týsdagur 1. februar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 21 - 1. februar 2005
Eftir drúgva oyði-
markargongd eydn-
aðist tað sunnudagin
H71 at vinna sær tvey
stig, tá ið teir bastu
Neistanum á Hálsi.
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
H71 hevur havt ilt við at fáa
nøkur stig í hús seinastu
umførini, og skal liðið hava
nakran møguleika at verða
við í stríðnum um heiðurs-
merkir, er neyðugt, at teir
vinna á liðunum, sum eru
niðan fyri teir á stigatalv-
uni. Tískil var boðskapurin
hjá Henrik Gerster til sínar
menn undan dystinum móti
Neistanum
sunnudagin
greiður: Vind eller for-
svind!
Verjumúrur
Tað er tó einki at taka seg
aftur í, at tað var Neistin,
sum setti dám á dystin
fyrstu løtuna, og serliga var
tað verjan hjá Neistanum,
ið var verd at leggja til
merkis. Neistaverjan var
snøgt sagt ein múrur fyrra
helming av fyrra hálvleiki,
og tá ið so Jota í málinum
samstundis tóktist verða
sera væl upplagdur, sá tað
einki serligt út hjá H71,
meðan tað sá gott út hjá
Neistanum.
Av tí at bæði verjan og
málverjin hjá Neistanum
løgdu so mikið væl fyri,
gjørdust skjúttarnir hjá H71
eitt sindur fjáltursstungnir,
og av tí sama høvdu teir ilt
við at seta bóltin í netið, tá
ið teir royndu seg við skot-
um.
Tað er tó ein sannroynd,
at
ein
trupulleiki
hjá
Neistanum
er
vantandi
breidd í hópinum. Tí var tað
ein dyggur smeitur fyri
Neistan, at teir longu um
miðjan fyrra hálvleik mistu
stýrimannin Áka Mørk,
sum fekk ein snudd í eyga í
sambandi við eitt H71-
álop. Áki er ein lyklaleikari
hjá Neistanum bæði í verju
og í álopi, og missurin av
honum var sjónligur.
Buha trívist væl
á bakkinum
Í hesum kappingarárinum
hevur Blagoje Buha hjá
Neistanum fyri tað mesta
verið at sæð á høgra bakk-
plássi í mun til í fjør, tá ið
hann lá og reikaðist úti á
vinstra vongi. Tað tykist
ikki sum um, at tað ger
Buha til ein minni vanda-
miklan leikara, at hann nú
er komin á bakkplássið at
spæla. Við sínum eyðkenda
og kvika fótskifti liggur
væl fyri hjá honum at snýta
bæði ein og tveir verjuleik-
arar og fara ígjøgnum, og
nú sær tað eisini út til, at
hann veruliga er komin fyri
seg eftir drúgva skaðan, ið
hann hevði í heyst.
Sunnudagin var Buha aft-
ur toppskjútti hjá Neista-
num við tíggju málum, men
hinvegin sást ógvuliga lítið
til Damir Oros, sum vanliga
er góður fyri rættuliga fitt
av málum.
Halgir innstillaði
kanónina
Leiðslan upp á fimm mál,
sum Neistin hevði ognað
sær tíðliga í dystinum,
minkaði spakuliga, eftir at
Áki Mørk var farin út, og tá
ið fyrri hálvleikur var lið-
ugur, høvdu gestirnir úr
Hoyvík bert eitt mál eftir
upp á javnleik.
Tað bøtti um støðuna hjá
H71 í dystinum, at liðskip-
ari teirra, Halgir Dahl Ole-
sen, eftir ein ivasama byrj-
an upp á dystin fekk inn-
stillað kanónina hjá sær
eftir steðgin. Tí saman við
strikuspælaranum Johnny
Durhuus syrgdi Halgir fyri,
at H71 fylgdi við Neista-
num eftir steðgin.
Fyrsta lítla korterið av
seinna hálvleiki skutu teir
báðir øll seks málini hjá
H71, trý í part, og harvið
misti H71 ikki sambandið
við Neistan, sum annars
royndi at sleppa frá gestun-
um.
Mansverja
avgjørdi dystin
Tá ið einir tíggju minuttir
vóru eftir av dystinum,
gjørdi H71 eina taktiska
broyting í verjuni, sum av-
gjørdi dystin. Hoyvíkingar,
sum ein part av dystinum
høvdu mansvart Damir
Oros, valdu nú at mans-
verja bæði Oros og Blagoje
Buha, og hetta skuldi vísa
seg at verða ein skilagóð
avgerð.
Álopsspælið hjá Neista-
num hekk nú als ikki sam-
an, og tær atsóknir, ið vóru
á H71-málið, vóru ikki
nakar trupulleiki hjá einum
vælleikandi Levi Nybo í
málinum. Júst í eini slíkari
støðu hevði ein maður sum
Áki Mørk kunna havt
ómetaliga stóran týdning
fyri Neistan, tí at hann er
ein so mikið dugnaligur
gjøgnumbrotsspælari, ið er
góður at hava, tá ið eitt lið
spælir fýra móti fýra í
álopinum.
Hoyvíkingar kendu nú
ferilin av blóð, og teir tóku
av møguleikanum, ið nú
beyðst teimum. Framvegis
vóru tað teir báðir Halgir
og Johnny, ið vóru lykla-
leikararnir í álopspartinum,
men eisini Høgni Joensen á
høgra vongi fekk nøkur
týðandi mál hesa løtuna.
Neistin hevði eisini sínar
møguleikar í hinum enda-
num, men H71 er í teirri
hepnu støðu, at teir hava
tveir stak góðar málverjar.
Tá ið so Levi ikki hevði
fingið fatur á brotskøstun-
um hjá Buha, royndi H71
seg so at seta Jens Skipa-
gøta í málið, og hann bjarg-
aði fyrst brotskastinum hjá
Buha, og eina lítla løtu
seinni bjargaði hann brots-
kasti frá Damir Oros, og so
var dysturin í veruleikanum
avgjørdur.
Eingin breidd
Dysturin sunnudagin var
eitt týðuligt prógv um, at
ein tann størsta orsøkin til,
at Neistin liggur á aftasta
plássi í Atlantic Airways
kappingini, er tann, at liðið
hevur onga breidd.
Tað sást millum annað, tá
ið farið var undir at mans-
verja teir báðar útlendsku
útispælararnar hjá Neista-
num, tí eingin var, sum
kundi taka yvir fyri teir
Oros og Buha. Gamaní
verður Tróndur Kragesteen
helst ein slíkur spælari,
men hann er alt ov ungur
enn til at fáa slíkar leiklutir.
Somuleiðis hevur vant-
andi breiddin hjá Neista-
num tað við sær, at teir
leikarar, ið skulu bera liðið,
alt ov sjáldan sleppa út at
fáa luft, tí tað kann gerast
ov kostnaðarmikið.
Hoyvíkingar hava hin-
vegin heilt góða breidd.
Teir hava til dømis Halgir,
Piti Negru, Henrik Gerster,
Niels Viggo Niclasen og
Esbern Patursson til tey trý
bakplássini, og teir hava
eisini tveir javnt góðar
vengur í báðum borðum.
Harafturat hava teir tveir av
landsins bestu málverjum,
og tað er kanska eitt sindur
undrunarvert, at liðið ikki
liggur longri uppi á stiga-
talvuni. Sunnudagin fingu
teir so tvey stig til høldar og
harvið styrktu teir um
møguleikan fyri heiðurs-
merkjum í ár.
Neistin-H71 30-34
(16-15)
Neistin:
Blagoje
Buha
10(3), Ólavur Brimnes 5,
Rani Slættanes 4, Helgi
Michelsen
3,
Tróndur
Kragesteen 3, Damir Oros
3, Roar Dalsgarð 2
H71: Halgir Dahl Olesen
10(3), Johnny Durhuus 7,
Kristian Eli Zachariassen 4,
Høgni Joensen 3, Heini
Bentsen 3(2), Niels Viggo
Niclasen 2, Henrik Gerster
2, Esbern Patursson 1,
Sigtór Andreasen 1, Piti
Negru 1
Brotskøst: Neistin 5(3),
H71 7(5)
Útvísingar: Neistin 2, H71
4
Dómarar: Hannis og Uni
Wardum
Neistin-H71 30-34(16-15):
Tvey kærkomin stig til hoyvíkingar
Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað Rana Slættanes og Neistanum at fáa nøkur stig, tá ið teir høvdu vitjan av hoyvíkingu, sum
tryggjaðu sær tvey kærkomin stig.
Mynd: Álvur Haraldsen