leygardagur 12. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 153 - 12. august 2000
Nr. 153 - 12. august 2000
gult cyan magenta svart
STEFAN Í SKORINI
)
Danin Jette Rohdin er 26 ára
gomul, og hon lesur til
sosialráðgeva á sosiala há-
skúlanum í Keypmanna-
havn. 29. juli kom hon til
Føroyar við Nordjobb, og
hon skal arbeiða her til 18.
august, tá hon fer aftur til
Danmarkar, har hon enn
hevur hálvtannað ár eftir av
útbúgvingini.
Meðan Jette er í Føroyum
arbeiðir hon á landssjúkra-
húsinum, har hon er húsa-
vørður. Hennara uppgáva er
at koyra mat út til sjúkling-
arnar á teimum ymsu deildu-
num, og eisini tekst hon við
at fáa skitin klæði til høldar.
)
Føroyingar eru
fyrikomandi
Tá hon verður spurd, hvussu
hon dámar arbeiðið og tíðina
higartil í Føroyum, er hon
ikki í iva.
– Mær dámar heilt avgjørt
Føroyar, og eg eri sera glað
fyri tað, sum eg havi sæð og
upplivað her í Føroyum.
Eisini havi eg upplivað tað
føroyska gestablídnið, með-
an eg havi verið her, og tað
haldi eg er sermerkt við før-
oyingum, sigur Jette, tá ið
hon greiðir frá, hvat hon
heldur um tíðina her.
Fyri fleiri útlendingar
kann tað kennast løgið, at
ein fremmandur persónur
bjóðar sær til at hýsa tær, og
tað beit Jette serliga merki
í. Áðrenn hon kom til
Føroyar í summar, kendi hon
lítið og einki til Føroyar og
hevði ikki havt nakað serligt
samband hendavegin.
Jette hevur fyrr roynt at
sleppa til Føroyar við Nord-
jobb, men tað er ongantíð
eydnast henni at verða mill-
um tey útvaldu, sum sluppu
til Føroyar.
Hetta er triðju ferð, at Jette
er við Nordjobb, og hon
hevur áður verið í Grønlandi
og
Finlandi.
Hesuferð
eydnaðist tað so at sleppa til
Føroyar, og tað hevur hon
verið glað fyri.
– Eg valdi Føroyar, tí at
tað er áhugavert fyri meg at
koma til hetta landið, sum
er so nógv øðrvísi enn onn-
ur Norðurlond. Onnur hava
sagt mær, at her er so vak-
urt, og tí vildi eg síggja tað
við mínum egnu eygum.
Hennara meting av før-
oyingum er, at teir hava
kanska minni tjóðskaparliga
sjálvsvirðing enn onnur,
men tað heldur hon verða
løgið, tí eingin orsøk er til
tað. Eisini hevur hon lagt
merki til, at føroyingar ansa
væl eftir sínum máli, sum er
heldur torført hjá henni at
læra.
Hon er tó skjót at leggja
afturat, at tað, sum sermerkir
føroyingar, er tað serliga
gestablídni og hjálpsemi, ið
tey hava møtt her.
Náttúruuppliving-
arnar sita eftir
Meðan
nordjobbararnir
hava verið í Føroyum hevur
ein fríðtíðarleiðari havt um
hendi at skipa fyri ymiskum
túrum og øðrum. Tey hava
– Tað besta
er náttúran
Jette Rohdin hevur verið í Føroyum í
tveir mánaðir við Nordjobb, har hon
hevur fingið betri innlit í føroysk viður-
skifti og mentan, men tað besta í Før-
oyum er tó náttúran, sum er bergtakandi
verið á øllum teimum vakr-
astu og mest bergtakandi
plássunum í Føroyum. Tey
hava verið í Mykineshólmi,
Beinisvørði og við báti und-
ir Enniberg, og hesir túrar-
nir sita eftir í minninum, tá
tey koma heimaftur, heldur
Jette.
) Jette vísir eisini á midnátt-
arsangin á ólavsøku, sum
hugtók hana. Annars heldur
hon, at ólavsøkan meira er
fyri føroyingar enn fyri
ókunnugfólk, sum tey. Eis-
ini rendu tey seg í Paul Wat-
son, og felags fyri nord-
jobbararnar er, at tey tíbetur
hava samhuga við føroying-
um í hesum málinum.
– Eftir tíðina í Føroyum
havi eg fingið størri innlit í
tað, sum rørist í føroyska
samfelagnum fyri tíðina, og
her er tað serliga spurning-
urin um sjálvstýri, sum hon
nú skilir betri. Hon heldur,
at um tað er sjálvstýri, før-
oyingar ynskja, so eigur
eingin forðing at verða fyri
tí. Annars kendi hon bara
til
føroysk
viðurskifti
gjøgnum donsku fjølmiðl-
arnar. Eisini heldur hon, at
hetta kann verða ein góð
barlast at hava seinni í lívi-
num. Annars er alt tað, hon
hevði væntað av túrinum í
Føroyum, uppfylt.
Eisini hevur verið skipað
fyri Føroya kvøldum, har
tey fingu møguleikan at
uppliva føroyska mentan,
og hetta hevur hjálpt Jette
til at síggja sína egnu ment-
an úr einum ørðum sjónar-
horni.
)
Hvat er Nordjobb?
Nordjobb er ein felagsskap-
ur, sum arbeiðir við at senda
ung fólk millum 18 og 26
ár til onnur Norðurlond at
arbeiða í eina avmarkaða
tíð.
Umsóknir verða sendar til
Nordjobb, sum síðani send-
ir tær víðari til arbeiðsgev-
arar, og teir kunnu velja
onkran av umsøkjarunum
burturúr til at arbeiða hjá
teimum.
– Fyrimunurin við Nord-
jobb er, at møguleiki er fyri
at uppliva landið á ein ann-
an hátt, enn um farið varð
sum ferðafólk. Upplivingin
verður meira verulig, tí man
er sum ein vanligur borgari
í landinum, sigur Jette
Rohdin, og hon viðmælir tí
øðrum til at royna at fara út
við Nordjobb.
Nordjobb byrjaði í 1985,
og føroyingar fingu møgu-
leikan í 1987. Tey fyrstu
árini vóru nógvir nordjobb-
arar í Føroyum, og í 1989
vóru heili 89 og arbeiddu
her. Talið av nordjobbarum
er síðani minkað, men tey
seinastu árini hava eini
tjúgu nýtt høvi at koma til
Føroyar at arbeiða.
Í ár hava 16 nordjobbarar
verið í Føroyum, harav vóru
átta úr Danmark, fýra úr
Svøríki, trý úr Finlandi og
ein úr Íslandi, og tey flestu
búðu í Klaksvík. Mest van-
ligi trupulleikin er at fáa eitt
stað at búgva, men tað plag-
ar ikki at verða trupult at
fáa arbeiði.
Fólk av staðnum við til-
knýti til Nordjobb syrgja
annars fyri øllum og skipa
eisini fyri útferðum og øðr-
um, tí eitt tað mest umráð-
andi við Nordjobb er at
koma í samband við onnur
ung úr Norðurlondum.
Nordjobbarar í Mykinesi
Gustav úr Svøríki, Maja
úr Danmark og Petra úr
Finnlandi við Mykines-
hólmi í baksýni
Anne, Johanne, Jette,
Laila, Marianne og Viktor
á Beinisvørði
Jette Rohdin hevur havt sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum seinastu tveir
mánaðirnar
$ Mynd: Álvur Haraldsen
Turt tvøst og whisky
– tað er heilt vælsignað
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er undarligt at hugsa
sær: Vit skulu bara sigla í
36 tímar, so koma til til eitt
púra fremmant land.
Teir báðir skotarnir, sum
brúktu seinastu viku uppá
at rundsigla Føroyar, eru
nokk so bilsnir av tí, teir
hava upplivað.
Tað eru 10 ár síðani at
Donald Mackenzie ognaði
sær tann 34 føtur langa segl-
bátin Flying Cloud, men
hetta er fyrstu ferð, hann er
uttanlands við honum.
Við sær á hesa „váðaferð-
ina“ hevur hann fingið vin-
mannin og útróðrarmannin
Graham Mcfeat.
Annars plaga teir bara at
sigla ímillum tey ymsu
plássini í útnyrðingsskot-
landi. Men í ár skuldi tað
vera, at ter skuldi royna
okkurt nýtt.
– Tað skerst ikki burtur,
at fólk vóru ovfarin, tá ið
vit søgdu, at vit ætlaðu okk-
um til Føroyar. Nógv hildu,
at tað var váðaverk, tí tað
var so langt burtur.
–)Men so merkiligt kann
tað vera: Føroyar tykjast so
fjarskotnar. Men tað tók
bara góðar 36 tímar at koma
higar við segli. 36 tímar, so
ert tú í einum heilt fremm-
andum landi. Tað er herligt,
siga teir báðir.
Teir fóru úr heimbygdini
í skotsku oynni Seil og
sigldu fyrst til Stornoway.
Seinasta sunnukvøld settu
teir so kós ímóti Føroym og
komu til Vágs týsmorgunin.
Síðani hava teir vitjað á
Tvøroyri, í Sandvík, ymsa-
staðni í Sandoynni og so
ætlaðu teir sær heilt norður
til Fugloyar og Svínoynna,
umvgis Havnina, áðrenn
teir settu kósina heimeftir
aftur.
– Hetta er ein nógv betri
máti at ferðast uppá enn at
fara við einum ferðalagið,
har alt er lægt til rættis
frammanundan, tí uppá
hendan mátan kemur tú at
kenna landið, sum tú ferðast
í, sum tað veruliga er.
Og tú kemur nógv lættari
í samband við vanliga fólki.
Tað gjørdi tað helst ikki
verri, at teir báðir vóru
rættiliga væl fyrireikaðir.
Teir vóru betri kunnaðir
um føroysk viðurskifti og
føroyska søgu enn miðal
ferðamaðurin er.
At
teir
vóru
rættir
skotskir
bygdarmenn,
gjørdi heldur ikki støðuna
verri, tí tað gjørdi uttan iva
sítt til, at teir komu skjótt á
bylgjulongd við føroyskar
bygdarmenn.
Ikki minst børnini, sum
flokkaðust rundanum teir.
Og tey fingu eisini løn
fyri áhuga, tí skotarnir býttu
gávumildir bæði sjokolátu,
kips og sodavatn ímillum
børnini.
Og í práti við teir báðar
fryntligu skotarnar gjørdust
skjótt greitt, at lívið í Før-
oyum nú á døgum líktust
rættiliga nógv lívinum á
bygd í Skotlandi fyrr í
tíðini.
Og táið teir vóru inni í
teimum gomlu húsunum í
Sandvík, sum eru friðað og
verða brúkt til savn, kendu
teir báðir teir allar flestu
lutirnar aftur, og vistu, hvat
teir vóru brúktir til.
–Tit hava varðveitt nógv
av tí, sum vit hava mist,
søgdu teir. Eitt nú greiða teir
frá, at fyrr í tíðini var tað
vanligt at hava hjall í Skot-
landi, og tí hildu teir tað
verða stuttligt at í Føroyum
stóðu hjallar næstan á
hvørjum horni.
Tað var í bestu lundatíð,
at teir komu higar og teir
greiða frá, at fyrr í tíðini var
tað eisini vanligt hjá teim-
um at eta lunda.
Og so er tað grindin.
Føroyingar hava ikki
einkarrætt uppá at drepa
grind. Tað eru ikki hálvt-
annað hundrað ár síðani, at
seinasta grindin varð dripin,
har teir búðu og tað eru ikki
hundrað ár síðani, at sein-
asta grindin legði beinini í
Hetlandi, siga teir.
Ikki rættsiktaður
Nú teir sjálvir umrøða evn-
ið, slepst ikki undan at
spyrja, hvat teir halda um
gindadráp í Føroyum.
Tað halda teir, er púra nat-
úrligt.
Bæði Donald og Graham
semjast skjótt um, at Paul
Watson er ikki rættsiktaður
og tað einasta, hann er úti
eftir, er at seta ljóskastaran
á seg sjálvan.
Teir halda, at tað hevur
týdning, at fólk liva av na-
túruni.
–Tey, sum ikki gera tað,
missa sambandið við nat-
úruna.
Eitt nú halda teir, at tað
er ein vansi, at nógv stór-
býarbørn ikki hava ánilsi av,
at mjólkin tey drekka, er
undan kúm.
– Fólk eru eisini ímóti øll-
um møguligum. Og hvør
sigur, at lívið á einum hvali
er meiri vert enn lívið á ein-
um svíni? spyrja teir.
–Annars er tað vanligt í
stórídnaðinum at fóðra neyt
við deyðum neytum. Tað
haldi eg er nógv meiri í stríð
við natúruna. og hvat hava
um heima, tí tað er so salt,
at tað hóskar sera væl
afturvið whisky.
– Ein verður so vælsignað
tystur av tí, siga teir, og
flenna í kíki.
Sjálvur hevði Donald
fingið smakk fyri turrum
mati í Týsklandi, har hann
arbeiddi eitt skifti í sínum
ungu døgum. Í Týsklandi
hevði hann fingið turt svína-
kjøt, sum tey brúktu har.
Hinvegin hevði Graham
ongantíð roynt nakað slíkt
áður.
Í Hvalba keyptu teir sær
eisini turran fisk og í
Sandvík vóru teir so hepnir
at fáa ein turran spikbita frá
klokkaranum.
Donald át turt tvøst, fisk
og spik við góðum matar-
lysti, men Graham var ikki
so fegin fyri spiki.
– Tað er ílagi. Meiri verð-
ur til mín, svarar Donald
aftur. Teir sluppu eisini at
royna turt tvøst og skerpi-
kjøt og tað gleið eisini sera
væl niður.
So forvitnir vóru teir eftir
at royna føroyskan mat, at
teir eisini fingu gott eyga á
vit fingið burturúr: Neyta-
øði og Jacob-Kreutzfeldt,
sigur Graham. Donald tek-
ur fult undir.
Tað, teir sipa til, er, at tað
er vanligt at mala deyð neyt
og deyðan seyð til mjøl at
geva livandi neytum.
Turt tvøst og whisky
Teir báðir vóru heldur ikki
bangnir fyri at royna før-
oyskan mat.
Á Tvøroyri høvdu teir
fingið turt tvøst, og tað
dámdi teimum avbera væl.
– Turt tvøst og whisky
riggar ómetaliga væl sam-
an.
– Eg haldi, at turt tvøst
skuldi verðið selt á pubbun-
Vit hava bara
siglt í 37 tímar
og so koma vit til
eitt púra fremm-
ant land. Tað er
herligt, siga tveir
skotskir bygdar-
menn, sum hava
verið í Føroyum í
eina viku
einum
grindarivi,
sum
klokkarin hevði hongt undir
hjallin at ræsa.
Men helst vóru tað
málsligir trupulleikar, sum
spældi teimum eitt puss, tí
teir skóru sær ein bita burt-
urav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði
andskræmiligt
og
teir
søgdu, at tað var tað einasta
av føroyskum mati, sum
teimum ikki dámdi av tí, teir
høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at
vita, at tað skuldi kókast
áðrenn tað kundi eta, skiltu
teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita,
at grønlendingar ótu rátt
tvøst av nýveiddum kópi og
teir hildu, at føroyingar
gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu
teir so gera sær uppá tann
harða mátan.
Donald og Graham settu
kósina heim aftur ímóti
Skotlandi seinasta sunnu-
dag, eitt stórt upplivilsi
ríkar, hildu teir.
Tað tekur bara 36 tímar undir seglum at koma til Føroyar. Tað er herligt halda
Donald og Graham
Flying Cloud leggur frá
landi í Sandvík, har teir
bæði smakkaðu turt spik,
skerpikjøt og hálvræst
tvøst, sum teir eisini
royndu rátt. Graham
kveylar lína, áðrenn hann
aftur fer niðurundir