týsdagur 1. februar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 28. januar
2005 fylti Eigil Gunnars-
son í Havn 85 ár.
Eigil er føddur og upp-
vaksin í Vági.
Foreldrini, Inga, f. Jacob-
sen, og Gunnar Danielsen,
vóru bæði ættað úr Søld-
arfirði, men fluttu umleið
1915 til Vágs. Gunnar var
skipari og sigldi út frá
Vági. Hann var beiggi
Victor Danielsen trúboð-
ara.
Eldru systrarnar Anna
Malena (Lena), og Sunneva
Maria (Mia) vóru báðar
føddar í Søldarfirði, meðan
dreingirnir
Gunnar,
Tryggve, Eigil og Ingolf,
vóru føddir í Vági.
Systkini høvdu Daniel-
sen til eftirnavn til 1934, tá
tey skiftu til Gunnarsson.
Eigil var sum ungur til
skips við pápanum sum
skipara, og í 1940 flutti
hann til Havnar, har hýru-
vognskoyring bleiv hansara
lívsstarv.
Hann keypti sær ein
lastbil og koyrdi lastvogns-
koyring í Havn eina tíð,
áðrenn hann keypti sær sín
fyrsta hýruvogn og koyrdi á
bilstøðini hjá Hugo Øster.
Seinni fór hann at koyra í
Taxa í Lucas Debesargøtu,
og var hann ein av stovnar-
unum av P/F Taxa í 1952,
sum í 1955 skifti navn til
P/F Auto.
Hann var fyrsti nevndar-
formaður á støðini og sat í
nevndini í mong ár.
Hann koyrdi í Auto, til
hann varð 76 ára gamal í
1996, við undantak av
árunum frá 1970-78, tá
hann passaði bensin- og
oljusøluna á støðini.
Eigil giftist í 1951 við
Jenny, f. Mikkelsen, av
Toftum, dóttir Annu Elisa-
beth og Magnus F. Mikk-
elsen, av Toftum. Tey fluttu
í nýggj hús við Dalavegin í
Havn og fingu tíggjar
synir: Magnus í 1952,
Gunnar í 1956, og Regin í
1960.
Magnus er giftur við
Birgitte, f. Viderø, av
Viðareiði, og Gunnar er
giftur við Berit, f. Wolles
Jensen, úr Havn, teir báðir
búgva í Havn, meðan Reg-
in, ið er giftur við Birnu, f.
Tyril, úr Norðragøtu, býr í
Kollafirði. Abbabørnini hjá
Eigil eru átta í tali.
Jenny og Eigil búðu við
Dalavegin til síðst í 80-
unum, tá tey fluttu niðan í
Børkugøtu. Miðskeiðis í
90-unum gjørdist Jenny
sjúk og doyði í 1999, 74 ára
gomul.
Hóast Eigil er ein stillur
og róligur maður, dámar
honum væl at koma út
millum fólk.
Hann koyrir bil sjálvur
og kemur ofta til ymisk
tiltøk og til møtir í Ebe-
nezer og Lívdini í Hoyvík.
Eisini gongur hann túrar,
serliga á Skálatrøð í Vágs-
botni.
Tann 29. desember varð Einar
heimkallaður, bert 62 ára gamal.
Einar var føddur 27. januar 1942
á Akureyri í Íslandi og kom hann til
Føroya, tá byrjað varð at borað í
Lopra, har hann kom at kenna
Marin, sum seinni kom at verða
kona hansara.
Eftir stutta tíð flutti Einar til
Vestmanna, har hann fór at arbeiða
sum timburmaður. Vit byrjaðu
báðir sama dag at arbeiða hjá
einum byggifelag her í bygdini, og
har komu vit at kennast sera væl.
Vit arbeiddu saman næstan øll
árini til tær ringu tíðirnar komu, tá
leið okkara gekk til Berlin í Týsk-
landi, har vóru vit eisini saman eina
tíð. Eftir at vit vóru heimaftur-
komnir, hava vit í styttri og longri
tíð arbeitt saman aftur, og hava vit
havt nógvar góðar og hugnaligar
løtur saman, eisini inni hjá tykkum,
har Marin altíð var klár við kaffi-
kannuni og onkrum góðum aftur-
við. Einar var sera skemingarsamur
og setti hann lív í har hann var.
Hann var ein álítandi maður og
vildi øllum tað besta. Var eg til
gongu, ella koyrdi fram við heim-
inum hjá tykkum báðum, og Einar
sat við vindeygað, so fall altíð ein
heilsan okkara millum.
Triðja jóladag ringdi eg oman til
Einar og tosaðu vit um arbeiðið,
sum vit skuldu gera saman eftir
nýggjár. Seinastu orðini, ið hann
segði áðrenn hornið bleiv lagt á
vóru, vit hoyrast. Men hetta skuldi
bara ikki verða so. Ein stendur
spyrjandi, men sum orðatakið
sigur: eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir. Hetta
kann enn einaferð staðfestast.
Vit, sum kendu Einar, hava mist
nógv, nú hann er farin, men størstur
er missurin hjá tær Marin, børn-
unum og Karim, má Harrin styrkja
teg og tíni í sorgini, nú Einar ikki er
millum okkara longur.
Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
tað er nú tómt og oyði,
har ikki sæst eitt fuglakykt,
ei heldur meir á heiði.
Og eina ferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.
Við hesum orðum lýsa vit frið yvir
minnið um Einar Olgeirson.
Jákup Hendrik
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri farbróðir okkara
Hans Andreas Fr. Hansen
vanliga nevndur Dia
á Kinn í Lamba
andaðist á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 28. januar, 85 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum týsdagin kl. 17.00
í Glyvra kirkju.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Jákup
Minningarorð um
Einar Olgeirsson
Eigil Gunnarsson 85 ár
- Her eru sera góðar
umstøður. Og vit
gleða okkum at
sleppa til arbeiðis
aftur, siga tær báðar
Thurid og Margit
FLYTING
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Allan fríggjadagin og um
vikuskiftið hava tær báðar,
Thurid og Margit, og ein
rúgva av øðrum starvs-
fólkum á Almannastovuni,
arbeitt við at flyta niðan í
nýggju hølini á Smyrils-
vegi.
Tað eru altíð ein hópur av
skjølum og tílíkum, sum
skal við, tá ein soleiðis flyt-
ur við - og fyri - ein slíkan
stovn
sum
Almanna-
stovuna. Men hóast alt
hetta fyllir nógv í vavi, og
alt skal setast uppá sítt
rætta pláss aftur, so var
virksemið á stovninum fult
í gongd aftur fyrrapartin í
gjár.
Tað er tó kortini ikki alt
virksemið á Almannastov-
uni sum er flutt í bygn-
ingin, har Brunatryggingin
helt til í síni tíð. Umsitingin
er flutt hagar, saman við
stjóranum Petru J. Joensen.
Somuleiðis eru tvær av
deildunum fluttar niðan í
nýggju hølini.
Íalt eru 49 fólk nú til
arbeiðis í Almannastovuni
á Smyrilsvegi.
Tær flyta fyri
Almannastovuna
Nr. 21 - 1. februar 2005
15