týsdagur 1. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 21 - 1. februar 2005
VIÐMERKINGAR
Føroysku fjølmiðlarnir
referera ofta uttan
kritiskan journalistikk
keldur sum hava
persónligan áhuga fyri
publisiteti og fáa á
henda hátt fólk at
halda, at heilsu vandin
fyri børn og ung eru
kyksilvur í grind.
Samstundis er vandi
fyri, at eitt heilt ættarlið
fær varðandi mein av
feilernering, ovuráti,
royking, brennivíni og
kroppsligum inaktivi-
teti. Ikki so sjálvdan
reagera stovnar og
politikar uppá henda
"jornalistikk" við at
koma við verunleika
fjarum tilmælum og
ávaringum, sum higar-
til óivað hevur ført hesi
somu børn úr øskuni
inn í eldin.
Jákup Petersen
Kyksilvur í grind
er vandaleyst
Sannleikin er, at onki nýtt
er komið fram seinastu 10 -
15 árini innan kyksilvur-
kanningum í heiminum.
Tær stóru, neyvu og áhald-
andi kanningarnar seinastu
árini hava verið mótsigandi
og onkrar (írokna føroya-
kanningin) hava víst iva-
samar smáar broytingar á
ávísum
børnum
har
mammurnar høvdu hækkað
kyksilvurviðri. Aðrar kann-
ingar so sum sheychellu-
kanningin hevur ikki víst
nakrar
broytingar
hjá
børnum í heila tikið og har
hava mammurnar munandi
hægri kyksilvurviðri enn í
Føroyum.
Føroyska kyksilvurkann-
ingin er ein altjóða kanning
leidd av dananum Philippe
Grandjean við góðari hjálp
av tí kenda kyksilvur ser-
frøðinginum dr. Thomas
Clarkson og feløgum hans-
ara dr. Philip W Davidson
og Elsa Cernichiari frá
Rochester universitetinum í
New York. Dr. Clarkson
hevur gjørt kanningar um
allan knøttin í meira enn 20
ár
Í Føroyum verða nakrir
yvirlæknar tiknir við í
kanningararbeiðið. Nevnast
kunnu Sjúrður Olsen, Fróði
Joensen, Pál Weihe og
Ulrika Steuerwald. Kann-
ingin varðar í nógv ár og
skrivaðar verða heilt nógv-
ar greinir um evnið. Høv-
uðshøvundar er oman fyri-
nevndi Philippe Grandjean
og felagar hansara úr Dan-
mark, Japan, Boston og
Rochester. Føroysku lækn-
arnir standa eisini fyri ein-
stakum greinum.
Í fyrsta umfari kemur ein
niðurstøða frá føroysku
kanningini har sligið verður
fast, at teir onki hava funn-
ið. Seinri verða ymiskar
broytingar gjørdar og før-
oyski bólkurin kemur síð-
ani fram til, at talan kann
verða um smáar broytingar.
Hesin háttur at arbeiða
uppá fellur vísindafólki fyri
bróstið, og til tíðir verður
mótmælt hvassliga.
Tannleysir fjølmiðlar
Føroyskir fjølmiðlar fylgja
t.d. væl við tá ráðstevna er í
USA í novembur 1998. Tað
ljóðar sum um tað er før-
oyska
kanningin
sum
verður løgd fram fyri Al
Gore varðaforseta í USA.
Men í verunleikanum er tað
Committee on Environ-
mental and Natural Re-
sources (CENR) sum skip-
ar fyri Workshop um kyk-
silvur í Raleigh í North
Carolina. Kommitein er
undir amerikansku stjórn-
ini, so Al gore varð har og
setti ráðstevnuna og fór so
avstað aftur.
Nógv vísindafólk um
allan heim eru savnaði til
hesa ráðstevnu fyri at meta
um árinið sum lág viðri av
kyksilvuri hava á barnið í
móðurlívi. Í hesum sam-
bandi verða tey vísinda-
fólkini, sum hava gjørt
kanningarnar í Irak, Sey-
chellunum, Føroyum og í
Amazonas boðin við.
Tilfarið frá Workshoppini
er rúgvusmikið, men tað er
torført at koma við nakrari
niðurstøðu av tí at kann-
ingarúrslitini eru mótsig-
andi. Rátt verður til at
kanningarnar halda áfram
og at metodir, úrslit og
endaligar metingar verða
harmoniseraðar betri, so
betri ber til at sammeta.
Í hesum sambandi kann
nevnast, at føroyska kann-
ingin fær rós men eisini eitt
skot fyri bógvin. Sagt verð-
ur m.a.:
"Mentanin í skandinavia
við tryggum familiulívi og
vælvirkandi heilsuskipan,
útbúgving og sosialum
veitingum er serstøk. Ongir
svølttrupuleikar eru. Mat-
urin er góður við góðum
feitti og selenium (sum
styðjar heilamenningina).
Føroysk børn viga meira
við føðingina og verða
sjálvdan fødd áðrenn tíð-
ina. Børnini fáa nógv
bróstamjólk og mammur-
nar drekka ikki nógv alko-
hol.
Sostatt ber ikki væl til at
brúka føroysku kanningina
til onnur øki í heiminum.
Harafturat vísir tað seg,
at føroyska kanningin hev-
ur ikki hevur funnið nakað
árin á børn tá tey vóru
kannaði sum 2 ára gomul,
og tí tikið hesa kanningina
burturúr tí samlaðu kann-
ingini. Workshoppin metir
at hetta er fullkomiliga
skeiv mannagongd og reisir
yva um trúviðri í allari
kanningini.
Harafturat
stuðla tølini í tí rapport,
sum føroyska kanningin
hevur gjørt, ikki tær niður-
støður sum gjørdar eru í
somu rapport, og føroysku
kanningarfólkini
hava
framlagt viðri á ein slíkan
hátt, at yvi er reistur um
teirra trúviðri sum óheftir
granskarar".
Hetta eru sera beisk orð
frá vísindafólki á hægsta
stigi, men verða sjálvandi
ikki refereraði í føroysku
fjølmiðlunum, tí her er
ongin journalistikkur, bert
blind referatir frá keldum
við serligum áhugamálum.
Ikki tí, bæði sjónvarp,
útvarp og bløð hava fingið
at vita um henda skeivleika,
men hava valt at lata sum
onki.
Stara seg blinan uppá
kyksilvur
Heimskendi Thomas Clark-
son fann eisini við kann-
ingum av inuittum í Kana-
da lítið og onki árin á
nervalagið hóast mammur-
nar høvdu tíðani kyksilvur-
nøgdir. Hann kom til tað
niðurstøðu, at onnur viður-
skifti enn kyksilvur hava
tídning. Her verður hugsað
um heila verjandi evnini í
grind og fiski so sum selen,
heila stimbrandi evni í fiski
so sum omega 3 feittevni,
kostvanar í heila tikið,
heimlig viðurskifti, sam-
felagslig viðurskifti o.s.fr.
Haraftura eru onnur evni í
mati og umhvørvi sum
kunnu líkna kyksilvur árini.
Vit tosa her um hvat
hendir um vit bróta aldar-
gamlar matvanar. Matvanar
sum eru knýttir til heimlig
viðurskifti og ikki minst
sosial/samfelags
viður-
skifti, við vanda fyri at
broyta
grundleggjandi
mentan, sosialar, samfe-
lagsligar og heimligar van-
ar og bindingar. Um hetta
skal gerðast, so skal tað
gerðast út frá eini sam-
felagsligari heildarmeting,
og ikki tí, at ein granskari
heldur seg at hava funnið
okkurt smávegis í sínum
lítla króki og vil koma fram
í fjølmiðlunum.
Vit eiga eisini at spyrja
okkum hvat hendir um vit
mæla fólki frá at eta ávísa
føði sum, fyriuttan illgruna
um negativt árin, eisini
hevur víst seg at hava sera
nógv positivt árin. Hvat
fara tey so at eta? Fara tey
at
standa
frammanfyri
einum pylsuvogni ístaðin
fyri? Hvussu fer teirra
lívsstílur at broytast? Frá at
gerða grindareiðskap, reka
grind, drepa og skerða upp í
góðum samstarvi við vinir,
kenningar og fremmand, til
at sita framman fyri einum
sjónvarpi?
Verunligu heilsu
vandarnir
Og hvar eru teir verunligu
vandarnir tá tað kemur til
trivnað
og
heilsu
hjá
komandi ættarliði? Vit vita
nú, at okkara skúlabørn eru
millum tey sum roykja mest
samanborið við okkara
grannalond.
Harafturat
gerst tað alt vanligari, at
børn drekka brennivin, og
vit vita, at hetta hevur
álvarligt árin á barnaheilan.
Eisini sita okkara børn
nógv frammanfyri sjón-
varpi og eta meira enn gott
er. Tey fitna! Og nú byrja
fyrstu álvarsligu skaðarnir
av hesum at síggjast.
Ein kanning sum Hjerte-
foreningen í Danmark hev-
ur gjørt í hesum sambandi
hevur ført til eina rapport
sum kom út í septembur
2004. Aftanfyri rapportina
(Børn og unges livsstil og
risiko for hjertesygdom)
standa
Bjørn
Holstein,
professari og Pernille Due,
lektor, bæði frá Institut for
Folkesundhedsvidenskab.
Harafturat eru professor dr.
med. Lars Bo Andersen frá
Norges Idrætshøgskole og
Karin
Helweg-Larsen,
lækni á Statens Institut for
Folkesundhed. Tey hava
gjøgnumgingið
fakligan
litteratur um fyribrigdi og
viðurskifti
sum
kunnu
ávirka heilsu og trivna hjá
børnum og ungum.
Og støðan er ræðandi.
10% av børnunum undir 20
ár hava nú æðraforkálk-
ingar og eru í stórum vanda
fyri at fáa blóðtøpp í ung-
um aldri. Meðalvektin hjá
børnunum heldur áfram við
at vaksa. Og sjálvt um fleiri
átøk hava verið í Danmark
fyri at fáa børnini at roykja
minni og eta sunnan mat, so
eta børnini 40% meira góð-
gæti og sodavatn enn fyri
nøkrum árum síðani. Vit
síggja nú alt fleiri børn og
ung við sukursjúku ársaka
av vánaligu matvanunum
og ovurfiti.
Hesi børn kunnu ikki
rokna við at fáa sama
heilsusama lív sum ættar-
liðini
frammanundan.
Longu nú verður tosað um
tað mista ættarliðið, har
børnini longu hava fingið
so mikið álvarsligan skaða
og farin so langt inn í ein
heilsu skaðiligan livihátt, at
tað verður torført at rætta
alt uppaftur. Hesi børn
verða helst seinri ein stór
byrða
fyri
komandi
heilsuverk.
Ráðini í rapportini eru,
at skúlin skal koma við
meir kunning um mat og
motión. Hava fleiri ítróttar-
tímar, banna sodavatn og
góðgæti í skúlanum. Tað
skal verða banna marknað-
inum at reklamera við
ósunnari føði til børn og
økjast skal um gransking-
ina.
Ítróttarfeløg
skulu
styðjast í teirra royndum at
banna royking og selja
sunnan mat. Annars sigur
danska stjórnin seg verða
skelkaða yvir støðuna og
ferð at taka hóskandi stig
eftir valið.
Hvønn arbeiðshátt eiga
vit at brúka
Í 1997 helt WHO ráðstevnu
í Jakarta sum endaði í tí
greiðu niðurstøðu, at neyð-
ugt varð við nýggjum átøk-
um
móti
komandi
heilsuvandum. Her varð
eisini greitt sagt frá, at
eitthvørt átak og tilmæli
skuldi hava støði í sosialari
ábyrgdarkenslu og samlaðu
heilsustøðuni. Harafturat
varð stór áherðsla løgd á, at
miðspjaða virksemið við
atliti til teir ymsu livihátt-
irnar í ymiskum londum,
kommunum, býum, bygd-
um o.s.fr. Hetta fyri at fáa
eitt realistiskt átak, sum
hevur røtur í fólkinum og
teirra livihátti, samstundis
sum víst verður á møgu-
leikum fyri betri livi- og
matvanum. Hetta skal eis-
ini gerast í samráð við
serkunnleika, politikarar og
leikfólk á staðnum. Á
henda hátt fæst ein sunn og
støðug
heilsu
menning
grundað á mentan, livihátt
og lokalan kunnleika har
ræðslu- og hóttanarpoli-
tikkur verður skiftur út við
positivum tilmælum og
ráðum.
Og hvat skulu vit gerða í
Føroyum. Halda áfram við
at referera áhugamál og
meiningar hjá einstøkum
persónum og kalla tað
heilsupolitikk? Ella skulu
vit taka høvdið úr sandin-
um, viðurkenna at vit eru
føroyingar og gerða eitt
dygdargott heilsuátak sum
svarar til okkara mentan og
livihátt. Støðga við ræðslu
herferðunum íspunnin av
fólki við persónligum ætl-
anum. Gera eina heildar-
ætlan í góðum samstarvi
við lokalan serkunnleika,
politikar og leikfólk fyri at
fáa eina sunna og støðuga
heilsu tilgond sum kann
bjarga komandi ættarliði.
Kyksilvurvandin í grind er møsn!
Heilt
ófatuligt
Martin Dam
valevni á Lista E
Landsins fólkavaldu
sum fyri stuttari tíð
síðani samtyktu at Før-
oyar er og altíð hevur
veri ein tjóð, og at máli
ikki var at kjakast um,
teir eru ikki samdir
longur.
Tjóðveldisflokkurin
fangaði donsku stjórn-
ina ið at hava logi yvir
fyri ST í einum máli
viðvíkjandi
ríkis-
rættarligu støðu føroy-
inga. Máli skuldi til
hoyringar 25.01, men
vali gjørdi at máli ikki
kom fram.
Men hvat er hent?
Ja tað ófatuliga er hent
at ABC-flokkarnir her
í Føroyum, eru vornir
samdir um at fara í
valstríð uppá at buldri-
bassarnir skulu send-
ast heim.
Tjóðveldisrøddirnar
vera skírdar at vera
buldribassar, tá tær
reisa mál á fólkatingi,
mál sum allir flokkar
her heim søgdu seg
vera samdar í. Ups, eru
teir nú eisini fangadir í
at lúgva.
Nei, ikki er fatanin í
Danmark at okkara
umboð hevur veri nak-
ar buldribassi, men
satt er tað at 4 ferðir so
nógv mál eru komin
fram at røðarapallinum
á Christiansborg eftir
at Tjóðveldisflokkurin
fekk
umboðan
á
Fólkatingi aftur sein-
astu 4 árini.
Vel so tað munar 08.
feb.
VAL05