Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 7 Vit fáa alt ov lítið burturúr okkara fiskitilfeingi, heldur Johan Mortensen, vinnulívsmaður og fiskaseljari VINNULÍV Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo – Vit fáa alt ov lítið burtur- úr okkara fiskitilfeingi. Tað heldur Johan Mor- tensen, vinnulívsmaður og fiskaseljari í eini 25 ár. Hann heldur, at støðan í Suðuroynni í dag er ikki ein støða, sum er serstøk fyri Suðuroynna. – Støðan í Suðuroy er ein spegilsmynd av støðuni hjá vinnuni í øllum landinum. Kreppan er bara fyrst kom- in til sjóndar í Suðuroynni. Og at vit eru á veg í eina kreppu, ivast vinnulívs- maðurin ikki í, tí tað allar- mesta av fiskivinnuni gevur hall. – Heldur hendan gongdin fram, verður ongin flaka- vinna eftir á landi í Føroy- um um 10 ár. Í fyrsta lagi hava lønir og annar kostn- aður gjørt tað ov dýrt at hava flakavinnu á landi og í øðrum lagi tímir ongin at arbeiða í flakavinnuni og tí eru flakafólk eitt fólkaslag, sum er við at doyggja út. Sostatt hava vit eina høv- uðsvinnu, sum ongin tímir at arbeiða í. – Samstund eru tað einir 60 føroyingar, sum lesa til løgfrøðing! Her er ongin samanhangur í heldur Johan Mortensen. – Ístaðin fyri flakavirki á landi, fara vit at fáa stórar verksmiðjutolrarar, sum skera fiskin umborð. Og harafturat er tað ógvuliga sannlíkt, at hesir trolarar fara at verða mannaðir við fólki úr láglønarlondum. – Skal gongdin venda, verður neyðugt at gera tað meiri lokkandi at arbeiða á fiskavirkjum. Eg havi verið á fiskavirkjum í Póllandi. Har eru tað akademikarar, sum sita í leiðslunum á fiskavirkjunum. Har eru virkini fult á hædd við okk- ara, men arbeiðsfólkið fær ikki meiri enn 1500 krónur í løn um mánaðin. Hetta er tað, vit kappast ímóti, antin vit vilja ella ikki. Hann heldur, at tað er ikki ein spurningur um hetta er ynskiligt ella ikki. – Hetta er eitt rák, sum er allastaðni í verðini og hetta er eisini ein avleiðing av al- heimsgerðini. So antin vit vilja ella ikki, eru vit ein partur av hesi gongdini. Johan Mortensen sigur, at føroyingar gera heldur ikki nógv fyri at venda gongdini. – Stjórin í Fiskavirking hevur ferð eftir ferð víst á, at kappingarførið hjá føroy- ingum er ikki nóg gott, men hann verður tagdur í hel. – Men veruleikin er, at vit noyðast at taka spurn- ingin um kostnaðarstøðið upp og ein máti er avgjørt at lækka beinleiðis skattin av lønum so at vit koma niður á sama støði sum londini, vit kappast ímóti. Fiskasøluarbeiðið dottið niðurfyri Hann heldur eisini, at vit fáa alt ov lítið fyri okkara fiskavørur. Fiskasøluarbeiðið er at kalla dottið niðurfyri og fiskasøluarbeiðið er nú bara ein viðfáningur av tí, tað var, tí onki fólk er eftir á Fiskasøluni. Fyrr arb- eiddu eini 60-80 fólk við at selja fisk. Nú kunnu tey teljast á hondunum. Fyrr var so stórur áhugi fyri marknaðarrøkt, at landsstýrið hevði Trygva Johansen búsitandi í Italia, har hansara arbeiðið burt- urav var at røkja marknað- in. Eisini tað datt niðurfyri. – Skulu vit koma okkum aftur, mugu vit hava eina væl útbygda fiskasølu, sum kann røkka smáum markn- aðum og smáum keyparum. Ìstaðin fyri binda vit okk- um til nakrar heilt fáar, stórar keyparar, sum at kalla áseta prísin sum teir vilja. Og so eru flutnings- møguleikarnir alt ov vána- ligir. – Allir grannar okkara flugva fisk á marknaðin hvønn dag. Íslendingar flúgva fisk fleiri ferðir um dagin á marknaðin, so eis- ini á hesum øki eru føroy- ingar hopleysir eftirbátar. Johan Mortensen heldur tí, at landssstýrið átti onki minni enn at álagt Atlants- flog at flogið við fiski úr føroyum. – Gevur tað hall í fyrst- uni, eigur landskassin at spjaða til. Hann sigur,at Atlantsflog er eitt alment felag, sam- stundis sum landsstýrið ikki vil loyva fríari kapping á økinum. Tí eigur landið eisini at áleggja Atlants- flogi at flúgva við feskum fiskavørum úr Føroyum, heldur hann. Annars má landsstýrið loyva kapping á økinum. – Ein fiskaseljari í Dan- mark kann ferðast Evropa runt fyri nakrar hundrað krónur við einum lágprís- flogfelagi. Tað er ein for- treyt fyri at kunna røkja marknaðin. Annars heldur hann eis- ini, at tað er eitt frálíkt hug- skot at lata nýggja Smyril sigla ein túr úr Føroyum til Aberdeen hvørt fríggja- kvøld. – Tað hevði verið eitt ótrúligt frambrot, tí tað ger Føroyar nógvar ferðir størri. Tað bøtir ikki bara um flutningsmøguleikarnar í sambandi við fisk, men tað er eisini ein rættiliga stórur vinningur fyri ferða- vinnuna, einahelst í Suður- oy. Tí var tað var ein óbóta- gerð at niðurleggja hana fyri einum 8-10 árum síð- ani. Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nøkur loysn at seta gamla Smyril í hesa sigling, tí biladekkið er er ov lágt og tí er hann ikki tíðarhóskandi. Skal so tað almenna kappast ímóti hinum før- oysku flutningsfeløgunum? – Hvat er eftir av før- oyskum flutningsfeløgum? Skipafelagið er selt íslend- ingum og útlendingar eiga eisini ein stóran part í Smyril Line. – So eg fer landið upp í flutningskervið, er tað ikki so stór kapping við aðrar føroyingar, heldur Johan Mortensen. – Høvdu vit fingið loft- vegis farmaleið við fiski og beinleiðis flutning úr Suð- uroy, hevði tað verið eitt heilt munandi stig fram ímóti at ment fiskivinuna aftur, ikki minst í Suðuroy. Hann heldur eisini, at vit gera alt ov lítið fyri at granska í fiskamati. Vit eru matvøruframleiðarar burt- urav, men vit hava onga matvørugransking og vit hava ongan gastronomiskan stovn. Vit gera ikki kóki- bøkur við fiskamati. Held- ur ikki á flogvøllinum er nakar handil við føroyskum fiski.Vit gera rætt og slætt onki fyri at lýsa við fiska- mati. – Vit hava heimins bestu rávøru, men vit gera onki við hana. Serliga nú markn- aðurin er vánaligur, er tað meiri neyðugt enn nakran- tíð at gera nógv fyri at marknaðarføra fisk. Neyðugt at broyta hugburð Annars heldur Johan Mor- tensen, at tað er eisini neyð- ugt at føroyingar broyta hugburð. – Á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum "Dýrir dropar", helt ein búskaparfrøðingur fyri, at fara føroyingar und- ir at bryggja sterkt, hevði tað ikki munað nakað ser- ligt, tí tað hevði ikki kastað meiri av sær enn einar 10 milliónir til samfelagið. – Men eitt virki í Suður- oy sloppið at bryggja brennivín burturúr tí reina vatninum úr Sumbiarberg- holinum høvdu einar 10 milliónir í umfar av tí virk- seminum, havt sera stóran týdning í Suðuroy. So tað er avgjørt vert at taka við, heldur enn at leggja tað á borðið hjá einum útlendsk- um bryggjaríi. Annars heldur Johan Mortensen, at tað er eisini neyðugt at einskilja tað, sum einskiljast kann. – Tað eru bara flogvøllur- in í Vágum og tann í Rønne, sum eru eftir á al- mennum hondum. Allir aðrir verða riknir á privat- um hondum. Tað skal flog- vøllurin í Vágum eisini verða fyri at sleppa tí al- menna burturúr øllum haft- um. Verður flogvøllurin á privatum hondum, verður hann rikin á handilsligum grundarlagi. Tað verður flogvøllurin í Vágum ikki, tí har eru alt ov fáar tænast- ur til ferðafólk, ongir hand- lar, ongin tollfrí søla, ongin barr og onki annað, sum hoyrir einum nútíðar flog- vølli til. Tað, sum hendir í Føroy- um er, at búskapurin dettur sundur í stórum bitum. Alingin er farin, farma- skipaflotin og farin og flakavinnan er við at fara sama veg. Minst 100 milliónir Hann heldur eisini, at skulu vit fara undir gransking, skulu vit gera okkum greitt, at vit skulu brúka minst 100 milliónir um árið, annars er tað bara fjas. – Tað eru ikki meiri enn eini 10 ár síðani, at stóra, íslendska felagið, DeCode, ætlaði at fara undir gransk- ing í Føroyum, men tað vildu føroyingar ikki av politiskum orsøkum. Hin- vegin hevur Decode vunnið milliardir til íslendska sam- felagið hesi seinastu árini. Men tað mest grund- leggjandi av øllum er at vit taka fullveldið. Á eini ráð- stevnu í Norðurlandahúsi- num nakað síðani, segði ein íslendskur serfrøðingur, at fullveldið varð grundarlag- ið undir teirri vælferð, sum íslendingar hava nú. Tey, sum hava skapt tað búskap- araliga undurverk, sum Ís- land er í dag, eru børnini hjá teimum, sum tóku full- veldi. Og eitt tað fyrsta, íslend- ingar gjørdu, varð at gera fría kapping í loftferðsluni og í telesamskiftinum, tí tað mettur teir verða ógvuliga grundleggjandi. Fullveldið ger, at vit noyðast at hugsa øðrvísi. Øll tey skapandi evnini í fólkinum, verða slept leys, tí tá noyðast vit at arbeiða fyri at yvirliva ístaðin fyri at berjast ímóti hvørjum øðrum. Fyri tað kunnu eiga vit at hava tætt samstarv við dan- ir, tí teir eru eitt tað dugna- ligasta fólki í heiminum. Men vit eru í ríkisfelags- skapinum, gera vit alt ov lítið fyri at fáa gagn av hon- um. Eitt nú er tað harmiligt, at ongir føroyingar tóku av innbjóðingi at vera við í japan saman við kongshúsi- num, sigur Johan Morten- sen. Um tíggju ár er ongin flakavinna eftir á landi – Vit hava heimins bestu rávøru, men vit gera onki við hana. Serliga nú marknaðurin er vánaligur, er tað meiri neyðugt enn nakrantíð at gera nógv fyri at marknaðarføra fisk, men tað gera vit heldur ikki, sigur Johan Mortensen