Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 9 Grundhugsanin við fiskidagaskipanini er fullkomuliga avskepl- að av, at menn eru farnir at spekulera í skipanini og gera hana til forrætning. Eitt úrslit er, at veiði- trýstið er tvífaldað í mun til tað, sum var, tá skipanin var sett í verk, sigur Ivan Johannesen, sum var landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá fiskidagaskipanin varð gjørd FISKIDAGAR Edvard Joensen, edvard@sosialurin.fo Fiskidagaskipanin er innan- holað av spekulatión av monnum, sum einki annað hava við fiskivinnu at gera, enn at teir vilja vinnar lætt- ar pengar burtur úr at út- nytta skipanina. So greiður er Ivan Jo- hannesen, fyrrverandi løg- tings- og landsstýrisamaður og ein av fiskidagafedrun- um, í síni metan av tí, sum farið er fram í føroyskari fiskivinnu, síðan fiskidaga- skipanin varð sett í verk í 1996. Fiskidagaskipanin varð gjørd og samtykt, meðan Ivan Johannesen sat sum landsstýringsmaður við fiskivinnumálum. Hon varð sett í gildi beint eftir, at landsstýrið, hann sat í, hevði lagt frá sær. Ætlanin við fiskidaga- skipanini var góð, og hon hevði eisini virkað eftir ætl- an, um vit ikki høvdu polit- ikarar, sum bara siga ja, tá strongt verður á teir, men heldur høvdu orkað at stað- ið móti trýsti. Tí sannleikin er, at tann góða fiskidaga- skipan, vit áttu at havt í Føroyum, er farin heilt í spønir av spekulatión frá monnum, sum einki hava við vinnuna at gera og heldur ikki hava skil fyri fiskivinnu, sigur Ivan Jo- hannesen. Gjørd av neyð Fiskidagaskipanin var ein neyðug loysn, sum gjørd varð fyri at sleppa burtur úr eini óbrúkiligari kvotaskip- an, sigur Ivan Johannesen. Tá Føroyar fóru á húsa- gang, sum hann tekur til, varð sett sum ein av mong- um treytum, at tað bara skuldu fiskast 6.000 tons av toski undir Føroyum. Og tí bar slett ikki til at liva við, sigur hann. Hinvegin er tað soleiðis, at kvotaskipan kann ikki brúkast undir Føroyum, tí her kann ikki fiskast »reint«. Tú kanst ikki siga, at har og har livir bara tosk- ur, hýsa ella upsi. Her er alt meira ella minni saman- blandað, og tískil sóu vit hesa nógv umtalaðu útblak- ingarnar, tá ov nógv var fiskað av summum sløgum. Landsstýrið setti seg í samband við ein kanadiu- mann, sum varð mettur sum ein altjóða kapasitetur á fiskifrøðiliga økinum. Hann metti støðuna á Før- oyagrunninum soleiðis, at tað átti at bera til at trýfalda toskaveiðuna til 18.000 tons. Hesum valdu føroyingar so at fylgja, men hildu sam- stundis, at kvotaskipanin átti at verða avtikin, og ein dagaskipan, har tú kundi fiska øll fiskasløg í av- málda tí, var betri egnað, greiðir Ivan Johannesen frá. Avlagað Men girndin gjørdi skjótt um seg, og menn fóru at skava til sín fyri at fáa skjótan peningaligan vinn- ing burtur úr hesi skipanini. Serliga menn, sum ikki høvdu nakað við fiskivinnu at gera annars, sigur Ivan Johannesen. Og politikarar- nir vóru ikki nóg sterkir til at steðga hesum beinanveg. Úrslitið er, at í dag er fiskidagaskipanin so avlag- að, at hon er ikki til at kenna aftur. Og ein stóran part av skuldini eigur Løg- tingið, sum hevur gjørt hetta lógligt, staðfestir fyrr- verandi løgtings- og lands- stýrismaðurin. Løgtingið hevur bara ver- ið eitt avgreiðslukontór hjá teimum landsstýrismonn- unum, sum hava umsitið fiskivinnuna og gjørt við málsøkið, sum teimum lysti. Ivan Johannesen dylur ikki fyri, at hann ikki held- ur fólkafloksmenninar, sum hava umsitið fiskivinnumál í landsstýrinum, hava verið sína uppgávu vaksnir. Teir hava avlagað skipanina til nakað, sum ongantíð var ætlanin við henni. –Men størsti syndarin er Løgtingið, sum ikki hevur torað at steðga teimum, sig- ur hann. Hvør trýbekkur uppmáldur Tað hevur verið beinleiðis svansað við hesum al- menna tilfeinginum. Menn hava sitið við skriviborð her og har og spekulera í, hvussu teir sum skjótast kundu vinna lættar pengar burtur úr hesi annars góðu skipan, sigur Ivan Johanne- sen. Hvør trýbekkur varð máldur upp. Gamlir Grøn- landsbátar vóru tiknir út úr niðurfalnum neystum. Og tá ringast var, varð eisini okkurt sokkið vrak flotað aftur. Alt samalt til at gera um til kubikmetrar fyri at fáa lagt saman til fiskiloyvi til einhvønn størri bát, teir skuldu hava. Og skipanin varð bara meira og meira avskeplað. Rópt varð upp á umsetilig- heit, sum skuldi vera tað sá- liggerandi. Men tað virkar beint øvugt, sigur Ivan Jo- hannesen. Tað var ongantíð ætlanin við skipanini, at tað skuldi handlast við døgum millum ymsu bólkarnar, sum tað nú verður gjørt, nú vanligt er vorðið, at hesir somu trý- bekkar og flaknaðu Grøn- landsbátar eru vorðnir til nýmótans línuskip. –Vit funnu fram til, hvat fiskað var undir Føroyum seinasta tíggju árini undan, at fiskidagaskipanin varð gjørd. Síðan var tað býtt til ymsu bólkarnar eftir tí leisti, sum vinnan hevði brúk fyri. Vit vistu, hvat trýst grunnarnir toldu, og vildu við hesi skipanini halda okkum á tí støðinum, sigur Ivan Johannesen. Men síðan spekulatiónin er komin uppí, er veiði- trýstið á Føroyagrunninum í minsta lagið tvífaldað. Tí her sita menn, sum ikki hava skil fyri slíkum, og rokna veiðitrýst í kubik- metrum. Teir hava ikki ánilsi av, hvat teir gera, sig- ur hann. Ringt at rudda Ivan Johannesen óttast fyri, at her er longu komið so langt, at tað verður ringt at rudda upp í hesum hurli- vasanum. Og tað ringasta er, at tað tykist ikki, sum tað er politiskt dirvi í Før- oyum til at fáa skil á hesum óskilinum. –Tað er heilt víst, at tað ber ikki til at halda fram, soleiðis sum nú verður gjørt. Tað endar galið, stað- festir fyrrverandi lands- stýrismaðurin. Tað verður neyðugt at taka alt hetta upp til nýggja viðgerð, staðfestir Ivan Jo- hannesen og heitir sam- stundis á politikararnar um at taka alt tilfarið framaftur. Men tað má gerast soleiðis, at veiðitrýstið aftur verður á slíkum støði, at grunnar og stovnar tola tað. –Tað verður ikki lætt, men tað er neyðugt. Og í framtíðini má fiskidaga- skipanin vera undir eftirliti og fylgjast upp alla tíðina, sigur Ivan Johannesen. Spekulatión hevur tvífaldað veiðitrýstið Spekulatión hevur tvífaldað veiðitrýstið undir Føroyum. Landsstýrismenn, sum hava umsitið fiskivinnuna, hava havt ov lætt spæl, og Løgtingið hevur ikki havt dirvi og evni at steðga teimum. Løgtingið er stóri syndarin í øllum hesum, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin Ivan Johannesen, sum eisini hevur umsitið fiskivinnumál í landsstýrinum