Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 EDVARD JOENSEN Við Ljósá: Í smiðjuni hjá P/F Ragnari Poulsen við Ljósá hava teir lagt seg eftir at sandblása ymsar lutir úr metalli. Alt frá skipum til seymismaskinur. Og teir hava úr at gera. Tað stendur eit skip í túninum við Ljósá um dag- arnar. Fimtan tonsarin Skuraklettur úr Klaksvík er smíðaður úr stáli, og skal nú sandblásast og málast. Eisini skulu onkran plátur skiftast út rundan um stýri- húsið. Stýrihúsið er úr alu- minium, og aluminium og stál semjast ikki altíð líka væl um samankomingarnar. Jens Pauli Hammer, sum arbeiðir í smiðjuni, sig- ur, at teir hava ivaleyst at gera við sandblásing. Og har koma fólk við øllum møguligum lutum út met- alli, sum tey vilja hava við- gjørd. Frá nýsmíðaðum skipsskrokkum til seymi- maskinur. So sigast kann, at arbeiðið er fjølbroytt, held- ur hann. Tað, sum teir gera í EDVARD JOENSEN Hósvík: Tað fer næstan ikki dagur um summarið, uttan onkur bátur stendur uppi á lítlu sleipistøðini í Hósvík. Talan er um alt frá opnum bátum til dekksfør upp til eini 15 tons. Brøðurnir Friðjón og Eyðun Jacobsen í Hósvík eiga 13 tons bátin Veðranes í felag. Teir plagdu at brúka EDVARD JOENSEN Oyri: Gomlu maskinurnar í parti av rækjuverksmiðj- uni er koyrdar út, og tað nýggjasta, sum finst á marknaðinum, er komið innaftur. Virkið verður um- vælt og nútímansgjørt, og skal standa klárt aftur um mánaðarskiftið. Síðan rækjuvirkið á Oyri varð bygt í 1986, er eingin størri íløga gjørd fyrr enn nú. Virkið lat aftur sein- ast í mai mánað. Umvæ- lingararbeiðið byrjaði fyrst í juni og verður væntandi liðugt seinast í hesum mán- aðinum. Men at kalla eingin hev- ur merkt nakað til, at virkið ikki hevur arbeitt rækjur, verður sagt frá O.C. Joen- sen. Tey høvdu syrgt fyri, at upparbeiða goymslurnar, áðrenn stongt varð, soleiðis at sølan hevur gingið sum Eitt skip í túninum Einasta sandblásingarvirkið í landinum hevur ivaleyst at gera. Teir sandblása í løtuni eina tvíkilju og hava ein dekksbát standandi í túninum Nútímansgerð á Oyri Rækjuverksmiðjan hjá O.C. Joensen á Oyri fær eina rættiliga umfatandi umvæling og útbygging. Farið verður aftur til arbeiðis á virkinum um mánaðarskiftið vanligt alla tíðina. Men tað verður gott at sleppa í gongd aftur nú nak- að skjótt, verður sagt, tí nú fer jólasølan at byrja. Og júst um jólini veður mest selt av rækjum. Eisini fer skeljatíðin at byrja aftur nú um mánaðar- skiftið. Arbeiðið, sum gjørt er á rækjuvirkinum, umfatar niðurtøku av gomlum maskinum. Uppíbygging og uppsetan av nýggjum maskinum. Partur av íløguni verður gjørdur orsakað av krøvum frá bæði kundum og mynd- ugleikum. Rækjur er viðbrekin vøra. Tær verða kókaðar, og eftir tað skal alt vera at kalla sterilt. Klárt at eta. Tað er í tí partinum av framleiðsl- uni, sum er aftan á kóking- ina, at allar maskinurnar nú eru skiftar út til tað nýggj- asta nýggja. Umvælingin og útbygg- ingin fer at økja framleiðsl- una við umleið 10 tonsum um samdøgurði. Úr 40 upp til 50 tons, verður sagt av Oyri. Arbeit verður í tveim- um vaktum á virkinum, og so verður náttin brúkt til vask og annað viðlíkahald. O.C. Joensen flytir út fyri einar 125 milliónir krónur árliga, verður sagt av virkinum. Tá er talan um bæði rækjur og skeljar. Tað eru føroyingar, sum hava gjørt mesta arbeiðið í samband við um- og út- byggingina. Tó hava onkrir danskir montørar verið og sett køliskipanina upp. Handverkararnir annars hava verið úr Sundalagnum og Fuglafirði. Og onkrir av arbeiðsmonnunum, sum vanliga arbeiða á virkinum, hava eisini arbeitt hjá hand- verkarunum hesa tíðina. Hvussu nógv hendan íløgan kostar, vilja tey ikki siga hjá O.C. Joensen. Uttan bara, at hon kostar nógv. Stórur partur av maskinunum á rækjuvirkinum á Oyri er skiftur út Mynd: Edvard Joensen Gjørdu sína egnu sleipistøð Heldur enn at bíða eftir tørni at sleppa á sleipistøð, gjørdu hósvíkingar bara sína egnu. Nú verður hon brúkt dagliga eina lítla sleipistøð í land- inum til ávísar umvælingar og tílíkt. Men tað vóru aðrir, sum brúktu somu støð, so viðhvørt var bíðitíð. Tí tímdu hósvíksbrøð- urnir ikki at bíða eftir. Báðir eru smiðir, so teir gjørdu sær bara sína egnu sleipi- støð í Hósvík. Teir løgdu skinnarar og gjørdu sær ein vogn at taka Veðranes uppá. Í dag verður hendan lítla støðin brúkt at kalla hvønn dag um summarið, greiðir Bjarni Jacobsen, sonur Friðjón, frá. Her koma bátar nógvastaðni frá. Bæði av Sandoynni og úr Suðuroy hava teir verið her. Og so sjálvandi nógvir úr Eystur- oynni og Streymoynni. Vanliga er tað so, at hós- víkingarnir taka bátin upp. Síðan ger eigarin sjálvur tað arbeiðið, sum gerast skal. Tað er fyri tað mesta reins- ing, máling og slíkt viðlíka- hald. Men tað er tó komið fyri, at onkur motorur hevur verið skiftur. Og tá hava teir, sum eiga sleipistøðina eisini onkuntíð verið við í arbeiðinum. Serliga hava tað verið alibátar, sum hava verið á sleipistøðini í Hós- vík. Støddin er so passalig, sigur Bjarni Jacobsen. Vognurin er góðkendur til at taka eina vekt upp til 30 tons upp. Men so stór før er hann ov smalur til. So vanliga eru teir størstu bátarnir eini 15 BT. Bjarni Jacobsen í ferð við at stilla breiddina á vogninum inn til at taka tíggjumannafarið upp Mynd: Edvard Joensen smiðjuni er í fyrsta lagi at sandblása. Síðan verður metalliserað. Tað vil siga, sigur Jens Pauli, at zink verður sprænt beinleiðis á metallið. At enda verður so málað. Teir eru fýra mans til arbeiðis í smiðjuni í løtuni. Men tað er í minna lagi. Teir hava verið fimm, men ein er farin frá, tí hann skal í skúla. Eitt stórarbeiði, teir hava havt nú í seinastuni, er at sandblása og mála fýra tvíkiljuskrokkar, sum Hydro Tech á Eiði hevur fingið smíðaðar í Letlandi. talan er um bátar til før- oyska og skotska alivinnu. Nú eru teir tríggir um at vera lidnir, og tann fjórði verður tikin inn fyrsta dag- in. Umframt stendur so Skuraklettur í túninum. Jens Pauli Hammer sig- ur, at tað tekur vanliga eina góða viku at sandblása ný- bygningarnar, meðan eitt gamalt skip tekur longri tíð. Har verður altíð okkurt, sum hjálpast skal uppá. Bilur koppaði Á middegi í gjár fór ein bilur út av á tunnilsvegnum norðanfyri Klaksvík. Bilur kom koyrandi norðureftir veg- num, og fór av eini hvørjari orsøk út av og niður í veitina við síðuna av vegnum. Bilurin kom burtur úr aftur veitini, men koppaði síðani á vegnum. Múli: Fyri einari viku síð- ani fór fólk undir at hoyggja í Múla. Hóast eingin hevur búð fast í Múla seinastu trý árini, gongur seyður fram- vegis har, og hann skal hava hoyggj. Tí eru fólk í løtuni í holt við at fáa hoyggið til høldar - bæði turt og súr- hoyggj. Størsta partin av árinum er steyndeytt í bygdini, men millum annað tá slaktið og hoyggingini eru fyri koma Hoyggja í Múla Fólk hevur ikki búð í Múla seinastu trý árini, men í hoyggingartíðini er lív í bygdini fólk í bygdina. Um summ- arið kemur eisini fitt av ferðafólkið í bygdina at hyggja seg um. Vánaligur gróður Um veturin stendur seyður inni, og tá kemur onkur í bygdina av geva seyðinum í hvussu so er annanhvønn dag. Fýra hús eru í Múla, og hiti er í tveimum av hús- unum. Tað kemur fyri, at onkur yvirnáttar í hesum húsunum, men tað er sjáld- an. Eisini í Múla lata tey illa at, tá tosað verður um gróðurin. Tey halda, at tað er bara helvtin av tí grasi, sum tað plagar at vera, men neyðugt er at hoyggja með- an terri er, og fólk eru tøk. ek Klaksvík: Umvælingin av 10 skúlastovum í skúlanum á Ziskatrøð verður liðug, tá skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 21. august. Alla summarfrítíðina hava hondverkarar arbeitt í skúlanum, og nú er komið so langt ávegis, at roknað verður fyri vist, at alt ar- beiðið er liðugt innan 10 dagar. Tær 10 skúlastovurnar Umvælingin liðug til tíðina eru høvuðsumvældar. Alt er gjørt av nýggjum, og tí verða umstøðurnar av teim- um bestu hjá næmingum og lærarum, sum skulu halda til í hesum stovum. Ikki bara nýtt Ætlanin var eisini at fáa nýtt innbúgv inn í allar skúla- stovurnar, men nóg mikið av pengum vóru ikki til tað. Tí fara gamlir møblar inn í helmingin av skúlastovun- um. Tað hevur verið upp á tal, at Klaksvíkar kommuna skuldi leiga nýggjar møblar til tær fimm skúlastovurnar fyri eina súmbolska upp- hædd og síðani keypa inn- búgvið næsta ár, men undir- tøka fekst ikki fyri hesum í býráðnum. ek Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Ein kona var í bilinum, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini. Bilurin fekk nakað av skaða, og lá til ampa fyri ferðsluna á vegnum, til hann varð fingin upp á rættkjøl og fluttur av vegnum. ek Betri brúktir bilar við garanti. Støkk inn á gólvið hjá P/F Wenzel og fá eitt seriøst tilboð og bilprát. Opið leygardagin frá 10.00-14.00 Bilarnir kunnu eisini sjáast á heimasíðu okkara: www.wenzel.fo Ford Escort 1,6i CLX 5h. F51604 '95 85.000 74.000,- Ford Escort 1,3i CL 3h. F52313 '95 35.000 69.000,- Ford Escort 1,6i CLX 4h. F52365 '95 82.000 74.000,- Ford Fiesta 1,8D 3h. F87435 '92 - 48.000,- Toyota Corolla 1,3 XLI 3h. AR879 '97 28.000 115.000,- Ford Escort 1,8i CLX 4h. BN895 '97 66.000 105.000,- Ford Mondeo 2,5 V6 5h. EL939 '96 55.000 149.000,- Ford Escort 1,8TD Stw. FU202 '97 99.000 137.000,- Honda Accord 1,8i 4h. KA228 '97 33.000 169.000,- Ford Escort 1,6i Tuscany 4h.KD421 '97 40.000 105.000,- Ford Escort 1,6i CLX 5h. ME240 '97 62.000 99.000,- Ford Mondeo 1,8 TD 4h. NL520 '96 98.000 143.000,- Ford Fiesta 1,3i HN741 '99 8.000 104.000,- Merki: Skrás.: Árg. Km.: Prísur: Sosialurin - 311820 www.wenzel.fo