Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 22 - 2. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagin 31. januar 2005 var hugnaløta á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn í samband við at fyrsta diplom- leiðaraliðið á Skeiðs- deplinum var liðugt við útbúgvingina innan generella leiðslu. Tilsamans 18 leiðarar fingu prógv- ini handað. 31. januar 2005 handaði stjórin fyri Færøerne Kom- mando tveimum starvs- fólkum heiðurstekin fyri trúgva tænastu. Hetta er ein gomul sið- venja, sum bleiv stovnað 29. januar 1801 av H. M. Kong Christian den VII undir heitinum "Hæders- tegnet for god tjeneste ved Søetaten". Síðan tá hevur sjóverjan hvørt ár heiðrað starvsfólk- um, sum hava gjørt tænastu í verjuni í samfull 25 ár. H. M. drotning Mar- gretha hevur í ár givið tveimum starvsfólkum hjá Færøernes Kommando hetta heiðurstekin. Teir eru ávikavist sersjant Søren Skinderholm í Hoyvík og Carsten Thomsen í Kvívík. Færøernes Kommando: Tvey starvsfólk heiðrað Stjórin fyri Færøernes Kommando, Jan T. Leisborch, (t.h. á myndunum) handar her heiðurteknið til ávikavist Søren Skinderholm í Hoyvík og Carsten Thomsen í Kvíkvík Myndir: Færøernes Kommando Skeiðsdepilin við Markagilsvegin: 18 diplomleiðarar fingið prógv Aftara rað f.v.: Anna Maria Oskarson og Ása Davidsen, frá Heimarøktini og Serforsorgini, Eva Mortensen, frá Landssjúkrahúsinum, Finn Larsen, frá Heimarøktini og Serforsorgini, Hans Andor Johannesen, frá Útvarpi Føroya, Hanus Højgaard, frá P/F Elektron, Hartvig Joensen, frá Pf. Havsbrún, Høgni Joensen, frá Tórshavnar Kommunu, og Jaspur Langgaard, frá Bláa Krossi Føroya. Fremra rað f.v.: Jógvan Olsen, frá P/F Elektron, Marjun Holm, frá Argja Skúla, Marjun Poulsen og Naina Túgvustein, frá Landssjúkrahúsinum, Petur Joensen, frá Oljumálaráðnum, Rókur Tummasarson, frá Innlendismálaráðnum, Sonja Klein, frá Heimarøktini í Miðvági, Ulla Joensen, fra P/F Elektron, Wanja Petersen frá Tórshavnar Kommunu, og Georg Suðurgarð leiðari á Skeiðsdeplinum. Mynd: Bárður Lydersen