týsdagur 1. februar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 21 - 1. februar 2005
Virgar T. Dalsgaard
á pálsmessu (25. januar)
2005
Sum flestøll vita hevur
danskur armóðspeningur í
longri tíð beinleiðis fossað
niður í lummarnar hjá
norðuratlantisku teggjuni á
Christiansborg, og ikki
minst okkara skrásetta
fólkatingsgreipa harra Hoy
dal & harra Skaale hava
lukrerað av hesum feita
danska beini. Teir hava
havt jóladagar alt árið og
ósmædnir dusað sær í tí
stuttliga
milliónbýnum,
Keypmannahavn, og tað er
alment kent á Borgini, at
saman við grønlendsku
umboðunum eru HH & SS
millum teir mest ófor-
skammaðu lønarsnultarar,
sum hava verið á donskum
tingi, síðani pengagríska
justitsministaran
Alberti
fyrst í farnu øld.
Nú tað fór at líða móti
fólkatingsvali aftur, og
vandi var fyri, at kraddar-
arnir kundu missa henda
fantastiska
pengasessin,
henda lukrativa kjansin,
har teir stórt sæð bara hava
spilt Fólkatingsins kost-
bæru tíð og stillað tápuligar
kværulantiskar spurningar,
eitt nú. um føroyskar omm-
ur (sic), - ja, so kom fjáltur
á teir og í desperatión
royndu teir í heyst at gera
vart við seg við eini so-
nevndari skjalkanning um
Grønland og Føroyar – ein
”kanning”, sum ein ar-
beiðssamur journalistur
hevði kunnað gjørt í døg-
urðatímanum uppá eina
lítlu viku. Kanningin var
sjálvandi eitt lið í tí nærm-
ast permanentu dæmoni-
seringini
av
Danmark.
Manipulerandi paranoia-
bólkurin ætlaði at ”finna
prógv” fyri, at danir høvdu
verið í serklassa ónd-
skapsfullir og infamir
móti okkum!
Vurpu ússaligt neyðaregg
Nakað substantielt graver-
andi var ikki at finna, men
tey norðuratlantisku frellini
vóru kortini sera leingi
um tað – tey bøldu leingi
og góvu sær merkiliga
góða tíð, og máttu sjálv-
andi, sum tjóðveldisfólki
vant, leita sær danska
hjálp frá einum vrakaðum
justitsministara, tí beiska
danska javnaðarmannin-
um og juraprofessaranum,
harra Ole Espersen, hvørs
sjónarmið í Danmark verða
mett at vera mjúkt sagt
forútsigiliga tvør, løgin og
kontroversiell.
Tað eru ikki nógvir danir,
sum taka hansara meining-
ar í álvara.. - Politiskt
hevur maðurin langt síðani
beint fyri sær. Danir sluppu
sær av við fusentastin við at
geva honum ein vælløntan
retrætupost, har hann kann
lúna og putla sær við trivi-
ell mikromál ella ørkis-
leysan jurafimleik; - her í
Danmark
verður
hann
aldrin biðin aftur polit-
iskt, men so er tað ein uggi
hjá honum, at hann sleppur
at renna sneisaørindi fyri
teir norðuratlantisku dólg-
arnar! Hetta er annars ikki
fyrsta ferðin, at argument-
neyðin fær føroyskar loys-
ingarmenn at alliera seg
við donsk tvørball!
Men sum fyrr nevnt,
avbera illa gekst monnum,
sjálvt við espersenskum
stuðuli eydnaðist ikki at
finna nakað eyðsýniliga
intrigant, serliga ikki um
Føroyar, men teir funnu
onkran gamlan snøkil um
Grønland, sum eftir tátíðar-
mátistokki má sigast at vera
ógvuliga meinaleysur. Tað
er nevniliga um somu tíð
sum koloniveldini Ong-
land, Frankaríki og onnur
brúktu ógvisligan militeran
harðskap
fyri
national
áhugamál móti teimum
fólkasløgum, sum teir ikki
fingu sín vilja við! Hvussu
skuldi nú manipulerast?
Danskir politikarar
albilsnir
Høgni Hoydal og perfida
faktotum hansara, Sjúrður
Skaale, alias Vielgeschrei
stóðu tessvegna rættiliga
spillnaknir í heyst, uttan
nakra skitna tjóðveldisbót
at koyra í soyrandi hatur-
súpanina móti Danmark -
soðið var blivið óvanliga
tunt, men so funnu teir
uppá ráð - teir gjørdu
handavríggjandi av at finna
álvarsliga
og
ominøsa
skriðuskortin
fram
og
simulera djúpt firtnir um
eitt mikroskopiskt pseudo-
mál við einum donskum
embætismanni í ST, sum
skuldi hava gloymt Høgna
og fullveldið fyri seks árum
síðani! Sanniliga skelk-
andi og álvarsom tíðindi –
enn eitt dømi um eirinda-
leysan og kyniskan dansk-
an yvirgang!
Við ytstu naglaoddum
krøkti Høgni seg í, at tað
”illavorðna” Danmark í
1999 ikki skuldi hava for-
talt ST-monnum um full-
veldisætlanina í Føroyum –
áh, Harra Gud, hvussu fúlir
og gloymskir kunnu menn
vera, at teir loypa teir røsku
høgnesararnar um, ja, hetta
var einki minni enn ein
national tragedia.
Høgni spældi skelkaður
og tóktist piprandi á málin-
um. Hann manipuleraði
sær innivist ikki færri enn
fimm ferðir sama dag i
Danmarkar
Radio
(tað
hendir annars bara, tá ið
stórar katastrofur eru), og
ein spyrjandi og undrandi
danskur lurtaraskari hevði
ilt við at síggja relevansin í
at endurtaka slík dvørga-
smá mikrotíðindi ein sam-
fullan dag. Tað vóru týðu-
liga høgnesarar, sum júk-
aðu og plantaðu tíðindini!
So skjótt sum eg hoyrdi
”tíðindini”, ringdi eg til
fyrrverandi
uttanríkis-
ministaran, Niels Helweg
Petersen, og tað eydnaðist
mær at fáa fatur á honum út
á seinnapartin. Eg spurdi
hann, um hann hevði hoyrt
HH í útvarpinum, og um
hann kendi nakað til ”mál-
ið”! Jú, hann hevði hoyrt
”tíðindini” frá H. Hoydali,
og hann, Niels Helweg
kundi garantera mær, at
hóast hann var uttanríkis-
ministari í 1999 og var væl
orienteraður um ST-viður-
skifti Danmarkar, hevði
hann aldri hoyrt nakað
grett um ST-málið hjá
norðuratlantsdreingjunum.
Helweg visti ikki av, at
ST-menn skuldu hava leitað
sær upplýsingar um full-
veldisætlanina, so ”álvars-
málið” mátti standa heilt
fyri rokning Høgna – tað
officiella Danmark, sum
Helweg um-boðaði, kendi
einki til ”málið”! Eg
ringdi eisini til javnaðar-
mannin Per Kaalund, sum
er ein av flokksins serkønu
í verju- og uttanríkismál-
um. Hann segdi eins og
Niels Helweg Petersen, at
hann aldri hevði hoyrt um,
at nakar ST-maður hevði
vent sær til teirra við
fyrispurningum um føroysk
fullveldismál!
Fluguerotikkur
Tað er altso týðuligt, at tað
var ikki Danmarkar ríki,
sum stóð fyri hesum ”lap-
sus”. Um so ein embætis-
maður á lágum niveau
kann hava gjørt ein for-
mellan feil, ja, tað er eitt
annað mál – hetta er jú
næstan gerandiskostur í
allari umsiting, ikki minst tí
føroysku, sum Høgni sat
fyri í síni tíð! Eingin for-
syndaði seg meiri móti all-
ari politiskari siðvenju, og
eingin gjørdi fleiri for-
mellar feilir enn júst em-
bætisverkið
hjá
lands-
stýrismanninum
Høgna
Hoydali í sínari tíð, og
hann hevur sjálvandi ikki
monopol uppá at dumma
seg!
Annars fregnaðist Niels
Helweg eftir, um eg visti,
hvar HH var, tí, sum Hel-
weg helt fyri: ”Vi ser ham
næsten aldrig i Folke-
tinget”!
Við øðrum orð-
um: Harra Hoydal passar
ikki sítt arbeiði á dana-
tingi; - hann bara krámar
eftir
síni
astronomisku
biddaraløn!
Høgni má seinni sjálvur
hava erkent, at politiska
neyðarbótin var piðað inn á
bein, tí nú hann her í január
mánað royndi at taka málið
um ”ST-forsømilsir” Dan-
markar uppaftur í før-
oyskum útvarpi, fortaldi
hann, at tað var ein dansk-
ur embætismaður í ST og
ikki
sjálvt Danmark, sum
hevði gjørt henda ”fatala
feilin” at hava ”gloymt”,
hvussu
raskur
drongur
Høgni var, og hvussu full-
veldisjunta hansara hevði
kýtt seg í 1999!
Hetta, at ein dølskur tæn-
astumaður hevði ”gloymt”
Høgna og fullveldið í 1999,
er samlaði substansurin í
hesum ynkiliga pseudo-
máli! Hetta er tað, sum
høgnamenn spilla tíðina hjá
vaksnum fólkatingsmonn-
um við. Síkum flugu-
erotikki er tað, tjóðveldis-
menn hava ráð til at spæla
sær við, meðan Suðuroygg-
in liggur í andaleypi, før-
oyskt vinnulív er í álvar-
samari strukturkreppu og
føroyska landsstýrið berjist
við troystarleysan likviditet
og hættislig framtíðarútlit!
Ei undur í, at danskir parla-
mentarikarar
rysta
við
høvdinum og ógvast yvir
politiska grulvigarðin hjá
teimum óseriøsu norður-
atlantisku fastalávintsgrýl-
unum.
Norðuratlantiski
pampara-skendsilin
Tað, sum serliga hevur
eyðmýkt føroyingar hesi
árini, Hoydalur hevur havt
annað umboðið á Fólka-
tingi, er tann vitleysa kon-
struktiónin við at saman-
vevja grønlendskan og før-
oyskan politikk. Okkara
politikkur rakar ikki grøn-
lendingar, og vit skullu
heldur ikki vága okkum at
leggja okkum út í grøn-
lendsk mál! Síðan Høgni
er komin á danating, hava
ørkymlaðir danir havt sera
ilt við at skilja ímillum
føroyskar og grønlendskar
interessur. Politisku áhuga-
málini eru sum nátt og
dagur – harumframt eru vit
eisini konkurrentar.
Men hví varð atlants-
teggjan etablerað – einans
av grádigheit og penga-
girnd. Atlantsbólkurin
verður roknaður sum eitt
reint pamparatiltak á Fólka-
tingi, ein tiltikin snultara-
klika og limirnir verða
mettir sum politiskar rukk-
ur, tí teir hava biddað sær til
lunnindi og peningaveit-
ingar, sum teir formelt ikki
hava rætt til. Tað stendur
nevniliga týðuliga og greitt
í fundatsinum fyri Fólka-
tingi, at ein bólkur skal
telja fýra mans, men teir
tríggir
norðuratlantisku
kraddararnir fóru til for-
mansskapin í Fólkatingin-
um og eftir góðari loys-
ingarrecept grótu teir,
bønaðu, trúttaðu og bóðu,
inntil danir møddust av
teimum og góvu teimum
dispensatión til at vera ein
trýmansbólkur. Og so var
leyst og liðugt, og teir
fingu nassað sær til ein
privatan fólkatingsblokk,
sum danir gjalda specielt
og bara til teir tríggjar.
Loysingarmenn elska jú
danskar pengar – tað er
bara tann meinigi maðurin,
sum tekur skaða av donsk-
um peiningi!
Teir tríggir atlantsjass-
arnir fáa 59.000 kr. um
mánaðin
umframt
sína
vanligu fólkatingsløn, sum
er 37.000 kr. pluss aðrar
37.000 kr. til at halda
Sjúrða Skaale og kúlupenn-
ar fyri. Hartil fáa teir 8.000
kr í fjarleikaviðbót. Ella
brutto fáa hesir skamm-
leysu kraddarar 141.000
kr. um mánaðin.
Tað eru nógvir føroy-
ingar, sum skullu klára seg
fyri hesa upphæddina um
árið! Harra HH hevur
omaní alt hetta eisini sína
løgtingsmannaløn,
sum
hann ikki vil siga frá sær!
Tað er forargiligt, at slíkir
menn vága sær at háða teir
føroyingar, sum vilja varð-
veita blokkin, sum er
maksimalt 20.000 kr. um
árið pr. føroying.
Hetta er ein óverdug,
mannminkandi
og
ómoralsk pengaavpressing
av
dønum,
sum
bara
danskt-snultandi loysingar-
reyparar høvdu troystað
sær! Men oddamenn í tjóð-
veldisflokkinum hava altíð
verið markleyst grammir
og óðir eftir donskum
pengum! Tað er ikki nakað
nýtt, vit vita øll, hvussu
grádigt unga tjóðveldið
hevur lagt seg á danskan
tipspening í Føroyum, so at
flestu
onnur
politisk
føroysk
ungmannafeløg
hava verið við sviðið soð!
Tjóðveldismenn vilja altíð
hava danskan stuðul, bara
teir afturvið og aftaná
sleppa at sverta Danmark
og spilla danskarar út!
Hvørjum fraterniserar
Hoydalspamparin við?
Tað er tankavekjandi at
síggja, hvørjum HH fylkist
við í Fólkatinginum, tær
fáu ferðir, hann sæst har.
Jú, socialt er hann saman
við eindarlistamonnum og
onkrum
SF´arum.
Teir
fyrru eru allarflestir gaml-
ar marxist- og kommunist-
leivdir; teir seinnu eru
dagdroymarar, sum eitt
heilt politiskt úrslitaleyst
lív hava runnið eftir æla-
boganum og tíbetri ikki
fingið nakað av sínum
møsni ígjøgnum!
Men tað allarfúlasta er
kortini, at hann hevur havt
fleiri fundir við fyrrver-
andi salon-kommunistin,
meginpamparin og breyð-
politikarin, harra Jens Peter
Bonde, sum Høgni bæði
styðjaði til EU-val og
seinni loyvdi sær at brúka
sum jarnbrot í føroyskum
politikki. Hetta var gro-
teskur og púra óhoyrdur
frekleiki!
Jens Peter Bonde
er
kanska størsti og gramm-
asti pampari, sum nakrantíð
hevur verið í donskum poli-
tikki. Hann hevur sitið í
Bruxelles í stíva fjórð-
ingsøld og sagt kortanei
fyri tríggjar milliónir um
árið til tað tingið, hann
sjálvur hevur latið seg velja
inní. Líkasum Hoydal er
hart móti Fólkatingi, er
Bonde harðliga ímóti EU-
parlamentinum, men teir
liva báðir frálíka væl av
sínum animositeti! HH,
sum annars er øgiliga er-
kvisin, um onkur annar
danskur politikkari loyvir
sær at hava eina meining
um Føroyar, bað og be-
stilti henda lítið umhildna
danska stórpamparan at
leggja seg beinleiðis út í
føroysk politisk viðurskifti.
So minimalur er logikkurin
í tjóðveldisheilum!
Skullu føroyingar (og
grønlendingar) aftur fáa
nakra respekt millum
danir, mugu hesir penga-
grísku politisku lukku-
riddarar fáast burtur av
Fólkatingi. Teir hava einki
annað gjørt enn søkt kon-
frontatión við at grugga
viðurskiftini millum lond-
ini (hetta er eftir London-
diktati) – endiliga hava teir
gjørt okkum til grin við at
stilla sínar láturligu spurn-
ingar, sum antin øll ella
eingin kann svara uppá!
Endiliga hava teir við
sínum fjákutu ráðstevnum
roynt at flutt føroyskan
politikk
og
føroyskar
ósemjur av løgtingi niður á
Christiansborg – hetta er
púra ótolandi og er djúpt
illoyalt
móti
núsitandi
landsstýri. Føroysk áhuga-
mál kunnu røkjast á Fólka-
tingi, men føroyskur poli-
tikkur skal ikki førast á
danatingi, heldur ikki í
Nuuk; - hann skal bara
førast á Føroya løgtingi.
Hetta tykist politiski óvitin
Høgni Hoydal ikki at vilja
fata, - hann er illoyalur
egocentrikari, og tí eigur
Føroya fólk heldur ikki at
velja hann sum umboð.
Hann er snøgt sagt ikki
búgvin til tað!
VIÐMERKINGAR
Norðuratlantisk manipulatión