Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 21 - 1. februar 2005 Jenis av Rana Miðflokkurin Í viðkvæma spurning- inum um tjóðarfrælsið verður málið mangan lýst sum um tey, ið ynskja at vit føroyingar skulu skipa øll okkara viðurskifti sjálvi, harvið ynskja at kvetta alt samband við ikki bert Danmark, men umheim- in allan. At siga so er tíverri ein politisk roynd at snara veruleikan til egnan fyrimun og sam- svarar ikki við tað, ið t.d liggur aftan fyri politikk Miðfloksins á hesum øki. Tvørturímóti meti vit, at vit føroyingar eiga at bjóða okkum fram til altjóða samstarv, einamest tí vit, við tí kristna grundarstøðin- um, sum hóast alt enn hevur fastari røtur her hjá okkum, hava nakað at bjóða øðrum tjóðum og fólkum. Men hetta samstarv eigur sjálvsagt at vera millum tjóðir, ið eru á sama støði.. Eitt samstarv, har ann- ar parturin krevur at ráða á ávísum økjum hjá samstarvsfelaga sínum, hevur ikki uppiborið heitið samstarv. Har manglar ein tann mest grundleggjandi fortreyt- in fyri væleydnaðum úr- sliti- álit. Hevurtú álit á medmenniskjum tínum, krevur tú ikki ræði- heilt ella partvíst yvir teim- um, fyri at kunna sam- starva við tey. Miðflokkurin ynskir einar frælsar Føroyar, ið á jøvnum fóti samstarva við allar heimsins tjóðir, og fyrst av øllum seta álit sítt á Gud himins og jarðar, Hann, sum gav okkum hesar ríku oyggjar at búleikast í. Álit á nakran annan,verði tað fólk, felagsskapir ella tjóðir, er í besta førði svikafult. Við hesum grundhug- sjónum bjóða vit okkum fram at umboða teg á fólkatingi. Sjálvandi samstarv, men á sama støði! Fær Sambandsflokkurin umboð á fólkating, fara vit niður fyri at sam- starva. At senda umboð fyri flokkar sum vilja hesum samstarvi til lívs gagnar ongum - tað hava vit fingið óteljandi prógv fyri. Edmund Joensen Saman standa vit sterkari. Tað hevur verið er ein grundhugsjón hjá Sam- bandsflokkinum, og henda hugsjón er enn grundar- lagið undir okkara poli- tikki. Tað sum eyðkennir al- tjóða politikk í dag er júst samstarv av øllum slag og tvørtur um landamørk. Al- tjóða samstarvið byggir á viðurkenning av, at allir partar fáa meir burtur úr bæði framleiðslu, sam- handli, umhvørvi og ment- an við at gera gagn av møguleikunum hjá hvørj- um øðrum. Eyðkennið fyri Sam- bandsflokkin hevur verið, altíð at lagt rygg til veru- ligan politikk, tá ið á stóð. Tað fara vit eisini at gera framyvir. Á fólkatingi fara vit at vera røddin hjá lands- stýri og løgtingi nú ný- skipanir skulu henda í ríkisfelagsskapinum, flog- vallaútbygging fremjast og so framvegis. Sambandsflokkurin fer á fólkatingi í eitt erligt og fremjandi samstarv, sum gagnar føroyska samfelag- num og ríkisfelagsskapin- um í síni heild. Annika Olsen Fólkatingsvalevni Fólkaflokksins Henda spurning hava mong sett sær í seinastuni, og skal eg her bera nøkur sjónar- mið fram, hví eg meti tað vera týdningarmikið, at Føroyar hava umboðan á Fólkatingi. Nú Føroyar standa á ein- um vegamóti viðvíkjandi øktum sjálvsræði, hevur tað sera stóran týdning, at før- oysku umboðini ikki lata danir taka avgerðir, ið ganga ímóti øktum før- oyskum sjálvsræði. Neyð- ugt er, at føroysku umboð- ini upplýsa danir um polit- isku, fíggjarligu, vinnuligu, sosialu og mentanarligu støðu føroyinga og harvið møguleika fyri at ávirka avgerðir hjá donsku stjórn- ini. Tað eru týðandi polit- iskar avgerðir, sum verða tiknar í næstum, millum annað ætlanin hjá dønum um at lata størri ábyrgd til ES herundir uttanríkismál og verjumál. Her eiga før- oysku umboðini at vera vakin og taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt sum danir lata ábyrgd til ES. Sjálvandi snúgva yvirtøku- mál seg altíð um pening, og skuldi tað víst seg, at Før- oyar fáa eina smidliga yvirtøkuskipan sum sigur, at so hvørt danir lata ábyrgd til ES, so taka føroyingar eisini ábyrgd frá Danmark, so krevjast góð- ar avtalur við donsku stjórnina um hvussu hesar yvirtøkur kunnu fremjast í verki. Ein føroysk umboðan er umráðandi fyri einum góð- um samstarvi millum danir og føroyingar. Føroysku umboðini eiga tí at leggja dent á eitt gott samstarv heldur enn at elva til stríð og klandur. Skulu Føroyar í framtíðini ogna sær sjálv- stýri, er tað týdningarmik- ið, at vit hava varðveitt eitt gott og siðiligt samstarv við donsku stjórnina og ikki brent allar brýr av við klandri. Tað snýr seg ikki um at taka sjálvstýri og síðan siga takk fyri okkum. Tað stóra arbeiðið í eini sjálvstýristilgongd liggur nevniliga í, at Føroyar við góðum samstarvi ognar sær góð og trygg rættindi øllum føroyingum at frama. Nú Føroyar hava tvey umboð á Fólkatingi, er tað somuleiðis týdingarmikið, at hesi í besta mun tosa sama ”mál”, tá ið týðandi avgerðir um Føroyar skulu takast. Eru umboðini grundleggjandi ósamd, er ikki vist, at danska stjórnin kann taka støðu teirra í álvara. Tískil kunnu danir gera sína egnu niðurstøðu, sum í síðsta enda kann ganga ímóti føroysku áhugamálunum. Tá ið tað kemur til sjálvstýrismálið, er tað eyðsæð, at eitt sam- bandsumboð og eitt fólka- floksumboð ella tjóðveldis- umboð kunnu vera ymisk á máli, og hetta kann fáa eina óhepna avleiðing fyri før- oyska sjálvsavgerðarrættin. Umboðini eru loyal yvir fyri flokki teirra herheima, og ber tað tí illa til hjá einum sambandsumboði at ganga ímóti Sambands- flokkinum í Føroyum. Um Føroyar veruliga vilja hava sjálstýri, hevði besta um- boðanin verið tvey umboð, sum veruliga ganga inn fyri sjálvstýri, og her meti eg Fólkaflokkin vera eitt gott umboð. Fólkaflokkurin hevur havt sæti í mong ár á danatingi við góðum úrslit- um, og kemur hann inn aftur eftir hetta valið, fer hann millum annað at virka fyri hesum málum: • Samtykkja yvirtøkulóg- ina • Størri sjálvsræði í uttan- ríkismálum • Innlit og ávirkan í verju- málum • Fremja yvirtøkurnar av fólkakirkju og loftmynd- ugleika • Einum sjálvstøðugum limaskapi í Norður- landaráðnum • Betri upplýsing à Fólka- tingi um Føroyar • Taka ábyrgd fra Dan- mark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES Farið á val og setið x við Fólkaflokkin, hann vil virka fyri sjálvstýri um- framt einum góðum sam- starvi við donsku stjórnina, ið tryggjar føroyingum trygg og góð rættindi. VIÐMERKINGAR Samstarv við virðing fyri hvørjum øðrum Hví skulu Føroyar hava umboð á Fólkatingi? VAL05 VAL05 VAL05 Rigmor Dam valevni Javnaðarfloksins Á Fólkatingi fari eg sum eitt hitt fyrsta at virka fyri fullum føroyskum lima- skapi í Norðurlandaráð- num. Tíðin er farin frá, at danir leiða okkum inn á áskoðarabonkin, og rinda atgongumerkið okkara. Í 1966 var tað Kragh, sum legði føroysku um- sóknina um limaskap í Norðurlandaráðnum fyri ráðið. Tá var grundlógin eingin forðing fyri lima- skapi, og tað vóru ikki dan- ir, sum lógu í buktini, men heldur hini skandinavisku londini. Tískil skulu vit ikki góðtaka boðskapin um, at limaskapur í Norðurlanda- ráðnum skal stríða ímóti grundlógini, og at hetta er orsøkin til, at vit ikki kunnu søkja um upptøku. Hetta er eitt nýtt argument, sum er íkomið kjakið, og var hetta ikki fatanin hjá danska politiska umhvørvinum fyri árum síðani. Men, sum við so mongum málum í sein- astuni, er tað formalistiska linjan, sum vinnur, og vánaliga stevið millum før- oyskar og danskar politik- arar ger, at so at siga einki er komið burturúr seinastu nógvu árini. Her má vend koma í! Men hví Norðurlanda- ráðið? Samstundis, sum nøkur av norðurlondunum gerast alt meira búskapar- liga og politisk heft at ES, er Norðurlandaráðið ein pallur, har samstarv innan mentan, útbúgving, gransk- ing og førleikamenning, eru í hásæti. Sjálvsagt skulu vit hava viðurkenning og fullgildan limaskap, ikki fyri at hjúkla um okkara sjálvsfatan og sjálvsvirði, men tí vit eru ein tjóð í støðugari menn- ing, eisini mentanarliga og málsliga. Og ikki minst í hesum globaliseringstíðum, har alheimurin í alt størri mun setur mentanarligu og málsligu dagskránna, er neyðugt at vit gera okkum greitt antin vit ynskja at staðfesta norðurlendska samleika okkara við at verða ein viðurkendur part- ur av norðurlensku familj- uni. Vitja heimasíðu mína: www.javnadarflokkurin.fo/rigmor Grundlógin ongin forðing fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum VAL05