mikudagur 2. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
9
prísin niður og nú er eisini
Unilever farið at seta krøv
til burðardyggan fiskiskap.
Leivur Mohr sigur, at
skal tað bera til, mugu
portiónir og blokkur virkast
á stórvirkjum við góðari
útgerð.
Samstundis eru keyparar-
nir fáir og teir stýra markn-
aðinum nokk so nógv.
Tí eru stórar søluavtalur
og rávørutrygd ein fortreyt
fyri at virka upsa.
Hinvegin hava flakavirk-
ini sum er, ikki ráð at betala
meiri enn 3,25 fyri kilo av
upsa fyri at fáa tað at mala
runt, men skipini skulu
hava fýra krónur fyri kilo
fyri at tað at bera til.
Verður tosað um saltfisk,
er føroyski toskurin góður
at salta og hann hevur ein
serstakan prís í Suður-
evropa.
Hinvegin er ikki nógvur
toskur at fáa og útlitini eru
ikki tey bestu.
Av tí ísaða fiskinum er
ein góður triðingur fluttur
óvirkaður av landinum. Tó
er stórur áhugi fyri feskum
fløkum á marknaðinum í
Evropa.
Góður flutningur er
ein fortreyt
Spurningurin er so at leggja
so til rættis at fáa hann
virkaðan í Føroyum.
Leivur Mohr metti, at ein
fortreyt eru góðir flutnings-
møguleikar við fráferð
minst tvær ferðir um vik-
una við óbrotnari køliketu.
Hann sigur, at taka vit
fiskavirkini
í
Suðuroy,
liggja fimm av teimum átta
virkjunum still í løtuni.
Virkið í Hvalba tók ímóti
3000 tonsum í fjør, men tað
liggur stilt nú. Palm í Vági
tók einans ímóti 500 tons-
um og tað liggur eisini stilt.
Fiskavirking á Tvøroyri tók
ímóti 5000 tonsum í fjør og
Delta tók ímóti 3000 tons-
um. Harafturat tók Jógvan
Absalonsen
ímóti
300
tonsum í fjør.
Harafturat liggja bæði
Føroya Fiskavirking í Vági,
Sancy og Roykivirkið í
Porkeri, still í løtuni.
Flestu virkini í Suðuroy
eru bygd í sjeyti og áttati og
vórðu bygd sum vanlig
flakavirki ið kundu arbeiða
ymisk fiskasløg. Tó vórðu
virkini á Tvøroyri og í
Hvalba bygd til at virka
kongafisk frá djúpvatns-
trolarunum og virkið í Vági
varð bygt til at arbeiða upsa
frá partrolarum.
– Virkini dúvaðu uppá rá-
vøru frá bátum í Suðuroy
og virkini og skipini hoyrdu
saman.
Men í nítiárunum fóru
virkini á húsagang og skip
og virki fóru hvør til sítt. Í
Vági kom Fiskavirking ikki
ígongd aftur og harafturat
eru fleiri loyvi seld úr Vági.
Ì dag verða skipini rikin
sum ein eind, har tað bara
verður hugt eftir, hvat loysir
seg best her og nú, men tað
er eisini neyðugt fyri at fáa
endarnar at røkka saman.
Neyðugt við
fjøltáttaðum virkjum
Leivur Mohr sigur eisini, at
skulu virkini kunna taka
ímóti fiski frá djúpvatnstrol-
arunum, sum tað er mest av
í Suðuroy, skulu tey verða
rættiliga fjøltáttað. Sam-
stundis ger óvissan um
rávøruna, at virkini tola ikki
nógvar fastar útreiðslur.
Hann sigur, at skal talan
vera um stórvirki við
nógvri tøkni, krevja tey
javna rávørutilgongd t.d. av
upsa ella frystari rávøru.
Og so spyr hann eisini
um tað er gjørligt hjá
skipum og virkjum at finna
eitt felags stev, sum hevði
verið ein fyrimunur hjá øll-
um báðum pørtum og
vinnuligu menningini í
Suðuroy sum heild.
Leivur Mohr vísur eisini
á, at aðrastaðni í Føroyum
keypa tey smærru virkini frá
uppboðssøluni, men tey
størri virkini keypa bein-
leiðis frá skipunum.Eitt nú
keypir Kósavirkið frá lokalu
línuskipunum og tað sama
ger seg galdandi í Vágum,
Runavík og í Sandoy.
Men hann vísir eisini á, at
hesir partrolarar eru ímillum
teir bestu í landinum, so tað
ber til at avreiða í Føroyum
og fáa góðan prís.
Hann sigur, at skal vána-
liga gongdin í flakavinnuni
venda, mugu virkini fáa at-
gongd til rávøru. Somu-
leiðis má kostnaðarstøðið
og lønarlagið ikki hækka, tí
kappingin frá láglønarlond-
um er stór.
Hinvegin mugu virkini
eisini hava røttu tøknina
eins og dollari og marknað-
ur mugu rætta seg aftur.
Flutningskervið má verða
nóg gott og vit mugu eisini
lúka krøvini frá keyparum
um burðardyggan fiski-
skap.
Samstundis mugu vit
hava ein blanding av virkj-
um, bæði virkjum, sum
kunnu fáa fyrimunir av
stórrakstri, men eisini virki,
sum skjótt kunnu broytast
til skiftandi rávørutilgongd.
Møguliga er tað eisini
neyðugt, at landið letur
stuðul til íløgur og ígongd-
seting. Samstundis verður
tað neyðugt at við vøru-
menning og at fáa nyttu
burturúr hjáframleiðslun-
um, segði Leivur Mohr.
Neyðugt við samstarvi
Í Suðuroynni heldur hann,
at tað er neyðugt við størri
samstarvi ímillum skip og
virki og at suðuroyingar
sum heild samstarva um at
fáa vinnuna á føtur aftur.
Hann hevur skilt, at í
fiskapakkanum hjá lands-
stýrinum fáa skipini eina
ávísa landingarskyldu, men
tað er eisini neyðugt at bøta
um flutningsmøguleikarnar.
Hann vísir eisini á, at
fiskigrunnarnir eru beint
við Suðuroynna og tí kundi
eitt
gott
tænastustøðið
lokka fremmand skip til
Suðuroynna.
Harafturat er tørvur á
váðafúsum pengum og tað
skal vera áhugavert at gera
íløgur í Suðuroynni, eitt nú
við at bøta um flutningin og
tænasturnar. Men tað kann
eisini verða umhugsað at
gera serlig skattaviðurskifti
fyri Suðuroynna, heldur
Leivur Mohr.
Farvæl Helga –
vælkomin Niels
NORÐURLANDAHÚSIÐ
Snorri Brend
Seinnapartin mánadagin var samkoma hildin í Norð-
urlandahúsinum í sambandi við stjóraskiftið í húsinum.
Eftir at hava verið stjóri í húsinum seinastu árini var
starvstíðin hjá Helgu Hjørvar nú at enda komin. Og í
gjár var so fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja stjóranum, tí
52 ára gamla Niels Halm.
Á samkomuni mánadagin fingu fólk høvið at heilsa
uppá nýggja stjóran, eins og tey fingu høvið at siga
farvæl og takk til Helgu Hjørvar.
skip og virki samstarva
Hendan talvan vísur rakstrarúrslitið hjá trimum týðandi
skipabólkum seinastu sjey árini. Tølini vísa tað eru bara línu-
skipini, sum nú ikki geva hall. Serliga hjá partrolarunum
hevur fallið verið stórt. Teir hava havt nøkur góð ár, men enda
árið í fjør við einum halli uppá eina millión. Djúpvatnstrol-
ararnir hava eitt hall uppá eina hálva millión. Hjá øllum
trimum skipabólkum heur tað gingið illa í fjør
Hendan talvan vísur, hvussu stórur partur av fiskinum fer
óviðgjørdur av landinum hesi seinastu árini. Teir longu stabb-
arnir er tað, sum er virkað í Føroyum. Teir stuttu stabbarnir
vísir, hvussu nógv fer óviðgjørt av landinum. Tað sæst, at
nøgdin, sum fer óviðgjørd av landinum, er vaksin nokk so fitt
seinastu árini, samstundis sum fiskiskapurin sum heild er
minkaður. Leivur Mohr sigur, at serliga nógv hýsa fer óvirkað
av landinum, næstan 60% og talið er nógv hækkað seinastu
árini. Av toskinum fer 20% óvirkað av landinum, hetta er
minkað eitt lítið sindur seinastu tvey árini, eftir at tað vaks
nokk so fitt í 2001
Hendan talvan vísur rakstrarúrslitið hjá einum miðalvirki.
Sum tað sæst, ganga saltfiskavirkini enn so hampiliga, tað er
tann ovara strikan. Men hjá einum vanligum virki er talan
um stórt undirskot uppá næstan tríggjar milliónir. Tað er
serliga síðani 2003, at tað hevur gingið illa
Hendan talvan vísur, hvussu fiskiloyvi eru býtt sundur ímill-
um teir ymsu skipabólkarnar og talvan vísur eisini, hvussu
nógv loyvi suðuroyingar hava í hvøjum skipabólki. Somuleiðis
sæst, hvussu stóran part av fiskinum hjá einum einstøku
skipabólkunum, skipini í Suðuroy fiska og hvussu stórur part-
ur av samlaða fiskiskapinum, tað er. Tað sæst at suðuroyingar
hava bara 14 fiskiloyvi av teimum 83, sum eru. Tilsamans
fiska suðuroyarskipini 17% av tí, sum fiskað verður
– Hetta er Niels, tann nýggi stjórin! Helga Hjørvar og nýggi
stjórin, Niels Halm heilsa uppá Rasmus Joensen í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kr. Vang