leygardagur 12. august 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 153 - 12. august 2000
Nr. 153 - 12. august 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Tá hann fyri tveimum árum
síðani byrjaði við sínum
bakaríi í Klaksvík, hevði
hann trupult við at fáa fígg-
ing.
Tvey ár seinni hevur hann
keypt størsta bakaríið í bý-
num og hevur 12 fólk í
starvi.
Símun Akursmørk er stóri
bakarin í Klaksvík, og tað
er hann vorðin eftir tvey
strævin ár, har hann hevur
arbeitt størsta partin av
døgninum.
– Tað er ómetaliga stræv-
ið, og eg havi mangan ynskt
meg aftur til skips, síðani
eg fór at baka aftur fyri
tveimum árum síðani, sigur
hann.
Bakaríið hjá Símun held-
ur nú til í Nólsoyar Pálls
gøtu, og har verða hvønn
dag bakað eini 1000 breyð,
umframt alt annað, sum
hoyrir til eitt bakarí. Símun
letur eisini bakstur til allar
uttan tveir handlar i norð-
oyggjum, og í teimum
tveimum
sølubúðunum,
sum hann hevur í Klaksvík,
støkkir eisini nógv fólk inn
á gólvið.
Fyrsta royndin
miseyndaðist
Men alt byrjaði, tá Símun
Akursmørk fór í læru hjá
Eiler Samuelsen í 1984 -
hetta var beint eftir, at hann
var liðugur við 10. flokk.
Í 1988 var Símun útlærd-
ur, og stutt eftir fór hann í
gongd við sítt egna bakarí.
Men hetta gekk ikki væl, og
tá eldur kom í bakaríið í
1990 avgjørdi hann at gev-
ast.
Símun fór síðani til Dan-
markar á sjófartsskúla, og
hann sigldi úti næstu árini.
– Fyrsti kjansurin er fekk
var við einum farmaskipið,
sum sigldi lóður úr USA til
persiska flógvan, har kríggj
var. Tað var ein rættiliga
øðrvísi og spennandi upp-
gáva, og alt skuldi verða so
loyniligt, greiðir Símun frá.
Í 1993 fór hann við Enni-
berg sum kokkur og var um-
borð næstu fimm árini. Í
1998 fór hann í land, og tað
var tá, at hann fór aftur at
royna seg sum bakari.
– Eg byrjaði bakaríið við
teimum pengunum, sum eg
hevði forvunnið, meðan eg
var við Enniberg. Eg royndi
at fáa fígging, men tað gekk
illa, greiðir hann frá.
Virksemið tvífaldaðist
Símun yvirtók bakaríið hjá
Verner, og hann byrjaði frá
so at siga ongum. Nakrar
mánaðir eftir, at hann var
byrjaður lat hann handil upp
í Akursmørk, haðani hann
fór at selja bakstur til klaks-
víkingar.
– Tað hevur gingið væl,
og tá eg fyrr í ár aftur royndi
at fáa lán til at keypa bakar-
íið hjá Eiler, var tað eingin
truplleiki, tí eg hevði tveir
góðar roknskapir at vísa á,
sigur Símun.
1. juli yvirtók Símun bak-
aríið í Nólsoyar Páls gøtu,
og síðani hevur virksemið
hjá honum verið tvífalt so
stórt, sum tað var framm-
anundan.
– Kanska hevur tað ging-
ið ov skjótt fyri seg, tí eg
havi ikki havt nakra serliga
tíð til at umstilla meg í. Men
hetta er spennandi og av-
bjóðandi, tí alt skal bara ver-
ið í lagi við vørunum, søluni
og útkoyringini, sigur hann.
– Hetta hevði heldur ikki
latið seg gjørt uttan ein
konu, sum hevur stuðlað og
hjálpt allatíðina. Allir bak-
arar kenna tað aftur, hvussu
týdningarmikið tað er at
hava hjúnarfelagan afturat
sær.
Egnar uppskriftir
Í løtuni eru tvey bakarí í
Klaksvík, men fyri nøkrum
fáum árum síðani vóru tað
fýra.
– Tað er passaligt við
tveimum bakaríum í Klaks-
vík, og tað rokni eg við, at
tað eisini fer at vera í fram-
tíðini, sigur Símun Akurs-
mørk, sum fegnast um at
hava ein blíðan kappingar-
neyta, sum javnan bjóðar
kaffi og eitt prát.
Munur millum tey ymsu
– Eg havi mangan ynskt
meg aftur til skips
Fyri tveimum árum síðani fór Símun Akursmørk í land av
Enniberg og byrjaði sítt egna bakarí frá ongum. Nú hevur
hann eitt av stóru bakarínum í landinum og eini 12 fólk í
arbeiði
bakaríini eru ikki nógvur, tí
vørurnar líkjast sær sjálv-
um. Men allir bakarar hava
sínar egnu uppskriftir og so-
leiðis er eisini hjá Símun.
– Fólk siga seg ofta kunna
smakka mun ímillum breyð
hjá teimum ymsu bakaru-
num, og tað er ivaleyst eis-
ini munur. Vit koyra allir tað
sama í, men tað er helst eitt
– Arbeiðstíðirnar eru
keðiligar, og tað er
mangan ein kampur at
koma á føtur, sigur Símun
Akursmørk, sum bakar
breyð og kakur til klaks-
víkingar.
Mynd: JH
Fyri tveimum árum
síðani byrjaði hann
frá ongum, nú hevur
hann samanlagt 12
fólk í starvi.
Mynd: JH
sindur av muni á, hvussu
nógv vit koyra av hvørjum,
og hvussu rávørurnar eru,
sigur hann.
– Tað er einki loyniligt
við mínum uppskriftum,
men eg geri til dømis breyð-
ini á tann hátt, sum eg haldi
at fólk vilja hava tey.
Bara ikki
lagkøkubotnar
Bakaralívið er øðrvísi enn
so nógv annað, tí arbeiðs-
tíðirnar gjarna eru, tá onnur
fólk sova.
– Arbeiðstíðirnar eru
keðiligar, og tað er mangan
ein kampur at koma á føtur,
sigur Símun Akursmørk,
sum fer til arbeiðis á mid-
nátt og er til arbeiðis til
seinnapartin dagin eftir.
– Tað er ofta møtimikið
at fara í gongd, men tá tú so
ert komin upp og ert farin
til arbeiðis, so gongur tað
altíð alíkavæl.
– Eg arbeiði rættiliga
nógv, fái ikki altíð so nógv-
an svøvn, og eg síggi alt ov
lítið til børnini. Familjulívið
hjá bakarum er eitt sindur
øðrvísi enn hjá teimum
flestu. Men vónandi fái eg
meira tíð til børnini og fa-
miljuna í framtíðini, sigur
hann. Símun hevur verið
giftur í fimm ár og eigur
tvey børn.
Tá hann verður spurdur,
um tað er nakað, sum hann
tímir serliga væl at baka,
svarar hann:
– Eg veit ikki rættiliga,
men eg kann í hvussu so er
siga, at eg orki ikki fyri at
baka lágkøkubotnar.
– Eg havi fingið ein
nýggja maskinu, sum kann
seta myndir á køkurnar, og
tað er rættiliga stuttligt at
arbeiða við, tí tað er so nýtt
og forkunnugt, sigur hann.
Og á størsta bakarínum í
Klaksvík – og eitt av teim-
um stóru í landinum - er nóg
mikið hjá Símun at takast
við, og hann smæðist ikki
burtur fyri sjálvur at tríva í
okkurt á bakarínum, har
tríggir sveinar og tveir lær-
lingar baka hvønn dag.
Sjálvt ikki tá tað eru lag-
køkubotnar.
NICLAS JOHANNESEN
Tíðindini um, at sonurin
Raul hevði cystiska fibrosu
vóru av sonnum sorgarboð
fyri jarnbreytar-teknikkaran
Morgan Wise. Maðurin frá
Texas vildi gera alt fyri
sjúka sonin, og tá læknarnir
spurdu, um hann vildi taka
ein DNA test at fáa greiði á
upprunanum til sjúkuna, var
Morgan fúsur sum fáur.
Úrslitini frá kanningu-
num komu aftur negativ.
Orsøkin til, at eitt barn fær
systiska fibrosu er, at bæði
foreldrini bera sjúkuelvandi
genið í sær. Wise var ikki
ein berari av systiskari fi-
brosu. Boðini frá læknunum
góvu honum skelk.
Hetta merkti, at hann var
heldur ikki biologiski faðir
at Raul.
Babba?
Wise var longu skildur frá
konuni og hansara fýra
børnum. Hann valdi nú at
taka eina DNA-roynd, ið fór
at vísa, um hann var faðir
at Rawl og hinum trimum
systkinum.
Úrslitini vístu, at hann var
bert faðir at dóttrini - elsta
barnið í 13 ára langa hjúna-
bandinum.
Teir
tríggir
dreingirnir vóru ikki hans-
ara biologisku synir.
– Tað kann ikki sigast í
orðum, hvussu eg kendi tað.
Hetta var sum at uppliva ein
brádligan deyða. Eg kundi
ikki í míni ringastu marru
ímyndað mær, at hon - kon-
an – hevði snýtt meg so
dyggiliga í so mong ár. Mítt
lív fór í knús. Ikki við mín-
um besta vilja skilji eg,
hvussu ein mamma kann
gera hetta móti hennara
hjúnabandi, hennara manni,
hennara børnum og liva í
eini lygn, segði ein sera
snópin Morgan Wise.
Wise, sum framvegis fat-
ar seg sjálvan sum faðir at
dreingjunum, er nú í beisk-
um, drúgvum sakarmáli við
fyrrverandi konu sína. Hann
sigur, at hann vil fegin
hjálpa børnunum. Men ikki
gjøgnum hana. Síðst í mai
mánaði avgjørdi rætturin í
Texas, at hann sleppur ikki
at síggja síni børn, so leingi
sakarmálið stendur við.
Dreingirnir, sum hann
helt vera hansara, teljast
millum túsundtals onnur
ósek offur, sum rekast eftir
í kjalarvørrinum á vaksandi
DNA-ídnaðinum. Bæði í
Evropa og Amerika gera ill-
grunasamir menn sær dælt
av nýggju tøknini - og
kunnu skjótt og lætt fáa
prógv fyri, um teir nú veru-
liga eru biologisku páparnir.
Í USA verða gjørdar fleiri
enn 250.000 royndir árliga,
meðan
15.000
royndir
verða gjørdar í Bretlandi.
Nakrar av hesum royndum
eru sprotnar úr ósemjum um
foreldrarætt og eisini um
arv. Haraftrat eru fleiri av
kundunum giftir menn við
einum illgruna.
Ofta eru úrslitini óynskt
og skelkandi tíðindi. Um-
leið 30 prosent av monnu-
num, ið taka hesar DNA
royndir fáa boðini um, at
teir eru ikki pápar til tað,
teir hildur vera teirra barn.
Granskarar meta, at í tí stóra
høpinum er eitt út av hvørj-
um 20 børnum eru ikki eft-
irkomarar hjá tí manninum,
ið heldur, at hann er fað-
irin.
Sensationalisma
Nýggja gen-tøknin hevur
eisini gjørt vart við seg inn-
an undirhaldsídnaðin. Allan
Gelb er ikki nakar lækni.
Hann kallar seg sjálvan im-
muno-hematologist. Allan
rekur eina alsamt vaksandi
gen-roynd fyritøku í New
York. Hann ger rúgvu av
royndum hvørja viku og nú
hava DNA-royndirnar eis-
ini gjørt hann til eina sjón-
varps-stjørnu. Við stórum
skeggi og brillum er hann
Er babba
pápin?
DNA-royndir vera brúktar sum ong-
antíð áður av pápum í USA og eisini
Evropa, sum vilja vera heilt vísir í, at
babba er ein genetiskur pápi. 30 pro-
sent av royndunum bera boð um tað
øvugta
EDVARD JOENSEN
Glyvrar: Teir byggja eina
nýggja høll uttan fyri
Bakkafrost á Glyvrum. Tað
er ein nýggj saltsøla, sum
skal húsast í bygninginum.
Íslendska felagið Hafnar-
bakki hevur eina tíð selt salt
til føroyingar. Saltið verður
flutt í stórum sekkjum við
Eimskipum til Føroya.
Men nú fer føroyska smá-
partafelgið Hafnarbakki at
selja salt úr eini nýggjari
goymslu á Glyvrum. Eim-
skip í Føroyum er partaeig-
ari og fer at reka nýggju
saltsøluna á Glyvrum.
Linda Gunnlaugsdótti,
stjóri í Eimskip í Føroyum,
sigur, at tey nú fara at flyta
saltið leyst úr Íslandi. Talan
verður um heilar skipslastir
í senn.
Saltið, sum Hafnarbakki
selur, er av Bahama. Tað
verður fyrst flutt úr Caribia
til Íslands og so haðani aftur
til Føroya.
Íslendsk salt-
søla á Glyvrum
Íslendska felagið Hafnarbakki, har Eimskip er partaeigari, fer
at lata saltsølu upp á Glyvrum. Høllin er komin upp at standa
Linda Gunnlaugsdóttir
sigur, at tey hava valt Glyvr-
ar, tí tað liggur so væl fyri
at flyta víðari haðani. Fleiri
virki eru í Eysturoynni, sum
løtt eru at røkka. Og tey
vóna sjálvandi at fáa nógvar
kundar á leiðini, sigur hon.
Linda Gunnlaugsdóttir
veit enn ikki at siga, hvussu
nógv fólk fara at fáa arbeiði
á nýggju saltsøluni. Og prís-
in fyri bygningin leggur hon
ikki í at upplýsa, sigur hon.
Nýggja saltgoymslan á Glyvrum er reist
Mynd: Edvard Joensen
fastur fúsur í sensatións-
hungrandi ‘talk showum’,
har hann almannakunnger
úrslitini fyri fólki, ið tikið
hava royndirnar. Jú meira
skakandi og týnandi úrslit,
tess fleiri hyggjarar eru
tryggjaðir.
Herfyri fingu eini hjún at
vita frá Gelb, ‘live on air’,
at teirra royndir vístu, at tey
vóru bróðir og systir.
Í Bretlandi eru DNA
royndir eisini dagligur kost-
ur. Har finnast sjey starvs-
stovur, sum enska stjórnin
hevur góðkent júst til hetta
endamálið. Umleið 70 pro-
sent av øllum royndum vera
fíggjaðar av barnaverndini
– Child Support Agency
(CSA) - sum roynir at finna
fram til pápar, ið royna at
sleppa undan at rinda barna-
pengar.
Men eisini í Bretlandi
økist tali á illgrunasomum
pápum, ið vilja vita, um teir
nú veruliga eru pápar.
Kundarnir vera mintir á,
hvørjar
avleiðingarnar
kunnu vera, og at ikki ber
til at ógylda úrslitið.
Virðismikið
Enski professarin John
Burn heldur, at DNA-
royndir eisini eru virðis-
miklar.
– Eitt nú, tá móðirin er
rýmd við sínum elskara og
tann náttúrligi faðirin at
barninum vil gera royndir,
ið prógva, at hann, og ikki
omman á mammusíðuni fær
foreldrarættin.
– Tað er serstakliga tor-
ført at halda fast við, at ein
pápi skal rinda barnapengar
í 18 ár, um DNA-kanningar
vísa, at hann er ikki faðirin.
Men samstundis loypir
hetta fjáltur á fólk at hugsa
sær, at skildir pápar kunnu
taka barnið og í loynd fáa
tað DNA-kannað - bert við
tí fyri eyga at sleppa undan
ábyrgd, sigur John Burn.
Sjálvur trýr enski profess-
arin, at økta nýtslan av
DNA-royndum
vísir,
hvussu ússaligum standi
traditionellu familjuvirðini
eru, og hvussu skroypilig
hjúnabond eru nú á døgum.
Burn viðgongur, at talan
er um eymt umráði, men
kortini heldur hann tað vera
lætt at skilja, hví fólk ynskja
at gera nýtslu av DNA-
royndum.
– Tað finnast tey, ið halda,
at vit skuldu aldrin havt
uppdagað so nógv um okk-
ara genir. Men nú ber ikki
til at bakka. Og tá til stykkis
kemur so rættar henda tøkn-
in upp á skeivleikar, sum
hava gingið fyri seg í sera
langa tíð - túsundvís av ár-
um, sigur Burn professari.
Modelmynd