Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 Kæru blaðfólk Ein vælmeint áheitan. Roynið at uppbyggja tykk- ara trúvirði aftur millum føroyingar. Støða tykkara í einum fólkaræðisligum samfelag er so ómetalig. Ja, hon er stutt sagt lívsneyðug, fyri at fólkaræðið skal hava møguleika at vera til. Sum heild haldi eg, at tit hava viðgjørt spurningin um stjórnarviðurskiftini á ein - eg vil ikki siga óseri- øsan hátt - sera grunnan hátt. ) Ein búgvin blaðkvinna/ maður, sum sjálvsagt tekur sítt yrki í álvara, má duga at síggja, at fullveldisætl- anin hjá landsstýrinum eigur ikki at vera einasta grundleggjandi støði undir viðgerðini av spurninginum um stjórnartøðu okkara. Tit verða noydd til at við- urkenna, at t.d. uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg er og verður neyðug at hava við í við- gerðini. Eftir øllum at døma verður tað júst hetta upp- skot, sum fer at verða loysn- in. Øll henda ævinliga upp- afturtøkan og jabbanin um, at alt snýr seg um fullveld- isuppskotið, sum um einki annað var til, má halda upp- at. Tit skulu vita, at við ein- vísu og grunnu viðgerðini av hesum annars funna fressi hjá góða blaðfólkin- um fellur trúvirðið. Takið tykkum nú saman, serstakliga í SVF og ÚF, men eisini í báðum stóru bløðunum. Takið m.a. upp- skotið hjá Javnaðarflokkin- um í álvara. Viðgerið tað eins grundleggjandi, sum tit viðgera fullveldisuppskotið. Tað er eingin sum helst grund til alla tíðina at seta fullveldisuppskotið sum grundarlag fyri kjakinum um stjórnarviðurskiftini. Tað ber til at grava djúp- ari í málið uttan alla tíðina at stara seg blindan í, at tað so avgjørt skal hava grund í miseydnaðu roynd lands- stýrisins at gera nakað, sum ikki hevur undirtøku í Før- oyum. Vilja tit so fegin gera tykkara til, at uppskot lands- stýrisins vinnur frama, so gerið tað sum privatpersón- ar og ikki sum blaðfólk, tað hóskar ikki. Summi tykkara eiga eis- ini at sleppa tykkum undan nykkunum, at tað skal koma rættarsamfelagnum í vanda, um tit onkuntíð lurta eftir fólki, sum vilja rætta tykk- um eina hjálpandi hond, tá tey halda, at tit eru farin av tykkara heilaðu kós sum fjórða statsmaktin at halda kjakinum á einum tryggum støði fólkaræðinum til frama. Vinarliga Hans Jørgensen Fjórða statsmaktin og stjórnarstøða Føroya Men heldur enn at gera meira burturúr tí, at tað nú knappliga er møguligt at tosa saman, so er líkt til, at tað er meira áhugavert hjá ávísum tíðindafólkum aftur at fáa gomlu mørkini og skilnaðin settan uppaftur. Tað er eins og at dialogurin órógvar, og tí verður meira gjørt burturúr aftur at fáa gomlu kendu skotgravirnar endurnðggjaðar, soleiðis at alt verður við tað gamla. Sosialurin vil í blaðnum tórsdagin hava tað til, at eg skal hava sagt, at kósin hjá Bjarna Djurholm, løgtings- manni er ónðtilig. Hetta er beinleiðis skeivt, tí júst samanfallandi áhugamálini hjá m.ø. Bjarna Djurholm og mær sjálvum í sjálv- stýrismálinum vóru orsøkin til, at hetta orðaskiftið gjør- dist áhugavert. Ikki bara fyri okkum í Javnaðarflokkin- um, men eisini fyri so mong onnur. Vóru ikki m.a. Bjarni Djurholm og eg sjálvur so samdir, sum vit hóast alt vóru, so hevði orðaskiftið verið sum øll onnur við keðiligum kegli og álopum hvør á annan. Tað er rætt, at eg við blað- mannin á Sosialinum segði, at ein útseting av ígildis- komanini, sum eisini var frammi eftir annað samráð- ingarumfar, fór ikki at bera til. Hesin spurningur er viðgjørdur og svaraður av donsku stjórnini, sum sigur, at tað letur seg ikki gera. Boðini hesum viðvíkjandi hava verið greið: »Skal full- veldið verða um t.d. 15 ár, so kunnu samráðingarnar verða um 15 ár.« Men røðan hjá Bjarna Djurholm snúði seg ikki um at útseta ígildiskomanina av fullveldinum. Hann mælti til, at vit gera skiftistíðina Journalistiskur baksláttur Ikki sørt av viðmerkingum og samrøðum hava verið í fjølmiðlunum eftir drúgva orðaskiftið um løgmansrøðuna. Tað er væl skiljandi, tí orðaskiftið var ikki bara drúgvt, men eisini bæði áhugavert og konstruktivt. Fyri fyrstu ferð í langa tíð upplivdu vit ein dialog tvørtur um markið millum samgongu og andstøðu. Viðmerkingar: óáhugaverda og fara í staðin málrættað til verka at fyri- reika samfelagið til føroyskt sjálvbjargni bæði politiskt, fyristingarligt og fíggjarligt. Tó skuldi sambært Bjarna eingin ivi verða um, at endaligi spurningurin um føroyskt fullveldi, sum var endaliga málið, skuldi liggja hjá føroyingum og ongum øðrum. Og júst hetta er rættiliga sambærligt við uppskot okkara um eina sjálv- stýrislóg. Seinasta journalistiska plettskotið hjá Sosialinum er so, at ein undiryvirskrift í blaðnum í gjár sigur, at eg skal hava sagt, at nú mugu vit hava sjálstýrismálið loyst, og at Javnaðarflokk- urin er karvandi líka glaður við, hvør loysnin verður. Ja, her skal man veruliga halda sær fast. Flest øll okkara eru samd um, at hetta málið um ríkis- rættarligu støðu okkara má loysast, tí tað fer við allari okkara orku og tíð, og onnur viðurskiftu sleppa ikki framat. Men harfrá til at siga, at Javnaðarflokkurin er kaldur fyri, hvør loysnin verður, er púrasta burturvið, og verður hervið afturvíst. Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina hildið fast um uppskotið til eina sjálv- stýrislóg. Tað er ikki bara alternativið - tað er loysnin. Orðaskiftið á tingi hevur bert styrkt okkum uppaftur meira í trúnni. Jóannes Eidesgaard Eg veit av royndum, at vit skulu ansa okkum at siga nakað við blaðfólk. Hetta eru ofta fólk, sum virka undir trýsti. Tey eru í flestum førum eldsálir, sum við fullari ferð royna at bera góðar søgur út til fólkið. Kanska eru tað hesar um- støður, sum gera, at tey eru sera sárbar. Tey tola ikki, at funnist verður at teimum ella at nakar gevur teimum eina vælmeinta vegleiðing. Tey kenna tað sum uppíblanding í fjórðu statsmaktina, sum alt má gerast fyri at verja. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins Hans Jørgensen, skrivari Javnaðarfloksins EDVARD JOENSEN Gásadalur: Byrjað varð upp á eina smoltstøð í Gása- dali. Kør vórðu flutt niðan, og rørleiðingar til vatnið lagdar. Men so steðgaði ætlanin upp. Orsøkin verður søgd at vera manglandi fígging. Eitt partafelag undir stovnan hevði ætlanir um at gera eina smoltstøð í Gása- dali. Sørvágs Laks setti ein triðing av partapeninginum í felagið. Sjálvandi við tí fyri eyga at fáa smolt frá støðini til alibrúkið í Sør- vági. Gardar Joensen, stjóri í Sørvágs Laks, sigur, at fel- agið flutti kør niðan til Gásadals og setti tey upp har uppi. Hetta var bílig út- gerð, sum var fingin frá øðr- um alibrúki. Alt í alt setti Sørvágs Laks tó einar 100.000,- krónur til, heldur Gardar Joensen. Gardar Joensen er ann- ars ógvuliga lítið hugaður fyri at siga nakað um málið. Tó sigur hann, at tað var manglandi fígging, sum gjørdi, at smoltstøðin í Gásadali ikki varð gjørd lið- ug. Gardar Joensen sigur, at nú aftan á dugir hann at síggja, at tað helst var óklókt at seta kørini upp í Gásadali, áðrenn øll viður- skifti vóru komin upp á pláss. Hann útihýsir tó ikki møguleikanum fyri, at far- ast kann undir aftur verk- ætlanina kortini. Hann hev- ur ikki slept allari vón um at tað kemur ein smoltstøð í Gásadali einaferð. At Gásadalur liggur utt- an vegsamband, er eingin forðing fyri eini smoltstøð, sigur Gardar Joensen. At flyta fóður niðan, og smolt oman aftur,við tyrlu, ber sera væl til. Men sum er hevur Sør- vágs Laks ongan skund við at fáa eina støð har uppi, tí felagið fær tað smolt, brúk er fyri, aðrastaðni. Uppsteðgað smoltstøð Ætlaða smoltstøðin í Gásadali varð av ongum, tí eingin fígging fekst. Ætlanin er tó helst ikki endaligia burturbeind enn Kørini standa óbrúkt á ætlaðu smoltstøðini í Gásadali Mynd: Edvard Joensen Tíðindablaðið Sosialur- in hevur frætt aðrar vegir, at onnur enn Sørvágs Laks meta seg hava sett pening til í Gásadali. Sum skilst, meta fólk, ið hava arbeitt við at seta kørini upp, seg at eiga pening til góða í ar- beiðsløn, sum ikki er út- goldin. Tað var ein av parta- eigarunum í partafelagnum undir stovnan, Jákup Suni Lauritsen, sum hevði sam- ráðingarnar um fíggingina um hendur. Vit hava roynt at fáa orð á Jákup Suna Lauritsen, men hann er staddur uttanlands, og far- telefonin er ikki tøk, verður svarað. MALLA DAM Tey grótu sum pískað, tá ið tey søgdu forvæl við hvønn annan. Tað var sera rørandi at síggja, hvussu góðir vinir øll hesu 33 børnini vóru blivin eftir bert trimum vikum saman. Tað er júst hetta, sum er endamálið við altjóða barnalegunum, ið verða hildnar runt um í heiminum av felagsskapinum CISV (Children International Sommer Villages). Felags- skapurin arbeiðir fyri, at børn og ung úr øllum heim- inum fáa møguleika at læra um mentanina og siðirnir hjá hvørjum øðrum, soleiðis at tey á tann hátt kunnu læra at virða hvønn annan og liva saman í sátt og semju. Í 1998 var barnalega í Trongisvágs skúla fyri 11 ára gomul børn, ið eydnað- ist sera væl. Suðringar vóru ógvuliga hjálpsamir, og eg havi enn samband við nógv, ið siga at tað var tann besta legan, tey nakrantíð hava uppliva. Hetta var fyrstu ferð, ein lega av hesum slag varð hildin í Føroyum. Børnini vóru millum 12-14 ár og búleikaðust í Vestmanna skúla í tíðarskeiðnum 2.-24. juli. Luttakararnir, sum taldu fýra børn og ein leiðari úr hvørjum landi, umboð- aðu 9 ymisk lond: USA, Ca- nada, Holland, Belgia, Spa- nia, Noreg, Svøríki, Ísland og Føroyar. Óvanlig vitjan í Nólsoy Vanligt er til slíkar legur, at tey ið skipa fyri leguni, skulu avgera eitt tema, sum skal mynda leguna. Temaði á hesaru leguni fekk heiti: »Survival in the North Atlantic«. Vit sum fyrireikarar og vertir vildu, at luttakararnir skuldu uppliva nakað, ið ein onga aðra staðni kann upp- liva í heiminum. Tey upplivdu nógv stutt- ligt og spennandi hesar vik- urnar í Føroyum. Tann eina dagin tumlaðu øll 44 í tali úr Vestmanna til Havnar, og eftir bert 2 ð tíma vóru øll komin til far- støðina har vit skuldu møt- ast. Síðani fóru vit yvirum til Nólsoyar við Rituni. Komin til Nólsoyar søgdu vit við tey ungu, at meðan tey vaksnu fóru at fáa sær ein kaffimunn, skuldu tey banka uppá hjá fólki í bygd- ini og biðja um innivist fyri eina nátt – eingin mátti tó vera einsamallur. Vit høvdu ikki gjørt nakra avtalu við nólsoyingar frammanund- an. Tað gingu 10 minuttir, tá kom tann fyrsti bólkurin við 4 ógvuliga nøgdum børnum rennandi inn til kaffistov- una, tey høvdu funnið eitt stað at sova. Eftir einum tíma høvdu øll fingið inni- vist. Børnini vóru eins og vit ógvuliga ovfarin av, at slíkt ber til. Nólsoyingar vóru sera gestablíðir, og tað vóru enn tá nakrar kvinnur ið »gramdu« seg um, at tey eingi børn høvdu fingið. Trivust væl í Vestmanna Vestmanna var eitt vælegnað stað at hava eina tílíka legu, børnini trivust ógvuliga væl, og vestminingar vóru avbera blíðir. Á vestanstevnu vóru lutakararnir bjóðaðir at vera við í skrúðgonguni, og tað hildu øll vera stuttligt. Samstundis fingu tey møguleika at uppliva Vit reypaðu okkum av Føroyum! Í juli mánað í ár var CISV summmar lega í Vestmanna, har 33 børn og 14 vaksin búleikaðust stevnuna við kappróðri, føroyskum klæðum og øllum tí, ið hoyrir til. Tey notu friðin Ein annar túrur varð ein gongutúrur til Skorðastovu í Dølum. Gingið varð úr Saksunardali, og Palli Askham var so hjálpsamur at koma við okkum og vísa veg. Vit høvdu bert tað neyðuga við av mati, og í Skorðastovu var einki wc, so hetta var als eingin luksus túrur. Vit høvdu tað so hugnaligt, sungu, prátaðu og stuttleikaðu okkum saman. Nøkur svóvu í telti, meðan onnur svóvu inni í Skorðastovu. Á vegnum heim aftur vóru øll biðin um at leggja seg niður í græsið, heilt tætt saman, og so varð sagt við tey: „Næstu ferð tit koma til eitt stað við nógvum fólki, larmi og dálking, so hugsið um hesa løtuna í Føroyum. Andið djúpt inn ta frísku luftina, hoyrið áina tutla, fuglarnir láta, seyðin jarma og ikki minst hoyrið friðin“. Í nakrir minuttir segði eingin eitt tað einasta orð - tey notu øll hesa løtuna. Føroyar – paradis á jørð? Eg upplivdi, at tá ið hesir gestirnir vóru her hjá okkum, vildu vit sum fyrireikaðu gera alt fyri at vísa tað besta, ið Føroyar hevur at bjóða uppá. Tað gera nokk tey flestu, men spurningurin er um ein nú eisini í gerandisdegnum virðir tað, ið ein reypar av yvir fyri hesum gestunum? Vit hava ikki tær heilt stóru og nógvu „turistattraktiónirnar“, ið onnur lond vanliga hava at bjóða uppá, men vit hava so nógv annað. Eitt, ið eg meti hevur størri virði enn nakað annað er tað, at vit hava hvønn annan! Vit kundu uttan nakran trupulleika vísa okkara gestum, at nærum alt ber til í hesum landi, tí vit hava hvønn annan. Øll kennast, ella kenna onkran, ið kennur onkran annan, tað var tað, ið hugtók øll. Leiðarin úr USA segði: „Hetta má vera so tætt at Paradís, eitt land yvirhøvur kann koma“ Eg eri púra samd við henni og hóast, at nógv restar í til at Føroyar verður fullkomið, so má tað, samanborið við onnur lond, vera tað besta og tryggasta landi at búgva í í øllum heiminum. Tað skulu vit vera glað yvir og samstundis arbeiða fram ímóti at gera tað enn betri at búgva í Føroyum. Stóra takk til øll tykkum sum hjálptu til at legan eydnaðist so væl. CISV-legan varð í summar hildin í Vestmanna