Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 1. februar 2005 29 VIÐMERKINGAR Finnur Helmsdal løgtingsmaður Blaðmaðurin Heini í Skorini viðgjørdi í hós- kvøldsblaðnum hjá Sosialinum ein fyri- spurning frá undirritaða til Hans Paula Strøm. Fyrispurningurin snúði seg um viðurskiftini hjá fyritíðarpensionistum. Tað er bæði stuttligt og gleðiligt, at blaðmað- urin tekur slíkan tátt upp, tí tað man annars vera sum lundi á jóla- nátt, at okkara blaðfólk geva sær stundir til slíkt. Tað var tí eisini ein sjálvfylgja, at ein gav sær stundir at greiða blaðmanninum frá tí, málið snúði seg um. Greinini - ella kanska rættari innihaldinum bagdi heldur einki. Blaðmaðurin skrivaði bæði frá undirritaða og landsstýrismanninum, júst sum slíkt skal ger- ast. Tí var tað nokk so hugtungt at síggja yvir- skriftina, blaðmaðurin hevði givið greinini. Opið stríð um pensions- veitingar. Um tað var tilvitað, veit undirritaði ikki, men tað eydnaðist til fulnar blaðmanninum at venda fokus frá sera viðkomandi og týdning- armikla innihaldinum til persónarnar, sum hava verið blandaðir í upp í nevnda fyrispurning. Fyrispurningurin varð svaraður av landsstýris- manninum í tinginum mikudagin, og hóast menn ikki vóru fult samdir, so var ikki minsta tekin um nakað sum helst stríð. Spurn- ingurin fekk eina góða og skikkaða viðgerð, og snúði ósemjan bara um allar minsta partin av fyrispurninginum. Ann- ars vóru undirritaði, landsstýrismaðurin og Kristian Magnussen so at siga fult samdir. Samdir um, at tað er tvingandi neyðugt at endurskoða pensións- lógirnar og at fremja ávísar ábøtur og broyt- ingar. Veit ikki hvørjum blaðmaðurin heldur yvirskriftin tænit. Kanska søluni, kanska tað, at hann aftur nú fær sett tjóðveldismann í samband við orðið stríð. Men eg skal heilsa og siga, at yvirskiriftin á ongan hátt tænir søk pensionistanna. Og eg ivist ikki eina løtu í, at landsstýrismaðurin er meira enn samdur við undirritaða í hesum. Fari at heita á blað- mannin um fram hald- andi at taka slík mál upp, men at gera tað við bata fyri eyga og ikki nøkrum øðrum keðilig- um, sum eg ikki skal nevna her. Hvar er opna stríðið, Heini í Skorini VAL05 Heidi Petersen løgtingskvinna Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður í innlendis- málum, boðar frá ræð-andi ætlanum um broytingar í navnalóggávuni. Lóggeving við afturvirkandi kraft. Eg trúði ikki mínum egnu oyrum tá eg hoyrdi lands- stýrismannin í innlendis- málum greiða frá ætlaðu broytingunum í navna-lóg- ini. Ætlar at broyta navna- lóggávuna við afturvirk- andi kraft til 1992? Og skal aftur geva loyvi til øll nøvn, óansæð um tey hava nakað við føroyskt mál at gera yvurhøvir, bara onkur í familjuni hevur borið hetta navn fyri 100 árum síðani. Hvørja virðing hevur landsstýrismaðurin fyri lógum og løgtingum sum hava sitið undan honum? Hvørja virðing hevur landsstýrismaðurin fyri tí sum er samtykt undan hon- um? Og hvørja virðing hev- ur hann fyri fólkaræðis- ligum reglum? At lóggeva við aftur- virkandi kraft er og verður altíð ein ósiður og eitt afturstig fyri fólkaræðið. Hetta eigur ikki at kunna lata seg gera. Eisini kunnu vit stúra fyri hvat vit kunnu vænta frá landsstýrismann- inum næstu ferð. Kunnu vit kenna okkum trygg í einum landi har landsstýrismaðurin í inn- lendismálum boðar frá lógum sum koma at virka við afturvirkandi kraft? Eftir mínum tykki nei, og tí vil eg seta fram hendan spurning á føroya løgtingi sum skjótast. Er tað veru- liga so, at ABC samgongan er so sterk, at hon kann sammetast við einaræði og óansæð hvat ein minniluti heldur, so skulu sjálvt fólkaræðisligar manna- gongdir skúgvast til viks? Tað skal vera mín inniliga vón at so er ikki. Máar støði undan før- oyskum máli og samleika Ein annar týðandi spurn- ingur, í sambandið við at gera broytingar í navna- lóggávuni er, at ein partur av samleikanum hjá før- oyska fólkinum liggur í nøvnunum og navngev- ingini. Við nýggju navnalóg- gávuni frá 1992 og seinni broytingum, sum vóru gjørdar í 2002, hevur polit- iski myndugleikin ásannað, at neyðugt var at rudda upp og beina teir skeivleikar, sum høvdu sníkt seg inn í málið, á beint aftur. Men við at gera seg inn á málið og føroyska navngev- ing nú, máar landsstýris- maðurin støði undan okk- ara samleika, og tí sum í framtíðini kann verða eitt kjølfesti í føroyskari ment- an, sum uppvaksandi ættar- lig skulu byggja á, og brynja tey til at kenna seg sjálvi og sínar røtur, í einum heimi sum so skjótt og ógvusliga broytist, ávirkar, ørkymlar og krev- ur, so tey uttan tryggar og góðar karmar um sín sam- leika, lættliga kunnu takast av fótum. So spurningur verður reistur á føroya løgtingi, og eg vóni at vit kunnu fáa eitt virðiligt orðaskifti um hesi viðurskifti, tí sjálvsagt skal bera til at skifta orð um broytingar, sum eru væl grundaðar, men kravið er at broytingarnar eru í sam- svarið við føroyska málið. At gera tað við afturvirk- andi kraft, vóni eg ikki fer at bera til í einum fólka- ræðisligum landið. Annita á Fríðriks- mørk valevni Tjóðveldisfloksins Í valstríðnum hevur nógv verið kjakað um komandi ESgrundlógina, og hvat fer at henda við føroyskum uttanríkispolitikki, nú danir fara at avgeva sín uttan- ríkispolitikk til Brúsell at umsita. Uttanríkismál er felags málsøki. Onkur hev- ur hildið uppá, at vit kunnu ikki yvirtaka hetta, tí talan er um málsøki, sum er knýtt at fullveldinum, með- an onnur hava sagt, at forðingin liggur í donsku grundlógini. Men nú tykist vend verða komin í. Einasti politiski flokkur í Føroyum, sum framvegis heldur uppá, at uttan- ríkismál skulu umsitast utt- an fyri Føroyar, er Sam- bandsflokkurin. Hjá teim- um er tað líka mikið um ræðisrætturin og umsit- ingin av hesum málsøki er niðri á Christiansborg ella niðri í Brúsell, - bara hetta ikki fer fram í Føroyum, so er í lagi! Hesin hugburður er so niðursetandi, at ongin annar enn Sambands- flokkurin vil kennast við hann, - longur. Tíbetur! Og tað hava hinir flokkarnir eisini innsæð nú. Tí tykist tað, sum at rættiliga stórur partur av valevnunum í hesum valstríði eru samd um, at uttanríkismál mugu yvirtakast. Í so máta hevur valstríðið flutt mørk og kritað vøllin upp. Verður Tjóðveldisflokk- urin afturvaldur á Dana- ting, fer hann at kanna við serkønari hjálp og upplýsa, um avleiðingarnar fyri Føroyar, nú alt bendir á, at nýggja ES-grundlógini eisini fer at fáa gildi fyri Danmark. Hetta ger Tjóð- veldisflokkurin: í fyrstu atløgu fyri at vissa okkum um, at ongi stig verða tikin, sum kunnu binda okkum fastari í aðru atløgu fyri at prógva, hvussu fløkjaslig og tilvildarlig støða Før- oya er í einum eindarríki, og í triðja lagi fyri at hava so gott grundarlag at disku- tera og viðgera støðu Føroya í mun til Euro- peiska Samveldið Við hollari vitan ert tú før fyri at upplýsa um fakta og megnar at skapa virðing fyri tínum politisku hold- ningum og tjóðskaparligu kenslum. TÍÐINDASKRIV frá Norrøna Felagnum Hvussu rokna tey, tá val eru til tingini í Norðurlondum, eitt nú fólkatingið, sum skal mannast av nýggjum í næstu viku? Mikukvøldið 2.februar kl.19.30 heldur Petur Zachariassen, hagfrøðingur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, al- mennan fyrilestur um Val- skipanir í Norðurlondum, útrokningarhættir til lóggávutingini í Norður- londum, eyðkenni, líkleikar og munir, nútíð og søga. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri. Norðurlond hava í øldir - bæði politiskt og mentanar- liga - havt eina saman- tvunna søgu. Menningin av fólkaræðisligum stovnum og tilhoyrandi valskipanum í londunum hava nógv fe- lags eyðkenni, eitt nú við- víkjandi valrætti, valleisti, útrokningarhátti og býti á valdømum. Men ymsar umstøður og politiskar fyri- treytir hava eisini givið munir og frábrigdi í teim- um norðurlendsku valskip- anunum, eitt nú við ásetan av tinggátt, og hvussu eykavaldir tinglimir verða brúktir. Í fyrilestrinum verður greitt frá útrokningarhætt- unum til at manna lóg- gávutingini í Norðurlond- um. Komið verður inn á hvussu tingmannabýtið verður funnið út frá at- kvøðubýtinum, hvussu londini hava skipað seg við valdømum, tinggáttum, eykavaldum og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning í eini valskipan. Skiftandi valskipanir sein- astu góðu hundrað árini verða lýstar í stuttum. Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum 2. februar kl.19.30, og hann er almennur. Jógvan við Keldu fremur grovt álop á føroyska samleikan! VAL05 Valstríðið flytur mørk og kritar vøllin upp VAL05 Valskipanir í Norðurlondum