Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 21 - 1. februar 2005 Dagurin 1. februar. Brigida, deyð ár 523. Henda franska halgikvinna stovnaði kleystur í Kildare, og er í Ír- landi líka høgt í metum sum sjálvur Pátrikur, sum var ápostul Írlands. Sama navnið sum tey føroysku Birita ogBrita. Upprunaliga keltiskt navn, sum merkir hin høga ella ljómandi. Otto Jacobsen úr Havn (1922-1945) var frælsisstríðsmaður í Danmark undir seinna heimsbardaga. Hann varð skotin av týskur hermanni í Næstved tveir dagar eftir at kríggið var av Otto Jacobsen var sonur Marin og Hans Jacob Ja- cobsen (Hans Jakke í Smæruni), sum hann eisini varð nevndur. Tey høvdu matvøru- og slaktarahand- ilin Smæran. Hann fór til Danmarkar í 1939 at læra til slaktara og pylsumakara. Hann lærdi hjá Robert Christensen slaktara, og bleiv útlærdur í 1943. Otto var leiðari á eini mótstøðudeild í Næstved, sum varð stovnað í 1944. Hann var fyri tað mesta undir jørð og kom ikki al- ment fram fyrr enn 6. mai 1945, dagin eftir at týsk- ararnir høvdu yvirgivið seg. Tá tveir týskir hermenn tann 7. mai 1945 komu inn í slaktarahandilin "Mand- rup Christensen" í Ring- stedgade í Næstved at keypa eitt pund av smøri, høvdu teir eingi rationer- ingsmerkir, sum teir skuldu brúka. Tá teir so ikki vildu gjalda og fóru avstað við smørinum, sendi slaktarin boð eftir hjálp. Otto og ein annar fræl- sisstríðsmaður komu slakt- aranum til hjálpar. Tá teir komu til handilin, vóru týsku hermenninir á veg út. Tað kom til skotbardaga uttan fyri handilin. Annar av týsku hermonnunum tók maskinbyrsuna og skjeyt Otto, so hann doyði á stað- num. Danin sum var saman við Otto skjeyt við tað sama týskaran í høvdið, so hann eisini doyði. Hin týskarin slapp til rýmingar, men bleiv seinni funnin og eisini skotin. Hendingin fór fram tveir dagar eftir at týskararnir høvdu yvirgivið seg. Her- maðurin hevði tí ikki loyvi at bera vápn eftir 5. mai 1945, men nógvir av her- monnunum lótu ikki vápn- ini frá sær, fyrr enn teir komu til týska marki. Eftir hendingina bleiv ein minnispláta sett upp uttan fyri handilin. Minnisplatan er enn í dag fest á húsini. Á plátuni stendur" Her faldt frihedskæmper Otto Jacobsen for tysk morder- haand 7. mai 1945 - ære være hans minde". Otto bleiv bert 23 ára gamal. Í 1943 giftist Otto við Elly, ið er frá Næstved. Tey fingu sonin Torbjørn saman í 1944. Torbjørn býr í Næstved, hann er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiðir í dag sum sølumaður. Ætlanin var at Otto skuldi flyta heim til Føroya so skjótt kríggið var av at hjálpa pápa sínum við slaktarínum í Smæruni. Dagin fyri skotbardagan, tann 6. mai, sendi hann telegramm til foreldrini, og segði at hann við familju kom til Havnar við fyrsta farti. Maskinbyrsan, sum týskarin skjeyt Otto við, bleiv í 2001 latin politinum í Aalborg. Tað var dóttir slaktaran, sum lat byrsuna inn. Hjálmurin, sum týski hermaðurin hevði á høvd- inum tá skotbardagin fór fram, er á Næstved´s Mu- seum. Otto fekk "Statsbegrav- else" og "Heltebegravelse". Grøvin er á Gamle Kirke- gaard á Præstøvej í Næst- ved, hon er á økinum "Mindelunden", er nummar 313 og er registrerað sum "bevaringsværdig". Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í hesum sam- bandi, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Havnar leksikon: Føroyskur frælsis- stríðsmaður skotin í 1945 Næstu ferð hava vit eina mynd av fim- leikarum í 5.a og 5.b í Tórshavnar Kommunuskúla í 1958. Otto Jacobsen (1922-1945) og minnisplátan á vegginum uttan fyri handilin, har hann bleiv skotin Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í