týsdagur 1. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 1. februar 2005
21
Idioti
Hans Áki Dal
Christiansen var í
øðini um svíðandi
tapið, sum Kyndil
var fyri sunnudagin
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Hatta var idioti. Sein-
astu løtuna er einki skil á
taktikkinum spælskipan-
ini, og tað er for galið.
Tað kostar okkum tvey
óluksáliga týðandi stig!
Hans Áki Dal Christian-
sen var snøgt sagt í øðini,
tá dysturin móti VÍF var av
sunndagin. Ikki minst iðr-
aði hann seg um, at tað
ikki eydnaðist Kyndli at
avgera dystin, tá teir í ein-
ar fimm minuttir høvdu
yvirtalsstøðu móti dystar-
loki.
– Vit spæla seks móti
fýra, og vit klára ikki so
mikið sum at spæla verj-
una tunna. Tá er okkurt
galið. Bæði við spælskip-
aranum og við beinkinum.
Sipar tú til, at tit tá
skuldu tikið tað time-out-
’ið, sum tit framvegis áttu
eftir.
– Sjálvandi. Vit skulu
sláa kalt vatn í blóðið, og
klára vit tað ikki sjálvir,
so skulu venjararnir gera
tað, staðfesti hann.
Kanska hørð orð, men
helst eisini søgd í eini
stórari frustratión, nú
Kyndil triðju ferð á rað
var við undirlutan móti
arvafíggindunum úr VÍF.
Men sæð yvir ein kamb,
so var avrikið hjá Kyndli í
dystinum ikki nóg støðugt.
Í løtum høvdu teir veruliga
takið á VÍF, men løturnar
vóru bæði ov fáar og
stuttar, fyri at tær veruliga
skuldu gera nyttu.
– Men tað er sama søg-
an, sum ger seg galdandi.
Í endaspælinum hevur tað
verið alt ov nógv upp og
niður hjá okkum. Vit hava
snøgt sagt ikki verið nóg
góðir, og heldur enn at
stríðast saman, so verður
skuldin tveitt á aðrar, og
tað er ikki nóg gott. Tað er
nakað, sum vit mugu
broyta her og nú.
Men enn er ikki alt
mist. Góði málmunurin
ger, at tað við at kalla
vissu er nóg mikið, um
Kyndil vinnur tað, sum
eftir er, og tað ásannaði
Hans Áki eisini.
– Sjálvandi er alt ikki
mist. Og vit hava enn
møguleikan at avgera alt
sjálvir. Men vit gjørdu tað
nakað nógv truplari við
tapinum í dag. Tað svíður
eisini, at vit nú tríggjar
ferðir á rað hava tapt fyri
VÍF, men hava bara ikki
verið nóg smartir, stað-
festi altso Hans Áki Dal
Christiansen at enda.
– Vit spæla seks móti fýra, og vit klára ikki so mikið sum at
spæla verjuna tunna. Tá er okkurt galið
skifti á málmanspostinum,
soleiðis at ein sera væl-
leikandi Eli Müller kom inn
at loysa niðurskotna Dejan
Lacok av.
Alt lá til Kyndil
Aftur tóktist dysturin hava
tikið eina avgerandi vend,
men í løtunum eftir steðgin
varð hendan so ruddiliga
koppað á. VÍF kom út sum
eitt óløgi eftir steðgin.
Samstundis hevði Kyndil
gloymt alt um stinna verju-
spælið, og Sámal Joensen
& Co. tóku uttan stórvegis
hóvasták av. Fimm tey
fyrstu málini eftir stegðin
áttu teir á heimaliðnum, og
hóast Kyndil raknaði nakað
við, so tóktist hetta als ikki
vera nóg mikið. Fyrstu 18
minuttirnar eftir steðgin
vann VÍF heili 12-4!, og nú
lá alt beint til høgra beinið.
Ella var tað kanska armin?
Men teir grønu vóru
kortini ikki heilt lidnir. Teir
fingu fatur um rætta endan,
og seigliga togaðu teir seg
aftur inn. Lars Black kom
eisini inn sum ein sera
handugur avloysari hjá
Johan
í
málinum,
og
knappliga stóð 24-22 á
talvuni. Og nú vóru tað teir
gulu, sum tóktust febrilskir.
At teir so samstundis fingu
tvær útvísingar ímóti sær,
gjørdi ikki støðuna betri, og
sum dysturin nú lagaði seg,
bendi alt á ein útisigur.
Seks ímóti fýra fekk Kyndil
nevnliga skotið seg upp á
javnt, og tó at VÍF aftur
skoraði, so hildu teir áfram
at fáa útvísingar. Jónleif
megnaði eisini at skjóta teir
framum, og so tóktist alt
avgjørt. Ikki minst tí fjórða
VÍF-útvísingin innan fýra
minuttir samstundis var hin
triðja hjá Inga Olsen, sum
soleiðis fekk reyða kortið.
Tveittu stigini burtur
Um onkur av heimaáskoð-
arunum nú var farin at leita
sær móti hurðini, so skal
viðkomandi
ikki
verða
sagdur ringur fyri tað. Tí
veruleikin var, at alt nú
skuldi verið avgjørt. Kyndil
hevði ikki bara essini. Teir
høvu eisini allar kongarnar
og minst tvær damur í hond-
ini, men kortini var tað VÍF,
sum onkursvegna trumfaði
yvir. Kyndil megnaði ikki at
spæla seg fram til seinasta
opna møguleikan, og tá VÍF
so aftur skoraði tvær ferðir,
og Eli so eisini átti seinastu
bjargingina í dystinum, var
stóð tað greitt. VÍF hevði
fyri triðju ferð á rað bast
Kyndli. Teir fingu tvey stig
afturfyri, og nú eru tað teir,
sum eru á odda í landskapp-
ingini. Enn eru ikki allar
súður syftar, vildi útvarps-
maðurin helst sagt, men í
øllum førum eru tað nú
vestmenningarnir, sum hava
fyrimunin.
Ikki
minst
sálarliga.
Spurningurin er so, um
teir megna at halda dampin-
um. Tað kann í øllum førum
tykjast nakað tunt, nú liðið
noyðist at vera Áka Olsen
fyriuttan í einar fýra-fimm
vikur. Hesaferð megnaði
Sámal at taka ábyrgdina á
seg, men tað er ikki víst, at
tað fer at bera á mál hvørja
ferð, og so er spurningurin,
hvørji onnur vápn vest-
menningarnir eiga.
7-26 (11-14):
n burturtveittur
Áki er úti allan februar
Tað var ein álvarsligu smeitur, sum VÍF var fyri, tá Áki
Olsen noyddist av vølli móti dystarenda seinasta miku-
dag. Í øllum fagnaðinum um sigurin á Kyndli - og harvið
finaluplássinum - varð ikki roknað við, at talan var um
nakran álvarsligan skaða, men tað var tað so kortini.
Sunnudagin sást Áki soleiðis ganga millum áskoðar-
arnar til dystin móti Kyndli, og støðan verður helst tann
sama í einar fýra til fimm vikur afturat. Eitt brot í
beininum undir vinstra eyga hevur við sær, at tað ikki
er hugsingur um at spæla fyribils. Møguliga fær skot-
sterki bakkurin tó verið við seinastu avgerandi
dystirnar, men fyri fyrst er ikki nógv annað at gera, enn
at hava tol.
-jm
Tað kostaði Kyndli dýrt, at teir ikki høvdu
nóg gott tak á Sámal Joensen. Ferð eftir
ferð slapp hann bæði ein og tveir metrar
inn um tríggja metra strikuna, og so
kundu teir grønu akkurát tað sama sett
eitt opið mál til stóra vestmenningin at
skjóta í
VÍF-Kyndil 27-26 (14-11)
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 13(1), Ingi Olsen 7(3), Harald
Bjørgvin 2, Daniel Rápa 2, Johnny Joensen 2, John
Zachariassen 1
Kyndil: Jónleif Sólsker 11(8), Høgni Klein 8, Janus
Einar Sørensen 4, Hans Áki Dal Christiansen 2,
Rókur Akralíð 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 9
Útvísingar: VÍF 10, Kyndil 5
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3x2 minuttir)
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen. Høvdu so
als ikki sín besta dag. Linjan var trupul at fylgja, og
móti dystarenda megnaðu teir í alt ov lítlan mun at
halda høvdinum kalt.
FAKTA UM DYSTIN