mikudagur 2. februar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
17
VIÐMERKINGAR
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Fólkatingssessurin er eitt
vindeyga út í heim. Hiðani
eigur ein óheft føroysk
rødd at samstarva við polit-
iskar flokkar í Danmark og
í øðrum londum við. Hið-
ani eiga vit at menna møgu-
leikar, ið kunnu gagna
vinnulívi,
mentan
og
gransking og sum geva
Føroyum fleiri búskaparlig
bein at standa á.
Hiðani eiga vit at tryggja
tann føroyska sjálvsavgerð-
arrættin og at menna ta ser-
støðu, sum Føroyar hava og
altíð hava haft mentunar-
liga og tjóðskaparliga, í
ríkinum og í Evropa.
Hiðani skulu vit virka
fyri sjálvstøðugum lima-
skapi í Norðurlandaráð-
num, og virka fyri, at tær
avgerðir, ið Føroya Løgting
tekur eisini verða framdar í
Fólkatinginum.
Í sjálvstýrismálinum hev-
ur fólkatingumboð Føroya
eina stóra uppgávu at slóða
fyri teimum semjum, sum
eru í Føroyum.
Tað eru politiskir flokkar
í Føroyum sum vilja alt ella
einki. Teir fáa einki úrslit.
Tað politiskir flokkar í
Føroyum, sum einki vilja,
og sum tí heldur eingi úrslit
fáa.
Triðji møguleikin er at
berjast fyri tí framburði,
sum ber til, og at fáa góð
úrslit.
Javnaðarflokkurin er triði
møguleikin.
Niklái Petersen
tjóðveldisflokkurin
Nú aka ABC - din flokkar-
nir stórslalom í valstríð-
num, men tjóðveldisflokkin
koma teir ongantíð uttan-
um, teir mugu altíð stýra
um tjóðveldisflokkin.
Tað verður nógv høgt eft-
ir tjóðveldisflokkinum í
hesum døgum, bæði frá
vinstru og høgru, hjá onkr-
um man tjóðveldisflokkur-
in vera grannvaksna lík-
tornið, so ilt tað kennist.
Avstemmudankaði sjefi-
diologurin í fólkaflokki-
num illneitast inn á tjóð-
veldisflokkin bæði tíðliga
og seint, so tað fyri hann
má kennast sum marran, tá
hon er uppá tað ringasta,
hesir stóru grannvaksnu
tjóðveldismenninir,
sum
koma rópandi og brølandi
oman
um
bøgarðarnar.
Hann hevur annars brølað
fyri seg gjøgnum tíðirnar.
Íhaldið ræðist mest sínar
egnu,
bara
avgerðirnar
verða tiknar so langt burt-
uri sum gjørligt, ongantíð
ov langt, so er tað í fínasta
lagið.
Løgið at so skal vera, at
man er nøgdur við molar-
nar, sum so hissini detta
okkum í hendi.
Hvat er galið við at gera
vart við og verja føroysk
áhugamál á Fólkatingið,
hví skal tað vera róp og
skrál at verja sínn rætt!!!
Hví skal tað tutlast og
mutlast um føroysk viður-
skiftir í korridorunum á
Kristiansborg???
Tjóðveldisflokkurin vil,
at í Føroyum skulu føroy-
ingar ráða og eingin annar.
Tjóðveldisflokkurin er
og verður einasta hóttanin
móti kolonipolitikkinum
hjá danska statsapparati-
num.
Vel so tað munar- vel
góða røkt- vel tjóðveldis-
flokkin- vel lista E.
Randi í Jógvanstovu
Umboðan á fólkatingi er
ein grundlógartryggjaður
rættur, føroyingar hava,
og skal hesin rættur verða
brúktur á skilagóðan og
virðiligan hátt, ikki sum
tað hevur gingið fyri seg
tey seinastu árini. Fjáka-
lótir og rumbul til onga
verðins nyttu.
Sokallað mál eru løgd
fram ferð eftir ferð, ein-
ans við tí endamáli at
halda gang um alt og
einki.
Virðingin fyri fólka-
tingssessinum er farin
"sín vej", og tað fer at
taka langa tíð at byggja
upp aftur álitiðið á før-
oysku fólkatingsumboð-
ini.
Men Javnaðarflokkurin
er til reiðar. Vit ætla at
nýta hetta gylta høvið til
frama fyri føroyingar. Vit
ætla ikki at brúka tíðina
upp á at grava gomul trøll
fram, men fara at líta
frameftir,
tjóðini
til
frama.
Vilt tú verða virðiliga
viðfarin, eigur tú at fara
virðiliga
fram.
Fram
kemur hann, ið hóvliga
fer.
Á fólkatingi fer Javn-
aðarflokkurin at opna
dyr, ikki at smekka tær í
og soleiðis útiloka okkum
sjálvi, sum tað hevur ver-
ið gjørt alt ov leingi.
Veljið eitt umboð fyri
Javnaðarflokkin á fólka-
ting.
Gott val.
John Johannessen
Valevni Javnaðarfloksins
til Fólkatingið
Eitt afturstig fyri Føroyar.
Soleiðis hava serfrøðingar
og
andstøðupolitikarar
skýrt eina avtalu um uttan-
ríkispolitiskar
heimildir,
sum í drúgt tíðarskeið hev-
ur verið til viðgerðar í fjøl-
miðlunum. Ein av trupul-
leikunum sýnist vera, at
hon heftir seg nógv at ein-
ari uppfatan hjá donskum
embætismonnum
av
donsku grundlógini.
Hendan avtalan er ein av-
tala ímillum Danmark og
Grønland. Tískil hevur hon
onki við Føroyar at gera.
Tað er rætt, at Løgmaður
hevur samráðst við danir
um eina yvirtøkulóg og um
uttanríkispolitiskar heim-
ildir. Men vit hava onga
avtalu gjørt enn.
Grønlendingar hava sam-
tykt avtaluna um uttanríkis-
politiskar heimildir. Júst
teirri, sum er viðgjørd í
fjølmiðlunum her heima.
Men vit í Føroyum eru ikki
nøgd
við
grønlendsku
loysnina, og tí samráðast
vit víðari. Vit vilja hava
eina betri avtalu.
Sostatt eru útsagnirnar í
fjølmiðlunum gjørdar undir
skeivum fortreytum.
Vit samráðast framvegis,
og fara at brúka okkara
fólkatingsumboðan til at
fáa eitt gott samskifti í lag
við danir um skilabetri
loysnir.
Rigmor Dam
valevni hjá
Javnaðarflokkinum
Tíðin er búgvin til at
broyta kyns- og aldurs-
býtið hjá teimum, sum í
hesum landi ráða!
Tí fari eg við hesum
vinaliga at biðja um tína
atkvøðu á fólkatingsvali-
num, so Føroyar kunnu
fáa eina 33 ára gamla
Javnaðarkvinnu á Fólka-
ting, sum fyrst av øllum
stríðist fyri rættvísi og
vælferð fyri fólkið.
Eg bjóði meg fram at
umboða teg á Fólkatingi
næstu fýra árini. Míni
hjartamál á Fólkatingi
verða fyrst og fremst:
• at yvirtaka sjálvstýris-
málið, so tað verður her
heima, vit avgera tað,
sum hevur við okkara
land at gera
• at virka fyri, at Føroyar
fáa fulla viðurkenning
og fullan limaskap í
Norðurlandaráðnum
• at ansa eftir, at føroyskt
sjálvræði ikki verður
avreitt til Bruxelles, tá
Danmark letur frá sær
vald til ES
• at fáa í lag gott og
virðiligt samstarv við
samstarvsfelagar
á
Fólkatingi - Føroyum
og øllum føroyingum
til frama
• at danir fáa eina rætt-
vísa og virðiliga mynd
av okkara kæra móður-
landi, og av okkum
sum fólk og tjóð.
Blíðar heilsanir og gott
val
Fólkatingsvalið 2005
VAL05
Eitt vindeyga út í heim
VAL05
Grundlógin er grønlendsk
VAL05
Kjartin I Joensen,
Fólkaflokkurin
Síðan 2001 hevur tann sak-
liga føroyska umboðanin
verið avloyst av rumbuls-
monnum. Nú má gongd
koma á aftur eitt sakligt
samskifti
Skomm
VAL05
Óli Nolsøe,
Fólkaflokkurin
Vit vilja virka fyri, at av-
gerðir viðvíkjandi Føroy-
um verða tiknar í Tinganesi
og ikki á fólkatingi.
Av fólkatingi í Tinganes
VAL05
VAL05
Vit fara upp úr
skotgrøvini
Føroya Mansstýri
- ein saga blot
VAL05