týsdagur 1. februar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 21 - 1. februar 2005
FCK venjarin tykist vera
hugaður at geva Toda
Jónsson
møguleika
at
prógva, at tað fremavegis er
dugur í honum
ÚTISETI
Jóannes Hansen
FCK er á venjingarlegu í
La
Manga
í
Spania.
Sjálvandi roknaðu Todi
Jónsson og liðfelagarnir
við, at veðrið fór at vera
meiri várligt og eftir okkara
umstøðum summarligt í
Spania, enn tað er í
Danmark. Men soleiðis var
tað ikki, tá ið teir mitt í
síðstu viku vóru komnir
suður á Iberisku hálvoynna.
FCK
ferðaliðið
kom suður til La Manga
mikukvøldið, og tá ið teir
vaknaðu hósmorgunin, var
foldin kavaklødd. Tað eru
teir í Spania ikki vanir við.
Sambært FCK heimasíðuni
so vistu tey í Spania at siga,
at tað hevur ikki verið kavi
í hesum partinum av Spania
seinastu 60 árini.
Men hóast tað framvegis
kennist í La Manga, at tað
er vetur, so var tað skjótt, at
kavin var burturi, og FCK
spælararnir hava vant á
góðum grasvallum.
Fríggjadagin spældu teir
fyrstu
ferð
í
ár.
Mótstøðuliðið
var
Lokomotiva Moskva, sum
hevur verið nakrar dagar
fleiri enn FCK í Spania.
Úrslitið var 3-0 til russiska
liðið.
-Eg haldi, at úrslitið vísti,
at teir eru komnir longri í
fyrireikingunum
eftir
vetrarsteðgin, enn vit eru
komnir, sigur Todi Jónsson
úr Spania á heimasíðu síni,
todi.fo.
Saman við Zuma
Todi hevur verið væl fyri,
síðani teir í FCK 6. januar
fóru
undir
aftur
venjingarnar. Hann hevur
vant saman við hinum alla
tíðina, og Todi, sum hevur
sáttmála við FCK fram til
30. juni, hevur sagt seg vera
sera uppsettan at vísa, at
tað framvegis kann roknast
við honum á hægsta støði í
Danmark.
FCK
venjarin,
Hans Backe, segði undan
fráferðini til Spania, at
hann ætlaði at geva øllum
spælarunum møguleika at
vísa, at tað skal roknast við
teimum. Ímóti Lokomotiva
Moskva
vórðu
nógvar
útskiftingar framdar.
- Í 1. hálvleiki
vóru
Zuma
og
eg
í
álopinum.
Tað
var
frammanundan avrátt, at vit
skuldu spæla í 1. hálvleiki,
og at Peter Møller og
Carsten Fredgaard skuldu
vera
í
álopinum
eftir
steðgin. Men Peter Møller
varð smáskaddur undir
venjing, og tí var Zuma á
vøllinum
allar
90
minuttirnar. Zuma og eg
funnu væl saman, og vit
høvdu onkran møguleika,
men vit fingu einki mál,
sigur Todi Jónsson.
Tað er eingin ivi
um, at bestu avrikini hjá
Toda í FCK hava verið, tá
ið hann hevur havt Zuma
undir liðini í álopinum. Og
tað er heldur eingin ivi um,
at Zuma hevur framt bestu
FCK avrikini, tá ið hann
hevur havt Toda undir
liðini.
Umframt Carsten
Fredgaard, sum tað hevur
ljóðað, at FCK møguliga
fer
at
selja
til
IFK
Göteborg, Zuma, Peter
Møller og Toda, er eisini
Álvaro
Santos
við
í
kappingini um tvey tey
fremstu plássini á FCK
liðnum. Men Álvaro hevur
verið vøddaskaddur síðani
eina ferð í heyst. Tað sigst
ganga rætta vegin, men
higartil hevur verið mett, at
hann er ikki nóg væl fyri at
spæla.
Undan fráferðini til La
Manga ljóðaði tað, at
svenska Helsingborg hevur
spurt seg fyri í FCK, um
tað er møguleiki fyri at
keypa
Álvaro
aftur.
Brasiliumaðurin spældi í
svenska felagnum inntil á
sumri í 2003, tá ið hann
flutti til FCK. Nú sigst tað,
at svenska felagið harmast
um, at Álvaro flutti til
Keypmannahavnar,
men
Álvaro sigur seg ikki vera
áhugaðan aftur at flyta um
Oyrasund.
Í gjár skuldi FCK spæla
næsta venjingardystin í La
Manga. Hann var ímóti
norska Vålerengen. Triði og
síðsti
venjingardysturin
undir venjingarleguni verð-
ur hósdagin 3. februar. Tá
verður
mótstøðuliðið
norska meistaraliðið Ros-
enborg.
Todi og Zuma í fremstu røð
Milan Milanovic
skal venja TB
Tvørámenn hava fyri aðru ferð í vetur sett venjara til
besta manslið felagsins
Fyri góðum tveimum mánaðum síðani hevði TB
annars gjørt sáttmála við rumenska Eugen Neagoe.
Men sambært heimasíðuni hjá Suðurrás, bleiv hetta tó
av ongum, tá rumenin ikki vildi koma til Føroya.
Ístaðin hevur VB fingið avtalu við Milan Milanovic,
sum í 1997 og 1998 vandi VB. VB gjørdist tá ávíkavist
nummar fýra og sjey
jm
Kappingarnevndin
hjá HSF avvísti
fríggjadagin kæruna
hjá H71 um hálvfinal-
una í Coca-Cola
kappingini á Skála
mikukvøldið
KÆRUMÁL
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
Strandingar
kunnu
nú
fjórða árið á rað gera seg út
til steypafinalu í hondbólti.
Ivamál tóktist annars taka
seg upp, hvørt H71 skuldi
fáa umdyst ella ikki, tí teir
høvdu kært um eina dóm-
araavgerð í samband við
time-out. Ein avgerð, sum
hevði við sær, at StÍF fekk
nýggjan møguleika at enda
álop, sum teir annars ikki
høvdu gagnnýtt.
Staðfestingin hjá HSF
byggir á somu tulkingar,
sum í vár vórðu givnar í
sambandi við dyst millum
StÍF og Neistan. Ta ferðina
var niðurstøðan, at eitt
time-out í prinsippinum
steðgar dystinum, og at alt
eftir hetta verður ógildað,
tó sæð burtur frá persónlig-
um revsingum.
Hondbóltssambandið
ráðførdi seg fríggjdagin
eisini við danskar lógar-
tulkarar, og teirra niður-
støða var púra greitt, at
dómaraavgerðin var røtt.
H71 fer ikki víðari
við málinum
Hoyvíkingar hava sjálvir
eisini ráðført seg við dansk-
ar serfrøðingar, og teir hava
hagani fingið at vita, at av-
gerðin hjá dómarunum
báðum, Hannis og Una
Wardum, var røtt, hóast hon
kanska kann tykjast eitt
sindur løgin.
Harumframt hevur H71
fingið at vita úr Danmark,
at allarhelst verða lógirnar
um júst slíkar hendingar,
sum hana á Skála miku-
kvøldið, tá ið StÍF fekk eitt
forsinkað time-out, eftir at
H71 hevði vunnið bóltin,
broyttar á altjóða støði í
næstum, soleiðis at tær eru
greiðari, tá ið farið verður
undir komandi kappingarár.
Eftir at hoyvíkingar hava
fingið hesi boð úr Dan-
mark, hava teir eisini gjørt
av, at teir ikki fara víðari
við málinum, hóast teir
harmast, at tað vóru teir, ið
blivu revsaðir, hóast teir
einki skeivt høvdu gjørt.
H71-kæran avvíst
Todi Jónsson myndaði saman við Sibousisu Zuma álopið hjá
FCK frá byrjan, tá ið donsku meistararnir á venjingarlegu í
Spania taptu 0-3 fyri russiskum mótstøðuliðið.
savnsmynd
Avgerðin, sum teir báðir
Hannis og Uni Wardum,
tóku í hálvfinaluni millum
StÍF og H71 mikukvøldið um
at geva strandingum time-
out, eftir at H71 hevði
vunnið bóltin, var røtt,
staðfesti kappingarnevndin
hjá HSF, eftir at hava ráðfert
seg við danskar serfrøðingar.
mynd: Álvur Haraldsen