Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 25 Tað vóru uttan iva kollfirðingar, ið iðr- aðu seg mest um bert at fáa javnleik, eftir at KÍF og StÍF høvdu dystast sunnudagin ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rættuliga fitt av fólki høvdu lagt leiðina framvið Hoyvíkshøllini seinnapart- in sunnudagin, tá ið KÍF fekk vitjan av steypafinal- istunum av Strondum. KÍF hevur staðið seg óvæntað væl í seinastuni, og sunnu- dagin vóru teir sera nær við at fáa tvey stig til høldar, men teir noyddust at taka til takkar við tí eina. Hugsaðu um finaluna Tað var týðuligt, at strand- ingar høvdu ilt við at finna gejstin til dystin sunnudag- in. Óivað eru tankarnir hjá teimum longu farnir at mala um steypafinaluna móti vestmenningum kom- andi leygardag. Ikki tí, StÍF fekk eina rímuliga góða byrjan upp á dystin, og teir løgdu seg eisini á odda við tveimum málum heilt skjótt, men tá ið Sveinur Justinussen longu aftaná 10 minuttir meiddi sær fótin og noydd- ist út, steðgaðu teir á aftur, og kollfirðingar tóku við. Hjá strandingum var, ser- liga í verjupartinum, stórur saknur í Paula Hansen, sum ikki var við stóran part av dystinum. Pauli er við í bruttohópinum á fótbólts- landsliðnum, sum um vikuskiftið hevði venjingar í Havn, og tí fekk hann bert spælt eina lítla løtu sunnu- dagin. Pauli plagar vanlig- ani at verða tann, sum dekkar frammalaga mitt á hjá StÍF, og tað er ein týð- andi leiklutur í verjupart- inum. Hinvegin manglaðu koll- firðingar eisini ein týðandi leikara. Gert Hansen fekk seinasta sunnudag beinleið- is reytt kort í minniliga sigrinum hjá KÍF í Vest- manna, og hann var tí leik- bannaður til dystin móti StÍF. Hetta sást eisini aftur í álopspartinum, har Gert vanligani fær nógv mál av strikuni. Stirvið álopsspæl Kollfirðingar vardu, sum vant freistast man at siga, rættuliga offensivt. Hetta gav strandingum mikið høvuðbrýggj, og teir fingu ongantíð av álvara glið á sítt álopsspæl. Serliga tókt- ist missurin av Sveini Just- inussen svárur, og hetta gagnnyttu kollfirðingar til at leggja seg á odda í dystinum. Gamaní gekk javnt á fram til steðgin, men í flestu førum var tað tó KÌF, sum hevði leiðsluna. Koll- firðingar vóru eisini á odda við tveimum málum í steðginum, men eftir steðg- in svaraði StÍF aftur. Tá gekk rættuliga javnt á, og liðini fylgdust upp á 19- 19, sum var støðan, tá ið seinni hálvleikur var nær- um hálvrunnin. So gjørdu kollfirðingar ein lítlan vørr, og teir løgdu seg á odda við trimum málum, 22-19. Hesa løtuna tóktist tað sum um, at KÍF hevði hug at avgerða dystin, men onkursvegna fingu strand- ingar strítt seg inn aftur í dystin. Eina løtu glógvaði í álopsspælinum hjá StÍF, sum sunnudagin hevði stórar trupulleikar av at fáa gongd á kanska sítt besta álopsspæl, skjótálopini. Vanliga plagar StÍF at fáa ein ógvuliga stóran part av sínum málum upp á skjótálop, men sunnudagin fingu teir ongantíð hendan partin av spælinum hjá sær at koyra. At tað glógvaði hjá StÍF, samstundis sum tað steðg- aði upp hjá KÍF, førdi við sær, at tað nú bráddliga vóru strandingar, ið høvdu leiðsluna, og bert fýra min- uttir vóru eftir at leika. Tað eydnaðist tó KÍF at koma upp á javnt aftur, og liðini samdust so um at býta stigini sínamillum. Bert steypafinalan at spæla fyri Tað tykist alt meiri greitt, at gullstríðið í Atlantic Air- ways kappingini fer at standa millum VÍF og Kyndil, og tað eru óivað fleiri av leikarunum í hin- um feløgunum, sum hava gjørt sær greitt, at teir sum so ikki hava meiri at spæla fyri í ár. Hjá StÍF tykist støðan verða tann, at strandingar hava sæð í eyguni, at teir nú bert hava steypafinaluna at spæla fyri, og hugburðurin hjá teimum sunnudagin kundi eisini bent á hetta. KÍF: Rógvi Hansen 4, Jóan Pauli Olsen 4, Eddie H. Jo- ensen 4(2), Mirko Milin- kovic 3, Petur Martin Poul- sen 3, Regin Petersen 3, Arnbjørn Hansen 2, Teitur Joensen 1 StÍF: Leivur Justinussen 8(4), Borgar Danielsen 5, Artur Johansen 3, Alexand- ur Johansen 3, Bent Djur- huus 2, Sveinur Justinussen 2, Bárður Danielsen 1 Brotskøst: KÍF 2(2), StÍF 5(4) Útvísingar: KÍF 3, StÍF 4 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen Dýrur dystur Dysturin móti kollfirðinum sunnudagin kann vísa seg at gerast sera kostnaðarmik- il fyri StÍF, sum fekk tríggjar leikar- ar skaddar í dystin- um bert lítla viku undan steypafinal- uni SKAÐAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Komandi leygardag verða steypafinalurnar í hondbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn. Í mansfinaluni hittast VÍF og StÍF, og hjá báðum liðum ræður um at hava allar mans tøkar til dystin. Sveinur ivasamur Longu tíðliga í dystin- um móti KÍF landsliðs- leikarin Sveinur Justin- ussen ein skaða í fótin, og talan var um so mik- ið álvarsligan skaða, at Sveinur als ikki kom aftur á vøllin í dystinum sunnudagin. Tá ið vit tosaðu inn á strendur sunnukvøldið, var sagt, at um Sveinur spælur við leygardagin, so verður hann ikki 100 prosent klárur, tí fóturin var illa meiddur. Harumframt fingu bæði sterki strikuspæl- arin Bent Djurhuus og veteranurin Artur Jo- hansen smærri snuddir, men allarhelst er her ikki talan um skaðar, ið kunnu forða teimum í at taka lut í steypafinaluni leygardagin. KÍF-StÍF 24-24(15-13) KÍF misti annað stigið Kollfirðingar og strandingar samdust um at býta stigini sínamillum, tá ið liðini hittust í Hoyvíkshøllini sunnudagin. Mynd: Álvur Haraldsen