týsdagur 1. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 1. februar 2005
11
Gjald fyri valgreinar
Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka gjald fyri valgreinar,
sum verða settar í blaðið, hetta fram til fólkatingsvalið.
Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi.
Sosialurin
Malan Johansen
Sjálvstýrisflokkurin
Sum limur í Fólkatinginum
er tað fremsta uppgávan at
vera eygu og oyru hjá
føroyingum á Fólkatingi.
Fólkatingsumboðini
eru
eitt slag av umboðsmonn-
um fyri Føroyar, og skulu
lurta og fylgja við gongdini
í Danmark, so føroyingar
eru til reiðar at taka støðu,
tá tað krevst. Best er, um
føroyingar eru frammanfyri
gongdina og kunnu ávirka
hana til fyrimunar fyri Før-
oyar.
Uppgávan hjá føroysku
fólkatingsumboðnum
er
eisini at vera bindilið mill-
um Føroya og Danmark. At
kunna danir um føroysk
viðurskifti. Tað er týdning-
armikið at danir hava góða
vitan um føroysk viður-
skifti. Eg eri vís í, at kendu
danir betri til føroysk við-
urskifti tá kreppan kom,
hevði forstáilsi hjá teimum
verið betri og so hevði
samskifti eisini verið betri.
Men bindilið gongur eisini
hinvegin. Føroysku fólka-
tingsumboðið skulu kunna
løgtingið og landsstýrið
um, hvat fyriferst á Christ-
iansborg bæði í fólkatings-
salinum og í fólkatings-
nevndunum. Tað krevur at
fólkatingsumboðini
eru
fulla tíð á Christiansborg -
og tað lovi eg, um eg verði
vald.
Eg trúgvi uppá sjálv-
stýrið og vil at arbeiða fyri
tí. Tað merkir, at í longdini
eiga fólkatingssessirnir hjá
føroyingum at vera niður-
lagdir.
Hinvegin - so leingi skip-
anin er sum hon er, eiga
fólkatingsumboðini at gera
tað, tey kunnu fyri at verja,
betra, tryggja og umboða
føroysk áhugamál.
Sambandsflokkurin
er
tann einasti flokkurin, ið
vil varðveita ríkiseindina,
og er harvið flokkurin
sum best kann tryggja
føroyingum fullan rætt til
neyðuga viðgerð á sjúkra-
húsi.
Alfred Olsen
tykkara valevni á
Sambandslistanum
Sambandsflokkurin
er
besta trygdin fyri, at tey,
sum blíva rakt av sjúku ella
koma til skaða, kunnu
koma undir læknahond og
fáa neyðuga serviðgerð á
sjúkrahúsunum bæði her
heima og í Danmark, tá tað
er neyðugt.
At tryggja okkara sjúku
og heilsuveiku eina skjóta
og góða viðgerð er ábyrgd-
in hjá vælferðarsamfelag-
num Føroyum. Tí virkar
Sambandsflokkurin
fyri
eini menning av heilsu-
verkinum her heima, sam-
stundis sum vit tryggja
teimum sjúku og heilsu-
veiku neyðuga serviðgerð
uttanlands.
Hjá tykkum, sum eru
sjúk ella eru avvarðandi av
sjúkum fólkum, er trygt at
vita, at tað er ein flokkur í
Føroyum, sum vil tryggja
tykkum atgongd til eitt
fjøltáttað heilsuverk, sum
er millum tey bestu í heim-
inum.
Vel tí Sambandsflokkin
og harvið trygdina fyri
einum heilsuverki, ið er
millum tey bestu í heim-in-
um.
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Tá ið tú til fólkatingsvalið
tann 8. februar fert at velja
tína rødd út í heim, so
hevur tað týdning, at tú
hugsar um, hvørt røddin
yvirhøvur verður at hoyra í
Fólkatinginum, og um títt
fólkatingsumboð fer at
arbeiða fyri Føroyar út í
heimi.
Allir teir føroysku fólka-
tingslimirnir hava í nógv ár
verið fulltíðarpolitikarar í
Føroyum eisini. Tí hava
Føroyar fingið ov lítið
burtur úr hesari uttanlands-
sumboðan. Fólkatingið og
Løgtingið arbeiða sum
kunnugt samstundis. Eing-
in kann røkja tveir ting-
mannasessir í senn í hvør
sínum landi. Bæði sam-
bandskvinnan
og
tjóð-
veldismaðurin á Fólkatingi
hava hesi seinastu fýra árini
verið bæði løgtingsmenn
og fólkatingsmenn.
Tann føroyski fólkatings-
limurin fær góða løn og
góðar umstøður - tað for-
pliktar! Hvat høvdu føroy-
ingar sagt, um vit rindaðu
fulla løn og eftirløn til tveir
danir í Løgtinginum, og at
teir ongantíð vóru at hitta.
Tí hevur tað týdning, at
tú velur ein flokk, sum vil
taka fólkatingsarbeiðið í
álvara, og at tú velur eitt
fólk, ið vil arbeiða í Fóka-
tinginum burturav, og sum
dagliga og áhaldandi vil
arbeiða fyri at styrkja støðu
Føroya á altjóða leikpallin-
um.
Vegna Javnaðarflokkin
bjóði eg meg fram til at
taka hesa uppgávu uppá
meg - At røkja fólkatings-
sessin sum eitt fulltíðar-
starv.
VIÐMERKINGAR
Føroyska røddin á Fólkatingi
VAL05
Eitt gott og fjølbroytt heilsuverk
VAL05
Fólkatingssessurin er eitt fulltíðarstarv
VAL05
tórbjørn jacoben
Verðin er lítil, og hon
verður minni. Einu flog-
ferðina úr Keypmanna-
havn til Keflavíkar sat eg
í sama raði sum tveir
kendir íslendingar. Fyrr-
verandi forsetin Vígdis
hevði verið og tjekkað
hvussu gekst við Norð-
urbryggjuni og Haldór
Asgrimsson hevði verið í
Portugál og samrátt við
Europeiska
Samveldið
um eitthvørt.
Tveir grønlendskir og
ein føroyskur tingmaður
úr danska parlamentinum
sótu har, ávegis at vitja
Altingið, í eini roynd at
skilja,
hvussu
menn
høvdu skipað ein sjálv-
støðugan stat í norður-
høvum. Eina republikk.
So ymiskt er politiska
flogið um okkara leiðir.
Sum er, hava føroy-
ingar ongan politiskan
legitimitet uttan fyri før-
oyskt øki. Danir hava sett
seg á hendan rættin og
okkara laissez-faire hug-
burður hevur latið standa
til. Staðfestingin hjá Jó-
annesi Bóndi, um vit
sjálvi verða stolin, vit eru
líka tolin, er eins sonn
ídag, sum táið hon varð
snikkað til.
Nú røkist fyri, at danir
fara at leggja seg undir
ES-grundlógina.
Tá
skelvir í politiska grund-
vøllinum landanna mill-
um. Uttanríkispolitisku
heimildirnar hjá føroy-
ingum, sum hava ligið í
Keypmannahavn, verða
tá fluttar til Brússel.
Politisku heimildirnar
mótvegis umheiminum
fara tá at liggja hjá okk-
ara stórsta handils-partn-
ara og okkara mótstøðu-
parti í týðandi samráð-
ingum um rættindi av
alskins slagi. Hetta hevði
ongin onnur tjóð kunna
liva við.
Sambandsflokkurin
ynskir alt vald til Brússel.
Javnaðarflokkurin situr
og fiflar við einum upp-
skoti, sum skal áseta
hvussu stórir ella smáir
uttanríkispolitisku mol-
arnir skula vera, ið fara at
fella
av
húsbóndans
borði. Og Fólkaflokkurin
ætlar at seta ein lands-
stýrismann í uttanríkis-
málum við ongum heim-
ildum. Eitt tómt hugskot,
ið ætlast at nøkta fá-
fongdina hjá onkrum
teirra.
Upp í móti hesum
stendur Tjóðveldisflokk-
urin. Hann ætlar at skipa
eitt Uttanríkisráð við
óskerdum heimildum í
einum føroyskum stati.
Endamálið
er
greitt.
Javnbjóðis skipað viður-
skifti við umheimin fara
at tryggja, at Føroyar
framhaldandi vera ein
sjálvstøðug demokratisk
tjóð, vara verður av po-
litiskum, handilsligum,
búskaparligum og ment-
anarligum áhugamálum
og vit fara at geva okkara
íkast til menningina av
einum demokratiskt skip-
aðum heimi.
Pr. formalia eru tveir
sessir í danska nationala
parlamentinum einastu
politisku sessir vit eiga
uttanvert landoddarnar. 2
av 179. Soleingi hesin
ússaligi tilstandur er ein
veruleiki, fer Tjóðveldis-
flokkurin at brúka annan
ella báðar, at fremja før-
oysku søkina, at berjast
fyri at allar politiskar
heimildir vera vunnar
føroyingum aftur. Vinnast
má á hesum paradoksin-
um, at mótstøðumenn
okkara í handli og áhuga-
málum vara av og umsita
okkara viðurskifti við
allan heimin.
Ymiskt er hvussu nógv
verður lagt í hetta. Her
verður ein samgonga
skipað fyri og onnur eftir.
Og alt snýr seg bara um
hvussu vit frægast megna
at barbera hvør øðrum.
Táið Haldór Asgrimsson
fer úr uttanríkisráðnum í
forsætismálaráðið fer Da-
vid Oddsson hinvegin, so
týðandi verður sessurin
hildin at vera hjá grann-
unum vestanfyri. Stórsti
spenningurin í USA eftir
forsetavalið var, hvør
oddvitin fór at vera í
uttanríkismálaráðnum.
Condoliza Rice. Hví um-
boðar ein kvinna ikki
føroysk politisk áhuga-
mál á altjóðapallinum,
heldur enn danir og um
skamma stund konti-
nentalkapitalurin
og
teirra politisku áhugamál
í Brússel.
Haldór er vorðin evsti
politiski oddviti í Íslandi
síðani flogferðina. Hjá-
landastøðan hjá Grøn-
landi og Føroyum er
óbroytt. Tí er tað av
avgerandi týdningi, at
Norðuratlantsbólkurin á
Fólkatingi
ótarnaður
kann halda fram við sín-
um góða starvi eftir valið
týsdagin.
FØROYAR.FO –
FØROYAR.COM
VAL05