Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 21 - 1. februar 2005 Krúnborg við størstu svartkjaftalastini nakrantíð – Hetta er fyrstu ferð, síðan Krúnborg varð longd í fjør heyst, at skipið er komið aftur fult undir lúkurnar, sigur Petur H. Jacob- sen, sum væntar, at hetta verður størsta lastin hjá einum pel- agiskum fiskiskipi í Norðuratlantshavi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vóru Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum hesa- ferð vóru fyrstu skipini, ið rendu seg í svartkjaft í ES- sjógvi suður úr Írlandi. Finnur Fríði man nú hava fingið uppí á øðrum túrin- um, og hjá Tróndi í Gøtu man fara at líða væl at fáa uppí aftur - eisini á øðrum túrinum, síðan tey bæði skipini fóru suður á hesar leiðir at royna. Onnur skip fylgdu eftir teimum, og í gjáramorg- unin kom Krúnborg á Fuglafjørð við fullari last. Hetta er samstundis fyrsti túrurin hjá Krúnborg við fullari last, síðan skipið varð longt í fjør heyst. – Eftir leingjanina var skipið fyri tað mesta á makrelveiði, og tí er hetta fyrstu ferð, at Krúnborg er komin til lands við fullari last. Petur H. Jacobsen, reiðari, sigur, at teir eru ikki so lítið spentir upp á, hvussu lastin fer at hildnast nú eftir leingjanina. – Í kvøld ella í morgin fáa vit so at vita, hvussu lastin hildnaðist, segði reiðarin, tá ið vit høvdu hann í telefonini í gjáramorgunin. Reiðarin væntaði, at last- ar Krúnborg tað, sum út- rokningarnar siga, verður hetta samstundis størsta lastin hjá einum pelagisk- um skipi her í Norðurat- lantshavi, nevniliga 3.200 tons. Góður fiskiskapur Sum skilst, hava norðmenn eitt skip, sum er størri enn Krúnborg, men hesin bátur- in, sum kallast Libas, fiskar mest makrel og sild til matna. Tí eru nøgdirnar, sum Libas førir til lands, ikki so stórar sum hjá Krúnborg, ið landar svart- kjaftin til ídnað. Petur H. Jacobsen sigur, at tað tók manningini um- borð á Krúnborg umleið hálvt triðja samdøgur at fylla skipið. – Jú, hetta er góður fiski- skapur, og tað skuldi tað helst eisini verið, tí hetta er besta tíðin til svartkjaft. Reiðarin sigur, at svart- kjafturin plagar at taka seg upp á hesum leiðum, og sum tíðin líður, gongur hann norður yvir - norður ímóti St. Kilda og norður higar í føroyskan og ís- lendskan sjógv. – Gongst, sum ætlað, kann væntast, at pelagisku skipini fara at liggja á svartkjaftinum til einaferð tíðliga í summar. Síðan verður farið á sildaveiði, sigur hann. Menn spentir Petur vísur á, at svartkjafta- fiskiskapurin royndist held- ur svikaligur í seinnu helvt av 2004, og tí eru vit rætti- liga spentir eftir at síggja, hvussu verður í ár. Hann staðfestir, at í løt- uni er líkt til, at gongdin verður hin sama, sum und- anfarin ár, og hann vónar, at árið fer at hildnast við svartkjaftinum - eisini í tí annars slakaru tíðini, tá ið besta tíðin er av. – Tað vísti seg, at hóast nógvur svartkjaftur var at síggja í seinnu helvt av 2004, so stóð hann ikki so tættur - og viðhvørt stóð hann longur uppi í sjónum enn vanlig. Tí hildnaðist hesin parturin av árinum ikki so væl, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari.0 - Rækjutrolarin Sól- borg hevur kostað okkum einar 20-25 miljónir krónur sein- astu 3-4 árini, og tí er ikki vist, at skipið verður í flotanum, tá ið hetta árið er liðið, sigur Petur H. Jacob- sen, reiðari, sum held- ur, at landsstýrið bara dregur málið út um at veita rækjuflotanum eina hjálpandi hond RÆKJUFLOTIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rækjutrolarin, Sólborg, er í Eysturgrønlandi. Skipið hevur fiskað í einar tríggjar vikur og hevur umleið 120 tons í lastini. Petur H. Jacobsen, reið- ari, sigur, at fiskiskapurin hevur verið misjavnur. Onkran dagin hava teir fingið eini seks tons, og aðrar dagar hálvt annað tons. Men samanlagt, síðan Sólborg byrjaði at fiska í grønlendskum sjógvi, hev- ur veiðan verið á eini leið. Keypa kvotur Kvotan hjá rækjutrolarun- um undir Eysturgrønlandi er 115 tons, men við tað, at tvífalt so nógv loyvir eru givin, sum skipini eru í løt- uni, hava nøkur rækjuskip keypt sær eykakvotur. Tað hevur reiðaríið hjá Sólborg eisini gjørt, og tí kunnu teir fiska umleið 230 tons í Eysturgrønlandi. Sum skilst, fara teir at royna at fiska alla kvotuna á hesum túrinum og við tí fiskiskapi, sum hevur ver- ið, væntar reiðarin, at skip- ið verður har yviri einar tríggjar vikur aftrat. Nú rækjuflotin er so illa fyri - og fá skip eru eftir í flotanum, er spurnartekin sett við, hvussu rætt tað er, at reiðaríir, sum eigar kvot- ur undir Eysturgrønlandi, men eingi skip, skulu sleppa at selja hesar kvotur til tey skipini, ið eftir eru. Spurningurin er, um hesar kvotur ikki skuldu fallið til tey skip, sum eru í flotanum - ókeypis. Petur H. Jacobsen heldur, at nakað kann vera um hetta, tí tað kostar fitt av peningi hjá rækjuskipun- um, sum eru í flotanum, at skula keypa hesar kvotur. Sum skilst, kann eitt reiðarí, sum eigur kvotu í Eysturgrønlandi, selja hesi rættindi fyri umleið hálva miljón. – Tað hevði kanska verið bíligari hjá okkum bara at lagt skipið og selt kvotuna, sigur Petur H. Jacobsen. Úr "lummanum" Hann vísir á, at Sólborg hevur kostað reiðarínum einar 20-25 miljónir krónur - eftir reyv - seinastu 3-4 árini, og spurningurin er, hvussu leingi nakar kann ella tímir tað. – Hetta hevði slett ikki gingið hjá okkum, um vit ikki høvdu Krúnborg, sigur reiðarin. Spurdur, um hann væntar, at Sólborg verður í flotanum við ársenda 2005, sigur hann, at tað er ógvu- liga ivingarsamt, um ikki eitt hvørt hendir sum ger, at raksturin verður batnar. – Nei, tað er ikki vist, at Sólborg fiskar undir før- oyskum flaggi um eitt ár. Petur vísir á, at lands- myndugleikarnir hava tosað um at veita rækjuflotanum ein bata, men hann heldur ikki, at teir meina nakað við hetta, tí tað hendir einki. – Hetta málið verður drigið út, og nú siga teir, at avgerðin skal bíða til eftir fólkatingsvalið - hvat so hetta valið hevur við málið um rækjuflotan at gera. Eingin vilji Reiðarin fer so langt sum at siga, at landsmyndugleikar- nir helst vilja bíða við eini hjálpandi hond, til einki rækjuskip er eftir í flot- anum. – Og tá verður jú ikki neyðugt við nøkrum sum helst, tí tá hava vit ongan rækjuflota eftir. Tá eru eisini tey skipini farin, sum vit í dag hava eftir. Petur heldur, at fígging- arstovnarnir hava ikki vilj- að "langað til", sum hann tekur til, so leingi lands- stýrið sigur seg vilja hjálpa rækjuflotanum, men spurn- ingurin er, hvussu leingi vit - og teir - kunnu bíða aftrat. Reiðarin dugir annars ikki at síggja, at nøkur útlit eru fyri árið í ár sum benda á, at raksturin hjá rækju- flotanum fer at batna. – Rækjuprísirnir eru framhaldandi lágir, og oljan er dýr. So, útlitini eru vána- lig, um einki verður gjørt, sum kann lyfta undir rakst- urin, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari. Ikki vist, at Sólborg er í flotanum við ársenda - Rækjuprísirnir eru framhaldandi lágir, og oljan er dýr. So, útlitini eru vánalig, um einki verður gjørt, sum kann lyfta undir raksturin, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari Mánamorgunin kom Krúnborg á Fuglafjørð við størstu svartkjaftalastini, sum nakrantíð er løgd upp til eitt virki í Norðuratlantshavi Mynd: Jan Müller Sláa tunnu og dansa í Hvalba Leygarkvøldið verður stórt føstulávintshald í Hvalba FØSTULÁVINT Áki Bertholdsen Nú leygarkvøldið 5. febr., verður stórt tiltak í Roynhøllini í Hvalba í sambandi við at tað nú er føstulávint. Kl. 15 leygardagin, fer mannfólkið at sláa tunnu. Og klokkan 19.30 verður borðhald í Roynhøllini við heitum mati og har fer so konufólkið at sláa tunnu. Erling Eysturoy og Tor- gerð Suðuroy halda lív í borðhaldinum og plagar at borga fyri góðum skemti. Eftir borðhaldið spælir bólkurin " Ein blanding" til dans. Atgongumerkið til til- takið fáast til keyps í Roynhøllini í annað- kvøld, mikukvøldið frá klokkan 20-21. Atgongumerkið til tunnusáttur,borðhald og dans kosta 200 krónur. Atgongumerki bara til dansin kosta 100 krónur.