Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 21 - 1. februar 2005 Við sínari egnu heilt serligu tulking av vakra John Lennon lagnum Imagine, lat Guðrun Sólja Jacob- sen fríggjakvøldið ongan iva vera um, at hon framvegis er Stjørna í eitt kvøld STJØRNA Í EITT KVØLD Solby A. Eliasen, solby@sosialurin.fo Århus: " Jeg vidste det!" Hesi orð segði managarin hjá Guðruni, John Chri- stoffersen, og leyp upp úr sofuni í forhøllini í DR, tá Natasja Crone fríggja- kvøldið almannakunn- gjørdi, at Guðrun Sólja Jac- obsen hevði vunnið fjórða innleiðandi umfarið av Stjørna í eitt kvøld við nær- um helvtini av atkvøðun- um. Fáar minuttir framman undan megnaði hann tó ikki at fjala sínar nervar fyri, hvussu leikur mundi fara at ganga. Hetta uttan iva tí, at tað vóru fleiri, sum søgdu, at Guðrun helst ikki fór at vinna, tí sangurin var ov stillur. Ja, onkur segði enn- tá keðiligur. John Christoff- ersen spurdi fleiri av fólk- unum í høllini, hvør tey væntaðu fór at vinna. Fleiri gittu Katrine Pinholdt Hall, sum rokkaði á pallinum við kenda ABBA lagnum Gimme Gimme Gimme. Men tað vóru heili 44 % av hyggjarunum ikki samd við teimum í. Guðrun fór so syngjandi í hálvfinaluna, og frøin var stór. Bæði á henni og teimum, ið sótu í salinum og heppaðu upp á hana. Nummar tvey í inn- leiðandi umfarinum gjørd- ist Lene Matthiesen við 31 % av atkvøðunum. So ikki kann annað sigast enn, at tað hetta kvøldið var talan um tveir sannførandi hálv- finalistar. Tær struku av- stað við tilsamans 75 % av samlaðu atkvøðunum. Feitur sangur Guðrun var sjálv vælnøgd við, hvussu tað gekk hjá henni undir sjálvari fram- førsluni. Hon segði, at prøvarnir dagarnar framm- anundan eisini høvdu ging- ið væl, og tað var hon sera glað fyri. Oyrasnigilin hjá Guðruni órógvaði hana tó eitt sindur undir sjálvari framførsluni, men tað sigur hon bara var tí, at hann strammaði ov nógv ta einu løtuna. Tað bilti tó ikki, og nervaði sanniliga ikki hennara framførslu. Guðrun dylir ikki fyri, at tað var nakað heilt annað at vinna hesuferð. - Tað er als ikki á sama hátt. Ikki so nógvar inni- læstar gleðiskenslur, sum bara ikki sleppa út. Sjálv- andi eri eg glað, men tað er ikki tað sama sum fyrstu ferð, segði Guðrun. Hennara tulking av Imagine hjá John Lennon var heilt serlig og mundi fara inn undir húðina á flestu áhoyrarunum. Spurd um, hví júst tað var Imagine, sum hon valdi, svaraði Guðrun púra avgjørd: - Imagine er ein feitur sangur við einum deiligum boðskapi. Guðrun hevur ikki gjørt av, hvør sangurin til hálv- finaluna skal vera, men um hon kemur í sjálva final- una, so verður tað tann sami sangurin sum til hálv- finaluna. Imagine er nevniliga á fløguni, sum júst er komin út, so hann kann hon ikki syngja til finaluna, um hon sleppur víðari. Væntaði onki Guðrun sá annars út til at vera eitt sindur bilsin av, at hon vann. Tá hon hoyrdi sítt navn verða nevnt, talaði andlitsbráið hjá henni fyri, at hon ikki hevði væntað at vunnið. Hetta viðgongur hon og sigur í sama andadrátti, at støðið á kappingini var nógv hægri hesuferð. - Eg væntaði onki. Ikki soleiðis at skilja, at eg ikki hevði vónina, men øll vóru so góð í kvøld, og tá eg nú havi vunnið einaferð fyrr, so er tað ikki so lætt at end- urtaka tað, segði stjørnan beint sum hon kom til after- party á Train. Tá Guðrun var liðug at syngja á pallinum og upp- tøkutólini vóru sløkt, tók tað drúgva tíð at fáa hana niður av pallinum. Ikki tí at hon ikki vildi sjálv, men øll vildu heilsa upp á hana. Syngjandi í hál Ongin ivi var millum dómararnar um, hvørjar skuldu víðari úr fjórða innleiðandi umfarinum í sjálva finaluna. Og tað vóru heili 44 og 31 % av hyggjarunum hjá DR fríggjakvøldið samd við teimum í. Føroyska Guðrun Sólja Jacobsen fór so syngjandi í hálvfinaluna og danska Lene Matthiesen við Mynd: DR/Bjarne Bergius Ási Jacobsen: Øgiliga spennandi Pápi Guðruna og fleiri onnur í fam- iljuni umframt vinfólk vóru til- staðar í salinum fríggjakvøldið, tá Guðrun vann fjórða innleiðandi umfarið í "Den sidste mission" STJØRNUPRÁT Solby A. Eliasen, solby@sosialurin.fo Århus: Føroyingarnir settu sjálvandi teirra dám á Stjørna í eitt kvøld við føroyskum fløggum og rópum. Pápi Guðruna, pápa- beiggi hennara og abbadóttir hansara, beiggi Guðruna og fleiri vinfólk vóru mill- um áhoyrararnar hesa løtuna. Tey vóru øll á einum máli um, at tað var nógv meira spenn- andi til hesa kappingina enn seinast. Ási Jacobsen, pápi Guðruna, segði aftaná, at hann ikki hevði væntað, at dóttirin fór at vinna so sannførandi. - Hetta var so nógv meira spennandi, tí nú hevur hon vunnið fyrr, segði hann brosandi, meðan hann heilsaði upp á tey mongu glaðu fólkini, sum komu at ynskja honum til lukku við dótrini. Ási heldur, at Guðrun hevur ment seg sera nógv sum sangarinda, síðani fyrstu ferð hon steig á pallin í Stjørna í eitt kvøld við balladuni Promise me. - Tað kanst tú ætla, at hon hevur. Hon hevur jú sungið so nógv síð- ani, og nú fer hon at hava úr at gera aftur. Fyrst hevur hon vunnið her í kvøld, og mána- dagin kemur fløgan eis- ini út, sigur hann. Familjan á Tvøroyri hevur tó havt Guðruna heima í nærum ein heil- an mánað á jólum, so hon hevur veruliga fingið ladað upp til strævnu tíðina, sum liggur fyri framman. Ási skuldi vera hjá Guðruni í nakrar dagar, áðrenn leiðin gekk upp aftur til Føroya. - Ein pensjionistur sum eg, hevur ikki so øgiliga nógv at takast við, so eg kann tað sama royna at stuðla dótrini, tá tað ber til, segði Ási Jacobsen, áðrenn hann fór úr sali- num. G u ð r u n S ó l j a J a c o b s e n