Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2005 7 Súrepli og frukt heldur enn sigarettir og royk Føroya Sparikassi hev- ur sett nýggjan heilsu- politikk í verk. Kund- arnir kunnu nú av- greiða síni ørindi í roykleysum umhvørvi, og í eina tíð standa skálir við frískari frukt frammi til teir BANKAHEILSA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Eg eri sjálv roykjari, men eg haldi tað vera í fínasta lagi, at ein ikki roykir herinni. – Tað er ikki meiri enn rímiligt at eitt arbeiðspláss í 2005 er roykleyst. Og tí er gott, at Sparikassin kann statuera eitt eksempul eisini á hesum øki, sigur Barbara Vang, sum starvast sum løgfrøðingur á Kreditt- deildini. Barbara hevur roykt frá ungum árum av, og roykir enn, nú hon er í starvi í Sparikassanum. Nú leiðslan hevur sett henda nýggja heilsupolitikkin í verk, hev- ur hon fulla virðing fyri hesi avgerðini. Tí, sum hon sigur: – Tað er nógva aðra- staðni, at ein ikki hevur loyvi at roykja – hugsa bara um sjúkrahúsini, flogførini og heima við hús. Hví skal so Sparikassin ikki eisini taka við eftir hinum! Hesin nýggi heilsupolit- ikkurin varð av álvara sett- ur í verk í gjár. Við hesum gongur Sparikassin á odda fyri einum heilsugóðum og roykfríum peningastovni. Og tí er vónin sjálvandi, at aðrir stovnar og fyritøkur fara at gera tað sama. Starvsfólk leggja av at roykja Ein liður í hesi ætlanini hjá Sparikassanum er roykifor- boð innanveggja, bæði fyri starvsfólk og kundar. Ístaðin verður nú møgu- leiki hjá øllum kundum at fáa nýggja frukt við diskar- nar í t.d. høvuðsdeildini í Miðbýnum í Havn. Hetta tilboðið fer at standa við í eina tíð, meðan starvsfólk- ini fara at fáa henda møgu- leikan eisini í framtíðini. Barbara er somuleiðis fegin um hetta tilboðið við fruktini. Tað vísir seg ofta, at tað tykist so tungt at skula fara út at keypa sær eina frukt. – Nú er fruktin beint frammanfyri teg. Og tí er tað so nógv lættari at fáa hendur á henni, sigur hon. Samstundis við hetta hava starvsfólkini fingið tilboð um stuðul til íðkan av ítrótti ella til venjingar, og stuðul til at leggja sigarettirnar á hillina. Sjálv hevur Barbara ikki tikið støðu til, um hon fer at leggja sigarettirnar á hillina ella ikki. – Men hetta er í øllum førum eitt sera gott tilboð, sigur hon. Til gagns fyri kundan At Sparikassin nú hevur sett í verk henda nýggja heilsupolitikkin merkir, at tann einstaki kundin fær eitt roykleyst umhvørvi, tá hann fer at avgreiða síni ørindi í peningastovninum. Tey vita, at bæði virkin royking og passiv royking eru skaðilig, og eisini at frukt og grønmeti eru góð fyri heilsuna hjá fólki. So hví ikki kombinera hesi bæði saman. – Tá vit komu fram við hesum hugsanum fyri starvsfólkunum vóru tey sera hugaði fyri tí beinan- vegin. Fleiri teirra tóku hetta sum eitt gott høvi at gevast við roykingini, með- an onnur eru farin at íðka ítrótt ella at ganga til venj- ingar. – Okkara vón er tí, at starvsfólkini fara at trívast enn betri. Á henda hátt fáa bæði tey og vit, og í síðsta enda eisini kundin gagn av hesum heilspolitikkinum, sigur Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari. Líkt er eisini til, at kundarnir hava tikið væl ímóti forboðnum at roykja inni. Sparikassin hevur sett tey eyðkendu sigarett-rørini uttanfyri høvuðsdyrnar, og tað skilst, at fólk brúka hesi rørini at sløkkja sigarettirnar við, áðrenn tey koma inn. – Kundarnir tykjast virða avgerðina um tað roykleysa umhvørvið. Tí tað kemur so at siga eingin kundi inn longur við tendraðari sigar- ett, sigur Marjun. Vestmanna kommuna hevur eisini stuðlað endurreisnini eftir herviligu flóðalduna FLÓÐALDA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hóast meiri enn mánaður er liðin síðani ógvusligu flóð- alduna í Asia, so hava fólk- ini har framvegis brúk fyri peningaligari hjálp til endurreisn av landinum. Innsavningar av ymsum slagi hava eisini verið gjørdar her á landi, og somuleiðis hava fleiri kommunur latið stuðul til arbeiðið í Asia, umvegis Reyða Kross í Føroyum. Nú hevur so Vestmanna kommuna eisini latið stuðul til hjálpina – ein stuðul, sum var 10 kr. fyri hvønn íbúgva í kommununi við ársskiftið. Einmælt samtykt Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna upplýsir fyri Sosialinum, at við ársbyrj- an vóru 1.240 íbúgvar í kommununi, og tí hevur kommunan altso latið 12.400 kr. til Reyða Kross. - Vit vistu, hvat Tórshavnar kommuna hevði latið. Men vit valdu at lata hjálpina eftir sama lykli, sum t.d. Nes kommuna. Teir lótu nevniliga eisini 10 kr. fyri hvønn íbúgvan, sigur hann. Málið var fyri á bygdaráðs- fundi fyri sløkum tveimum vikum síðani, og har mælti fíggjarnevndin til at fylgja døminum av Toftum. Og tá so málið kom fyri á bygdaráðsfundinum tann 18. januar varð tað einmælt samtykt av øllum sjey bygdarráðslimum. Gamla Norrøna á veg til Montenegro Skipasmíð: Arbeiðið við at rigga gomlu Norrønu, sum nú kallast "Logos Hope", til nýtt trúboðara- skip gongur væl. Skipið hevur í eina tíð ligið við bryggju í Dan- mark, har ein partur av arbeiðinum er gjørt. Men í gjáramorgunin kl. 9 fór Logos Hope úr Danmark, og skal nú sigla niður til Montenegro, har enn ein partur av umvælingini skal gerast. Túrurin hagar fer vænt- andi at taka einar 12 dag- ar. Skipið verður vænt- andi í dokk til einaferð seint í summar. Eftir tað verður Logos Hope lagt upp í Bremen í Týska- landi, har restin av um- vælingini skal gerast. Ein partur av arbeiðin- um hevur verið og verður gjørt við sjálvbodnari ar- beiðsmegi. Mett verður, at ein longu nú hevur spart omanfyri 10 mió. kr. av hesi orsøk. Nær skipið verður klárt at fara á sín fyrsta túr sum trúboðaraskip er ringt at meta um enn. Men sum skilst á lagnum, verður miðað eftir at tað skal koma til Føroyar at vitja á sumri 2006. sb. Heðin Z borgarstjóri og tingmaður Sunda kommuna: Eftir kommunuvalini í heyst varð Heðin Zahcariassen valdur til borgarstjóra tey komandi fýra árini í teirri víðkaðu Sunda kommunu. Á fundi í bygdaráðnum í farnu viku varð samtykt, at hann bæði kann vera borgarstjóri fulla tíð og røkja starv sítt á tingi sum umboð hjá Fólkaflokkin- um. Í frásøgn frá bygdaráðs- fundinum verður víst til kommunustýrislógina, har øll viðurskifti í sam- band við val av borgar- stjórum eru greidliga lýst. Sambært hesum skal kommunustýrið vátta, at borgarstjórin eisini kann vera tingmaður. Á fundinum í farnu viku samtykti so bygdaráðið at borgarstjórin kann vera tingmaður, samstundis sum hann er borgarstjóri við setanarbrøki 1/1. Hetta málið varð samtykt við 8 atkvøðum. Sjálvur var Heðin ikki til staðar, meðan viðgerðin fór fram. sb. 12.400 kr. úr Vestmanna til Asia Vestmenningar vildu eisini stuðla teimum, ið vórðu rakt av flóðalduni í Asia Barbara Vang hevur roykt síðani hon var ung, men hon er kortini fegin um nýggja heilsupolitikkin í Spari- kassanum. – Eg havi ikki tikið avgerð um eg leggi av at roykja ella ikki, sigur hon Frammi við diskin í høvuðsdeildini í Havn stendur frukt, sum er ætlað kundunum