Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 21 - 1. februar 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku komu fleiri áhugaverd lyklatøl. Bú- skaparligi vøksturin í USA í 4. ársfjórðingi gjørdist 3,1%, tað var nakað lægri enn væntað. Sum heild royndist 2004 tó væl í USA, búskapurin vaks 4,4% í mun til 2003. Í Evr- opa varð týskt vinnuálit eitt vet hægri í desembur enn væntað. Tað er tó vónirnar til framtíðina, ið hála vísutalið upp, metingin av núverandi støðuni varð verri enn mánaðin fyri. Úr Týsklandi komu eisini tøl fyri prísvøksturin í nøkrum landspørtum, og tey vístu lægri prísvøkstur enn væntað, um 1,5%. Hesa vikuna kemur ein yvirflóð av áhugaverdum lyklatølum. Úr Evropa koma tøl fyri vinnu- og brúkaraálit, prísvøkstur umframt, at evropiski mið- bankin, ECB, hevur rentufund. Úr USA kemur vinnuálit, tjóðbankin, FED, hevur rentufund, og fríggjadagin verður týdn- ingarmesta hendingin hig- artil í ár, tá arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingin kemur. Í USA vænta fíggjar- marknaðirnir, at FED fer at hækka rentuna 0,25% til 2,50%, eins og tey hava gjørt á hvørjum fundi síðan juni í fjør. Í Evropa vænta fíggjarmarknaðirnir, at ECB eisini fer at lata rent- una vera óbroytta á 2,00%, eins og tey hava gjørt síðan mai mánaða í 2003. Tá tað vera so nógvar týðandi hendingar í vikuni, kann rættilig røring koma í marknaðirnar. Tó kunnu nógvir íleggjarar fara at halda seg í frið til arbeiðs- marknaðarfrágreiðingin kemur. Í farnu viku vóru fleiri góðir roknskapir kunn- gjørdir, ma. Microsoft sum ávirkaði partabrøvini ja- ligt. Serliga tann norrøni marknaðurin stóð seg væl. Nokia kunngjørdi ein betri roknskap enn væntað. Hóast úrslitið var minkað er teirra marknaðarpartur vaksin og leiðslan metti útlitini fyri 2005 verða bjørt. Heilivágsfyritøkan Novo Nordisk kunngjørdi somuleiðis sín roknskap sum gjørdist betri enn væntað. Valið í Irak, í vikuskift- inum spældi væl av uttan ov nógvar yvirgangsat- sóknir, og saman við út- itinum fyri einum líggjari summari í USA, fekk tað oljuprísin at lækka. Hetta fekk partabrøv at hækka mánadagin. Hesa vikuna kunngerða Boeing, Gillette og Devon Energy sínar roknskapir sum saman við umrøddu arbeiðamarknaðarfrágreiði ngini kunnu ávirka gongd- ina á partabrøvum hesa vikuna. Rentur Partabrævavísitøl Renta Kursur +/- % Diskonto 2,00% 0,00% KFX, Danmark 291,8 2,3% 2 ára lánsbræv 2,44% 0,01% OMX, Svøríki 744,3 2,3% 5 ára lánsbræv 2,99% 0,02% Eurostoxx 50, Evropa 2.980,0 1,4% 10 ára lánsbræv 3,68% 0,00% S&P 500, USA 1.171,4 0,3% Íløgufeløg Gjaldoyru Kursur +/- % Kursur +/- % Lánsbrøv í DKK 106,99 0,1% USD 5,73 0,5% Evru Lánsbrøv 172,21 -0,1% EUR 7,44 0,0% Norrøn Partabrøv 85,38 -1,5% GBP 10,78 0,6% Altjóða Vøkstur 59,93 0,1% NOK 0,90 -0,5% Renta og kursir kl 10 ígjár. Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. +/- %-stig Áhugaverd vika fyri framman Vika 5, 2005 www.kaupthing.fo - Tað er neyðugt hjá okkum at fyrireika okkum til teir nýggju møguleikarnar í samferðsluni. Vit ynskja ikki, at ferðslan og virksemið bara skulu koyra framvið hjá okkum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í eina tíð hevur ein arbeiðs- bólkur arbeitt við at lýsa, hvussu ein kann útbyggja samferðsluna millum Skálafjørðin og Suður- streymoy í framtíðini. Hetta arbeiðið er komið rætttiliga væl áleiðis, og tí er væntað at eitt álit í hesum máli verður lagt fram seinni í vár. Álitið skal m.a. vísa, um talan verður um ein tunnil av vestara armi av fjørðinum, ella um tann eystari armurin eisini verður tikin við í hesa stóru ætl- anina. Tann stóri spurningurin er eisini, um tað er fíggjar- liga forsvarligt at fara undir enn eitt tunnilssamband í Føroyum. Ein teirra, sum hevur fylgt væl við í hesum ar- beiðinum er Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Fyri hann er eingin ivi um, at hesin ætlaði tunnilin til Suðurstreymoy, saman við Norðoyatunlinum, kemur at hava sera stóran týdning fyri ta stóru kommununa, sum hann stendur á odda fyri. – Um tann seinni tunnilin gerst veruleiki, so fer tað eisini at seta stór krøv til okkum. Ein stór uppgáva hjá okkum verður tá, at fáa bæði ferðslu og virksemi til okkara, sigur hann. Skal gagna fólkinum Fyri borgastjóran í Runa- víkar kommunu eru Eystur- oyggin og Norðoyggjar at meta sum tveir deplar í samfelagnum, og sum tí mugu samstarva. – Her hava vit tvey týð- andi økir, sum ikki eiga at draga sundur, men heldur at standa saman ímóti t.d. fólkavøkstrinum í Suður- streymoy, sigur hann. Lítil ivi er um, at tunnilin til Klaksvíkar kemur at hava sera stóran týdning á mong viðurskifti í kommununi. Og skal tunnilin koma at gagna fólkinum har, er neyðugt at tey standa sam- an, so alt virksemið ikki bara fer koyrandi framvið. Í Runavíkar kommunu hevur ein tí tosað nógv um, hvussu ein skal fyrihalda seg til tær nýggju avbjóð- ingarnar í samferðsluni, og hvat ein ítøkiligt skal gera, so ein fær sum mest burtur- úr hesum sambandinum. Eisini vinnulívið og handilslívið duga at síggja teir nýggju møguleikarnar, sum fyrst ein tunnil – og seinni helst tveir tunlar – fara at geva í Runavík. Og her ætlar ein sær ikki bara at sita hendur í favn. – Fyri mær at síggja hev- ur samfelagið brúk fyri bæði Runavík og Klaksvík. Tí er okkara vón, at báðir deplarnir fara at fáa nógv burtur úr í framtíðini, sigur Rodmundur. Hesir nýggju møguleikar- nir í samferðsluni fara eisini at gera tað uppaftur lættari hjá fólki at ferðast millum heimið og arbeiðsplássið. Tí er ikki óhugsandi, at nýggj arbeiðspláss kunnu verða skapt á báðum støðum. Fjørðin sum eina eind Sum nevnt fer arbeiðsbólk- urin at leggja fram álitið um sambandið við Suðurstrey- moy um ikki so langa tíð. Borgarstjórin í Runavík sigur, at fyri hann fer eitt slíkt samband, um tað gerst veruleiki, ikki bert at fáa týdning fyri viðurskiftini millum Eysturoynna og Suðurstreymoy. Hetta fer eisini at skapa øllum bygdunum fram við Skálafjørðinum nýggjar møguleikar og avbjóðingar í framtíðini. Her finst longu nú eitt ótrúliga stórt virksemi innan mong øki. Tí hevur hetta økið sera stóran týdn- ing fyri landsbúskapin, og við hesum sambandinum verða eisini sparingar við styttri farleiðini. Og júst hetta er eisini ein partur av hugsanini hjá Rod- mundi Nielsen um at binda Skálafjørðin enn sterkari saman, so hann kann gerast til eina sterkari eind. – Jú, vit gleða okkum at frætta nærri frá arbeiðs- bólkinum um fasta sam- bandið til Streymoynna, sigur hann. Tunnillin skal føra virksemið til okkum Í seinastu viku var hildin árliga missi- ónsvikan í Meinig- heitshúsinum í Havn. Nógv fólk komu saman allar dagarnar SAMKOMUR Snorri Brend Møtini byrjaðu næstsein- asta sunnudag og endaðu sunnudagin bæði stórum familjumøti og møtum aftur um kvøldið. Vanliga eru nógv fólk til hesi møtini, og í ár var einki undantak í so máta. Mett verður, at íalt hava eini 2.500 fólk verið í Meinigheitshúsinum hes- ar dagarnar. Møtini vóru um kvøld- arnar, og eftir at høvuðs- møtið var liðugt, vóru fólk boðin út í heimini. Har varð síðani hildið fram við sangi og vitnis- burði. Til hesi møtini í ár var Heri Elttør, trúboðari úr Aulum í Danmark boðin sum høvuðstalari. Hann virkar vanliga sum trú- boðari millum føroyingar í Danmark, men var hesa vikuna boðin higar at tala til føroyingar í Føroyum. Hann fór aftur til Dan- markar í gjár. Hesar missiónsvikurnar halda fram kring alt landið gjøgnum veturin. Í hesi vikuni verða møtini hildin í Kollafirði og í Fuglafirði. 2500 fólk til møtini