Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 21 - 1. februar 2005 Stjørnan-StÍF 38-25(16-14) Avgreiðsla hjá Stjørnuni Stjørnan gjørdi tað, ið neyðugt var, tá ið StÍF vitjaði í Klaksvík sunnudagin. Eftir ein heldur ivasaman fyrra hálvleik tóku klaksvíkskvinnur sær um reiggj eftir steðg- in og settu ferð á SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var eitt sindur av einum anti-klimaksi hjá Stjørnuni, tá ið tær sunnudagin fingu vitjan av strandakvinnum í Klaksvík. Tvær tær sein- astu ferðirnar, at Stjørnan er farin á vøllin, og báðar ferðirnar hevur tað verið í KÍ-høllini, hevur tað verið til sera týðandi dyst móti arvafíggindunum úr VB. Sunnudagin var tað tó gerandisdagur, tá ið StÍF, sum liggur undir miðjuni í Sunset-kappingini, vitjaði. Hugsaðu um finaluna Tað var nógv, sum bendi á, at tankarnir hjá Stjørnu- leikarunum longu vóru farnir at snúgva seg um steypafinaluna komandi leygardag. Undir øllum umstøðum tóktust leikarar- nir á heimaliðnum ikki ser- liga fokuseraðir upp á upp- gávuna á vøllinum sunnu- dagin, og serliga var tað í verjupartinum, at lítið skil var á hjá heimaliðnum. StÍF fekk óvanliga gott pláss frá verjuni hjá klaks- víkskvinnum, og hetta gjørdi serliga Rebekka Justinussen sær dælt av. Hetta førdi við sær, at Stjørnan ongantíð megnaði at fara nakað serligt frá StÍF í fyrra hálvleiki, og tí var tað óivað eisini nøkur borgarlig orð, sum venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Niel- sen, segði við sínar leikarar í hálvleikssteðginum, tí í seinna hálvleiki var heima- liðið hamskift. Eftir einans at hava verið á odda við tveimum mál- um, 16-14, í hálvleikinum, setti Stjørnan ferð á beinan vegin í seinna hálvleiki, og tað gekk ikki long tíð, so høvdu tær avgjørt dystin. Málini skolaðu inn hjá StÍF, og neyðars Adela í málin- um hjá strandakvinnum hevði úr at gera við at heinta bóltin úr meskunum. Hinvegin kann tað tó stað- festast, at verjuspælið hjá Stjørnuni ikki var nøktandi, tí tað er ov nógv hjá odda- liðnum, at eitt av aftaru liðunum í deildini skorar heili 25 mál móti teimum, hugsar Rógvi Nielsen óiv- að, og tað gevur kanska okkurt at hugsa um undan steypafinaluni leygardagin. Stjørnan-StÍF 38- 25(16-14) Stjørnan: Katarina Stjepa- nov 8, Bára Skaale Klak- stein 7, Annika Ljósstein 6(4), Una Olsen 5, Alina Olaru 5, Anna Kristina Samson 4, Joan Midjord Djordjevic 3 StÍF: Rebekka Justinussen 10, Súnfríð B. Jacobsen 6(4), Poula D. Olsen 5, Signhild Petersen 2, Malan Petersen 1, Paula S. Høgne- sen 1 Brotskøst: Stjørnan 5(4), StÍF 4(4) Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 1 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen Nú er greitt, hvørjir dómararnir verða í báðum steypafinalun- um í hondbólti, sum verða leiktar í Havn komandi leygardag DÓMARAÁSETING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú avgjørt er, hvørji lið skulu hittast í finalunum báðum í Coca-Cola kapp- ingini í hondbólti, hevur Hondbóltsamband Føroya gjørt, hvør ið skal døma finalurnar báðar. Brøðurnir døma kvinnufinaluna Tað verða teir báðir Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum skulu døma mansfinaluna millum VÍF og StÍF. Teir báðir eru óivað eitt tað besta dómaraparið í landinum, og sannførandi avrikini hjá teimum í hes- um kappingarárinum hava óivað gjørt sítt til, at tað eru júst teir, ið hava fingið heiðurin av at døma mansfinaluna. Finaluna hjá kvinnunum millum Neistan og Stjørn- una fara brøðurnir Hannis og Uni Wardum at døma. Teir báðir eru royndir dóm- arar, og í fjør høvdu teir heiðurin av at døma mans- finaluna, sum tá stóð millum StÍF og H71. Sum áðurnevnt verða steypafinalurnar í hond- bólti spældar komandi leygardag 5. februar í ítrótt- arhøllini á Hálsi í Havn. vu. tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VB 1 1 - 0 - 0 477 295 182 15 2 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 385 290 95 15 3 Neistin 1 0 - 0 - 1 420 337 83 10 4 Søljan 1 1 - 0 - 0 407 347 60 10 5 VÍF 1 0 - 0 - 1 350 351 -1 5 6 StÍF 1 0 - 0 - 1 340 401 -61 5 7 Kyndil 0 0 - 0 - 0 269 392 -123 3 8 Tjaldur 0 0 - 0 - 0 221 456 -235 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 4 3 - 0 - 1 419 378 41 14 2 Kyndil 4 2 - 0 - 2 417 340 77 12 3 KÍF 4 2 - 1 - 1 356 381 -25 9 4 StÍF 4 2 - 2 - 0 373 401 -28 9 5 H71 4 1 - 0 - 3 411 419 -8 7 6 Neistin 4 0 - 1 - 3 384 441 -57 4 Máltindarnir Kvinnur Nicoleta Radu Hansen Søljan 121 (15) Ioana Rápa VÍF 98 (25) Daiva Tuomaite VB 84 (28) Simona Petersen Neistin 82 (15) Randi Wardum Kyndil 66 (14) Lina Andriulyte Søljan 65 (7) Aukse Vysniaskaite VB 59 (3) Sunfríð B. Jacobsen StÍF 56 (23) Rebekka Justinussen StÍF 53 (9) Heidi Maria Akselsen Søljan 51 Marjun Tróndarson Neistin 49 (7) Rannvá Augustinussen VB 48 (1) Vesna Tomajek Tjaldur 46 (21) Poula D. Olsen StÍF 45 Ása Dam á Neystabø Neistin 44 (2) Menn Ingi Olsen VÍF 77 (21) Agnar Joensen VÍF 62 (2) Halgir D. Olesen H71 62 (4) Sveinur Justinussen StÍF 62 (7) Damir Oros Neistin 60 (12) Áki Mørk Neistin 58 (7) Josef Abrahamsen Kyndil 56 (12) Piti Negru H71 55 (4) Henrik Gerster H71 53 (6) Høgni Klein Kyndil 49 (2) Leivur Justinussen StÍF 48 (8) Jakob Jónsson Kyndil 47 (1) Regin Petersen KÍF 47 (4) Alexandur Johansen StÍF 39 (13) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 36 (6) Eyðun og Andreas døma mansfinaluna Í seinna hálvleiki tók Stjørnan sær um reiggj og syrgdi fyri einum tryggum sigri á StÍF Mynd: Bárður Lydersen Tað verða teir báðir, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, ið skulu døma steypafinaluna hjá monnum komandi leygardag Mynd: Bárður Lydersen www.sosialurin.fo