Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 21 - 1. februar 2005 Størv á Føroya Læraraskúla frá 1. august 2005 Hevur tú hug at royna teg í einum mennandi námsfrøðiligum starvi í støðugari broyting,hava vit eina spennandi avbjóðing til tín á Føroya Lærara- skúla skúlaárið 2005/06 Føroya Læraraskúli hevur til uppgávu at útbúgva lærarar og pedagogar. Útbúgvingin er skipað við fastari tímatalvu, sum við jøvnum millumbilum verður niðurløgd til frama fyri evnis- og verkætlan- ararbeiði. Størvini eru tímalærarastørv. Tímarnir, sum leysir eru at søkja, eru í hesum lærugreinum: Støddfrøði: grundlærugreinin í 1. flokki á lærara- útbúgvingini. 5 undirvísingartímar um vikuna. Drama: á pedagogútbúgvingini,umleið 5 undirvís- ingartímar um vikuna, og á læraraútbúgvingini, 2 undirvísingartímar um vikuna. Herumframt 2 tímar um vikuna til alment drama. Danskt: Grundlærugreinin danskt í 1. flokki á læraraútbúgvingini. 4 undirvísingartímar um vikuna. Samtíðarkunning: Í 1. flokki á læraraútbúgvingini. 3 undirvísingartímar um vikuna. Samfelagsfrøði: á pedagogútbúgvingini 2,75 undirvísingartímar um vikuna. Sangi: Umleið 5 tímar um vikuna Tey,ið sett verða í størvini,skulu hava útbúgving frá hægri góðkendum lærustovni, ella á annan hátt prógva neyðugan førleika. Viðkomandi skulu vera fús at samskipa útbúgving- arvirksemið í teirra lærugrein/um við aðrar læru- greinar, m.a. í sambandi við evnisarbeiði og verk- evni, og hava skyldu at luttaka í arbeiðsbólkum, út- búgvingunum at frama,og sum heild í øllum tiltøk- um,sum sett verða í verk at menna útbúgvingarnar. Eisini kunnu tey, ið sett verða, fáa møguleika at undirvísa á teimum eftirútbúgvingum,sum Lærara- skúlin setur í verk. Tímalærarastørvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya, annars sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu stílast til Føroya Læraraskúla og sendast til Føroya Læraraskúla, Postsmogu 348, FO-110 Tórshavn Áskrift: Umsókn Umsóknirnar skulu vera skúlanum i hendi innan 15. februar 2005 á middegi. Tey, sum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, eru væl komin at seta seg í samband við rektaran, ið er at hitta á tlf.313501 ella á tlf. 225328 ella á telduposti paulini@flsk.fo Føroya Læraraskúli 12. januar 2005 Kunngerð Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað, fer hetta fram Týsdagin tann 8. februar 2005. Valið fer fram á kommunuskrivstovuni,frá kl.9.00 til kl. 20.00 Brævatkvøða: Veljarar, sum verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða bræv- atkvøðu, kunnu í seinasta lagi leygardagin 5. februar 2005 greiða brævatkvøðu, við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valið byrjar, kl. 9.00, týsdagin 8. februar 2005. Valkort: Valkort verða send veljarunum. Mint verður á,at tygum eiga at hava valkortið við á val. Sandavágs kommuna FO-360 Sandavágur Tlf. 332470 Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Læknaskrivarar Á Medisinska deplinum eru 2 føst fulltíðarstørv sum læknaskrivari leys at søkja til setan 1. mars 2005 ella eftir avtalu. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar um starvið við at ringja til Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara, telefon 304500, lokal 6103. Umsóknarfreistin er 16. februar 2005 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir í brævbjálva merktur ”um- sókn til starv” við CV, avriti av prógvum og við- mælum skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk" Frá Leirvíkar Arbeiðsmannafelag Ársaðalfundur Leirvíkar Arbeiðsmannafelags verður 1. mars 2005. Tíð og stað verður kunngjørt seinni. Dagsskrá sambært lógum felagsins. Uppskot til ársaðalfundin skal vera nevndarfor- manninum í hendi í seinasta lagi 21. februar 2005. Nevndin