týsdagur 1. februar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 1. februar 2005
3
500 tunnur til børn og vaksin
– Okkara tunnur eru
góðar. Tær brotna ikki
við fyrsta slag, sigur
Páll Skýlindal, sum í
trý ár hevur selt tunn-
ur á MJ Saltsøluni
FØSTULÁVINT
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nú nærkast til føstulávint.
Og fyri mong vaksin og
børn merkir tað, at tunnur-
nar nú skulu fáast til vega.
Ein teirra, sum hevur søl-
una um hendi er MJ Salt-
sølan, sum í ár hevur bílagt
500 tunnur í trimum stødd-
um til landið.
Tunnurnar komu til landið
fyrr í farna mánaði úr
Norðurnoregi, og longu nú
eru tær allar flestu seldar.
– Eg meti, at vit hava
einar 100 eftir sum nú er,
sigur 20 ára gamli Páll
Skýlindal, sum m.a. tekur
sær av søluni av tunnunum
hjá MJ Saltsøluni.
Saman við einum øðrum
starvsfelaga er Páll til
arbeiðis hjá fyritøkuni, sum
heldur til á Vestaru Bryggju
í Havn. Har ger hann alt
møguligt – m.a. koyrir hann
trukk,
gravimaskinu,
umframt tað at hann selur
salt og tunnur.
Ikki bara sesongvøra
Hjá eini fyritøku er tað altíð
at spennandi at vita, hvussu
sølan av eini vøru gongur
ár eftir ár – eisini tá talan er
um tunnur til tunnusláing.
Tunnur verða jú fyri ein
stóran part bert seldar nú í
føstulávints-sesongini, men
Páll sigur kortini, at tað
koma javnan fólk og spyrja
um tunnur aðrar tíðir av
árinum.
– Hetta eru fólk, sum
ynskja at salta ymiskt niður
í okkara tunnur. Og tað
vísir seg tí, at hóast vit ikki
selja allar tunnurnar bein-
anvegin, so er eingin tunna
eftir, tá summarið er komið,
sigur hann.
Fyri at lætta um hjá teim-
um, taka teir ikki ímóti bí-
leggingum av tunnum. Skal
ein vera vísur í at fáa eina
tunnu, er neyðugt at gjalda
fyri hana frammanundan.
Fyrst tá, verður hon løgd til
viks. Til ber eisini at keypa
tunnur á staðnum.
Tað er serliga skúlar,
barnagarðar, virkir, feløg
og stovnar sum keypa sær
tunnurnar, men eisini ar-
beiðsfólk á virkjum og fyri-
tøkum taka seg saman og
keypa eina tunnu í felag.
Tað
finnast
tríggjar
støddir av tunnum, og tí er
gjørligt at fáa tunnur, bæði
til vaksin, stór børn og til
tey smæstu børnini.
– Hetta eru góðar tunnur,
skal eg siga tær. Tær eru
ikki sum onkrar aðrar, sum
brotna vit fyrsta slag!, sigur
Páll.
Flakamaskinurnar,
sum vórðu settar upp
til at arbeiða gulllaks
við á virkinum hjá
Føroya Fiskavirking í
Mivági, verða fyrsta
dagin fluttar til Vágs
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Miðvági:
Føroya Fiskavirking fer nú
at gera seg út til at arbeiða
gullaks á virkinum í Vági.
Maskinurnar verða fluttar úr
Miðvági til Vágs fyrsta
dagin.
Fyri einum trimum árum
síðan gjørdi Føroya Fiska-
virking eina rímiliga stóra
íløgu í flakamaskinur, sum
skuldu skera gulllaksafløk.
Maskinurnar vórðu settr up
í Miðvági, men vóru bara í
gongd eina stutta tíð. Eing-
in gulllaksur varð arbeidd-
ur á virkinum í Mivági í
fjør, og nú verður maskin-
urnar tiknar niður og fluttar
til Vágs.
Meinhard Jacobsen, stjóri
á
Føroya
Fiskavirking,
sigur, at grundin til at gjørt
er av at flyta maskinurnar til
Vágs, er tann, at tey vænta
at kunna fáa meira burtur úr
gulllaksaframleiðslu í Vági,
av teirri grund, at tað eru
betri goymsluviðurskifti á
virkinum í Vági, enn tað er í
Miðvági.
Gulllaksur verður fram-
leiddur til goymslu, sigur
Meinhard Jacobsen. Stórar
nøgdir í senn, og so verður
avskipað so hvørt, selt
verður.
Í fjør varð eingin gull-
laksur arbeiddur í Mivági
yvirhøvur, tað komst av,
sigur stjórin á Føroya
Fiskavirking, at marknað-
urin var so vánaligur. Doll-
arin var veikur, og tí fekst
ov lítið burturúr. Tað liggja
enn eini 200 tons av gull-
laksavørum á goymslu í
Miðvági.
Meinhard Jacobsen sigur,
at tey í løtuni arbeiða við at
leggja til rættis eina ar-
beiðsætlan fyri saltfiska-
framleiðsluna, sum vænt-
andi nakað skjótt fer at
byrja í Vági. Finnast skal
fram til, hvørjar maskinur
skulu brúkast. Um okkurt
skal keypast, og hvussu
uppseting og slíkt skal
gerast. Fólk er sett, sum nú
skal setast inn í tingini, áðr-
enn farið verður í gongd.
Páll Skýlindal hevur í trý ár
selt tunnur hjá MJ
Saltsøluni. Í ár bíløgdu teir
500 tunnur, men nú eru bert
einar 100 eftir
Mynd: Jens Kr. Vang
Gulllaksamaskinur-
nar til Vágs
Gulllaksamaskinurnar, sum hava staðið á virkinum hjá
Føroya Fiskavirking í Miðvági, verða nú fluttar til Vágs, har
tær skulu setast upp á gamla Polarfrost
Mynd: Edvard Joensen