu taka nøkur verulig stig á sjálvstýrisleið. HETTA má landsstýrið hava ásannað, tá varaløgmaður tengir tann ætlaða búskap- argrunnin við skiftisætlanina. Ætlanin við búskapargrunninum er frálík, men støddin á grunninum kann neyvan koma upp í ta upphædd, sum landsstýrið hevur miðað eftir at fáa í eini 12-15 ára langari skiftistíð. ORÐASKIFTIÐ í løgtinginum bendir á at tað er eitt alternativ til verandi fullveldis- ætlan. So er spurningurin, um kjarnin í landsstýrissamgonguni ásannar hetta, saðlar um og sleppur ætlanini um, at fullveldi skal proklamerast, áðrenn yvir- tøkur og aðrar tillagingar verða gjørdar og ístaðin tillagar samfelagið í einum nýggjum sáttmála við Danmark áðrenn Føroya fólk tekur endaliga støðu til fult sjálvstýri. Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 80 ára degnum 4. juli og gjørdu mær dagin ógloym- andi, takki eg hjartaliga. Lotta Hjelm, Vágur STEFAN Í SKORINI ) Stevnan, sum føroysku granskararnir fara til, verður frá 26. til 31. august í Ver- sailles beint uttan fyri París, og hon nevnist tann 8. heimsráðstevnan í sálar- frøðiligari gengransking. Ráðstevnan er annaðhvørt ár í USA og annaðhvørt ár í einum øðrum landi. August G. Wang, sálar- lækni, hevur høvuðsábyrgd- ina av kanningini, Hans Atli Dahl, molekylærbiologur, hevur arbeitt við blóðroynd- unum í Danmark, og Ann Østerø, bioanalytikari, hev- ur savnað blóðroyndirnar inn í Føroyum. Eisini eru Maria Vang, lækni og Sofus Joensen, yvirlækni, við í verkætlaini. Hesi eru mill- um tey, sum fara á ráðstevn- una. Eini fimm granskarar úr Danmark verða eisini við. Tilsamans eru eini tíggju fólk tætt knýtt at verkætlanini. )))) Í Versailles skal úrslitið av teirra gransking leggjast fram, og eini 300 granskarar úr øllum heiminum verða kunnaðir um teirra verk- ætlan. Her kunna aðrir gransk- arar eisini um síni úrslit, so at til ber at síggja, hvussu langt aðrir eru komnir innan sálarfrøðiliga gengransking. - Endamálið er at sam- skifta við aðrar granskarar og lúra eitt sindur eftir, hvussu arbeiðshátturin hjá øðrum arbeiðsbólkum er. Vit vilja eisini vísa, hvørjum øki vit arbeiða á, so at aðrir vita, hvussu langt vit eru komin, sigur Hans Atli Dahl, ið er cand.scient í biologi. )))) Eisini vil tann føroyski bólkurin vekja áhuga mill- um granskarar úti í heimi fyri gengransking í Føroy- um, tí Føroyar eru eitt sera áhugavert øki at gera gen- kanningar í. ) Byrjaðu í 1996 Verkætlanin fór í gongd í 1996, tá ið tær fyrstu blóð- royndirnar vórðu tiknar í Føroyum, og nú fyriliggur eitt úrslit. Granskararnir hava arbeitt á ymiskum støðum í Danmark. Nevnast kann, at yvirlitskanningar- nar eru gjørdar á Odense Universitetssjúkrahúsi, meðan greiningin og hag- tølini hava verið gjørd í Århus. )))) Henda granskingin snýr seg bara um sálarligar sjúk- ur, har føroyskir sjúklingar og teirra foreldur hava latið blóðroyndir. Tilsamans er talan um eini 250 blóð- royndir, sum arbeitt verður við. Blóðroyndir verða ikki tiknar av øðrum í familjuni enn foreldrunum. - Vit hava fingið blóð- royndir frá sjúklingum og foreldrunum, so at vit kunnu síggja, hvør partur av genunum er givin víðari, tí at foreldrini eru í flestu før- um frísk fólk, og so ræður um at finna ein samanhang, sigur Hans Atli Dahl. Hans Atli Dahl sigur eis- ini, at søguliga verður farið longri aftur við at kanna, um onnur í familjuni hava havt somu sjúku, so at vísast kann á, nær sjúkan kom í familjuna. ))) Hugsað verður fyrst og fremst um tær fimm sálar- Føroyskar gen-kanningar á ráðstevnu í Frankaríki Í fýra ár hava føroyskir og danskir gransk- arar arbeitt við eini gen-kanning, sum er gjørd við føroyskum genum. Úrslitini skulu nú leggjast fram á eini stórari sálar- frøðiligari gengranskingar- stevnu sjúkurnar skizofreni, al- koholismu, manio-depressi- ón, autismu og panikangist. Arbeitt hevur verið við eini 10 til 20 sjúklingum innan hvørja sjúku og foreldrum teirra. Uppgávurnar eru býttar millum granskarar- nar, so at ein bólkur tekur sær av hvørjari sjúku. Bólk- urin hjá Hans Atla Dahl hevur fyrst og fremst arbeitt við panikangist. Bara føroysk gen Í verkætlanini hava gransk- ararnir bara arbeitt við genum frá føroyingum. ))) - Tað týdningarmesta við hesi kanningini er júst tað, at bara føroyingar eru við. Tað, sum vit royna, er tað finna eitt genetiskt isolat í Føroyum. ))))) - Vit hava verið avbyrgd í so langa tíð, og arvaílegan hjá flestu føroyingum stavar frá nøkrum heilt fáum fólk- um, sum komu her á fyrstan tíð, tað ger Føroyar so sera áhugaverdar, sigur Hans Atli. ))) - Vit leita eftir veruligum sjúkugenum, ikki eftir vari- antum av frískum genum. Sjúkugenini eru lættari at finna í avbyrgdum fólka- sløgum sum føroyingum, sigur Hans Atli. ))) Kanningin hevur til enda- máls at vísa á eyðkend øki á tí genetiska arvastreing- inum hjá fólki við somu sjúku, har orsøkin til sálar- ligu sjúkuna kann verða at finna. Um funnið verður fram til eitt øki, sum er øðr- vísi hjá teimum sjúku, ber til at lesa, hvar á arva- streinginum sjúkugenið møguliga er at finna. Ikki ber enn til at vísa á eitt ávíst gen, haðani sjúkurnar stava. ) Einki einvíst úrslit Hans Atli Dahl leggur afturat, at í teirra bólki, sum arbeiddi við panikangist, komu tey ikki fram til nakað einvíst úrslit, tí ikki bar til at síggja nakað frávík í nøkrum genetiskum øki hjá teimum sálarliga sjúku í mun til tey frísku. )))) Roynt varð at flyta ein part av kanningini til Før- oyar, men hetta lat seg ikki gera orsakað av vantandi peningaligum stuðli og vánaligum granskingarum- støðum, hetta er annars eis- ini trupulleikin hjá gen- granskarum kring heimin. ))) Meira ber til at fáa at vita um ráðstevnuna á heima- síðuni www.socfi.fr. August G. Wang hevur havt høvuðsábyrgdina av gen-kanningini DIA MIDJORD Tá veðrið er gott, merkist hetta á søluni hjá bryggja- ríunum. Tískil er lagið gott á Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí, nú drúgt turrveð- ur hevur ligið leingi. Aftrat hesum er vatnið í Havn ikki drekkandi, so nú drekka fleiri sodavatn aftur við døgurðanum. Í hvussu so er, hava bryggjaríini seinastu tvær vikurnar havt óvanliga góða sølu av soda- vatni, ið er líkt kelduvatni. Brúsandi søla – Hálvanannan liturs fløsk- urnar av Apollinaris eru útseldar í Havn og fáast ikki aftur fyrr enn mánadagin, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór. – Nógv meira enn vanligt er selt, sigur Lena Mørk, stjóri á Restorffs Bryggjarí. Á báðum bryggjaríunum hevur vanliga mannagongd- in verið seinastu árini, at nógv er at gera fram móti ólavsøku. Síðani stilnar av, men soleiðis hevur tað ikki Apollinaris sum kranavatn Nú turkurin ger um seg, eru havnarfólk farin at drekka sodavatn ístaðin fyri kranavatn DIA MIDJORD – Vit vóru ikki klár yvir, at grindahvalurin ferðast so nógv, men tað ger hann altso. 200 kilometrar er ómetaliga langt at fara eftir einum døgni, sigur Dorethe Bloch. Ferðast bæði skjótt og víða Sambært telduni hjá Dorethe Bloch, so er hvalurin ikki dovin. Hann ferðast onkuntíð einar 200 kilometrar um samdøgrið Hon verður framvegis uppringd av Mads Petur, sum enn ikki hevur spælt sær av við sendaran. Í gjára- morgunin lá hann stutt eyst- an fyri Føroyar. Onkur hevur í skemti sagt, at hinir báðir hava ver- ið ov tætt hjá Cantat-kaðal- inum og gníggjað fyri at fáa samband aftur, men at hetta bert hevur elvt til stórar trupulleikar í telesamskift- inum hjá øllum øðrum. verið í ár. – Nógv trýst er framveg- is. Sølan er meir enn tví- faldað seinastu fjúrtan dag- arnar, sigur stjórin á Føroya Bjór. Á Restorffs Bryggjarí hevur Club Soda gingið sum heitt breyð seinastu dagarnar. – Vit hava einki ímóti, at góðveðrið heldur sær eina tíð aftrat, leggur stjórin Lena Mørk aftrat. Á Føroya Bjór goymsluni í Havn vóru bert tveir kassar av apollinaris eftir fyrrapartin í gjár. Eins og club soda hjá Restorffs Bryggjaríi verður hetta brúkt sum drekkivatn í Havn