týsdagur 1. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • týsdagur • 1. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað sær ómetaliga
gott út hjá Mjølnir í
meistaradeildini hjá
kvinnum, eftir at
nærmastu kappingar-
neytarnir úr TB snáv-
aðu á heimavølli
móti Drátti
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
Kvinnurnar hjá Mjølnir
hava sera góð útlit fyri at
endurvinna meistaraheitið
hjá sær í meistaradeildini.
Hetta gjørdist greitt sunnu-
dagin, tá ið arvafíggindar-
nir og nærmastu kappingar-
neytarnir úr TB rættuliga
óvæntað
snávaðu
fyri
Drátti í Trongisvági.
Gysari
Bæði TB og Dráttur høvdu
annars verið í dysti leygar-
dagin eisini. Dráttur hevði á
heimavølli
vunnið
ein
tryggan 3-0 sigur á ÍF, har
tað ongantíð stóð á hjá
vágaliðnum at vinna settini.
Hinvegin gekk tað meiri
striltið hjá TB, sum var og
vitjaði KÍF í Hoyvíkshøll-
ini. Annað vikuskiftið á rað
noyddist TB út í ein harðan
trýsettara móti einum av
lægru liðunum, og tey
flestu av settunum vóru
rættuliga tøtt, og neyðugt
var við fleiri umbóltum, til
ein avgerð fall.
Dysturin sunnudagin í
Trongisvági gjørdist ein
sannur gysari. Vælupp-
løgdu kvinnurnar úr Vág-
um vístu beinan vegin
heimaliðnum, at tær ætlaðu
sær ikki tómhentar norður
um Suðuroyarfjørð aftur.
Fyrsta settið var rættuliga
javnt, men tað var útiliðið,
ið dróg longra stráið og
vann settið 25-23. Síðani
tók heimaliðið sær um
reiggj og vann næsta settið
sannførandi 25-17, og so
stóð á jøvnum 1-1 í settum!
Triðja
settið
gjørdist
heldur ikki nakað serliga
spennandi, men hesaferð
vóru tað tó tær úr Drátti, ið
vóru omaná og vunnu settið
25-20. Var triðja settið lítið
spennandi, so var tað fjórða
beint tað øvugta. Dráttur
kundi við at vinna settið
tryggja sær sigurin, og tær
høvdu eisini nakrar match-
bóltar, men nærri komu tær
ikki í tí settinum, sum TB
eftir drúgva tíð vann 31-29!
Tískiil var neyðugt við
einum javnbrótara í fimta
setti, og hann gjørdist ikki
minni spennandi. At enda
var tað tó útiliðið úr Vág-
um, sum vann javnbrótaran
16-14, og harvið settu tær
av álvara ein stóran kíla í
gulldreymarnar hjá TB.
- Einki er avgjørt
Við sigrinum hjá Drátti á
TB bendir alt nú á, at
Mjølnir fer at endurvinna
meistaraheitið. Í Klaksvík
fegnast tey sum vera man
um sigurin hjá Drátti, men
ein av royndaru leikarunum
hjá Mjølnir, Vera Larsen,
sigur tó, at enn er einki av-
gjørt.
- Vit hava dystir eftir
móti bæði TB og Drátti, so
enn er einki avgjørt, sigur
Vera Larsen. Hon heldur, at
um tær tapa komandi
sunnudagin móti Drátti í
Klaksvík, sær tað bráddliga
heilt gott út hjá Drátti.
Vera sigur, at Mjølnir
hevur roynt at fingið dystin
móti Drátti útsettan, tí at
ein tann mest týðandi leik-
arin hjá teimum, bulgarska
Zacki, er farin til heimland-
ið hjá sær av persónligum
orsøkum, og hana vilja tær
fegnar hava við í dystinum
móti Drátti.
Spurd, um Dráttur er ein
hóttan hjá teimum, sigur
Vera: - Dráttur hevur Ninu,
og um hon hevur ein góðan
dag, kunnu tær koppa øll-
um liðum. Hinvegin er tað
so, at fær man steðgað
Ninu, so steðgar Dráttur
eisini, sigur Vera Larsen.
Sjálvar vóru tær í Mjølnir
um vikuskiftið í dysti ´í
Sørvági, har tær vunnu 3-1
á botnliðnum SÍ.
- Vit vunnu gott nokk í
Sørvági, men tað hevur
gingið sera striltið móti
lægru liðunum í seinastuni.
Eg veit ikki heilt hvat tað
er, men tað tykist sum um,
at vit hava ilt við at moti-
vera okkum móti lægru lið-
unum, sigur Vera Larsen og
leggur
afturat,
at
tað
manglar spenningur í kapp-
ingini, og tað førir við sær,
at man hevur ilt við at moti-
vera seg.
TB-Dráttur 2-3 (23-25, 25-
17, 20-25, 31-29, 14-16)
SÍ-Mjølnir 1-3 (20-25, 25-
22, 12-25 og 19-25)
KÍF-TB 2-3
Dráttur-ÍF 3-0 (25-19, 25-
17 og 25-13)
Mjølnir á gullkós
Við sigrinum á Mjøl-
nir í Sørvági sunnu-
dagin tók SÍ eitt stórt
fet móti føroyameist-
araheitinum í meist-
aradeildini hjá monn-
um
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
Lagt var upp til eitt ordans
oddabrak í Sørvági sunnu-
dagin, tá ið tey bæði
fremstu liðini í meistara-
deildini hjá monnum, SÍ og
Mjølnir
hittust.
Undan
dystinum var SÍ eitt stig
framman fyri føroyameist-
ararnar úr Klaksvík.
Ikki eins javnt
sum væntað
Í teimum báðum dystunum,
sum liðini hava leikt móti
hvørjum øðrum fyrr í hes-
um kappingarárinum, hev-
ur tað gingið soleiðis, at
liðini hava vunnið hvør sín
við settúrslitinum 3-1.
Sunnudagin gjørdist als
ikki talan um ein so spenn-
andi dyst, sum fleiri annars
høvdu væntað. Klaksvík-
ingar tóktust als ikki verða
klárir til dystin, og kanska
vóru tankarnir hjá teimum
longu farnir at snúgva seg
um steypafinaluna, ið teir
skulu leika móti júst SÍ um
tvær vikur.
Undir øllum umstøðum
gjørdi heimaliðið bart í
fyrsta settinum og smurdi
Mjølnir av 25-8! Í næsta
settinum beit Mjølnir eitt
sindur meiri frá sær, men
tað var als ikki nóg mikið
móti væluppløgdu sørving-
unum, ið vunnu settið 25-
17. Í triðja settinum var eitt
sindur meiri av spenningi í,
men framvegis vóru tað
vertirnir úr Sørvági, sum
vóru omaná, og teir vunnu
triðja settið 25-22, og har-
við vunnu teir eisini dystin
greitt 3-0 til stóra frøði fyri
teir mongu sørvingarnar, ið
høvdu leitað sær til dystin.
SÍ hevði annars fyrr í
vikuni leikt ein útsettan
dyst móti ÍF, sum teir
vunnu greitt 3-0, og teir eru
nú trý stig framman fyri
Mjølnir
á
næstfremsta
plássinum, og gullrámurin
er av álvara farin at gera um
seg í Sørvági.
SÍ-Mjølnir 3-0 (25-8, 25-
17, 25-22)
ÍF-SÍ 0-3
SÍ eitt stórt fet nærri FM
Kvinnurnar hjá Mjølnir hava
beina kós móti gullinum,
eftir at TB um vikuskiftið
snávaði móti Drátti í
Trongisvági.