Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 23 Tað var ongantíð nak- ar ivi um, hvat var betra liðið, tá ið steypafinalistarnir úr Neistanum sunnu- dagin høvdu vitjan av oddaliðnum VB. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Fleiri vóru tey, sum í spenningi høvdu sæð fram til dystin á Hálsi fyri at finna út av, um Neistin fór at megna at geva vágs- kvinnum ein harðan dyst, men tey noyddust at stað- festa, at liðið hjá VB var bæði ein og tveir flokkar betur enn heimaliðið. Daiva í serflokki Tað var longu beinan vegin í dystinum, at kvinnurnar úr Vági prógvaðu fyri teim- um gott og væl 100 áskoð- arunum, at tær høvdu ongar ætlanir um at taka sær av løttum í dystinum. Tær løgdu seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og tær koyrdu á við fullari megi og øktu um leiðsluna so líð- andi. Tað gekk eisini skjótt fyri seg, og ein bóltur fyri og annar eftir reyk í meskarnar hjá Neistanum, sum noydd- ist at verða landsliðsmál- verjan Helenu Poulsen fyri- uttan í dystinum móti VB. Tað var eisini skjótt, at heimaliðið misti mótið, og longu tá ið einans 20 min- uttir vóru leiktir av dysti- num, hevði VB lagt seg á odda heili 12-6. Síðstu løt- una fyri steðgin gekk tað so heilt galið hjá havnarlið- num, og tær vóru næstan bara statistar til eina VB- uppvísing. Tað var serliga ein leikari hjá VB, sum skaraði fram- úr. Daiva Tomaite var heilt stóri spælarin á vøllinum, og hon gjørdi ikki færri enn 17 mál í dystinum. Vanliga skjýtur Daiva nógv mál upp á brotskast, men sunnudag- in vóru bert trý av teimum 17 málunum skotin úr sjey metra fjarstøðu. Sum áðurnevnt legði VB seg tíðliga greitt á odda, og tá ið komið var til hálv- leiks, var dysturin langt síð- ani avgjørdur. Tá høvdu gestirnir úr Suðuroy ein leiðslu upp á heili ellivu mál, 21-10, og tær kundu tí taka sær eitt sindur meiri av løttum eftir steðgin og spara eitt sindur upp á krút- ið. Tó spardu tær seg ikki meiri enn so, enn at tær út- bygdu leiðsluna hjá sær, og tað hevur óivað givið nógv- um neistafólkum nakað at hugsa um, tá ið kvinnurnar hjá teimum tapa so stórt bert eina lítla viku undan steypafinaluni móti Stjørn- uni komandi leygardag. Neistin-VB 22-35 (10-21) Neistin: Simona Petersen 8(3), Marjun Tróndarson 3, Ása á Neystabø 3, Jórun Ludvík 2, Unn Kragesteen 2, Annika Thomsen 2(1), Kára á Dunga 1, Lív Sørensen 1 VB: Daiva Tomaite 17(3), Gurið Mortensen 7, Rannvá Augustinussen 6, Christina Holm 2, Aukse Vysniaskaite 2, Laila Jespersen 1 Brotskøst: Neistin 5(4), VB 3(3) Útvísingar: Neistin 3, VB 2 Dómarar: Hannis og Uni Wardum Áskoðarar: 130 Neistin-VB 22-35(10-21): VB smurdi Neistan av Dysturin millum Søljuna og VÍF á Giljanesi sunnudagin gjørdist rættuliga spennandi, men tað var heimaliðið sum dróg longra stráið og vann sær bæði stigini. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Ikki óvæntað gjørdist tað ein spennandi dystur, tá ið VÍF sunnudagin fór um Vestmannasund og vestur í Vágar, har tær spældu móti Søljuni. Søljan legði bragdliga fyri Fyrstu løtuna av dystinum sá tað annars út til, at heimaliðið Søljan skuldi vinna ein greiðan sigur. Teir løgdu seg skjótt greitt á odda, og tað gekk sera striltið hjá VÍF at fáa bóltin í málið. Tíbetur fyri VÍF kann man siga, var Manuela Stan í málinum væl uppløgd, at hon syrgdi við nøkrum góðum bjarg- ingum fyri, at Søljan ikki legði sjógv millum seg og gestirnar fyri steðgin. Eftir at heimaliðið hevði lagt seg á odda 8-3, tók VÍF-venjarin, Sophus Dal- Christiansen, time-out, og tað legði lunnar undir eitt rættuliga comeback hjá vestmannakvinnum. Tær komu fyri seg, og tóku seg skjótt inn aftur á Søljuna, og tí var bert tað eina málið á muni, tá ið komið var til hálvleiks. Eftir steðgin legði VÍF seg eitt stutt skifti á odda, men so kom stígur í hjá vestmannakvinnum, sam- stundis sum glið aftur kom á spælið hjá Søljuni. Hetta merkti, at heimaliðið tók leiðsluna aftur, og VÍF megnaði ikki at taka seg fram um Søljuna aftur, og hóast ein góðan endaspurt og eitt gott avrik noyddust vestmannakvinnur tóm- hentar yvir um sundið aftur. Av tí at Neistin sam- stundis tapti fyri VB í Havn, er Søljan nú aftur eitt fet nærri bronsuplássinum. Um so er, at tær megna at vinna seg har upp, er tað einki at taka seg aftur í, at tað er ein stórur sigur fyri lítla hondbóltsfelagið í Sandavági. Søljan-VÍF 23-22 (13-12) Søljan: Nicoleta Radu Hansen 8(1), Hertha Jóns- dóttir Simonsen 7, Heidi Maria Akselsen 5(2), Lina Andriulyte 2(1), Jana Jacobsen 1 VÍF: Nikolina Eyðbjørns- dóttir 8, Finngerð Jensen 3, Eyðritt Andreasen 3, Linda Johannesen 3, Ioana Rapa 2, Manuela Stan 1, Fríða Marjunardóttir 1, Annfríða Helgadóttir 1 Útvísingar: Søljan 4, VÍF 3 Dómarar: Brandur Johan- sen og Heri Petersen Søljan-VÍF 23-22(13-12): Spennandi dystur á Giljanesi Annika Thomsen og Marjun Tróndarson í neistaverjuni megnaðu als ikki at steðga Lailu Jespersen og VB í høllini á Hálsi sunnudagin. Mynd: Álvur Haraldsen