týsdagur 1. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 21 - 1. februar 2005
Hugburðs-
broyting
John Zachariassen
staðfesti eftir dystin,
at bæði hann og lið-
felagarnir nú hava
ein væl sterkari sig-
ursvilja, enn teir
høvdu í grund-
spælinum
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at siga til, at
smílini á VÍF-leikarunum
vóru stór, tá dysturin
sunnudagin var lokin.
Triðju ferð á rað høvdu
teir bast Kyndli, men
hesaferð var avrikið langt
ífrá so sannførandi, sum
tað var fýra dagar framm-
anundan.
Í øllum førum ikki
fyrstu løtuna, tí í seinna
hálvleiki vóru tað fyri tað
vestmenningarnir,
sum
settu kósina, og tá hetta
ikki bar til, megnaðu teir
við reinari viljastyrki
kortini at halda fast um
dystin.
Eftir dystin fingu vit
orðið á John Zacharias-
sen, og hann ásannaði eis-
ini, at tað hesaferð tók
sína tíð, áðrenn teir komu
ígongd.
– Ja. Vit megnaðu at
venda øllum á í steðgin-
um. Sjálvur helt eg eisini
undan dystinum, at vit als
ikki vóru eins uppsettir,
sum vit vóru mikukvøld-
ið, og tað sást eisini aftur
í avrikinum. Í steðginum
fekk Dia so staðfest,
hvønn týdning dysturin
hevði. At alt ikki var
liðugt, bara tí vit høvdu
vunnið eina hálvfinalu,
men at hesin dysturin var
altavgerandi fyri FM-
møguleikan.
– Tað fekk okkum at
rakna við, og samstundis
haldi eg tað gjørdi góðan
mun, at Johnny Joensen
nú aftur er við. Hann gev-
ur seg í øllum førum altíð
100%, og tað styðjar upp
undir avrikið hjá okkum
øðrum.
Seinastu
minuttirnar
tóktist alt hetta tó vera til
fánýtis, tá Kyndil í drúgv-
ari yvirtalsstøðu átti av
avgjørt dystin. Sjálvur
helt John tó, at teir alla
tíðina trúðu upp á møgu-
leikan. Eisini tá útlitini
vóru alt annað enn góð.
– Har sá svart út, men
vit hildu bara á fram at
stríðast. Tað hevur nokk
eisini havt sítt at siga, at
vit júst hava vunnið á
Kyndli tvær ferðir. Eg
rokni í øllum førum við,
at um hatta var hent fyri
bara tveimum mánaðum
síðani, so høvdu vit givið
skarvin yvir.
Eingin ivi er um, at
sigurin var týdningarmi-
kil, men enn er langt eftir
á mál hjá VÍF, og tað
ásannaði John eisini.
– Treytirnar hjá okkum
eru framvegis tær somu.
Missur Kyndil einki, so
skulu vit vinna allar okk-
ara dystir, so tað verður á
ongan hátt lætt. Men nú
kunnu vit í øllum førum
sjálvir avgera alt. Tað
kundu vit ikki, um Kyndil
hevði vunnið í dag, og tí
var sigurin so sera umráð-
andi, staðfesti John Zach-
ariassen at enda.
– Eg rokni í øllum førum við, at um hatta var hent fyri
bara tveimum mánaðum síðani, so høvdu vit givið skarvin
yvir, helt John um drúgvu løtuna móti dystarenda, har
Kyndi hevði bæði sett- og matchbólt
Við vyirtalsstøðu í
fimm minuttir hevði
Kyndil allar møgu-
leikar at avgera dyst-
in, men ístaðin snar-
aði VÍF dystinum - og
FM-stríðnum - til
egnan fyrimun sein-
astu løtuna
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Eitt tap í dag hevur við
sær, at Kyndil uttan iva
verða meistarar«
Somikið greið var áskoð-
anin í leikskránni hjá VÍF
til dystin sunnudagin, og
hetta var neyvan at taka
munnin ov fullan. Sum
støðan var undan dystinum,
so skræddi vinnarin seg
leysan av hinum, og vann
Kyndil, so høvdu teir í góða
málmuninum
eitt
eyka
vápn, sum kann fáa heilt
nógv at siga, tá talt verður
saman eftir lokna kapping.
Men nú gjørdist setning-
urin sum so bara hypotet-
iskur, tí tað eydnaðist vest-
menningum at basa Kyndli
fyri
triðju
ferð
innan
knappar
tríggjar
vikur.
Hesaferð í einum dysti,
sum kanska var enn meira
spennandi enn fyrra hálv-
finalan teirra millum. Og
undirhaldsvirðið
sunnu-
dagin kann næstan sam-
metast við tað, sum bæði
liðini góvu áskoðarunum
fyri knøppum ári síðani.
Tí talan var veruliga um
undirhald til kræsnar gómar
sunnudagin.
Skiftandi
yvirvág, spentar støður,
taktisktar broytingar og ein
bæði spennandi og dramat-
iskur endi. Spælið var
kanska ikki av tí besta, sum
bæði liðini hava sýnt í ár,
men s*** verið við tí. Sum
óvildigur eygleiðari var tal-
an í øllum førum um besta
dystin hetta seinasta knappa
árið. Í øllum førum um ein
»dystur« verður definer-
aður sum ein samanrenning
av øllum tí, sum kann gera
hondbólt til eina sera
áskoðaravinarliga ítrótt.
Skiftandi yvirvág
At VÍF hevði knógvað
teimum grønu yvir tveir
hálvfinaludystir fyri stutt-
um, tóktist frá fyrsta bríksli
hava sína stóru ávirkan á,
hvussu liðini fóru undir
uppgávuna.
Fyri
bara
tveimum mánaðum síðani
mest sum rann Kyndil teir
gulu niður frá fyrsta bríksli,
men hesaferð gjørdu teir
ikki somikið sum eina
roynd í so máta. Allar helst
var virðingin ov stór, til at
hetta lat seg gera, og sjálvir
tóktust vestmenningarnir
eisini vera meira óimponer-
aðir hesaferð, enn teir so
mangan áður hava verið.
Ikki minst gjørdi tað góð-
an mun fyri teirra viðkom-
andi, at Kyndils-verjan lág
somikið fløt, at Sámal Jo-
ensen í fleiri førum slapp
bæði ein og tveir metrar inn
um teir tríggjar metrarnar,
áðrenn hann setti av, og so
kundi Kyndil akkurát tað
sama givið stórskjúttanum
tómt mál at skjóta eftir.
Spakuliga
komu
teir
grønu tó fyri seg. Sjúkra-
fráveran av Jakob Jónsson
tóktist ikki bila so nógv, nú
Jónleif Sólsker veruliga
hevði funnið aftur á slóðina
í sínum spæli, og í so máta
tóktist saknurin hjá VÍF í
skadda Áka Olsen at vera
munandi størri. Hetta setti í
øllum førum stóra ábyrgd á
Sámal og Inga sum avslutt-
arar, og tó at hesir royndu,
so tóktist ábyrgdin í løtum
vera ov tung at bera.
Og seinastu løtuna undan
steðginum tóktist Kyndil
vera liðið, sum í grundspæl-
inum ongantíð leit aftur um
bak. Verjan fekst upp at
koyra, soleiðis at skjúttarnir
vórðu støðugt órógvaðir. Í
alopsspælinum fekst neyð-
ugi friðurin yvir spælið, so-
leiðis at mistøkini gjørdust
fá. Og fram um alt, so sýndu
teir nú eisini neyðuga tolið,
soleiðis at skotið ikki varð
upp á hálvar og trýkvartar
møguleikar. Kanska kundi
munurin eisini verið enn
størri, um ikki VÍF framdi
VÍF-Kyndil 27
Gylti møguleikin