Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 27 Í dag eru 25 ár síðani, at CHM-kappingin í hondbólti var sett í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Føroyar gjørdust nummar seks av teimum tíggju luttakandi tjóðunum HONDBÓLTSMINNIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mong eru tey, sum minnast aftur á tiltiknu CHM-kapp- ingina í hondbólti, sum var í Føroyum á vetri í 1980. Í dag eru júst 25 ár síðani, at kappingin var sett. Stinnir føroyingar Føroyska liðið stóð seg væl í kappingini. Teir vóru í bólki saman við Noreg, Eysturríki, Luksembourg og Italia. Fyrsti dysturin var móti Italia, og tá taptu okkara menn við einum máli, 24-23. Bert tann eini sigurin fekst til høldar í bólkaspæl- inum, og var hann á Luk- sembourg, sum noyddist at leggja rygg til eitt 17-21 tap fyri føroyingum. Hóast bert tann eina sigurin, so eydn- aðist tað føroyingunum at gerast nummar trý av teim- um fimm liðunum í bólkinum, tí at bólkurin var so javnur. Tískil vóru okkara menn í dysti við portugisar um fimta og sættaplássi í kapp- ingini, og her vunnu portu- gisar greitt 34-25. Sostatt endaði føroyska liðið sum nummar seks av teimum tíggju luttakandi tjóðunum, og tað kann ikki sigast at verða annað enn stak gott. Sterkar tjóðir Millum tær tjóðir, ið tóku lut í CHM í 1980 í Føroy- um, vóru eitt nú Noreg og Frakland. Hetta eru tjóðir, sum í dag eru millum tær fremstu í hondbóltsheim- inum. Bæði Noreg og Frak- land eru við til HM-enda- spælið í manshondbólti, sum í hesum døgum er í afrikanska landinum Tunis. Fraklendingar hava harum- framt verið heimsmeistarar fleiri ferðir seinnu árini, so teir hava ment seg nógv hesi seinastu 25 árini, kann sigast. Kári gjørdist toppskjútti Umframt góða úrslitið sum nummar seks í kappingini vunnu føroyingar eisini ein annan heiður. Navnframi vestmenningurin Kári Mortensen gjørdist nevn- liga toppskjútti í kappingini við 47 málum í teimum fimm dystunum, og fyri hetta bragd fekk hann ein grindaknív í gávu. Kári var tá ein ungur maður, men hóast 25 ár eru fráliðin, so er tað ikki fyrr enn nú, at hann er givin sum spælari í bestu deildini her heima. 25 ár síðani CHM-kappingina í Føroyum Føroyski landsliðshópurin, sum tók lut í CHM-kappingini í Føroyum í februar 1980: Aftast frá vinstru: Jógvan L. Nolsøe, Páll Poulsen, Echard Persson, Niels Nattestad, Dánjal J. Andreassen, Regin Johansen, Kristin Johansen, Mortan Mørk, Finn Bærentsen og Heðin Mikkelsen, liðleiðari. Fremst frá vinstru: Sofus Rubeksen, formaður, Kári Mortensen, Eyðfinn Egholm, Djóni Dalsgarð, Hanus Joensen, Kristoffur Ragnarsson, Palli Joensen, Sverri Jacobsen og Petur S. Rasmusssen, venjari. mynd: Árið ið fór 1980 Kári Mortensen í skotroynd í dystinum móti Luxembourg, sum Føroyar vann 21-17. Kári gjørdist besti málskjútti í HM- kappingini við 47 málum, og fyri hetta bragd fekk hann ein grindaknív sum gávu. mynd: Árið ið fór 1980