Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 17 lvfinaluna Í salinum í DR fríggjakvøldið mundu umleið 250 áhoyrarar sita. Hesi seta sín avgjørda dám á send- ingina hjá Danmarks Radio og fyri at tryggja, at tey eru so væl fyri, sum gjørligt, hevur ein maður til uppgávu at hita tey upp og leggja teimum lag á STJØRNA Í EITT KVØLD Solby A. Eliasen, solby@sosialurin.fo Århus: Inni í salinum er hitin øgiligur. 250 fólk sita flennandi og lurta eftir einum manni, sum ger alt, hann kann fyri at fyrireika tey til sendingina, sum byrjar um ein hálvan tíma ella so. Ljóskastar- arnir kasta ein øgiligan hita frá sær, og fleiri hava hug at suffa við longu nú. Hetta fangar upphitarin hjá DR og sigur við fremstafingrinum ovast, at tað er onki, sum eitur at sita og suffa, tá sendingin er byrj- að. - Tað eru fleiri, sum eru fangað á skíggjanum, meðan tey sita og suffa og sveitta. Tað er ikki ein serliga smartur máti at gerast kend- ur í sjónvarpinum uppá, sigur hann, og áhoyrararnir flenna í kíki. Hesin margháttligi maðurin heldur áfram at skemta og koma við ymsum góðum ráðum um, hvat ein kann og ikki kann loyva sær at gera, meðan sendingin er í luftini. Meðan hann stendur og hitar áhoyrararnar upp, ganga fleiri onn- ur og stákast við at fáa tað seinasta klárt, áðrenn Natasja Crone og øll hini koma. Áhoyrararnir fáa enntá at vita frá hesum manninum, hvussu tey skulu klappa og rópa, og nær tey skulu gera tað. Eisini fáa tey boð um, at tá sendingin byrjar, og tá sangararnir eru lidnir við teirra framførslu, skulu tey reisa seg, meðan tey rópa, floyta og klappa. - Og nu kommer vores super gode husorkester, lad os gi´ dem en stor hånd, rópar hann brádliga. Øll reisa seg og geva orkestri- num eina ordans móttøku. Upphitarin tykist at vera vælnøgdur, men heldur kortini áfram at tosa. Niðurteljing So kemur verturin sjálv, Natasja Crone og dómararnir í kappingini inn á pallin. Tey fáa somu móttøku sum húsaorkestrið. "Ti minutter til showtime," verður rópt í hátalaranum. Upphitarin díkir á at tosa. Hann hevur so nógv upp á hjartað, men fólk eru við at troyttast av honum. At enda kemur ein av upp- tøkumonnunum hjá DR og tekur mikrofonina frá honum. Hetta til miklan látur fyri tey mongu í salinum. Men upphitarin letur seg ikki steðga av hesum. Hann byrjar í staðin at rópa út í salin, men upptøkumaðurin er ikki ráðaleysur. Hann smekkar eitt petti av tape fyri munnin á upphitaranum, og so er tann trupulleikin úti av verðini. Og tíggju minuttirnir við at vera farnir. Í hátalaranum hoyrist nú temalagið til sendingina. Natasja Crone kemur inn á pallin, øll reisa seg og klappa, og hon byrjar at tosa. Men klokkan er bara nakrar minuttir í átta, so hetta er bert ein roynd. Ein roynd, sum áhoyrararnir sambært upphitaranum og vertinum sjálvari klára til eitt reint UG. So hoyrist ein kvinnurødd í hátalaranum rópa, at tað bert er ein minuttur eftir. Fólk gera seg klár, og so telur hon niður...fimm, fýra, trý, tvey....og sendingin byrjar. Onkur reisir seg ov tíðliga upp, men tað kemur ikki upp á upp- tøkutólið. Fólk flenna bara og rópa so og klappa til røttu tíðina. Sendingin koyrir væl, og samanspælið millum vert, sangarar, áhoyrarar og upptøkufólk gongur væl. Ein tima seinni er fyrsti parturin av, og summi fara út at strekkja sær beinini. Upphitarin gongur tá aftur í sama lagi og undirheldur, inntil TV-Avisen er lið- ug, og kvøldsins vinnari skal kjósast. Alt gongur, sum tað skal. Báðir hálvfinalistarnir verða funnir, og tá Guðrun Sólja Jacobsen er liðug at syngja vinnarasangin, verða ljósini í salinum sløkt. Hitin er øgiligur, men tað verður beinanvegin frægari, tá ljóskastararnir eru sløknaðir. Fólk fara úr salinum. Summi fara heim, onnur til afterparty á Train, meðan upp aftur onnur helst fara sær ein túr í býin eftir eina góða løtu í studionum hjá Danmarks Radio. Upphitaðir áhoyrar Hon skrivaði eisini fleiri autografar, og myndafólk flokkaðust rundan um hana. Tá sást, at hóast hon hevur ment seg nógv, og at onnur fløgan hjá henni er útkomin, so hevur Guðrun framvegis ilt við at venja seg við at vera í ljóskastara- num. " Gudrun, kig nu her. Kig nu op" Soleiðis blivu myndafólkini við at rópa á hana. Og við sínum sjar- merandi skeiva smíli royndi hon sítt besta, meðan hon helt fast í eitt blómutyssi og eina tekning, sum hon hevði fingið frá einari smá- gentu. Broytt stíl Flestu, sum sóu Guðruna hetta kvøldið í DR, løgdu til merkis, at hon hevði broytt stíl. Purluta hárið hekk púra slætt niður á her- arnar, og samansetingin av klæðunum gjørdu, at hon riggaði avbera væl. Jaque- line Friis-Mikkelsen hevði tað eisini á orðið, at tað var deiligt at síggja, at Guðrun hevði broytt sín stíl, so- leiðis at heildarmyndin av henni nú var uppaftur betri enn til ta fyrru kappingina. Rósandi orðini frá dómar- unum øllum vóru heldur ikki at taka feil av. Tey vóru øll djúpt rørd av sanginum hjá Guðruni. Sjálv sigur Guðrun ikki tað stóra um sína stílbroyt- ing. - Eg havi altið havt slætt hár. Til ta seinastu kapping- ina hevði eg permanentað hárið, og tá vildu tey hava purlurnar at síggjast, so hetta, sum eg nú havi, er tað, sum eg altíð havi havt. Annars haldi eg ikki sjálv, at eg havi gjørt so øgiliga nógv fyri at broyta stíl, segði Guðrun Sólja Jacob- sen, sum nú hevur úr at gera. - Ikki ov nógv at gera kortini, segði hon brosandi, áðrenn hon mátti fara, tí hon skuldi á pallin í Train at syngja vinnarasangin enn einaferð.