Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 21 - 1. februar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Toppfundur um neyð Sunnudagin leiðararnir í fleiri afrikonskum londum á einum toppfundi í nigeriska býnum Abuja. Har heitti nigeriski forsetin, Olusegun Obasanjo, á leiðararnar um at arbeiða saman í bardaganum ímóti fátækradøminum í Afrika. Hann vísti á, at Afrika er vorðið fátækari, samstundis sum hin parturin av heim- inum er vorðin ríkari. Obasanjo segði, at afrikonsku londini eiga at vísa umheiminum, at tey eru før fyri at loysa sínar trupulleikar. Formaðurin í Afrikonsku Samgonguni, Alpha Oumar Konare, segði á fundinum, at tað ræður fyrst um at bøta um trygdina í Afrika, tí trygdin hjá fólkinum er avger- andi fyri, at heimsparturin kann mennast, segði hann við teir umleið 40 ríkis- og stjórnarleiðararnar, sum vóru komnir til Abuja. Hermenninir skulu heimaftur Alt fleiri limir í amerikonsku Kongressini krevja nú, at george W. Bush, forseti, skal fara undir samráðingar, sum skulu hava til endamáls at taka teir amerikonsku hermenninar úr Irak. Millum teirra, sum krevja hermeninar heimaftur, er tann kendi senatorurin Edward Kennedy. Hann heldur, at amerikanska hjáveran í Irak er vorðin ein trupulleiki heldur enn ein loysn, og tí vil hann hava forsetan at fara undir fyrireikingar til at taka hermenninar heimaftur. Esward Kennedy sigur, at megnar forsetin ikki at taka tær neyðugu avgerðirnar, eru demokratarnir til reiðar at hjálpa honum. George W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann er sinn- aður at taka hermenninar úr Irak, so skjótt ein iraksk stjórn biður hann gera tað. Hinvegin væntar hann ikki at fáa eina slík áheitan, sigur hann. Oljuøkini norðanfyri stórar áhuga Sambært norska oljufelagnum Statoil hava altjóða olju- feløgini stóran áhuga fyri teimum norðaru olju- og gassleiðunum. Helge Lund, aðalstjóri í Statoil, var ímillum luttakar- arnar á politiska og búskaparliga fundinum í Davos í síðstu viku. Hann sigur við Aftenposten, nógvir av lut- takarunum í Davos vístu orkuspurninginum stóran áhuga, og í tí sambandi kom fram, at áhugin fyri oljuni og gassinum í teimum norðaru økjunum er stórur, sigur hann. Millum annað er stórur áhugi fyri, hvat kann koma burtur úr kanningunum í Barentshavinum. Helge Lund sigur, at árið í fjør fekk fleiri at ivast í, hvussu tryggur flutningurin er úr teimum vanligu olju- økjunum, og tí er áhugin fyri øðrum økjum veksandi. Her snýr tað seg millum annað um tey norðaru olju- økini, sigur aðalstjórin í Statoil. Metstórt arbeiðsloysi Fyri fyrstu ferð síðani ta týsku sameiningina eru meiri enn fimm milliónir týskarar arbeiðsleysir. Í samrøðu við blaðið Bild am Sonntag sunnudagin segði Wolfgang Clement, búskaparmálaráðharri, at um mánaðarskiftið januar-februar hava 4,8 milliónir týskarar einki arbeiði. Samstundis hava lógarbroyting- ar gjørt, at meiri enn 200.000 fólk, sum ikki hava verið skrásett sum arbeiðsleys higartil, tí tey hava fingið almennan stuðul, nú koma upp í arbeiðsloysistølini. – Sostatt hava vit meiri enn fimm milliónir arbeiðs- leys í dag, og so stórt hevur talið ikki verið, síðani land okkara var sameinað, segði Wolfgang Clement. Á ársfundinum í Davos formáddu teir politisku leiðararnir sær lítið ímóti teim- um kendu films- stjørnunum ÁRSFUNDUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Fundarfólkið lurtaði, tá bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, var á røðara- pallinum á politiska og bú- skaparliga toppfundinum i Davos í síðstu vku. Tey sótu eisini kúrr og lurtaðu, tá fíggjarmálaráðharri hansara, Gordon Brown, hevði orðið, og Bill Clinton fekk eisini fólk at lurta eftir sær. Men munandi meiri ferð kom á fundin, tá films- stjørnur sum Angelina Jolie, Sharon Stone, Rich- ard Gere og Gérand Depar- dieu trinu á pallin. Ange- lina Jolie hevur í mong ár verið ein trúgvur stuðul frá ST-barnahjálparstovninum UNICEF, og hon hevur eisini brúkt ein stóran part av sínari inntøku til ymiskt hjálpararbeiði. Í Davos royndi Sharon Stone at savna pengar til bardagan ímóti malaria í Tanzania, og eftir fimm minuttum eydnaðist tað henni at savna eina millión dollarar til endamálið. Tjóðartingsvalið í Irak sunnudagin fekk størri undirtøku, enn tey flestu høvdu væntað IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Sjálvt teir, sum vóru ímóti innrásini í Irak, taka nú undir við, at irakar tóku eitt stórt stig sunnudagin. Eitt nú søgdu talsmenninir hjá Jacques Chirac, forseta og Gerhardi Schrøder, kanslara sunnukvøldið, at irakska fólkið hevur tikið eitt týð- andi stig ímóti demokratii. Í USA og hinum londun- um, sum hava hermenn í Irak, fekk valið størri um- røðu. Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin, Con- doleezza Rice, segði við Fox-sjónvarpið, at sunnu- dagurin var ein stórur dag- ur hjá irakum, tí teir høvdu víst, at teir eru til reiðar at taka við valdinum í land- inum. Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sum alla tíðina hevur verið ein av teimum trúgvastu stuðlun- um hjá USA í Irak, segði, at sunnudagurin var ikki bara ein stórur dagur fyri irakar, men eisini fyri Italia, sum hevur gjørt sítt til at gera valið møguligt. Enn er ikki greitt, hvussu stór valluttøkan var, men almenna valnevndin segði í gjár, at umleið 60 prosent høvdu verið á vali. Luttøk- an var serliga stór í teimum shiamuslimsku økjunum, men í teimum sunnimusl- inmsku økjunum var hon væl minni. Tað komst av, at teir sunnimuslimsku leiðar- arnir høvdu mælt sínum fólki frá at fara á val. Fleiri uppgávur Úrslitið av valinum sunnu- dagin verður ikki greitt fyrr enn um eina góða viku. Tá fáa irakar at vita, hvørji 275 manna tjóðartingið. Tann fyrsta uppgávan hjá tingin- um verður at til nevna for- seta og tveir varaforsetar, og forsetin skal so innan 14 dagar finna ein forsætisráð- harra. Hann skal so skipa stjórn innan fýra vikur. Men tann týdningar- mesta uppgávan hjá ný- valda tinginum verður at orða eina nýggja irakska grundlóg. Tað arbeiðið skal verða liðugt innan 15,. august, og tveir mánaðir seinni verður fólkaatkvøða um grundlógina. Verður lógin góðtikin, verður aftur tjóðartingsval tann 15. desember í ár. Stjørnurnar stjólu myndina Eitt stórt stig Hesin maðurin var á einum valstaði í býnum Baquba og greiddi atkvøðu