Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 21 - 1. februar 2005 Vágarnar, Sundalagið og Kvívík standa fyrst fyri í útbyggingunum hjá Televarpinum, og áðrenn nakað hendir í Suðuroy, skulu fleiri kanningar gerast TELEVARPIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Útbyggingarnar av netinum hjá Televarpinum halda fram, og í hesum árinum ætlar Televarpið sær fyrst og fremst at arbeiða við at fáa Vágarnar, Sundalagið og Kvívík upp í sítt net. Ikki fyrr enn tað er gjørt, kemur Suðuroyggin inn í myndina. Menningarstjórin hjá Føroya Tele, Tróndur Djur- huus, nevndi á fundi í Suðuroynni í farnu viku møguleikarnar fyri, at Tele- varpið bygdi út í Suðuroy. Men sambært stjóranum Televarpinum er ikki ítøkiligar ætlanir um hetta enn. – Vit hava gjørt eina ætl- an fyri, hvussu vit fara at byggja út, og hesa ætlan halda vit okkum til, sigur Laila Hentze. – Vit fara sjálvandi at kanna møguleikarnar fyri at fara til Suðuroyar eisini, men áðrenn vit kunnu siga nakað um tað, mugu vit gera tær somu kanningar- nar har, sum vit hava gjørt alla aðrastaðni, sigur Laila Hentze. Tað er tí ikki sannlíkt, at Televarpið verður at síggja í Suðuroynni í bræði. Kundaskarin veksur Televarpið hevur fleiri enn 4000 kundar í síni skipan, og talið á kundum veksur støðugt. – Vit fáa nýggjar kundar á teimum nýggju støð-un- um, sum vit byggja út, men vit kunnu eisini fegnast um, at vit fáa støðugt fleiri kundar á teimum støð- unum, sum vit hava verið í longri tíð, sigur Laila Hentze. P/F Televarpið var stovn- að í juli mánaði 2003 og fór at senda í desember mánaði sama á. Føroya Tele er ein- asti partaeigarin í Televarp- inum. P/f Televarpið er eitt sølu- og útbreiðslufelag við egnari tele-konsessión frá Vinnumálaráðnum. Tele- varpið sendir útlendskar sjónvarpsrásir á sínum egna netið, umframt at Tele- varpið eisini hevur sína egnu rás. Í nevndini sita Andras Róin, formaður, Heini Joensen og Reidar Nón- fjall. Ríkið hevur annan leiklut POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ríkisumboðið í Føroy- um er sjáldan til staðar á løgtingsfundinum, hóast umboðið hevur rætt at vera har. Tað vísir uppgerðin yvir uppmøting, sum er gjørd við grundarlagi í gerabókini hjá løgting- inum. Birgit Kleis var í seinna hálvári í fjør til 14 av 38 løgtingsfund, og í hinum 24 førunum var einki at síggja til umboðið hjá ríkinum í Føroyum. Fyri 30 og 40 árum síðani spældi ríkisum- boðið í Føroyum ein nógv meira virknan leiklut í umsitingini av føroyska samfelagnum, og tað hoyrdist eisini aftur á løgtingi, har til dømis Mogens Vahl í heilum var við í við- gerðini av ymsum málum. Men síðani vælferðar- økini eru yvirtikin og blokkstuðulin varð veruleiki, er leikluturin hjá ríkisumboðnum broyttur. Nú snýr tað seg mest um at fylgja við í tí, sum hendir í føroyska samfelagnum, og rap- portera tað heim til myndugleikarnar í Dan- mark. Hetta sæst tí eisini aftur í, hvussu virkið ríkisumboðið er í løg- tinginum, tí síðsta hálva árið var Birgit Kleis bert til ein triðing av teimum 38 tingfundunum. Útsettur fundur mikukvøldið Fyrsti veruligi fundurin hjá nýggja býráðnum í Klaksvík verður miku- kvøldið kl. 18.00. Fund- urin skuldi vera í síðstu viku, men varð útsettur av praktiskum orsøkum. Á fundinum hesaferð snýr skráin seg fyri ein stóran part um val av limum í nevndir, ráð og stýri. Tað eru Tjóðveldis- flokkurin og Fólka- flokkurin, sum hava gjørt avtalu um sam- starv fyri næstu árini, og Steinbjørn O. Jacobsen heldur fram sum borg- arstjóri. Jákup Mikkelsen er varaborgarstjóri, og meirilutin ætlar at bjóða minnilutan annan vara- borgarstjóran. Skráin fyri býráðs- fundin verður løgd á heimasíðuna hjá Klaks- víkar kommunu áðrenn fundin. Formaðurin í stýrin- um fyri Listasavnið vil hava eitt umboð í stýrinum at siga seg frá, tí tagnarskyldan er brotin, og hann vil hava alt málið um nýggjan leiðara at ganga umaftur LISTASTRÍÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stríðið, sum seinastu vik- urnar hevur verið millum limirnir í stýrinum fyri Listasavn Føroya, stendur nú í ljósum loga. Hóskvøldið helt ein meiriluti í stýrinum fast við, at Helgi Fossádal skuldi setast í starvið sum leiðari fyri Listasavn Før- oya, men tað gingu bara nakrir tímar, so var for- maðurin í stýrinum klárur við eini hvassorðaðari frá- boðan. Í hesi fráboðan rør for- maðurin fram undir, at tagnarskyldan í stýrinum er brotin, at ein stýrislimur skal siga seg úr stýrinum, og at alt málið skal ganga umaftur. Landsstýrismaðurin við mentamálum, sum hevur fingið tvær áheitanir um at leggja upp í málið, vil ikki nerta málið, tí hann heldur, at talan er um ein sjálvs- ognarstovn við einum stýri, sum landsstýrismaðurin ikki skal taka avgerðir fyri. Meirilutin og formaðurin Fimm fundir hava verið hildnir um setanina av nýggjum leiðara fyri Lista- savn Føroya, men støðan hevur alla tíðina verið tann sama. Eini meirluti á tríggj- ar limir hevur viljað sett Helga Fossádal í starvið, meðan formaðurin hevur verið ímóti hesum, tí hann heldur, at Helgi Fossádal ikki lýkur treytirnar í lýs- ingini eftir leiðara. Formaðurin í stýrinum, Gunnar Hoydal, vil hava ein listfrøðing við útbúgv- ing í leiðarastarvið, men hann hevur staðið einsa- mallur við hesi hugsan, tí bæði innstillingarnar og meirilutin í stýrinum hava vilja havt Helga Fossádal í starvið, hóast hann ikki hevur listfrøðisliga útbúgv- ing. Viðtøkurnar fyri Lista- savnið siga greitt, at tað er stýrið fyri savnið, sum setir leiðaran. Og avgerðir í stýr- inum verða tiknar við van- ligum meiriluta. Men hóast hetta hevur formaðurin í stýrinum ikki vilja boygt seg, tí hann heldur, at krøv- ini í lýsingini og nú almenni starvssetanar- politikkurin hava størri týdning. Alt skal ganga umaftur Eftir at Útvarpið fríggja- kvøldið boðaði frá, at nú var leiðarin fyri Listasavn Føroya settur, og hann verður Helgi Fossádal, samstundis sum listfrøð- ingurin á savninum, Inger Smærup Sørnsen, heldur fram í sínum starvi. Hetta fekk formannin í stýrinum at ressast, og hann sendi stutt aftan á eina fráboðan til fjølmiðlarnar, har hann kravdi, at alt málið gekk umaftur. – Eitt høvuðskrav er, at allar umsóknir verða við- gjørdar í trúnaði. Men longu morgunin eftir fyrsta fundin í setanarnevndini, sum í hesum føri er stýrið sjálvt, varð trúnaðarskyld- an brotin og tíðindi borin í fjølmiðlunum, hvat var farið fram á fundinum, staðfestir formaðurin mill- um annað í fráboðanini. – Eitt annað týðandi krav er, at avgerðin ikki skal kunngerast alment, fyrr enn allir umsøkjarar hava fingið boð um avgerðina. Men aftur hesa ferð hendi tað: Dagin eftir fundin, og áðrenn tíð hevði verið at skriva umsøkjarunum bræv, varð málið viðgjørt alment í útvarpi og sjónvarpi, í hesum føri enntá við navn- inum á tí, sum hevði sagt frá, hvat var hent á fund- inum. – Eg kann sum formaður í stýrinum, umboðandi Mentamálaráðið, undir ongum umstøðum vera við til eitt so opið brot á grund- reglurnar í málsviðgerðini. Eg fari tí at krevja, at tann, ið hevur brotið trúnaðin, sigur seg úr setanarnevnd- ini, og at nýggj vigerð fer fram av øllum málinum, sigur Gunnar Hoydal. Nú kókar á Listasavninum Televarpið bíðar við Suðuroynni – Vit fáa nýggjar kundar á teimum nýggju støðunum, sum vit byggja út, men vit kunnu eisini fegnast um, at vit fáa støðugt fleiri kundar á teimum støðunum, sum vit hava verið í longri tíð, sigur Laila Hentze, stjóri í Televarpinum Formaðurin í stýrinum fyri Listasavn Føroya er nú í opnum stríði við meirilutan í stýrinum. Formaðurin vil hava ein lim í stýrinum at siga seg frá, tí tagnarskyldan er brotin Mynd: Jens Kristian Vang