týsdagur 1. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 21 - 1. februar 2005
Sunnudagin var so tað nógv umrødda valið í
Irak hildið. Sum væntað var nógvur harðskapur
valdagin tó at nógvir eygleiðarar høvdu roknið
við nógv meira harðskapi og ófriði. Valdagur
kostaði 36 fólkum lívi. Tað hevur verið stórur
ivi í altjóðasamfelagnum eins væl og í sjálvum
Irak, hvørt tað nú var skilagott, at taka valið her
og nú. USA, sum er tann, ið situr við veruliga
politiska valdinum í Irak, hevur tó hildið fast
við upprunaliga ásetta dagin og hevur so trýst
fyribilsstjórnina til at halda fast við henda
ásetta dag.
Tað er ein stórur spuringur, hvussu frælst og
frítt hetta val er. Á pappírinum lýkur valið leyg-
ardagin í Irak øll krøv til eitt demokratiskt val.
Hinvegin hevur politiska ósemjan framman
undan valinum verið so stór, at ein stórur og
sera týðandi átrúnaðarligur partur, Sunni
muslimarnir, fyri ein stóran part hava boykottað
valið. Flokkar við tilknýti til Sunni muslimska
umhvørvið stillaðu ikki upp. Hetta er so avgjørt
tað veikasta liðið í demokratisku tilgongdini.
Hetta merkir jú, at ein stórur og máttmikil sam-
felagsbólkur tekur ikki medábyrgd av nýggju
demokratisku skipanini og fær onga umboðan í
nýggja tjóðartinginum. Hetta er sera stórt spell
og hetta viknar um nýggju skipanina, sum
frammanundan stendur á veikari grund. Eisini
merkir hetta, at tað stýrið, sum kemur burturúr
valinum noyðist at líta á amerikanska hermegi
langt fram í tíðina. Hetta er ikki eitt hugaligt
perspektiv í muslimskum landi.
Heimssamfelagið hevur sum heild tikið væl í
móti valinum. Kofi Annan, ST aðalskrivari,
rósti í gjár irakisku veljarunum fyri stórt dirvi
og fyri at hava tikið ábyrgd av demokratisku til-
gongdini. Hetta merkir, at ST viðurkennir sjálvt
valið sum eitt demokratiskt val og at ST fer at
viðurkenna úrslitið, tá hetta verður alment um
einar 7 dagar. Uttan mun til, um einum dámar
innrásina í Irak og tað kríggj, ið hon elvdi til, so
eiga øll demokratiskt sinnað fólk at fegnast um
sjálvt valið, ið er tað fyrsta val í Irak í fimti ár.
Valið er, alt annað líka, eitt stig móti fólkaræði
í Irak. Tað er ikki givið, at USA og Bretland
fara at fegnast um sjálvt úrslitið. Men tað gerst
ikki við. Nú má vesturheimurin virða sínar
egnu spælireglur og samstarva við ta stjórn, ið
kemur burturúr valinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt stig móti fólkaræði
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Elin Heðinsdóttir
Joensen
fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Fólkatingsvalið 8. februar
eigur at verða ein uppgerð
við ta vanahugsan, ið hevur
merkt síðsta valskeið við
tveimum ósamdum før-
oyskum umboðum á fólka-
tingi, ið hava dyrkað heim-
ligar ósemjur, heldur enn at
vera røddir fyri allar føroy-
ingar.
Neyðugt er við einari
nýggjari rødd á fólkatingi,
ið umboðar allar føroyingar
og breitt samstarv. Stríð og
spjaðing hoyra ikki heima í
føroysku fólkatingsumboð-
anini, og hetta vil eg fegin
gera upp við! Okkum tørv-
ar nýhugsan heldur enn
stillstøðu.
Skulu vit fáa nakað burt-
ur úr okkara umboðan, er
neyðugt at hava fólkatings-
umboð, ið kenna sín leik-
lut, sum snøgt sagt er at
vera bindilið millum Før-
oyar og Danmark. Tí er tað
neyðugt, at Javnaðarflokk-
urin vinnur eitt umboð,
sum fer á fólkating at røkja
føroysk áhugamál.
Vit eiga at liva í tí polit-
iska veruleikanum, sum til
eina og hvørja tíð er gald-
andi. Tað ger Javnaðar-
flokkurin, so tí er ein at-
kvøða fyri lista C ein at-
kvøða fyri realpolitikki á
fólkatingi, ið hvørki byggir
á dreymar ella afturhald,
men á teir møguleikar, okk-
ara umboðan á fólkatingi
gevur.
Tí hevur tað veruliga
stóran týdning, at tú velur
eina rødd á fólkating, ið er
før fyri at umboða føroy-
ingar á virðiligan hátt, so
ávirkan fæst á øll tey mál,
sum eru okkum viðkom-
andi. Tað er tað, tað snýr
seg um, og eingin ger tað
betur enn eitt væl valt Javn-
aðarumboð!
Ein fólkatingslimur eigur
í mínum huga ikki bert at
taka sær av politiskum
málum millum Føroyar
og Danmark. Tað er neyð-
ugt, at hann eisini brúkar
embætið sum eitt portur
út í heim. At hann skapar
sambond og samstarvs-
møguleikar fyri millum
annað føroyskt vinnulív,
mentan,
gransking og
nýskapan
John Johannessen
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
At arbeiða fyri einari betri
avtalu um sjálvstýri, uttan-
ríkispolitiskum heimildum
og harvið størri avgerðar-
rætti til føroyskar myndug-
leikar er sjálvsagt ein stór
uppgáva, sum eitt føroyskt
umboð á fólkatingi skal
leggja stórt arbeiði í.
Men eg eri sannførdur
um, at umboðanin í danska
tinginum eisini skal fatast
sum ein onnur avbjóðing.
Sum føroyingur á Fólka-
tingi hevði eg eisini valt at
átikið mær eitt slag av
umboðsmannaleikluti fyri
føroysk áhugamál úti í
heimi. Á Christiansborg ert
tú eitt fet nærri evopeiska
meginlandinum, og kemur
lætt í samband við fólk,
sum hava stóra ávirkan í
evropeiskum høpi.
Havið hevur tú ein øktan
møguleika millum annað at
umboða føroyskt vinnulív
og at skapa samstarv og
samvinnu. Samstarv og
samvinna eru ógvuliga
týdningarmikil, nú vit við
vaksandi
arbeiðsloysi
merkja á okkara egna
kroppi, at økta alheims-
gerðin minkar um føroyska
kappingarførið. Tú kanst
ikki vera nøgdur við at
hyggja at alheimsgerðini.
Tað er neyðugt á ein ella
annan hátt at leypa við upp
á vognin.
Eg eri sannførdur um, at
bert tú teg rætt at, ber væl
til at fáa í lag okkurt slag av
sunnari samvinnu bæði við
danir og onnur lond, sum
kann styrkja føroysku vinn-
una og harvið búskapin.
Eitt nú haldi eg, at tað
hevði borið væl til at fingið
í lag eitt økt granskingar-
samstarv á sunnum grund-
arlag. Fyrst við Danmark.
Síðani við umheimin. Dan-
mark er á odda innan
gransking og nýskapan.
Tað hevði ivaleyst verið eitt
gott hugskot at útbyggt
granskingarsamstarvið
millum føroyskar og dansk-
ar granskarar og millum
føroyskar
og
danskar
granskingarstovnar. Danir
eru høgt viðurkendir í
altjóða granskingarhøpi og
samstarva á høgum støði
við umheimin innan økið.
Eg eri vísir í, at skapa vit
eitt tætt granskingar- og
menningarsamstarv
við
danir, skapa vit harvið eitt
økt granskingar- og menn-
ingarsamstarv við heims-
samfelagið.
Soleiðis mynda vit fram-
tíðar Føroyar.
Nú er at hyggja frameftir!
VAL05
Fólkatingsumboð og ambassadørur
VAL05