Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 13 Jacob Vestergaard Landsstýrið er nú komið við einari ”Suðuroyarætl- an” í 10 punktum, sum skal stuðla undir menningina av Suðuroynni. Fleiri av punktunum eru staðfest- ingar av betringum, sum longu eru framdar ella settar á dagskrá, og sum vónandi viðvirka til, at gongd kemur á aftur virk- semi í Suðuroynni. Landsstýrið nevndir møguleikan, at Suðuroygg- in verður ein ”feskfiska- miðdepil”. Hetta er sera áhugavert, men samstundis fegnast landsstýrið um, at 35-40 ársverk verða á Polarfrost í Vági. Tað er tó trupult at íminda sær, at Suðuroyggin skal verða ”feskfiskamiðdepil”, tá størsta virki í Suðuroynni, Polarfrost, verður nýtt til saltfiskaframleiðslu, men livst og spyrst. Hóast frammanfyristand- andi, og hóast ein kundi hugsa meira ítøkiligar út- meldingar frá landsstýrin- um, so er tað at fegnast um, at ein ”Suðuroyarætlan” er gjørd. Politiski myndug- leikin tekur støðuna í Suð- uroynni í álvara og viðgerð hana á hægsta stigið. Sum íkast til ”Suður- oyarætlanina” kundi eg hugsað mær útmeldingar um, at dagført alt vega- kervið í Suðuroynni, og ikki bert farleiðina millum Hov og Øravík. Hyggja vit at farleiðini til Hvalbiar, so er Hvalbiarbergholið ótíð- arhóskandi og er ein forðan fyri tí virksemi, sum er í Hvalba. Nýtt berghol mill- um Trongisvág og Hvalba er ein sera týðandi táttur í framtíðini hjá Suðuroynni, og má raðfestast skjótast, eins og bergholið ”norður um fjall” á Borðoynni. Sum tað framgongur av ”Suðuroyarætlanini”, skulu íløgur gerast í Suðuroynni fyri uml. 200 mill. kr. Hetta eru ætlanir, sum undan- farna samgonga raðfesti og setti gongd á. Skal hendan samgongan veruliga seta nakað í verk, sum bæði uppá longuri og stytri sikt er gagnligt fyri Suður- oynna, eigur nýtt Hvalbiar- berghol at setast á dag- skránna. Ein endurreisn av vinnulívinum í Suðuroynni kann ikki verða virksem- inum í Hvalba fyriuttan. Verður eitt ”Hvalbiar- berghol” boði út í total- enterprisu samstundis sum nevndu byggiarbeiðir, ver- ður kostnaðurin fyri arbeiði munandi minni enn um verkætlanin stendur einsa- møll. Hetta hevði uppá stutt sigt givið tiltrongd arbeiðs- pláss í byggivinnuni, og uppá longuri sikt verið ein sera gagnlig íløga, eisini havandi í huga tosið um kommunusamanlegging. Alt kann sjálvtsagt ikki gerast samstundis, tí íløgur skulu gerast kring alt landið, men nýtt Hvalbiar- berghol má raðfestast og fyrireikast. Tí eigur tað at nevnast í ”Suðuroyarætlan- ini”. Hugskotið um ein ”Suð- uroyargrunn” sæst ikki aftur í ”Suðuroyar- ætlanini”. Ein ”Suðuroyar- grunnur” hevði verið eitt hent amboð til at fingið gongd á aftur vinnulívið í Suðuroynni. Eitt hugskot til at stovnað ein ”Suðuroyargrunn” hevði verið, at landið lat fiskavirkini sum Fram- taksgrunnurin eigur í Vági og á Tvøroyri sum stovnsfæ í grunnin. Framtaksgrunn- urin skal gjalda landskass- anum lán aftur. Ein partur av hesum afturgjaldið kundi verið virkini í Vági og á Tvøroyri, sum landið so kundi nýtt til at stovnsett ”Suðuroyargrunnin” við. Ein slík ætlan hevði verið ítøkilig og eggja fram- takshugaðum vinnulívs- monnum, fíggingarstovn- um o.ø. til at verið partur av ”Suðuroyargrunninum”, og harvið vinnilívinum í Suð- uroynni. Á tann hátt kundi ætlanin um at gera Suður- oynna til ein ”feskfiska- miðdepil”, m.a. við feskum upsavørum, verið sett í verk, til gagns fyri alt landið. Vit hava, sum eg áður havi nevnt, sjálvi møgu- leikan at venda gongdini. Tað er upp til okkum, kommunurnar og vinnu- lívið, at útfylla okkara part av ”Suðuroyarætlanini”. Vit mugu veruliga taka okkum saman, so vit, saman við landsstýrinum, fáa vent gongdini í Suðuroynni. Johan Dahl løgtingsmaður Valevni til fólkatingið fyri Sambandsflokkin Okkara umboðan á Fólka- tingi skal nýtast sum ein platformur til at menna okkara samfelag bæði: • Vinnuliga - við at knýta sambond við onnur lond. • Í útflutningshøpi - við at vera við í átøkum saman við dønum og grønlend- ingum, har føroysk um- boðan ikki er annars. • Í granskingarhøpi - sam- an við dønum og øðrum ES londum í átøkum, sum veruliga kunnu geva okkum nýggjar vinnur - eisini her heima. • Mentanarliga - við at lata hurðar upp fyri okk- ara mongu ungu evnaríku tónleikarum, sangskriv- arum, listafólki og rit- høvundum, so pallurin hjá teimum úti í heimi eisini verður størri at virka á. • Í útbúgvingarhøpi - við áhaldandi at viðvirka til at føroyskur ungdómur fær bestu útbúgvingarnar í Evropa og kring allan heim. • Í menningar og neyð- hjálpar átøkum - við at hjálpa umvegis tey kervi, sum danir hava, og har- við gera okkum sjón- ligari í altjóða høpi. • Virka fyri at fáa allar vinnuligar marknaðar- forðingar við ES burtur í tøttum samstarvið við danskar ES parlamentar- ikarar. Út á ríkisins sendistovur at virka fyri Føroyar Føroyingar skulu aftur í komandi árum, í nógv størri mun enn undanfarin ár, virka vegna Føroyar á sendistovum ríkisins kring í heiminum, eins og í tíðini tá Hans Andrias Djurhuus, sáli, var sera virkin og var við til at fáa ungar føroy- ingar út í heimin sum assistentar/trainees á donskum sendistovum kring allan heimin til stóra menning fyri hesi fólk og til gagn fyri føroyingar og føroysk vinnulív. Hesi fólk skulu vera við til at stuðla og veita kunn- leika um nýggjar marknað- armøguleikar, okkara vinnulívið at gagni, og vera við til at kunna um Føroyar um tað, sum vit hava at bjóða útlendingum, ið ætla sær hendan vegin. Eitt aktivt Sambands- umboð at umboða Føroyar á fólkatingið er neyðugt. Eitt Sambandsumboð, sum vil virka fyri tøttum, gev- andi samstarvi millum ríkispartarnar er umráð- andi. Farið tí á val - ung sum eldri - og veljið eitt Sam- bandsumboð á Christians- borg, - tað angrar tú ikki. Gott val. Katrin Dahl Jakobsen Javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin hevur altíð sæð fólkatingssess- in sum sína demokrat- isku skyldu til at virka positivt fyri føroyskum áhugamálum. Áhuga- mál, sum eru til gagns fyri føroyingin. Í hesum liggur, at vit altíð virka út frá teirri støðu vit til eini hvørja tíð eru í, heldur enn at søpla burt- ur tíð og peningaligan fólkatingsstuðul at læsa okkum fastan í kon- servativan sambands/ loysingar retorik. Slíkt signalerar bert føroyska ósemju og máttloysi. Vit mugu úr stillstøðuni og koma okkum framá!! Standa saman At tað við áhaldandi upplýsandi og semju- søkjandi arbeiði ber til at náa málum, hava javnaðarumboð umvegis fólkatingssessin og í samskifti við danir prógvað ferð eftir ferð. Soleiðis bar tað slóð- brótaranum Petur Mohr Dam til í 1963 at sann- føra norðurlandaráðs- limir um, hvussu rími- ligt tað var, at Føroyar eisini fingu umboðan í hesum stóra ráð, og fekk hann eisini Merkið at veittra á fyrsta sinni undir liðini á hinum norðurlendsku fløggun- um. Men sum ikki eina- ferð, so dálkaðu aftur- haldskreftir málið, tá tað kom til atkvøðugreiðslu á Løgtingi 1.okt. 1969. Javnaðar-, Sambands- og Sjálvsstýrisflokkurin atkvøddu fyri, Tjóð- veldið atkvøddi ímóti og Fólkaflokkurin atkvøddi ikki. Løgið, at ikki full semja var um hetta!!! Tó trettan ár eftir at P.M. Dam tók málið upp á fyrsta sinni, var Er- lendur Patursson farin at halda, at rættast var, at vit fingu sjálvstøðuga umboðan. Hana hava vit ikki fingið enn. Men nú hesir báðir flokkar, sum á sinni vóru ímóti, eisini eru vorðnir góðir við málið, ja so hava vit eina felags støðu. Og tað er nú ikki so galið!!! Fólkapensjónin, und- irgrundin og krígspen- sjónin eru onnur dømi um, hvussu væl javn- aðarumboðini hava dug- að politikk. Tað eru úr- slit sum telja og ikki, hvussu nógvir spurn- ingar ella røður hvør hevur hildið. Trúfesti mótvegis okk- ara landsmonnum Tað er nógv sum bendir á, at hetta góða politiska hegni, sum Javnaðar- flokkurin hevur víst á Fólkatingi, aftur fer at fáa ta rúmd, sum tað hevur uppiborið. Við yvirtøkulógini og stjórn- arlógini føroyska vit sjálvsstýrismálið, og við tí sleppa vit undan tí kegli og skammiliga orðadrátti á Fólkatingi, sum vit hava sæð í sein- astuni. Tað verður og hevur alla tíðina verið skeiv adressa!!! Føroyska tjóðin hevur brent seg so dyggiliga av tí. At nakað føroyskt fólkatingsumboð skal bera so í bandi, at orsaka av sínum egnu skeivu upplýsingum, so verður ein heil statt av okkara egnu landsmonnum drigin ígjøgnum donsku manegina. Hugsi um sjómenninar og TV 2 málið. Heldur eiga vit støðugt at leita upp møguleikar til bata, fleiri avbjóðingar og lata upp dyr út í heim. Vit skulu alla tíðina byggja upp og virka fyri endur- nýggjan í hesum ríkis- felagsskapinum, sum hóast alt er ein politiskur veruleiki. Brent barn ræðist eld VIÐMERKINGAR Suðuroyarætlanin VAL05 Virknari leiklut á altjóða pallinum VAL05 VAL05 Lesið - so eru tit við